hósdagur 2. oktober 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 186 - 2. oktober 2003
Nr. 186 - 2. oktober 2003
9
Guðrun missir bæði á
Hit-listanum og á
Tjeklistanum í Dan-
mark hesa vikuna
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Nýggjastu hitlistatíðindini
um Guðrun S. Jacobsen er,
at hon missir nøkur pláss á
teimum báðum fremstu
donsku hitlistunum hesa
vikuna.
Hit-listen ger hvørja viku
plátusøluna í Danmark upp,
og eftir at Guðrun í farnu
viku lá aftur sum nummar 2
á hesum lista, er hon dottin
niður á 7. pláss hesa vik-
una. Guðrun hevur nú verið
í seks vikur á listanum.
Big Fat Snake, sum hava
átt oddasessin á listanum
seinastu vikurnar, muga
hesa vikuna lúta fyri David
Bowie, sum er komin
beinleiðis inn sum nummar
1.
Á Tjeklistanum, sum P3
hjá
Danmarks
Radio
stendur fyri, er Guðrun
hesa vikuna nummar 20.
Hon hevur verið uppi á 15.
plássi og vent við sanginum
You´re Mine.
Tað loysti seg hjá
Jákupi Mørkøre,
fyrrverandi sjúkra-
hússtjóra, at vera
treiskur. Týsdagin
segði Føroya rættur,
at hann varð upp-
sagdur av órøttum og
hvørki var ólýðin ella
illoyalur
UPPREISN
Ingi Rasmussen
Fyrrverandi stjóri á Lands-
sjúkrahúsinum,
Jákup
Mørkøre, fekk uppreisn í
Føroya rætti týsdagin, eftir
at hava stríðst fyri sínari
sak í trý ár.
Rætturin gjørdi greitt, at
Jákup Mørkøre varð ólóg-
liga sagdur úr starvi, tá
Helena Dam á Neystabø,
táverandi
landsstýris-
kvinna, gav honum sekkin í
januar 2000 og í uppsagn-
arbrævinum segði hann
vera bæði ólýdnan og
illoyalan. Tey orðini dømdi
Føroya
rættur
verða
ógrundað, og tískil staðfesti
rætturin, at hann var upp-
sagdur ólógliga.
Heilsumálaráðið er dømt
at rinda Jákupi Mørkøre
60.000 krónur í endur-
gjaldi, og harumframt skal
ráðið rinda 40.000 krónur í
sakarmálskostnaði.
Við dóminum kann Før-
oya rættur sigast at vera
komin í andsøgn við seg
sjálvan.
Upprunaliga
stevndi Jákup Mørkøre
nevniliga Helenu Dam á
Neystabø fyri ærumeiðing,
men ta ferðina tapti hann í
rættinum. Helst tí hann
sjálvur var við til at breiða
uppsagnargrundina út.
Jákup Mørkøre ætlaði
sær at kæra málið fyri
Landsrættin, men semja
varð gjørd um at sleppa
málinum. Í staðin stevndi
hann
Heilsumálaráðnum
fyri Føroyarætt og royndi
málið av nýggjum. Hesa-
ferð eydnaðist, og hann
fekk loksins uppreisn.
Í dag er Jákup Mørkøre
stjóri í TK-stovuni.
Næstu 10 dagarnar fara
tveir føroyskir tónleikaúti-
setar at spæla á Café Natúr
í Havn.
Talan er um teir báðar
Hans Petur í Brekkunum og
Ólav Olsen, sum báðir
koma heim úr Dnamark við
blásiljóðførum í skjáttuni.
Hans Petur spælir saxo-
fon og Ólavur trompet.
Teir fara at spæla á Café
Natúr næstu tíðina. Hesa
vikuna frá hóskvøldinum
til sunnukvøldið, og í næstu
viku frá mikukvøldinum til
leygarkvøldið.
Teir fara at spæla ymisk-
an tónleik, og millum ann-
að hava teir eisini vant
sangir úr Grønu Bók, um
fólk skuldu havt hug at
sungið við.
Sjúkrahússtjóri ólógliga uppsagdur
Gongur eitt sindur afturá
Hans Petur og Ólavur spæla á Café Natúr
Hans Petur í Brekkunum og
Ólavur Olsen blása í Havn
komandi dagarnar
Guðrun fer niður á teimum
fremstu donsku hitlistunum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
1. oktober hevði Óli Kurt
Hansen í Havn arbeitt í
køkinum á Landssjúkra-
húsinum í 35 ár.
Óli Kurt er havnarmaður,
føddur í 1934, foreldirni
vóru Inga, f. Jacobsen,
ættað úr Vági, og Rólant L.
Hansen í Havn.
Sum 14 ára gamal fór Óli
Kurt í bakaralæru hjá
Frants Restorff, har var
hann í tilsamans 7 ár. Eftir
tað arbeiddi hann í minka-
garðunum í Hoydølum í
eini 3-4 ár, til hann fór til
Íslands at passa hønur á
einum bóndagarði á Bessa-
støðum. Ásgeir Ásgeirsson
var íslendskur forsteti tá.
