hósdagur 2. oktober 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 186 - 2. oktober 2003
Nr. 186 - 2. oktober 2003
3
Fingu harða
revsing
Tveir ungir menn úr
Napoli máttu bøta
hart fyri at hava sam-
legu við eina unga
norska gentu móti
hennara vilja. Teir
vórðu dømdir fyri
neyðtøku, sum fór
fram á Hotel Føroy-
um annan august í ár
REVSING
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Tveir
ungir
italiumenn
skulu ávikavist eitt ár og
tríggjar mánar, og eitt ár í
fongsul fyri neyðtøku. Tað
gjørdi Føroya rættur av í
dag. Menninir hava biðið
um tíð at umhugsa dómin.
Sanna máttu báðir ung-
lingarnir, at »tað bøtir tú
fyri í ár so mong, ið bert var
ein stokkut gleði.«
Umframt longu fongsuls-
revsingarnar skulu mennir
gjalda gentuni 50.000 krón-
ur í endurgjaldi innan tvær
vikur. Eisini vórðu teir víst-
ir úr Føroyum í ávikavist
tíggju ár og fimm ár. Har-
umframt kemur so sakar-
málskostnaðurin, ið teir
eisini eru dømdir at gjalda.
Og tann upphæddin kann
lættliga gerast tað dupulta
av endurgjaldsupphæddini
til gentuna. Alt eftir, hvat
rætturin roknar sum sakar-
málskostnað.
Til dømis hevur Føroya
Rættur undir sakarmálinum
móti teimum báðum ungu
monnunum nýtt simultan-
tulk, sum kom úr Århus til
endamálið. Eisini er unga
gentan við fylgi flogin úr
Noreg til Føroya við ser-
flogfari í samband við rætt-
armálið. Um rætturin rokn-
ar hetta sum sakarmáls-
kostnað, ella tað verður
roknað sum vitnisútreiðsl-
ur, bar ikki greitt til at fáa at
vita, áðrenn blaðið fór til
prentingar.
Menninir hava sitið varð-
haldsfongslaðir í Føroyum
síðan málið varð meldað,
og teir vóru handtiknir tann
2. august. Verður úrslitið av
umhugsan teirra, at teir
taka við dóminum, verður
hendan tíðin, teir hava sitið
í geglinum, drigin frá tíðini,
teir so skulu inn at sita.
Eftir at rætturin hevði
kunngjørt dómin, fóru teir
aftur í varðhaldið at sita,
meðan bíðað verður eftir,
hvørja støðu teir taka.
Kanningar stuðlaðu
Hendingin, teir báðir ialiu-
menninir vórðu dømdir
fyri, fór fram á Hotel Før-
oyum tann 2. august, tá teir
høvdu boðið eini 15 ára
gamlari norskari gentu á
eitt rúm á hotellinum.
Gentan fylgdi sjálvboðin
við teimum, kom greitt
fram í vitnisfrágreiðingun-
um. Men tað, sum sagt varð
um tað, ið síðan hendi inni
á kamarinum, samsvaraði
ikki í vitnisfrágreiðingun-
um hjá teimum trimum,
segði dómarin.
Ungu menninir viðgingu
at hava havt samlegu við
gentuna. Men tað var ikki
eftir teirra metan neyðtøka.
Hinvegin helt gentan
uppá, at hon varð hildin í
longri tíð, meðan menninir
ikki færri enn fýra ferðir
høvdu samlegu við hana.
Hetta uppáhald hennara
varð stuðlað av »gynæko-
logisku« kanningunum, sum
gjørdar vórðu av gentuni.
Tær vístu heilt greitt tek-
in um ógvusliga samlegu,
segði dómarin, Jørgen Pet-
ersen, tá hann las dómin
upp. Skaði í undirlívinum
stuðlaði undir frágreiðing
hennara. Eisini varð blóð
funnið á rúminum, ið sam-
svaraði við staðið, har
gentan segði seg verða
neyðtikna. Tað varð DNA
kannað, og vísti hendan
kanningin, at talan var um
blóð frá gentuni.
