hósdagur 2. oktober 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 186 - 2. oktober 2003
Nr. 186 - 2. oktober 2003
11
Tað frættist, at rækjutrolarin Arctic Viking skal undir
fremmant flagg. Hesin trolari var ein av teimum, har
ungir menn tóku seg saman miðskeiðis í áttatiárunum, og
við landskassans hjálp kom skipið í flotan. Saman við
fleiri øðrum, var hetta eitt av skipunum, ið helst aldrin
hevði komið í føroyska flotan uttan landskassaveðhald.
Veðhaldstíðin er farin, hóast júst hetta skipið var ein av
sólstrálusøgunum við í fleiri ár at verða av frægastu í
føroyska flotanum.
Nú er vent í holuni. Skipið er eitt av teimum, ið fekk
eftirgivið skuld í 1999 frá somu samgongu, ið letst verða
ímóti øllum stuðuli. Hendan skuld verður endaliga
eftirgivin eftir ávíst áramál. Nú flaggar skipið út, og so er
spurningurin, um landskassin eigur at eftirgeva skuld til
skip undir fremmandum flaggi.
Væl er raksturin undir føroyskum flaggi dýrur, men har
fylgja eisini nøkur frammihjárættindi við. At flagga út
má merkja, at sersømdir frá landskassanum fella burtur,
og tað sama við kvotum og fiskidøgum eitt nú í Eystur-
grønlandi og í Newfoundlandi, ið Føroya Landsstýri hev-
ur forhandlað vegna egnan flota.
Føroyingar hava fyrr roynt at riðið á tveimum hestum.
Hvør minnist ikki loynikróksbátarnir við alverðsins
eksotisku fløggum, ið føroyskir spekulantar mannaðu,
fyri at sleppa undan gjørdar avtalur, ið føroyskir mynd-
ugleikar vóru bundnir av? Tá stóðu myndugleikarnir
tíbetur stinnir, men hvussu verður nú, tá Fólkaflokkurin
ræður fyri borgum?
Hentleikaflagg er ikki loysnin hjá rækjuvinnuni. Tað er
løgið, at eingin hevur tosað um at økt eginpeningin í
hesum skipum, talan er um. Hava eigarnir ikki sjálvir
ráð, so eru møguleikar aðrastaðni. Gongur hetta ikki,
traðka konkurslógirnar til, hóast hetta sjálvsagt er
harmiligt fyri allar partar. Ein húsagangur ger ikki so
stóran mun fyri føroyska samfelagið, um alternativið er
útflagging.
Í Grønlandi finst ein fastlønarskipan við bonus umborð
á grønlendskum trolarum. Har sigla nógvir føroyingar,
og trívast teir væl har. Hví ber ikki til at tosa um eina
slíka skipan í Føroyum? Ein slík skipan hevði hjálpt
fiskimannin í sløkum tíðum, og lætt um raksturin hjá
reiðaríum við jøvnum hýrum, og øktum inntøkum í
góðum tíðum. Tað er í hvussu so er løgið, at slíkt ikki so
mikið sum verður tikið uppá tungu, tá nú feløg finna
uppá at fara undir hentleikaflagg.
Rækjutrupulleikin snýr seg ikki bara um flotan, men
eisini um rækjuvinnu á landi. Yngru liberalistarnir vilja
helst siga, at eitt virki á landi kann keypa og selja rækjur
frá hvørjum, tað vil og til hvønn, tað vil, sjálvt um
føroysku skipini eru burtur. Hevði heimurin bara verið so
einfaldur! Triðjalandsproblematikkurin ger, at naivir
politikarar, ið halda at EU og øll lond annars eru rættvís
og handla eftir marknaðartreytum, koma at gera meira
skaða enn gagn.
