Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-10-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. oktober 1996síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 199 — 16. OKTOBER 1996 tíðindablaðið SINAI 15 BILL JUSTINUSSEN: Eitt FØROYSKT samfelag á KRISTNARI grund Vidurskiftini, Føroya og Dan- markar ímillum, hava alla øld- ina verið ein stórur partur av politiska orðaskiftinum, og eru tað ikki minni idag. Mið- floksins stóða er, at í Førovum skulu førovingar ráða og ikki danir. Danska ávirkanin á før- oyska samfelagið er alt ov stór og sæst hetta aftur so at siga allastaðni. Tá lógir verða smíðaðar. verður í nógvum førum fyrst hugt eftir, hvussu danir hava gjørt. og síðani verður teksturin orðaður á føroyskum. At kalla øll okk ara almannaskipan er gjørd og uppbygd eftir donskum leisti Rikisfelagsskapurin hevur vid sær, at lógir, sum verða sam- tyktar í Danmark, eisini verða lagdar fyri føroyskar politikk- arar til stødutakan. Hetta kom m.a. til sjóndar, tá lóg um kynsvillingar varð løgd fyri løgtingid í sínari tíð FØROYSKUR HUGBURDUR …— Donsk mentan og sidvenja er ikki okkara. Vit eru eitt egið fólk við egnum máli, mentan og hugburði. Men tíverri hava vit tikið við alt ov nógvum, sum er óferoyskt og ókristið, og sum er við til at mynda per- sónsmensku okkara burtur frá upprunanum. Donsk tíðindi, danskar útbúgvingar, danskar meiningar um bæði eitt og annað, donsk mentan og hugs an, donsk embætisfólk o.s.fr er vorðið ein so týðandi partur av lívi okkara, at vit eru vilst burtur frá upprunanum. Hetta sæst aftur í øllum samfelagn- um og er mangan orsøkin til, at illa ber til. Ti: vit féroyingar hava innast inni eitt heilt ann að lyndi enn danir. Vit eru uppald við at vera tolin, laða lig og fyrigevandi. Ger onkur okkurt skeivt, so fær hann ein møguleika afturat og ein aftur at. Kemur ein ikki idag, so kemur hann kanska ímorgin Ein maður er ein maður, og eitt orð eitt orð. Hetta er før oyskt EFTIRLIT OG FORFYLGING L… Hjá dananum., hinvegin, dettur alt sundur, um ein ikki metir til ásetta tíð, ella um ein ikki til fulnar hevur sett seg inn í ta og ta greinina í lógartekstinum Gongur okkurt íkki eftir bókini og tekstinum, verður beinanvegin ein kanning sett í verk. Ein arbeiðsbólkur ella okkurt tílikt verður settur at kanna, hvat hendi og hver hev- ur ábyrgdina. Og síðani verður tann, sum hevði ábyrgdina, uppsagdur og má beta sambært galdandi lóg. Og tíverri er alt hetta komið so nógv inn á okkum góðsligu føroyingar, at nú gongur annarhvør maður og hevur eftirlit við, hvat hin ger. Ein fær nærum ikki skift hosur, uttan tað skal skrásetast og góðkennast av avvarðandi eftirliti. Vit hava so nógv eftirlit í Føroyum idag, at ein munandi brotpartur av arbeidsføra fólk- inum er upptikin í hesi vinnu Vit hava skattaeftirlit, veiðieft- irlit, skråsetingareftirlit, arb eidseftirlit, bileftirlit. heilsu eftirlit, landsstýrismanna eftirlit, javnstødueftirlit, matvørueftirlit o.s.fr. Og so hava vit omaná alt hetta fólk at kanna, um hesi eftirlitini nú gera sína skyldu MISÁLIT OG ILLGRUNASEMI Hver er grundhugsanin aftan- fyri at hava eftirlit? Hví skal sjálvuppgávan hjá tær og mær kannast av triðja persóni? Hví skal fiskimaðurin kannast fyri veidinøgd, fiskidagar o.s.fr. Er ein maður ikki ein maður, og eitt orð ikki eitt orð longur? Nógv av hesum botnar í mis- áliti og illgruna, sum als ikki hava grundarlag í kristnari sið- venju. Kærleikin hugsar íkki ilt, sigur Paulus við Korint- menn. Men tíðarandin sigur, at tú skalt hugsa ilt um næstan. Tú mást ómeguligt vera so „naivur“, at tú ikki hugsar, at ilt býr aftanfyri. Ger onkur okkurt gott, verður hann bein- anvegin lagdur undir at hava sjålvsøknar orsøkir. Og m.a. tí eru øll eftirlitini gjørd. Tað al- menna hevur ikki álit á borg- aranum við tí ursliti, at borg- arin ikki hevur álit á ti al- menna | FRÁGREIÐINGAR | OG KANNINGAR Og hesin illgrunin kemur væl til sjóndar í øllum frågreiding- unum, sum skrivader eru hesi seinnu árini. Tað er nærum vorðið siðvenja at skriva frå- greiðingar, sum niðursápla tey, tær umfata. Tey, sum