Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 186 - 2. oktober 2003 Nr. 186 - 2. oktober 2003 7 – Samgongan hevur lovað at skatturin skal lækka. Men samstundis verða ymiskir ósjónligir skattir lagdir á fólk, so í veruleikanum er als ikki talan um skattalætta, sigur Lisbeth Petersen FÍGGJARLÓGIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nú skulu føroyingar av álvara byrjað at betala rokningina fyri fullveldið. Tað er niðurstøðan hjá Lisbeth Petersen, nú hon hevur kagað í uppskotið til fíggjarlóg, sum vað løgd fyri Løgtingið týsdagin. Forkvinnan í Sambands- flokkinum sigur, at hendan fíggjarlógin er eitt dømi um, at samgongan hevur ikki livað upp til tað, hon hevur lovað, bæði øllum føroyingum og sær sjálv- um. – Samgongan hevur sett sær sjálvum tann málsetn- ing, at inntøkurnar á fíggj- arlógini skuldi altíð veksa skjótari enn útreiðslurnar fyri at yvirskotið kundi økj- ast ár um ár. Lisbeth Petersen sigur, at tað sær hon onki til í hesi fíggjarlógini. – Samgongan hevur eis- ini lovað føroyingum skattalætta. Men heldur ikki tað, sær forkvinnan í sambands- flokkinum nakað sum helst til. – Gamaní lækkar vanligi skatturin nakað. Men sam- stundis verða ymisk av- gjøld hækkað, eins og ymsir stuðulsskipanir verða tiknar burtur og hetta er ikki annað enn skattur, sum samgongan roynir at gera ósjónligan við at kalla tað umhvørvisavgjøld og heilsuavgjøld. Men, hvussu tað so enn verður kallað, so er hetta ikki annað enn eykaskattir. Tað, sum hon sipar til, er, at avgjaldið á plastposar og ymiskt góðgæti, hækkar, samstundis sum mjólkar- studningurin og rentustudn- ingurin til tey, sum hava sethúsalán, lækka. – Tað tykist sum um at samgongan hevur ásannað, at hon hevði ikki ráð til lovaða skattalættan og tí leggur hon ymsar ósjón- ligar eykaskattir á fólk. Tað er rokningin fyri fullveldið, sum nú er komin, sigur for- kvinnan í sambandsflokk- inum. Hon heldur, at samgong- an eigur at vera so mikið ærlig, at hon nevnir hetta við sínum rætta navnið: Skattur. – Vit vita øll, at tað er skálkaskjól at nevna hetta umhvørvisgjald og heilsu- gjald, tí veruluga orøkin til avgjøldini er at útvega landskassanum meiri inn- tøkur, sigur Lisbeth Peter- sen. Samstundis spyr hon, hvar yvirtøkurnar eru í fíggjarlógini. Tað sær hon heldur heldur onki til. – Tað kann vera, at sam- gongan loksins hevur á- sannað, at hon hevur ikki ráð til at fremja nakrar yvirtøkur, sigur forkvinna sambandsfloksins. Mist álitið Annars hevur Lisbeth Petersen púra mist álitið á fíggjarlógini hjá samgong- uni. – Fíggjarlógirnar, sum hendan samgongan hevur lagt, hava ikki verið veru- ligar. Fyri at pyntað úrslit- ið, hevur samgongan sett útreiðslurnar so lágt, at øll vitstu at tær tølini fóru ikki at halda. Úrslitið hevur ver- ið ein long røð av eykajátt- anunum. Ì fjør varð so boð- að frá, at núskuldi tað vera liðugt við hesum eykajátt- anum. Men í gjár kom ein umbøn upp á 100 milliónir til ymisk endamál og áður hava vit játtað einar 70 milliónir. – Sostatt kann váttast, at fíggjarlógin kom líkast tí, vit boðaðu frá. Lisbeth Petersen sigur, at spurningurin er so, hvussu verður við hesari. Men hon vísir á, at inntøkurnar í samfelagnum veksa ikki so skjótt longur. Hon heldur eisini, at summar av inntøkunum í fíggjarlógini eru heldur enn ikki óvissar. Samgongan ætlar at samráðast við danir um at lækka rentuna á uttanlandslánum, men tað úrslitið kenna vit ikki, tí tað skulu tveir partar til at samráðast. Forkvinnan í sambands- flokkinum sigur, at hon hevur hugt í lániavtaluna, men hon dugir ikki at finna nakað um, at landsstýrið hevur rætt til at samráðast um rentuna av nýggjum. Tí verða ongar samráðingar uttan at danir góðtaka tað og tað vita vit