Eftir at hava passað hønur í
eini tvey ár fór hann til
Reykjavíkar, har hann ar-
beiddi sum bakari í 3 ár.
Tá hann kom aftur til
Føroya, fekk hann, 1. okto-
ber 1968, starv í køkinum á
Landssjúkrahúsinum, sum
var spildurnýggjur tá, og
arbeiðir hann har enn.
Óli Kurt er eisini kendur
innan sjónleik og barna-
útvarp. Hann spældi sjón-
leik, tá hann búði í Íslandi,
og hevur hann eisini t.d.
spælt sjónleik í Sjónleikar-
húsinum í Havn, í Glæmuni
í Kvívík og í Norðurlanda-
húsinum.
Hann var í barnaútvarp-
inum saman við Hermanni
Jacobsen og síðan saman
við Elin Mouritsen. Elin &
Óli vóru sera væl umtókt
millum bæði børn og vaks-
in miðskeiðis í 70-unum.
Dagurin
2. oktober. Ditlev. Komin upp í halgimannatal í 1725.
Ókent halgimenni. Upprunaliga týkst navn, samansett av
orðunum fólk og arvur.
35 ára starvsdagur á Landssjúkrahúsinum
Hósdagin 2. oktober klokk-
an 16.00 lata Símun Poul-
sen og Magni Mikkelsen
upp listaframsýning í Snar-
skivuni.
Framsýningin
verður
allan
oktober
mánað.
Snarskivan er avgreiðsl-
an hjá Tórshavnar komm-
unu, opið er mánadag til
fríggjadag frá 9.00-16.00
tó hósdag til klokkan
18.00. Síðan Snarskivan lat
upp í oktober 2000, hava
nógv av Føroya fremstu
listafólkum sýnt fram í
snotiligu hølunum í gamla
posthúsbygningum í Havn.
30. september fylti Jefri
Justinussen í Havn 65 ár.
Jefri er føddur og uppvaks-
in í Leirvík, sonur Minu, f.
Vang, úr Kálvhúsinum á
Glyvrum
og
Absalon
Justinussen, vanliga nevnd-
ur Absalon á Garði, í
Leirvík.
Jefri hevur siglt síðan
hann var ungur, og fyrr í ár
kundi hann halda sín 50 ára
starvsdag í fiskivinnuni.
Hann fór fyrstu ferð til
skips við sluppini Lizzie í
1953.
Hann fór á skiparaskúla í
1959 og tók prógv á sumri í
1960. Hann sigldi sum
dekkari við línubátinum
Bresti hjá P/F Kimbil frá
1961-63. Brestir var fyrsta
føroyska fiskiskip, sum
fekk kraftblokk, hetta var í
1962. Frá 1963-72 sigldi
hann sum stýrimaður við
Beinir hjá sama reiðaríi.
Hann sigldi sum stýrimað-
ur við Norðborg hjá P/F
Hvalnes frá 1972-88. Jefri
var
arbeiðsformaður
á
flakavirkinum Frost í Leir-
vík frá 1989 til 1993, tá
hann fór umborð aftur á
Norðborg, har hann er enn.
Um árskiftið 1998/99 bleiv
Norðborg seld til Klaksvík-
ar, og í 2000 bleiv ein onn-
ur Norðborg (ex.Gardar)
keypt.
Jefri giftist í 1961 við
Gunnvør, f. Berghamar, úr
Havn, og tey búsettust í
Havn. Tey eiga børnini:
Absalon, Annika, Sigurð og
Tróndur.
Jefri Justinussen 65
Símun og Magni í Snarskivuni
1. oktober hevði Bjarni
Sørensen í Havn 25 ára
starvsdag á Bileftirlitinum.
Bjarni er ættaður úr Húsa-
vík, sonur Edith, f. Dani-
elsen, og Óla Sørensen.
Hann er útbúgvin bil-
mekanikari,
lærdi
hjá
Wenzel Petersen í Havn.
Hann arbeiddi eina tíð sum
bileftirlitsmaður í Hillerød.
Bjarni byrjaði sum sýns-
maður á Bileftirlitinum í
Havn, og síðan hevur hann
tikið útbúgving sum próv-
dómari til koyrikort. Síðan
1. mars 2000 hevur hann
verið deildarleiðari á koyri-
kortdeildini á Bileftirlit-
inum.
Hann róði kapp sum
ungur, og hevur hann havt
stóran áhuga fyri hesi
ítróttargrein. Hann hevur
verið nevndarlimur og for-
maður í Havnar Róðrarfel-
ag og í nevndini í Róðrar-
sambandinum, RSF.
Bjarni er giftur við Hildi-
gunn, f. Sørensen, úr Havn.
Tey eiga trý børn, Magnus,
Allan og Elidu.
25 ára starvsdagur á Bileftirlitinum
C
M
Y
K
9
8