Hvat loysnin í rækjuvinnuni er, er ov tíðliga at siga, men
tað má átalast, at eingin í kjakinum hevur nortið við
hýruskipanina og krav um økta eginogn t.d. við breiðari
eigaraskara.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Rækjuflotin og útflagging
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
OPIÐ BRÆV
Erling Simonsen, form. í
Føroya Nátúruverndarfelag
Til
Føroya Løgting
Edmund Joensen,
løgtingsformaður
100 Tórshavn
Tórshavn 15. september
2003
Viðv. løgtingsins góðkenn-
ing frá 1993 av sáttmálan-
um um tryggjan av liv-
frøðiligum
margfaldni,
Convention on Biological
Diversity, og verkætlan
landsstýrisins til nýggja
samferðsluhavn á Trongis-
vágsfirði.
Føroya Náttúruverndar-
felag, FNU, loyvir sær við
hesum at kunna tygum og
løgting, at landsstýrið við
vinnumálaráðnum
sum
byggiharra, við ætlaðu pla-
sering og bygging av sam-
ferðsluhavnini á Trongis-
vágsfirði, kemur at fremja
brot á løgtingssamtykt frá
1993 um góðkenning av
altjóða sáttmálanum um
tryggjan av lívfrøðiligum
margfaldni.
Sambært
sáttmálanum
skulu øl lond gera tjóðar-
ætlanir fyri varðveitan av
djóra- og plantusløgum, vit
skulu friða økir av serstak-
um týdningi, og vit skulu
fremja umhvørvisárinsmet-
ingar í samband við størri
verkætlanir.
Í 1997 staðfesta út-
lendskir granskarar í sam-
starv við Biofar, at sjáld-
samur tari, ikki funnin í
Føroyum áður, finnist í
økinum við Lítla Hólm á
Trongisvágsfirði.
Kann-
ingar vóru seinast í 1987,
og var tarin, nevndur Fugus
serratus, tá ikki at finna á
okkara leið.
Havnalagið er lagt so-
leiðis, at nøgdin av gróti
verður avmarkað sum mest
við at nýta innara part av
Lítla Hólmi sum ífyllu til
grótkastið. Úrslitið er at
sundið millum hólmin og
land, ið er 4-6 metur djúbt
og 70 metur breitt, verður
lokað. Streymviðurskiftini í
víkini og kring hólmin
broytast stórliga, og vil tað
hava við sær árin og broyt-
ingar á alt djóra- og plantu-
lív í økinum. Lívfrøðingar
siga, at við sjáldsomum
plantusløgum fylgja ofta
sjáldsom djórasløg.
Brot er ikki enn framt á
løgtingssamtyktina
frá
1993, og er tí kannað eftir,
at umleið 50 metur frástøða
til hólmin vil nøkunlunda
tryggja óbroyttum streym-
viðurskiftum.
Vísandi til, at einki er
gjørt við uppfylging av
sáttmálanum, og at vinnu-
málaráðið, um ikki annað
verður gjørt, innan leingi
kemur at bróta nevndu løg-
tingssamtykt, verður biðið
um, at tygum, sum formað-
ur fyri løgtingið, kunna
bera so í bandi, at landss-
týrið og vinnumálaráðið fáa
boð, at løgtingssamtyktin
um tryggjan av lívfrøðilig-
um margfaldni skal haldast.
Avrit er sent til Anfinn
Kalsberg, løgmann, Bjarna
Djurholm, landsstýrismann
og Eyðun Eltør, landsstýr-
ismann við umhvørvismál-
um.
Bræv til løgtingið
Eydna Iversen
Lindenskov
Hvat er sum at fara í bio-
graf til ein góðan film, ikki
so nógv!!..