Eisini segði hon seg hava
klórað annan mannin í
ryggin. Og merki á rygg-
inum á manninum samsvar-
aði gjølla við tað, gentan
greiddi frá, segði dómarin.
Kunnu sita í Italia
Í dóminum varð dentur lagd-
ur á, at gentan, sum brots-
verkið varð framt ímóti, var
so
ung.
Hinvegin
eru
menninir ikki sektaðir fyrr.
Menninir sita nú í varð-
haldinum í Havn og hugsa
um, hvørt teir skulu kæra
dómin fyri hægri rætt.
Um teir taka við dómin-
um, ella teir í hægri rætti
verða dømdir at sita styttri
ella longri, enn Føroya
Rættur hevur gjørt av, er
ikki vist, at teir verða sit-
andi í Føroyum.
Teir verða helst í fyrsta
lagi fluttir til Danmarkar og
kunnu síðan verða sendir til
Italia at sita restina av dóm-
inum.
Tað ber til sambært eini
avtalu, Europaráðið hevur
gjørt, at søkja um at sleppa
at sita dóm í egnum heim-
landi.
Ferðavinnustjórin í
Aberdeen vil fegin
sleppa at vísa føroy-
ingum, at Aberdeen,
og Skotland annars,
er meira enn bara
handlar
FREMMANDAVITJAN
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Aberdeen er meira enn teir
handlarnir, nógvir føroy-
ingar í dag kenna býin fyri,
sigur Charles Currie, ferða-
vinnustjóri í Aberdeen, sum
í hesum døgum vitjar í Før-
oyum.
Hann sigur, at ferðavinn-
an í Aberdeen fegin vil
hava fleiri føroyingar tann
vegin at ferðast.
Tað er eisini meira enn
sjálvur býurin Aberdeen,
tey hava at vísa fram, sigur
hann. Alt umráði, sum tað
er, er fult av áhugaverdum
støðum at vitja, Og ikki at
gloyma skotska gestablídni,
vísir Charles Currie á.
Hann nevnir til dømis teir
góðu møguleikarnar, ið eru
fyri frítíðarfiskarar í Skot-
landi. Og eisini í ávísan
mun heldur hann, at onnur
veiða kundi latið seg gjørt.
Fyri ikki at gloyma golf-
spælið, sum teir eru so ernir
av í Skotlandi. Tað kundu
saktans fleiri føroyingar lært
at spælt golf upp á stutta tíð
í Skotlandi, metir hann.
Útbyggja samband
Charles Currie sigur, at
hóast Føroyar eru lítlar í al-
tjóða høpi, er tað týdn-
ingarmikið fyri eitt stað
sum Aberdeen at hava bein-
leiðis samband hendanveg.
– Alt beinleiðis ferða-
samband er týningarmikið,
leggur hann dent á og fegn-
ast um, at Atlantsflog hevur
beinleiðis
rutu
millum
Aberdeen og Føroyar. Eitt
samband, ið eftr hansara
meting eigur at verða út-
bygt. Men tað velst sjálv-
andi um, hvussu tað verður
brúkt, ásannar hann.
Men tað nyttar einki bara
við eini rutu, um fólk skulu
fáast at ferðast millum
londini.
– Skulu vit hava føroy-
ingar til Aberdenen og har
um leiðir at vitja, er neyð-
ugt, at vit koma til Føroya at
vísa okkum og tað, vit hava
at bjóða, staðfestir ferða-
vinnustjórin í Aberdeen. Og
tað er so tað, vit gera við
hesum tiltakinum í Føroyum
um dagarnar, sigur hann.
– Føroyingar kunnu læra
nógv av skotum, heldur
hann. Kunnleiki um okkum
er farin víða. Og so nevnir
hann Australia,
Suður-
afrika, India og annars støð
um allan heim.
Aberdeen hevur tó altíð
kent seg sum part av norð-
urheiminum.
Serliga
skandinavisku londunum,
sigur hann. Vit hava ymiskt
til felags sum eitt nú fiski-
vinnu. Hóast hon er dragn-
að nakað væl afturút í Skot-
landi ásanna hann.
Men so kundi tað verið,
at vit fingu oljuna til felags,
heldur blaðmaðurin nakað
bjartskygdur.