ikki. Samgongan ætlar eisini at vinna pening burturúr at selja íbúðarbygningin hjá Landssjúkrahúsinum og posthúsið á Argjum. Tað er óvist, hvat fæst fyri teir, serliga tí teir eru í so ring- um standi. Annars minnist Lisbeth Petersen, at tá ið Tórshavn- ar Kommuna ætlaði at leiga posthúsið á Argjum, var tað ógvuliga treyðugt, at Karst- en Hansen góðtók tað, tí almenna umsitingin leigaði undir hvørjari trappu og hevði harðliga brúk fyri húsinum - men nú skal tað seljast kortini. Forkvinnan á sambands- flokkinum heldur, at tað skuldi verið ein møguleiki fyri, at andstøðan kann ganga saman um nøkur felags sjónarmið, tá ið fíggjarlógin kemur til viðgerðar, tí tað er mangt, sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin eru samdir um, eitt nú at lækka talið á aðalráðum. Ein møguleiki, sum ongantíð hevur verið meiri sjálv- sagdur enn tað sama, er at leggja oljumálaráðið undir okkurt av hinum ráðunum, sigur Lisbeth Petersen. Samtykkir Løgtingið fíggjarlógina hjá sam- gonguni fyri næsta ár, fer tað at raka húski við børnum órímiliga hart FÍGGJARLÓGIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta verður eitt slag fyri tey húski í Føroyum, sum hava børn. Tað sigur Jóannes Eides- gaard, formaður javnaðar- floksins um uppskotið til fíggjarlóg, sum samgongan legði fyri Løgtingið týs- dagin Jóannes Eidesgasard sig- ur, at gongur, sum sam- gongan ætlar, verða fleiri eyka útreiðslur lagdar á húski, sum hava børn. Og tað heldur hann er órímiligt. Hann sigur, at væl er skattalætti við í uppskotin- um. Men samstundis verða so nógv eyka avgjøld løgd á ymsar vørur, at tað etur allan skattalættan upp. – Samgongan gevur við aðrari hondini, men tekur alt innaftur við hinari hond- ini. Hann vísir á, at avgjaldið á sodavatni og ymsum søtmeti hækkar og tað rakar fyrst og fremst tey húski, sum hava børn. Samstundis verður studningurin til mjólk lækkaður. Avleið- ingin av tí er, at mjólkin dýrkar og rakar eisini húsk- ini við smábørnum. Somu- leiðis skal uppihaldspen- ingurin takast av. Nevnast kann eisini, at ætlanin er at lækka rentu- stuðulin til tey, sum hava sethúsalán. Eisini tey, sum hava sethúsalán eru fyri tað mesta yngri húski við børn- um. Formaður javnaðarflok- sins sigur, at nógv, sum hava bygt hús, eru ógvuliga hart fyrispent, so tað tekur teimum ógvuliga fast at rentustuðulin lækkar, sama, hvussu lítil lækkingin er. – Alt hetta er at ganga húski við børnum ótrúliga nær. Yvirhøvur dámar for- manninum í javnaðarflokk- inum illa, at rákið er tann vegin, at beinleiðis skatt- urin skal lækka, men at av- gjøld og brúkaragjøld skulu hækka ístaðin. – Við beinleiðis skatti er møguleikin fyri at leggja so tilrættis at teir breiðastu herðarnir bera tyngstu byrðarnar. Við brúkara- gjøldum og avgjøldum annars, vendir tann tungi endin altíð niðureftir, tí ein, sum forvinnur lítið, hevur verri ráð at keypa mjólk og aðrar vørur, tá ið prísirnir hækka og tað kann fáa fólk at minka nýtsluna, eisini á neyðsynjarvørum. Samstundis verða fleiri og fleiri málsøki løgd undir kommunurnar og tað kann føra við sær, at tænastu- støðið til landsins borgarar fer at vera ymiskt, alt eftir, hvar í landinum teir búgva. – Sostatt bendir alt á, at vit eru í ferð við at venda samhaldsfasta samfelag- num bakið Røra ikki sjálvsagdar møguleikar Samstundis heldur Jóannes Eidesgaard, at tað forargi- ligt at síggja, at sjálvsagdir sparimøguleikar, sum leypa í eyguni á hvørjum mans- barni, verða ikki rørdur. Jóannes Eidesgaard sipar til almennu miðfyrisiting- ina. Tá ið hendan sam- gongan tók við fyri seks árum síðani, kostaði mið- fyrisitingin 58 milliónir. Síðani er hon meiri enn tvífaldað, tí nú kostar hon næstan 140 milliónir. – Hetta rørir samgongan