Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-10-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. oktober 1996síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 201 — 18. OKTOBER 1996 Marita Petersen úr Javnaðarflokkinum: * Í 3 Viðurskiftini við Danmark skulu h æ nu greiðast — Við stýrisskipanarlógini fingu vit skil á viðurskiftunum heima hjá okkum sjálvum. Nú skulu vit hava skil á ríkis- rættarligu viðurskiftunum, sigur Marita Petersen, sum legði uppskotið um at seta stjøårnmålanevnd fyri tingð. Hon leggur dent á týdningin, tað hevur, at allir flokkar eru við í arbeiðinum. EIRIKUR LINDENSKOV - Vit hava lagt uppskotið um setan av stjórnmála- nevnd fyri ungiå til tess at allir flokkar skulu vera við til kjakið um framtíðar stød- u okkara - í ríkinum, ella uttanfyri. Okkara uppskot er ikki eitt víðgongd uppskot, ið sigur, at vit skulu hava loysing í morgin, men eitt uppskot um at seta eina nevnd, har allir flokkar eru við, ið skal arbeiða við mál- inum Tað var Marita Petersen úr Javnadarflokkinum, sum legði uppskotið fram, og tað er hon, ið hesi orðini eigur. Hon heldur ikki, at málið fekk so negativa undirtøku f tinginum, sum vit kanska kundu væntað, tá hugsað verður um lagnuna hjá upp- skoti Tjóðveldisfloksins um framtidarstødu Føroya fekk Løgmadur persónliga vildi ikki, at málið skuldi viðger- ast, og hann hótti við at skriva út nýval. Hann fekk stuðul frá formanninum í rættarnevndini, Bjørn á Heygum, sum súltaði mál- ið, so tað fall burtur Meina tað seriøst - Men er hetta ikki bert ein roynd hjá Javnaðar- flokkinum at taka málið frå Tjóðveldisflokkinum og á henda hátt royna at fella samgonunga / Øll eru vælkomin; MEINIGHEITSHÚSIÐ a I: ein 100 ÁRA dagur Í hesum sambandi verður FUNDUR við BORÐHALDI Í KVOLD kl. 19 Stýrið Nei, tað er tað ikki. Tað er av sera stórum týdningi, at allir flokkar eru við til at viðgera eitt so týdningar- mikið mál. Og tå eg sigi allir flokkar meini bæði teir, sum vilja hava meira sjálv- stýri og teir, sum vilja hava meiri samband, sigur Mar- ita Petersen Hon vísir annars á, at undir viðgerini eftirlýstu summir tingmenn støduna hjå Javnadarflokkinum i tjóðskaparmálum Men Marita Petersen sigur, at málið ikki er lagt fram fyri at markera Javnaðarflokkin, men at flokkurin meinar tað seriøst Tidin farin frå heimastýrislógini - Heimastýrisskipanin er 50 ár, og vit skulu minnast til, at hon er gjørd í eimi aðrari tíð og undir øðrum fortreytum. Tí eiga vit hyggja upp á hana nú, sigur Marita Petersen. Javnaðarflokkurin hevur í fleiri ár tosað um eina sjálvstýrislóg, men enn hev- ur flokkurin ikki sagt, hvat ein slík lóg skal innihalda Er hetta okkurt tit gera í staðin fyri sjálvstýrislógin- a? - Fyri so vítt er hetta ar- beiðið bert eitt framhald av arbeiðinum við stýrisskip- anarlógini. Hon var bara fyrsta stigið í at broyta hesi Innsavnan til arbeiðið viðurskifti. Bæði landsstýr ini sum sótu í valskeiðnum 1990 - 94 arbeiddu við hes- um málinum, men tá vóru so nógvar katastrofur, at meira kom ikki burtur úr Men vit fingu tó sett neynd- ina, sum gjørdi uppskotið til stýrisskipanarlógina, og vit fingu fulla undirtøku fyri henni í tinginum. Tað haldi eg var sera gott. Arbeiði, sum nú skal fara fram við eini stjórnmálaneynd er so eitt framhald av hesum, sig- ur Marita Petersen Hvat úrslitið verður, veit hon ikki, men tað kann verða, at gjørd verður ein sjálvstýrislóg - ella ein sam bandslóg, um tingið ynskir tað mage vstødu N aa et at lógin sum Ísland fekk i 1918 kann vera ein fyri- mynd. Hon varð mett sum meira sjálvstýrislóg, enn heimastýrislóg okkara, men hon æt ein sambandslóg — Í ávísan muna hava vit meira sjálvstýri í hermastyr- isløgini, enn íslendingar høvdu tá. Tingið er í fleiri málum púra sjålvstødugt