hósdagur 2. oktober 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 186 - 2. oktober 2003
Nr. 186 - 2. oktober 2003
5
Fjórða árið á rað
skipar Arctic Import
fyri ítrivsskeiðum fyri
lærarum og náms-
frøðingum. Hesi skeið
eru sera væl umtókt,
og hava tey verið
fullteknað hvørt ár
SKEIÐ
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Seinastu tvær vikurnar
hava
ítrívsskeiðini
hjá
Arctic Import verið á
skránni. Lærarar og náms-
frøðingar
úr
ávíkavist
Havn, Klaksvík, Vágunum
og Eysturoynni hava verið
til eitt seks tímar langt
skeið, har tey hava kunnað
ment teirra skapandi evni
og somuleiðis fingið íblást-
ur til teirra dagliga yrki
innan ítriv.
Tey hava millum annað
arbeitt við litum, har tey
hava fingið innlit í, hvussu
litir virka, um ein blandar
teir saman. Og ymisk sløg
av máling hava tey eisini
arbeitt við.
Kreativiteturin er í hásæti
til hesi skeið, og endamálið
er at upptaka fólk í ítrivi. At
læra tey at arbeiða við
teirra hugflogi og at skapa
nakað úr tí.
Skeið í tveimum
Skeiðið er býtt upp í tveir
bólkar. Annað er tilegnað
námsfrøðingum, sum ar-
beiða við yngri børnum og
hitt er tilegnað lærarum,
sum jú arbeiða við heldur
eldri børnum.
Willi Petersen frá Arctic
Import sigur, at hesi skeið-
ini verða fyriskipað í sam-
starvi við Av Form í Dan-
mark, sum er ein fyritøka,
sum skipar fyri tílíkum
skeiðum í Danmark og har-
afturat rindar fyri alt tilfar,
sum verður nýtt á einum
tílíkum skeiði.
Eitt av starvsfólkunum í
Av Form hevur verið í Før-
oyum hesar dagarnar og
skipað fyri skeiðinum. Eva
Tworek hevur verið í Før-
oyum í nærum tvær vikur
nú
og
hildið
skeiðir.
Skeiðsrøðin endaði í dag.
Musikkskúlastevnan
varð hildin í
Eysturskúlanum um
vikuskiftið
TÓNLEIKUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Tann fyrsta musikkskúla-
stevnan í Føroyum var hild-
in í Eysturskúlanum um
vikuskiftið. Tilsamans 300
næmingar úr øllum Føroy-
um myndaðu tíggju orkest-
ur, ið framførdu hvør sína
skrá.
Martin Mouritsen sigur,
at tiltakið eydnaðist sera
væl, og hann letur væl at
konsertunum báðum, sum
vóru í Eysturskúlanum
leygardagin og sunnudagin.
Strúkiorkestur, suzukibólk-
ar, blokkfloytur og mess-
ingkvintett høvdu konsert
leygarkvøldið. Tórshavnar
Ungdómsharmoniorkestur
og Tórshavnar Ung-dóms-
orkestur, Ungdómsorkestr-
ið í Vágum, Suðurættin úr
Suðuroy og ein stórur
blandaður byrjanarbólkur
við 100 næmingum úr øll-
um landinum framførdu so
á konsertini sunnudagin.
Byrja tíðliga
Vanligt hevur ikki verið at
hava Musikkskúlastevnu so
tíðliga í árinum, men
Martin sigur, at hetta er eitt
gott høvi hjá øllum skúlun-
um at koma rættuliga í
gongd beinanvegin. Og
hann heldur, at tað sást
aftur á konsertunum báð-
um, at gongd er longu
komin á.
Hesuferð var stevnan bert
fyri orkestrum. Men tað vil
ikki siga, at einstaklingar
ikki kundu koma við.
Tvørturímóti.
Hendan
stevnan varð hildin júst fyri
at einstaklingar, sum dag-
liga ikki hava møguleika til
at spæla við í orkestri,
skulu kunna júst tað. Og
lærararnir hjá hesum næm-
ingunum siga eisini, at teir
merkja tað væl, tá teir koma
aftur av stevnuni, at teir eru
betur fyri enn frammanund-
an.