ikki, tí øll hesi aðalráðini eru fyri at fáa politisku kabalina í samgonguni at ganga upp, so at eisini mið- flokkurin og sjálvstýris- flokkurin kundi fáa hvør sítt aðalstýri. Tað hava sam- gongulimir sjálvir viðging- ið. – Tað er nógv fyri at knokkroyta húskini við børnum so illa, samstundis sum tað verður skoytað beint tvørturyvir sjálv- sagdar sparimøguleikar. Hann nevnir at tað er ongin orsøk til at hava eitt oljumálaráð, tí vit hava onga olju, men tað er frið- halga fyri at fáa samgong- una at halda. Fer ikki at halda Jóannes Eidesgaard sigur, at av royndum hesi seinstu árini hevur samgongan undirmett útreiðslurnar so tað munar. Avleiðingin av tí hevur verið eitt hav av eykajáttanum. – Uppskotið, sum nú er lagt fram, er onki undantak og verður hon samtykt sum hon er, verður eisini neyð- ugt við fleiri eykajáttanum komandi ár. Hann nevnir sum eitt dømi, at bara átta milliónir eru settar av til útgerð til sjúkrahúsini, hóast nýggja Landssjúkrahúsið skal tak- ast í nýtslu og krevur útgerð fyri yvir 30 milliónir. Annars heldur formaður javnaðarfloksins, at fíggjar- lógin hevur ymisk tekin um, at tað sansar at. Eitt nú er ætlanin at selja almennar bygningar. Somuleiðis verða málsøki løgd út á kommunurnar, uttan at tær fáa endurgjald fyri tað. Enntá verður skúlabarna- flutningurin lagdur út til kommunurnar. Tað sparir landinum eina góða milli- ón, so nær gongur sam- gongan, nú hon leggur fíggjarlóg. – Tað er onki dulsmál, at eitt lítið hóttafall er í búskapinum og at hann veksur ikki so skjótt, sum hann hevur gjørt. Tað hevur eisini verið neyðugt hjá samgonguni at ganga óvanliga nær fyri at fáa alt at ganga upp og tá ið avdráttirnir til danska statin eru goldnir, gevur hon beinleiðis hall. Samstundis eru ymisk verk, sum eru rættiliga illa sperd, eitt nú heimarøktin og tað hóvar mær illa, sam- stundis sum sjálvsagdir sparimøguleikar ikki verða rørdir fyri frið skyld í samgonguni. Nú byrja vit at betala rokningina fyri fullveldið Rakar húski við børnum ótrúliga hart Lisbeth Petersen, forkvinna á sambandsflokkinum hevur ikki álit á fíggjarlógini og hon heldur, at samgongan skal kalla ein spaka fyri ein spaka – Alt bendir á, at vit eru í ferð við at venda samhaldsfasta samfelagnum bakið, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins Avlopið skal vaksa hvørt ár, stendur í samgonguskjalinum, men tað samsvarar ikki við komandi fíggjarlóg. Ein slík orðing er ikki eftir- farandi, sigur Karsten Hansen, landsstýris- maður. Hóast avlopið minkar, heldur hann, at setningurin er rokkin, og hann fegn- ast um eitt fíggjar- lógaruppskot, sum ger daprar spádómar til skammar FÍGGJARLÓG 2004 Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Eitt samgonguskjal skal ikki altíð takast fyri fult. Tað er niðurstøðan, eftir at uppskot til fíggjarlóg fyri 2004 er lagt fram. Í fíggjar- lógini stendur at lesa, at bú- skaparpolitikkurin byggir á samgonguskjalið frá 2002. Víst verður millum annað til orðingina, at »búskapar- liga skal munurin millum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini vaksa positivt á hvørjum ári«. Á komandi fíggjarlóg er yvirskotið sett til 100 milli- ónir krónur, sum er 140 milliónir krónur minni, enn fíggjarlógin fyri 2003 mið- aði eftir. Sostatt verður samgonguskjalið ikki hild- ið á hesum øki, men tað tekur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggj- armálum, ikki so tungt. – Samgonguskjalið er skrivað eina heita nátt. Tað byggir á eitt ynski um at minka blokkin burtur sum skjótast. Men vit ráða ikki yvir øllum fortreytum í bú- skapinum, og tí kunnu vit sjálvandi ikki garantera eitt vaksandi yvirskot hvørt ár. Tað ræður eisini um at hava javnvág í, so tað hvønn dag er gott at