skriva frágreiðingarnar, kenna seg sum hetjur, tí nú vóru tey við til at peika á ein ella annan skeivleika í samfelagnum, og halda seg hava gjørt samfel- agnum eina stóra tænastu. Og ikki minst: hava víst yvirfyri dønum, at vit ikki spara okk- ara egnu landsmenn heldur Men veruleikin er tann, at nógv av hesum hevur persón ligar sorgarleikir við sær. Og samfelagið fær lítið gagn av teimum. Nær hoyrdu vit sein ast um eina frågreiding, sum vísti á nakað gott? Sum rósti teimum umtalaðu? ÁLIT Á HVØRJUM ØDRUM Í i | Latið okkum venda aftur til føroyska hugburðin, sum byggir á kristna grund: At hava álit á hverjum ðrum. Og um onkur av misgávum hevur gjørt okkurt skeivt, lat okkum so vera lagalig og fyri- gevandi og geva teimum fleiri møguleikar afturat. Hvi skal fyrrverandi landsstýrismaður- in í almanna- og heilsumálum kannast fyri sína embætis- førslu. Fyri mær tykist hann at hava verið tann mest heiður- ligi av teimum øllum. Hví hava eina lóg, sum áleggur politikkarum at kanna aðrar? Tí hver sigur, at tey sum gera kanningar, sum hava eftirlit og skriva frágreiðingar, eru full- Von V/ SVENNING AV LOFTI Maðurin í miðjuni Fråsøga er um ein mann, sum lýsti eftir einum bilførara til virki sítt. Tríggir søktu. Hann kallaði teir, hvor eftir annan, inn á skrivstovu sína. Teir fingu allir sama spurn ing: Hvussu nær vegjaðaranum torir tú at koyra Tann fyrsti segði. at hann kundi koyra so og so uttar laga. Tann næsti kundi koyra longur út enn hin fyrri. Men triði maðurin segði, at hann ætlaði sær at halda seg so langt burtur frá vegjaðaranum sum gjørligt og so nær miðjuni, sum hann kundi. Hann fekk starvið Um Jesus Kristus standa hesi orð at lesa: „Tá ið teir so vóru komnir til staðið, ið kallast Skallin, krossfestu teir hann har og illgerðarmenninar ein hvørjumegin, JESUS Í MIÐJUNI.“ Tá ið hatski fólkahópurin kravdi Jesus krossfestan, var tað ikki teirra ætlan, at hann skuldi hanga ímillum tveir iligerdarmenn. Fyri tey allarflestu mundi hetta tykjast tilvildarligt. Men so var ikki. Tað at Jesus doyði hendan ásetta dagin í heimssøguni, var eingin tilvild. Hoyr hvat Skriftin sigur: „Tí meðan vit enn vóru máttleys, doyði Kristus til ASETTA tid fyri gudleys.“ Hetta staðfestir fyri okkum, at Kristus doyði tann dag Gud hevði ásett í sínum alveldi. Tað vóru hvorki jødarnir, sum róptu „krossfest, krossfest“, ella rómversku her- menninir, sum negldu hann á krossin, sum avgjørdu hetta. Heldur ikki avgjørdi nakar av teimum, at Jesus skuldi hanga í MIDJUNI. Nei, tað var Gud sjálvur, sum hevði lagt alt hetta til rættis. Orsøkin er púra greið Fyri tað fyrsta: Við at lata Kristus verða krossfestan ímill- um tveir illgerðarmenn, ella brotsmenn, um vit vilja kalla teir so, vildi Gud vísa hvat hann vildi við at lata Jesus Kristus koma í henda heim: „Ar leita eftir ti, sum fortapt er og frelsa tað.“ ” At kalla syndarar til umvendingar og hava te'r hjá sær í himli, soleiðis sum hann hevði havt teir rundanum seg meðan hann gekk á foldum og sum hann nú hevði teir hjá sær í deyðastundini Fyri tað annað: Við at lata Kristus verða krossfestan ímill- um tveir aðrar, og soleiðis vera Í MIDJUNI, so vildi Gud visa øllum menniskjum og myndugleikum til allar tíðir. at hann hevur sett Kristus I MIÐJUNI i allari heimssøguni, í síni frelsuætlan í nútíðini og í framtíðini, og at Kristus ynskir at gerast MIÐDEPILIN í lívinum hjá tær og mær Hevur tú sett Kristus „Í MIDJUNA" í tínum lívi? Um ikki so ger tað nú. 1) Lukas 23,32 og Jóhs. 19,18. — 2) Rómbrævið 5,6 — 3) Lukas 19,10. komin. Og um tey ikki eru fullkomin, hvør skal so hava eftirlit vid teimum? Biblian sigur, at kærleikin hugsar ikki ilt. Skulu vit ikki byggja okk- ara samfelag å ålit og kær- leika? Við at hava skipað okkara samfelag eftir donsk- um leisti, hava vit tveitt fyri borð góðar, føroyskar dygdir, sum eru sprotnar í einum sam- ielag, sum hevði Guð við í ger- andisdegnum. Lat okkum venda aftur til hesi virði Miðflokkur:n vil vera við til at skipa okkara samfelag eftir føroyskari og kristnari sið- venju, sum liggur so langt burtur frá danskari siðvenju.