Martin Mouritsen sigur,
at øll orkestrini vóru rímu-
liga góð, og tað fegnast
hann sjálvandi um.
Tá 300 næmingar savnast
soleiðis til eina stevnu, er
somuleiðis eisini lætt at fáa
eyga á stórtalentini. Nøkur
skara meira fram úr enn
onnur, og uttan iva vóru
fleiri framtíðar tónleikales-
andi millum teir mongu
Musikkskúlanæmingarnar í
Eysturskúlanum seinasta
vikuskiftið.
Dansiskeiðini í
Tórshavnar Kvøld-
og Ungdómsskúla
byrja nú aftur
DANSUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Aftur í vetur ber til at
læra at dansa vanligan
ella enskan dans í Tórs-
havnar Kvøld- og Ung-
dómsskúla.
Í ár verða tað tveir
bólkar fyri byrjarar. Tað
vil siga fólk, ið ongantíð
hava dansað. Tey læra
foxtrot, quickstep, vals
og rock´n´ roll.
Hesir eru dansir, ið
vanliga verða dansaðir í
veitslum, brúdleypum og
til almennan dans.
Fýra tey seinastu árini,
kvøldskúlin hevur havt
dans, hevur aldurin á
næmingunum
ligið
í
millum 14 og 70 ár.
Dansiskeiðini
byrja
mikudagin 8. oktober og
enda 17. desember. Sum
undanfarin ár undirvísa
tey trý Arnfríða og
Jørgen Rubeksen og Mia
Cameron.
Sera vælumtókt ítrivsskeið
Ítrivsskeiðini hava verið í
Havn, Klaksvík, Runavík og í
Vágunum hesar seinastu
tvær vikurnar
Mynd: Jens K. Vang
Dansurin byrjar aftur
Næmingarnir betur fyri enn áður
Musikkskúlastevnurnar byrja nú aftur. Tann fyrsta var
seinasta vikuskiftið í Eysturskúlanum
Savnsmynd
Skelkandi afturljóð
Ein intelligensgransk-
ari við Aarhus Uni-
versitet mælir til, at
vitug fólk verða lønt
fyri at seta nógv børn
í verðina. Formaðurin
í Etiska Ráðnum í
Danmark, Ole Hart-
ing, sigur, at upp-
skotið er eitt ótýdligt
ekkó frá farnari tíð. -
Vit hava brúk fyri
menniskjum við
hjartanum á rætta
staði, sigur hann við
danska tíðindablaðið,
Politiken
UTTANEFTIR
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Uppskotið hjá Helmuth
Nyborg, professara, hevur
loypt forargilsi millum
fleiri
av
landsmonnum
hansara.
Granskarin skjýtur upp,
at klók fólk verða lønt fyri
at fáa nógv børn, eitt nú við
stórum barnakekki, bíligari
blæum og atgongukorti til
kommunala barnaansing.
- Summir bóltar eru so
lættisoppakendir, at tú skalt
ikki royna at lofta teimum,
sigur formaðurin í Etiska
Ráðnum, Ole Harting, við
Politiken sunnudagin.
Víðari sigur hann, at
hann ongan hug hevur at
taka lut í kjakinum, men at
tað er umráðandi at avvísa
tankan, tí hetta er eitt
ótýdligt ekkó frá farnari tíð.
Við hesum vísir hann til
tað, sum fór fram í Týsk-
landi
í
1930’unum
í
samband við skránna hjá
nazistunum um eitt "reint
fólkaslag".
Hann heldur ikki, at vit
menniskju eru før fyri at
útvelja menniskju, og eiga
tí eiga vit at lata tað liggja.
- Vit hava brúk fyri
menniskjum við hjartanum
á rætta staði, sigur formað-
urin í Etiska Ráðnum at
enda við danska tíðinda-
blaðið.