Tá vit meira tilkomnu
endliga hava tikið okkum
saman, fingið hendur á
barnagentu og annars lagt
alt til rættis, so at vit eina
løtu kunnu gloyma dagsins
strev og frítt kunnu reisa
inn í ævintýrheimin, full-
fermd við flógvum pop-
korni í føvningnum fyri
síðani at skora afturpartin
niður í teir reyðu fjálgu
stólarnar í Havnar bio, so er
alt nærum fullkomið. Ella
er tað nú tað? Eitt sum irre-
terar markleyst, er at mitt
undir filminum (oftani
mitt í sjálvum klimaksnum
í filminum) verur tú nærum
skraddur upp við rót. Film-
urin verður sløktur, ljósið
verur tendra, hurðarnar
lætnar upp á viðan veg og
fólk í hópatalið fara at røra
uppá seg. Fleiri fara niður
undir at keypa, onnur
strekkja sær beinini, meðan
tey seinastu, ið ikki hava
bindindi til at sita, stilla seg
í hurðina at roykja, so at
restin er um at kvælast í
royki.
Altso álvaratos, er tað
ikki uppá tíðina at betra um
hesu viðurskiftir, so at vit
seriøsu biograf gangarar,
sum ynskja at fáa eitt gott
filmsupplivilsi kunnu fáa
nakað fyri tær krónurnar,
sum tað eftirhondini kostar
at ganga í biograf.
Sjálv eri eg javnan í
biograf tá er eri uttanlanda,
har er tað altíð filmurin, ið
er settur í hásati. Slíkt
rumisterelsi við keypi og
royking, sum hesi upplivir
ein ikki uttanlanda, uttan so
at talan kanska er um ein
langfilm (3 tímar) og tá er
tað sjálvandi heilt nakað
annað.
Nú skal eg ikki bara
skjóta við skørpum eftir
tykkum í Havnar bio. Tit
eiga rós uppiborið fyri at
verða rættliga skjótir við tí
síðsta nýggja og áhuga-
verda innan filmsheimin.
Tit hava javnan frumfram-
førðslur ájavnt við aðrar
biografar úti í heimi og tað
haldi eg er flott fyri ein so
lítlan biograf, sum Havnar
bio. Men gott í tykkum,
gloymi nú ikki endamálið
hjá teimum flestu, ið ynskja
at fáa eitt gott biograf
upplivilsi. Latið vera við at
kíla steðgir inn í ein film,
tað tænir ongum endamáli,
tí tey flestu ogna sær
kortini skúmbananir og
gummibamsirinar áðrenn
filmurin byrjar. Og tey fáu,
sum vóru sein at keypa inn
til hátíðarløtuna, klára uttan
iva at halda sær í hálvan
annan tíma, ella tað sum
ein stuttfilmur varar.
Burtur við biograf-steðginum
Herfyri hava lesarabrøv
verið um bussleiðina í
Tórshavnar Kommunu. Vit
eru fleiri, ið taka fult undir
við hesum atfinningum.
Nýggja skerda bussleiðin er
als ikki nøktandi! Tíðar-
karmurin er so mikið tepur,
at tíðirnar ikki kunnu hald-
ast, sjálvt um ferðin mang-
an er alt ov høg. Harum-
framt slepst bert til av-
markað øki, og tískil ber alt
ov ofta ikki til at nýta
leiðina.
Størstu vansarnir eru
hesir:
Eingin føst tíð, ið bussurin
fer frá staðnum
Taka vit steðgiplássið við
Mannbrekku sum dømi, so
kann ójavnin vera 10 min.,
tá ið bussurin kemur. Í
skránni stendur ein tíð
nevnd við niðara steðgi-
plássið ("Studentaskúlin")
fimm min. yvir hálvgum
ella tíma. So kundi ein
roknað við, at bussurin var
við Mannbrekku 1 til 2
min. áðrenn, men so er
ikki.
Bussurin
kemur
stundum 00 (ella 30 um tað
er hálvgum) ella fimm min.
yvir, ella kann klokkan
gerast 10 min. yvir. Ein
hevur sostatt ikki nakran
møguleika til at finna út av,
um bussurin er farin ella
ikki, um ein gongur eftir
skránni. — Vit hava fingið
at vita, at tað er av teirri
orsøk, at ov lítil tíð er, tá ið
bussurin skal niðan í erva,
og ov nógv tíð er, tá ið
bussurin skal omanaftur.