vera føroyingur, sigur Karsten Hansen. Tað er landsstýrismaður- in væl nøgdur við. Hóast uppskotið til fíggjarlóg fyri 2004 leggur upp til, at almennu Føroyar spara stívliga eitt prosent í mun til ársins fíggjarlóg, sigur hann vælferðarsamfelagið verða útbygt og endur- nýggjað, eins og undir- støðukervið verður útbygt. – Setningurin er rokkin, og samgongan kann fegnast um eitt fíggjarlógarupp- skot, ið tryggjar øllum før- oyingum eitt væl virkandi samfelag, har vælferðin er á høgum stigi, og vinnu- møguleikarnir eru góðir. Daprir spádómar um, at einki fór at bera til, eru gjørdir til skammar, er niðurstøðan hjá Karsten Hansen, nú fíggjarlógar- uppskotið er lagt fyri løg- tingið. Eyka avdráttir Í stuttum leggur fíggjar- lógin upp til eitt avlop upp á 100,6 milliónir krónur. Inntøkurnar eru mettar til 3,571 milliardir krónur, og útreiðslurnar eru 3,470 milliardir krónur. Almennu Føroyar skulu spara 37 milliónir krónur, og sam- stundis verða íløgur gjørdar fyri tilsamans 312 milliónir krónur. Ársins yvirskot á 100 milliónir krónur er áðrenn avdráttir av lánunum til danska ríkiskassan. Karsten Hansen vísir á, at avdrátt- irnir ikki skulu trekkjast frá komandi fíggjarlóg, tí farið verður beinleiðis í lands- bankan eftir peninginum til avdráttir. – Landskassin hevur sera gott gjaldføri, men rentu- vinningurin er lítil, tí al- tjóða rentustigið er so lágt. Mett verður tí, at tað loysir seg betur at gjalda ein eyka avdrátt av skuldini til danska ríkiskassan enn at lata ov nógv gjaldføri standa í Landsbanka Før- oya. Semja er um at rinda umleið 500 milliónir krón- ur í eyka avdrátti. Mett verður, at landskassin sparir umleið 12 milliónir krónur í nettoútreiðslum við hesum eyka avdrátti, greiðir landsstýrismaðurin frá. Ætlanin er eisini at leggja 1,2 milliardir krónur av láninum um, og tað skal spara landskassanum 20 millónir krónur í rentu- útreiðslum í 2004. Spurdur, hvat hann ger, um danir ikki vilja umfíggja, svarar Karsten Hansen: – Tað er ikki ein spurn- ingur, um teir vilja. Tað er ein partur av avtaluni, at vit kunnu umfíggja lánið, tá vit vilja, og nú hava vit eina søguliga lága rentu, sum vit eiga at gera okkum dælt av, sigur Karsten Hansen. Avtalan um skuld lands- kassans til ríkiskassan er frá 1998. Fasta rentan varð sett til 5% um árið, men síðan er altjóða rentustigið lækkað niður um rentuna á landskassaláninum. Verri enn ætlað Samstundis, sum komandi fíggjarlógin sær út til at geva eitt væl minni avlop enn ársins fíggjarlóg legði upp til, er greitt, at úrslitið í ár verður nógv verri enn væntað. Roknað varð við einum yvirskoti í 2003 á 240 milliónir krónur áðrenn avdráttir. Nú er líkt til, at avlopið ikki verður meira enn 59 milliónir krónur, tá samanum kemur. Sostatt er talan um eina undir- búskettering, sum tey rópa tað. Eftir avdráttir er talan um eitt stórt gjaldførishall á 90 milliónir krónur, sum verður fíggjað úr lands- kassanum. Vóru avdráttirnir kom- andi ár ikki tiknir úr lands- bankanum, var eisini talan um undirskot á fíggjar-lóg- ini komandi ár. Men Karst- en Hansen tvíheldur kortini um, at Føroyar stevna ímóti einum sjálvberandi bú- skapi, sum samgonguskjal- ið leggur upp til. – Arbeiðið við fíggjar- lógini hevur verið umfat- andi og málrættað. Enn eitt stig er tikið fram ímóti ein- um sjálvberandi føroyskum búskapi. Enntá í eini tíð, har lítil og eingin vøkstur er hevur verið í altjóða bú- skapinum, sigur lands- stýrismaðurin og vísir eitt nú á, at skuldin verður niðurgoldin skjótari, enn lánsavtalan áleggur okkum. Avgjøld eta skatta- lættan Etur tú bomm, roykir, hevur børn og sethús, so verður lítið eftir av tí skattalættan- um, sum landið bjóðar komandi ár