Í greinini hjá Politikken,
sum Hanne Fall Nielsen
hevur skrivað, verða fleiri
onnur spurd um sama evn-
ið, men eingin teirra tekur
undir við uppskotinum frá
intelligensgranskaranum í
Aarhus.
Formaðurin í danska Etiska Ráðnum , Ole Harting, heldur
ikki, at menniskju eru før fyri at útvelja menniskju. - Tí eiga
vit at lata tað liggja, sigur hann við danska tíðindablaðið,
Politikken
(Tilvildarlig mynd)
Politiken kallar filmin
fyri propaganda og
manipulatión, meðan
Jyllans-Posturin held-
ur, at talan er um ein
avdúkandi, politiskan
trillara
UMMÆLI
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Ulla Boje Rasmussen hevur
seinastu dagarnar kunna
lisið bæði góð og vánalig
ummæli av sínum doku-
mentarfilmi Færøerne.dk í
donskum fjølmiðlum.
Filmurin um fullveldis-
samráðingarnar
varð
í
síðstu viku frumsýndur í
kykmyndahøllum í Dan-
mark, og í tí sambandi hava
nógvir danskir fjølmiðlar
ummælt filmin.
Og tað eru bæði góð og
vánalig ummæli at finna í
donskum fjølmiðlum.
Politiken finnist at
Tann mest atfinningarsami
ummælarin er Søren Wint-
erberg á Politiken. Hann
heldur, at filmurin er mis-
vísandi fyri gongdina í
fullveldismálinum.
– Dokudramaet bliver
propaganda. Den synlige
manipulation udhuler den
dokumentariske
værdi.
Selvstændighedens sag for-
tjener bedre, skrivar hann.
Hann heldur, at filmurin
roynir at skapa eina David-
og-Goliat støðu millum
Føroyar og Danmark, og
tað heldur hann verða polit-
iskt og filmiskt fupp.
Politiken heldur ein týð-
andi trupulleika við filmin-
um vera sambandið millum
ein av høvuðspersóninum
og filmin.
– Helt er Hoydal i denne
film, som nok kalder sig
dokumentar, men er klippet
og udstyret som et drama,
bare uden distance til sin
hovedperson, skrivar Søren
Winterberg.
Politiken gevur – hóast
hørð orð – filminum trý av
seks hjørtum.
Meira miðal
Jyllands-Posturin
gevur
eisini Færøerne.dk eitt mið-
algott skoðsmál – tríggjar
av seks stjørnum – men har
eru orðini ikki so hørð, sum
tey eru í Politiken.
– Facit er kendt, men
Ulla Boje har alligevel fået
en politisk thriller ud af
historien om færingernes
umulige forhandlinger for
selvstændighed,
skrivar
ummælarin Kim Foss.
Hann heldur, at filmurin
er ein avdúkandi doku-
mentarfilmur um spælið
handan leiktjøldini.
Gott í Filmlandi
Sjónvarpssendingin Film-
land hjá DR hevur eisini
ummælt Færøerne.dk, og
har er ummælið fyri tað
mesta gott.
– Det er alt sammen for-
talt på en ikke-nyskabende,
men solid facon, heldur
ummælarin
Michael
Graversen.
– Foruden kampen mod
Danmark, så foregår der
også en inde magtkamp
imellem
republikaneren
Høgni Hoydal og lagmand
Anfinn Kallsberg. Det er et
af de mest spændende
elementer i Færøerne.dk.
Ummælarin heldur, at
myndirnar – sum stundum
ikki eru í fokus – hóska seg
betur til sjónvarp enn hvíta
tjaldið, har tað skjótt gerst
troyttandi at síggja óskarp-
ar myndir.
– Vi kommer bag facaden
i den politiske process, og
det er der, at det bliver
spændende, heldur Michael
Graversen.
Filmland gevur filminum
fýra av seks pílum.
Færøerne.dk fær ymisk ummæli
Ummælarin á Politiken er
bersøgin í síni viðgerð av
Færøerne.dk og finnist at
filminum hjá Ullu Boje
Rasmussen. Jyllands-
Posturin og Filmland geva
hinvegin filminum gott
viðmæli
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4