Harumframt er rutan ein
part av degnum longri, tá ið
skúlakoyring er, og tá er
bussurin seinni á veg. T.v.s.
at leiðin er ikki nóg væl
uppsett frá byrjan, og tað
hevur við sær "flótandi"
stegðitíðir, sum er sera
ómøguligt at liva við til
dagligt.. Soleiðis er eisini
aðrastaðni í býnum. Tað
hevur verið upplýst fyri
brúkara, at tíðirnar eru
"vegleiðandi". Vit vilja
leggja dent á, at tað ber ikki
til at hava eina bussleið við
"vegleiðandi" steðgitíðum,
tí so veit ein ongantíð, um
bussurin er farin ella ikki.
Tað ber til at liva við at
bussurin er ov seinur, men
at hann ofta er 3-5 min. ov
tíðliga, kann ein ikki liva
við.
Nærum eingin samskipað
koyring í miðbýnum
Av teirri orsøk at so fáar
leiðir eru, er sera trupult at
sleppa víðari úr miðbýnum.
Eingin samskipað koyring
uppi á Hálsi
Tað ber ikki til at skifta
millum leið 2 og 3, um ein
skal eina aðra leið. Vit vilja
gera vart við, at fólk skulu
ikki bara aftur og fram, júst
sum ein leið koyrir !
Bussurin má eisini kunnu
nýtast eitt sindur víðari, tá
ið ein skal ørindi. Helst
skal bussleiðin vera eitt
sindur liðilig, so ein kann
skifta ymsastaðni í býnum.
Eingin samskipað koyring
á Vegnum Langa
Tað ber ikki til at skifta
millum leið 2 og 3 á
Vegnum Langa. Tað er sera
óheppið, tí skerd koyring er
ein part av degnum. Eitt nú
slepst ikki frá Hvítanesveg-
num og niðan á Løgmanna-
breyt uttan fyri skúlatíð-
irnar og heldur ikki ber til
at taka leið 2 og so náa leið
3 uppi á Vegnum Langa, tí
tá er leið 3 longu farin.
Óheppin koyrileið
Úr Hoyvik (niðara ruta)
slepst ikki í svimjingar-
hylin, til Læknamiðstøðina
í Gundadali ella í SMS
beinleiðis. Um vit skulu
tað, so er neyðugt at koyra
niðan á Hvítanes fyrst og
allar síðuvegirnar har. Ein
kann ikki seta tíð av til at
sita útivið ein hálvan tíma í
bussinum. Tað gevur heldur
onga meining, tí tað tekur
styttri tíð at fara til gongu
oman!
Eingin koyring kl. 17.45
til Hoyvíkar
Tað er sera óheppið, at
eingin túrur er kl . 17.45
(áður: 17.48). Vit eru
mong, ið sita sum ryssa
yvir deyðum fyli og bíða, tí
ikki slepst niðan henda
túrin. Hetta er serliga ó-
heppið hjá teimum, ið
arbeiða til kl. 17.00 ella kl.
17.30, tí tað er ein risa-
stórur munur á at vera
heima kl. hálvgum seks og
kl. hálvgum sjey!. Tað má
bera til at seta henda túrin
innaftur!
Vikuskiftiskoyringin
At koyringin varð skerd um
vikuskiftini er sera óhepp-
ið. Foreldur eru mangan
ovbyrjað av skula koyra
børn og ung aftur og fram.
Tað má bera til at sleppa
oman og niðan úr býnum
leygar- og sunnukvøld.
Harumframt skuldi verið
byrjað ein tíma fyrr at
koyra sunnumorgnar, t.d. kl
9.30, so fólk kunnu fara við
bussinum í svimjingarhyl-
in.
Ov fá steðgipláss
Hetta er ikki nakar nýggjur
trupulleiki. Vit vilja kortini
gera vart við tað her, at
einki steðgipláss er millum
steðgiplássið
"Studenta-
skúlin" og áraka Pf. Poul
Michelsen.
Ferðslan sum heild: Mið-
býurin er ovbyrjaður av
ferðslu. Fólk fáa ikki sett
bilin frá sær í miðbýnum.