– Ja, til dømis, svarar
skotin. Um tit finna olju.
Aberdeen er meira enn handlar
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra kona, mamma, vermamma og omma okkara
Mary Solveig Debes Olsen
ættað frá Gjógv
búsitandi í Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum 30. september,
56 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
fríggjadagin 3. oktober kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Heri,Tórun, Súni og Jóannes
Teir báðir italiumenninir bóðu um tíð at umhugsa dómin. Sambært eini avtalu, sum Europaráðið hevur gjørt, kunnu teir søkja
um at sleppa at sita dómin í Italia
Mynd: Jens Kristian Vang
Borgarstjórarnir í Aberdeen
og Havn vóru til staðar, tá ið
skotsku dagarnir vóru settir í
SMS týsdagin
Mynd: Jens Kristian Vang
Arbeiðstíðin verður stytt
Starvsmannafelagið
og Fíggjarmálaráðið
hava skrivað undir
nýggjan sáttmála, og
tað er fyri fyrstu ferð
í nógv ár, at nýggjur
sáttmáli er gjørdur,
áðrenn tann gamli fór
úr gildi
SÁTTMÁLI
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lønin hækkar, arbeiðstíð
verður stytt, og partarnir
eru sinnaðir at gera eina
skipan, sum kann loysa
ósemjur skjótari enn áður.
Tað eru nøkur at týdningar-
mestu pørtunum av nýggja
sáttmálanum
millum
Starvsmannafelagið
og
Fíggjarmálaráðið, sum kom
í gildi í gjár.
Lønin hækkar 2,9 prosent
1. oktober í ár, og aftur við
2,9 prosentum 1. oktober
næsta ár. Eftirlønin verður
9 % og hækkar við einum
prosenti um eitt ár.
Ein av stóru broytingun-
um í sáttmálanum er, at ar-
beiðstíðin minkar við trim-
um tímum um vikuna. Ar-
beiðsvikan verður ikki long-
ur 42 tímar, men 39 tímar,
og matarsteðgurin verður
hálvan tíma um dagin.
Eina fríviku afturat
Umframt styttri arbeiðs-
viku hevur Starvsmanna-
felagið nú samrátt seg til
sættu frívikuna fyri sínar
limir. Hendan vikan verður
ikki partur av summarfrí-
tíðini, men ein serlig frí-
vika.
Sáttmálafrídagarnir falla
burtur frá 1. januar, men nú
kunnu starvsfólk vinna sær
eina fríviku eyka. Avtalan
er gjørd soleiðis, at fólk,
sum ikki vilja hava frídag-
arnar, kunnu fáa teir út-
goldnar ístaðin.
Skjótari loysnir
Starvsmannafelagið
og
Fíggjarmálaráðið umrøddu
eina broytta skipan fyri at
loysa
ósemjur
millum
partnar, og ætlanin er at
gera ein serstaka avtalu um
hetta áðrenn árslok.
Partarnir vilja dagføra
ásetingarnar um semjing,
finna aðrir trætuloysnir og
hava ein skjótari gerðar-
rætt, sum eisini kann taka
støðu til sáttmálabrot.
Í nýggja sáttmálanum er
eisini gjørd semja um før-
leikamenning, so at starvs-
fólkini áhaldandi kunnu
menna sínar førleikar.
Fegin um semju
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður við fíggjarmálum,
er væl nøgdur við nýggja
sáttmálan.
– Nógv er komið burtur
úr, og eg fegnist stórliga um
stóra og góða úrslitið, sigur
hann.
Hann heldur, at semjan
um at gera ein meira
munadyggan semingsstovn
er stórt stig rætta vegin.
–
Endar
hetta
við
semjuni, ið tað er lagt upp
til, hava báðir partar víst
seg at liva upp til ábyrgd-
ina, teir hava á arbeiðs-
marknaðinum og í samfel-
agnum sum heild, sigur
Karsten Hansen.
Nú er nýggjur sáttmáli
gjørdur millum Starvs-
mannafelagið og Fíggjar-
málaráðið, og hesaferð kom
tað ikki í nánd av verkfalli
C
M
Y
K
3
2