Eitt nú er drotningin ikki yvir tinginum - hon skal ikki staðfesta lógir, ið ungið samtykkir Marita Petersen sigur víð- ari, at stjórnmálaneyndin eisini skal hyggja eftir stýr ískipanarlógini, sum just er samtykt — Tað kann tykast logið longu nú at gera broytingar, men tað kann vera, at okkurt er, sum skal broytast. Eitt nú um tngið skal hava møguleikan at skriva út val í ótíð, um vit aftur skulu hava rættin til fólkaat- kvødur o. s. fr. Hetta er spurningar, vit eiga at taka upp, tí tað tekur tíð at gera slíkar broytingar - og tað skal tað, leggur Marita Pet- ersen afturat Vilja hava Sambandsflokkin við - Javnadarflokkurin hev- ur sitid í samgongu í tvey ár síðani seinasta val. Hví Marita Petersen heldur tað hava sera stóran týdn ing, at allir flokkar eru við til broytingarnar í ríkis- rættarligu viðurskiftum okkara er als einki gjørt við nakra sjálvstýrislóg e. Í. hesi ári- ni? Orsøkin er fyrst og fremst tann, at Javnadar- flokkurin i hesum landsstyr- inum ikki hevur sitid við hesum málunum. Fyri tað næsta hevur Sambands- flokkurin ikki verið serliga heitur fyri at gera broytingar hesum viðvíkjandi. Men eg eri vís í, at um samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálv- stýrisflokkin helt fram, so varð arbeitt víðari við mál- inum. — Men vit vilja fegin, at Sambandsflokkurin kemur við í kjakið. Tað er umráð- andi at fáa breiða undirtøku á tingi og tað er júst tí vit leggja málið fram á henda hátt, heldur enn at koma við einum lidnum uppskoti, sum bara tveir flokkar taka undir við, og sum so fellur Tað er ikki konstruktivt Marita Petersen vísir har- afturat á, at Sambandsflokk- urin, um hann ikki hevur verið so íðin at gera slíkar broytingar, kortini hevur vart tær broytingar, sum hann hevur verið við til at gjørt Sum løgmaður stóð Mar- ita Petersen fyri arbeiðinum við stýrisskipanarlógini Hon sigur, at vit nú kunnu siga, at vit við hesi lóg hava fingið skil á heima hjá okk- um sjálvum. Næsta nátúr- liga stigið verður at fáa skil á ríkisrættarligu vidurskift- unum. Hon leggur dent á týdn- ingin tað hevur, at fólk úr øllum flokkum gera sítt til at samstarva um hetta mál til gagns fyri allar partar nýggja viðgerð EIRIKUR LINDENSKOV — Vit hava ikki verið við í endaligu viðgerðina av málinum um at leggja saman 10. flokkarnar í Tórshavnar kommunu. Vit halda heldur íkki, at loysnin, sum býráðið skjýtur upp er tann besta. Hetta sigur Jóhan Samuelsen, sum er næst- formaður í Tórshavnar Skúlaráð. Hann sigur, at skúlaráðið heldur, at vit eiga at biða við at gera slíkar broytingar, fyrr enn álitið um nýggja skúlalóg er vidgjørt. — Tá síggja vit eisini, hvussu valmøguleikarnir hjá næmingum í 10. flokki verða Jóhan Samuelsen vísir á, at hóast slíkt mál um skúlasamanlegging er mál, ið hoyrir undir skúl- aráðið, so hevur skúla- ráðið í Havn ikki havt møguleikan at verid vid, nå målid hevur fingid endaliga viðgerð. — Hóast býráðið sam- tykti, at avvarðandi myndugleikarnir á skúla- økinum, sum eru skúla- ráðið, Landsskúlafyrisit- ingin og skúlaleiðslur- nar, skuldu vera við, hav- a vit einki hoyrt síðan Mótmæla samanlegging Skúlaráðið í Havn heldur, at mál- ið um samanlegging av 10. flokku- num eigur at verða tikið upp til Jóhan Samuelsen held- ur, at lærararnir eisini eiga at viðgera málið um samanlegging av 10. flokkunum málið varð lagt fram 6. juni. Jóhan Samuelsen sig- ur, at skúlaráðið mót- mælir hesi framferð, og mælir til, at málið fær nýggja viðgerð, áðrenn nakrar broytingar verða gjørdar. Jóhan Samuelsen leggur afturat, at hann sjálvur heldur, at málið so avgjrøt eisini eigur at verða lagt fyri felagslær- araráðið hjá gllum skúl- unum í kommununi. — Lærararnir eiga sjálvandi eisini at verða hoyrdir, leggur Jóhan Samuelsen dent á.