Nógv mugu — eisini tey
illa gongdu - seta bilin frá
sær t.d. uppi við sjón-
leikarhúsið. Tí hevði verið
best at fingið so mong sum
møguligt at nýta buss.
Skerd koyring part av
degnum
Vit mæla til, at í arbeiðs-
tíðini mugu bæði leið 2 og
3 koyra sum í skúlatíðini, tí
tað bert ikki til at skifta
ímillum leiðirnar, tí tær eru
ikki samskipaðar.
Orsøkin til, at bussleiðin
varð skerd, skuldi vera
sparingar. Vit vildu mett, at
tað er kostnaðarmikið at
hava eina bussleið, sum so
fá fólk nýta sum nú! Henda
broyting er eftir okkara
tykki ein framúr góður
háttur at fáa fólk til at
gevast við at nýta buss.
Vert er at minna á, at
bussleiðin helst skal vera so
væl skipað, at hon skal vera
ein valkostur hjá fólki, so
ikki er neyðugt hjá øllum at
hava bil. Alla aðrastaðni
uttan um okkum verða
almenna ferðslan útbygd —
her verður hon skerd.
Farið varð undir at skipa
bussleiðina fyri sløkum 25
árum síðan. Í hesum tíðar-
skeiði man fólkatalið í
Havn vera vaksið við ein-
um 5-6.000 fólkum, tí er
eyðsæð, at bussleiðin átti at
verið útbygd í staðin fyri
skerd.
Fyri at fáa eina nøktandi
ferðaætlan hevði tað verið
best at tikið bussførararnar
við upp á ráð, tí teir kenna
farleiðina best og kunnu
koma við konstruktivum
loysnum.
Vinaliga
nakrir borgarar í Hoyvík
Marjun Arge Simonsen
Bozena Rasmussen
Valdemar Dalsgaard
Annleyg Patursson
Sólrun Hovgaard
Niels Jacob Hovgaard
Lív A. Simonsen
Mira Dalsgaard
Malfríð Dalsgaard
Hilda Larsen
Hanus Vang
Vivi Vang
við fl.
VIÐMERKINGAR
Vit eru samd: Bussleiðin er ónýtilig!
Hey Daniel J. Thomsen
Tað er altíð áhugavert at
lesa tey ymisku sjónarmið-
ini, sum menn og kvinnur
skriva um tað sum pensjón-
istar hava rætt til. Soleiðis
eisini tygara greinar.
Vit hava kannað hetta
mál hjá landsins myndug-
leikum, um hvussu tað er
við hesum peningi sum
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum hevur koyrt í
Landsbankan.
Og vit hava fingið svar
og svarið kemur í pen-
sjónistablaðið
Sólsetur,
sum kemur út í oktober og
sum verður sent øllum
pensjónistum sum eru limir
í Landsfelagnum.
Nú veit eg ikki, um
tygum eru limir í nøkrum
lokalum pensjónistafelag,
um so er, so fáa tygum eis-
ini blaðið, um ikki, so vilja
vit senda tygum eitt eintak.
Tygum nevna, at tað eru
yvir 7.000 pensjónistar í
Føroyum. Ja, men tað eru
einans millum 1.100 og
1.200 sum eru skrásettir
limir. So vit pensjónistar
hava tann allarstørsta feilin.
Tað nyttar einki at tosa um
maktfaktorar í landinum, tá
ein stendur uttanfyri felags-
samanhaldi, tá hava teir
lítið at siga, enn minni at
útrætta.
Eg var á einum fundi í
Svøríki saman við nógvum
pensjónistum. Har helt ein
pensjóneraður lækni eina
røðu. Hann segði millum
annað: »At vit pensjónistar
hava allan feilin, vit bara
grenja at einki blívir gjørt,
men vit ikki so frætt tíma at
tekna okkum í eitt lokal-
felag. Hann helt áfram, at
um vit høvdu stilla ein
pensjónistaflokk upp til
komandi val, og vit høvdu
valt hann, so kundu vit sett
bæði ein og annan ráðharra,
men tað gera vit heldur
ikki«.