SKATTALÆTTI Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Skattalættin til føroy- ingar verður fíggjaður við øktum avgjøldum. Tað kann lesast úr fíggjarlógini fyri 2004, sum Karsten Hansen júst hevur lagt fram. Samgongan heldur lyftið um skattalætta, sum var 52 milliónir krónur í ár og verður 77 milliónir krónur næsta ár. Men skatta- lættin næsta ár verður nærum mótsvaraður av øktum avgjøldum og mistum stuðli. Sonevnda heilsuav- gjaldið er ein partur. Tilsamans verða 37 milliónir krónur tiknar inn tann vegin. Lagdar verða tríggjar krónur omaná hvønn litur av sodavatni. Tað gevur 10 milliónir krónur eyka í landskassan. Hvør sigarett verður 25 oyra dýrari. Tað gevur eisini 10 milli- ónir krónur. Góðgæti og sjokoláta geva 10 milliónir, søtar keks og smákøkur geva 2 milli- ónir krónur og plastikkberiposar geva 5 milliónir krónur. Barnafamiljurnar merkja eisini sparing- arnar, tí mjólkin fer aftur at dýrka. Hesa- ferð við 15 oyru litur- in. Mjólkastuðulin minkar hálva millión komandi ár, og tað er bara stutt síðan, at hann minkaði við tveimum milliónum um árið. Rentustuðulin til sethúsalán minkar við 16 milliónum krónum, sum landið sparir. Og afturat øllum hesum kemur nógv umrøddi stuðulin til uppihalds- pening, sum helst hvørvur. Tað sparir landinum átta milliónir krónur. Tá samanum kemur, fara mistur stuðul og økt avgjøld at tátta upp ímóti tí skattalættan- um, sum landið gevur sínum borgarum. Rentustuðulin til sethúsalán lækkar næsta ár úr 40 niður í 37 prosent. Tað er partur av spariætlan- ini hjá landsstýrin- um, sum legði fíggj- arlógina fyri 2004 fram týsdagin RENTUSTUÐUL Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Fíggjarlógin gevur eitt lítið yvirskot, hóast lækkandi inntøkur, og tað verður gjørt við sparingum. Ein sparing er 16 milliónir krónur í rentustuðli til húsalán. Sambært Karsten Hansen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, kunnu illa sperdu húseigararnir so aftur rokna við einari lækking á tvey prosent í 2005. Rentustuðulin er annars lækkaður úr 48 prosentum niður í 40 prosent síðstu árini. Tað hevur ljóðað, at nú skuldu húseigarar fáa ein skáa, og rentustuðulin fáa frið. Men í heyst verður lógaruppskot lagt fyri løg- tingið um at lækka stuðulin aftur. Sambært Karsten Hansen er tað langt síðan sett í kortið. – Ætlanin við rentustuðl- inum hevur frá byrjan verið, at hann skuldi lækka so líðandi, soleiðis at tað ikki rakar tey hart, sum hava sett búgv síðstu árini. Hetta fær samstundis prísin niður hjá teimum, sum ætla at keypa hús, og so mugu vit ikki gloyma, at vit geva skattalætta í somu vending, so fólk hava meira eftir, tá av tornar, sigur Karsten Hansen. Hvussu er og ikki, so verður tað dýrari at hava húsalán. Siga vit, at lánið er ein millión krónur og rent- an er 5 prosent, so er rentu- parturin 50.000 krónur um árið. Tá rentustuðulin fyri nøkrum árum síðan var 48 prosent, fingu húseigarar 24.000 krónur afturgoldið. Í ár fáa somu fólk 20.000 krónur afturgoldið í rentu- stuðli. Verður samtykt í løgting- inum, at rentustuðulin skal lækka niður í 37 prosent, minkar stuðulin við 1.500 krónur um árið afturat. Og í 2005 minkar hann so einar 1.000 krónur afturat, so fólk bara fáa góðar 17.000 krónur í rentustuðli. Við øðrum orðum einar 7.000 krónur minni eftir fimm árum. Samgonguskjalið brotið Dýrari at eiga hús RLÚ-avlop: 100,6 mió. kr. Inntøkur: 3,571 mia. kr Útreiðslur: 3,470 mia. kr Íløgur: 312 mió. kr. Skattalætti: 70 mió. kr. Almenn sparing: 37 mió. kr. Fíggjarlógin 2004 Daprir spádómar um, at einki fór at bera til, eru gjørdir til skammar, er niðurstøðan hjá Karsten Hansen, nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fyri løgtingið. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6