Daniel, set nú fyri, at øll
hesi 7.000 pensjónistarnir
vóru við í landsfelagnum,
tá hevði tú fingið eina
broyting at síggja mótvegis
okkara lóggevandi tingi.
Ver tygum við at fáa fleiri
og fleiri at tekna seg í eitt
ella annað lokalfelag. Hav
tað gott Daniel.
Vinarligar og blíðar
pensjónistaheilsanir
Símun P. Poulsen
skrivari hjá Landsfelag
Pensjónistanna
Eldrapolitikkur
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður
Eftir at hava verið burtur-
staddur siti eg og lesið
bløðini, og eri komin til eitt
lesarabrævi hjá Tummas Eli
Høj Joensen av Strondum. Í
brævinum, sum viðgerð
vegin Skála – Strendur,
verða spurningar settir og
teir fýra samgonguflokk-
arnir nevndir saman við
trimum navngivnum sam-
gongulimum. Í staðin fyri
at Tummas Eli saman við
okkum,
sum
veruliga
ynskja vegagerðina framda,
fegnast um, at samgongan í
hesum føri hevur megna at
halda vallyftini og arbeiðið
gongur sína gongd (brúgva-
gerðin útboðin), er bert ein
negativur tóni at hóma. Tor-
bjørn og Kári P, ið búgva á
eystara armi á fjørðinum,
fáa hesa heilsanina; citat:
Nú skulu hesi valevnir
ikki føla seg so ógvuliga
illa, tí ein og hvør veit, at er
valið millum ein veg í
bygdini hjá tingmanninum
og okkara veg, eru vit ikki
so góðtrúgvin at halda, at
okkara vegur verður tikin
fram um tann lokala bygda-
vegin.
Danir hava eitt orðafelli
sum
sigur:
“Hensigten
helliger midlet.” Eg dugi
ikki við mínum besta vilja
at síggja hvussu Tummas
Eli við skriving síni gagnar
málinum, við at sáa iva um
trúvirði í virkinum hjá
valdu løgtingsumboðunum.
Tí sum tú sjálvur veit eru
tað eru hesir, sum saman
við øðrum góðum kreftum
á
løgtingsfíggjarlógini
higartil hava borið Skála-
vegin ígjøgnum og fram-
haldandi fara at gera tað, til
vegurin er liðugur.
Sjálvstýrisflokkurin hev-
ur fingið eitt umboð á løg-
ting, og tað skal ikki verða
nakar ivi um, at hann fer at
virka eftir bestu sannføring
fyri menning og framburði
í øllum landinum. Tað sama
er galdandi fyri landstýris-
mann floksins.
Viðmerking til Tummas Eli H. Joensen: Vegurin Skála-Strendur
Vísandi til almenna fundin
sum
Javnaðarflokkurin
fyriskipaði í Suðurstreym-
oy mánakvøldið 29. sep-
tember.
Í kunngerðunum, sum
hava verið í Útvarp Føroya
um áðurnevnda fund verður
upplýst, at umframt partar-
nar á arbeiðsmarknaðinum,
luttaka løgføðingar, bú-
skaparfrøðingar og umboð
fyri politisku flokkarnar. Í
Føroyum eru seks flokkar
umboðaðir á Løgtingið og
hava bert teir fýra flokkar-
nir, sum hava meir enn eitt
umboð, fingið tilboð um at
luttaka.
Tað stendur sjálvsagt
Javnaðarflokkinum, sum
skipar fyri fundinum frítt,
hvørjum teir bjóða við,
men tað er ein niðurgerð av
hinum flokkunum, tá ein av
lýsingini fær tað fatan, at
allir politisku flokkarnir
eru umboðaðir.
Vegna Sjálvstýrisflokkin
Kári P. Højgaard
Mótmæli
C
M
Y
K
11
10