Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 186 - 2. oktober 2003 Nr. 186 - 2. oktober 2003 13 VIÐMERKINGAR Heðin Mortensen, býráðslimur Í løtuni staddur í arbeiðs- ørindum í New York Mánamorgunin klokkan 8.45, New York-tíð (klokk- an 13.45 í Føroyum), ringir John Johannesen frá Sjón- varp Føroya at spyrja um spæliplássið hjá barnagarð- inum undir Brúnni. Hann vildi hava at vita, hví gravimaskinur stóðu og gravaðu inni á barna- garðsøkinum. Um eg ikki hevði sagt fyri góðum ári síðan, at onki skuldi gravast har. Av góðum grundum kundi eg ikki uppá stand- andi fót svara einum so konkretum spurningi, staddur so langt heiman- ífrá. Hann vildi nú sjálvur fara at kanna málið nærri, og síðani skuldi hann venda aftur til mín. Vit avtalaðu at hann ringdi ella sendi sms- boð. Men tann, sum hvørki ringdi ella sendi sms-boð, var tíðindamaðurin í Sjón- varpi Føroya, John Jo- hannesen. Undir alt lágmark Seinni um kvøldið, tá eg hugdi at Degi og Viku um- vegis interntið, sá eg har eitt innslag um spæliplássið Undir Brúnni. Her válkar sjónvarpsmaðurin sær í meira ella minni ósann- leikum um ætlanina av Berjabrekku 3. Í innslagnum vórðu eitt nú send gomul klipp, sum ikki eru aktuell í dag, tí broytingar og ætlanir um útstykkingina er farnar fram og hava ligið frammi hjá almenninginum til støðutakan. Tað sær út til, at meira óseriøs tíðindini eru, jú betur er hjá tiðindamann- inum ella Sjónvarp Føroya. Ein fekk so ikki nakran møguleika at gera viðmerk- ingar til sendingina. Hetta slagið av tíðinda- flutningi hjá Sjónvarpi Før- oya eru vit øll noydd at gjalda fyri - enntá við hækking í sjónvarps-gjald- inum. Sig so, at vit ikki búgva í einum fríum landi! Hesin tíðindaflutningur í Degi og Viku mánakvøldið var undir alt lágmark, har ikki allir partar í sakini fingu møguleika at hoyrast, men kanska var tað eisini ætlanin við hesum? Býtt um øki Fyri góðum árið síðani kom undirritaði og gjørdi greitt, at tað ikki var rætt at taka av spæliplássinum hjá barnagarðinum, og tað standi eg framvegis við í dag. Men sum ein kann lesa frá fundarsamtyktum í býráðnum, eru reguleringar farnar fram, so at nýggjar tekningar og ætlanir fyri- liggja fyri økið. Samtyktin í býráðnum 30. januar 2003 sigur heilt greitt, hvussu viðurskiftini skulu vera. Høgni Mikkel- sen fær eitt øki vestaru megin dagstovnin ímóti at lata eitt líka stórt økið til spælipláss, sum liggur niðan ímóti stovninum, og kommunan skal flyta spælihúsini einar 14 metrar longur niðan móti barna- garðinum. Her verður pláss hjá teimum at standa upp at ánni. Barnagarðurin fær líka stórt ella størri øki til spælipláss og húsini verða flutt hareftir. Tað tekur tíð at gera hesar reguleringar og flytingar, men tá ið alt er liðugt, fær barnagarðurin eitt stórt og gott spælipláss. Hesar ætlanir eru allar gjørdar, eisini í samráð við umsitingina av barnagarð- inum. Men her er onkur sum vil skapa óneyðugt rumbul í. Verjir børnini Sum eg skilji, hevur ar- beiðstakarin hjá Høgna Mikkelsen, Articon, sett eitt hegn upp, so at børn ikki skulu koma inn á arbeiðsplássið. Hetta hegn er sett 3-4 metrar nærri barnagarðinum, enn enda- liga hegnið kemur at standa. Hetta er gjørt fyri at verja børnini ímóti maskin- unum, sum koma at arbeiða har. Hegnið er eisini sett upp í samráð við leiðsluna á barnagarðinum. Í løtuni fái eg av góðum grundum ikki gjørt meira við málið, staddur í New York, so tað má bíða til eg eri komin heimaftur. Vísi annars til gongdina í málin- um niðanfyri. Gongdin Víst verður til niðanfyri gjøgnumgongd og sam- tyktir í málinum... Hetta er fyri alt økið og barna- garðin. Ikki lætt at skilja hetta sundur, tí alt er tengt at hvørjum øðrum. Berjabrekka - 3. byggistig Byggi- og býarskipanarnevndin 19. juni 2002: Nýggjar tekningar eru móttiknar 12. juni 2002, og hesar vóru lagdar fram á fundinum. Eftir áheitan samtykti nevndin at hava fund við eigarafelagið og grannar- nar. Uppískoyti: Fundur hevur verið við eig- arafelagið undir Brúnni og næstu grannar tann 25. juni 2002. Samtykt at eigarafelagið undir Brúnni skal kunnast um gongdina í málinum framyvir. Tilmæli: Tekniski stjórin mælir til • at taka undir við broyttu verkætlanini (tekn. lagdar fram á byggi- og býarskipanarnevndarfun di 19. juni 2002). • at byggisamtyktin verður broytt sambært hjáløgdu tekning, soleiðis at økið kemur undir umráðis- partin A3, og • at ein serætlan verður gjørd fyri økið Berja- brekka 3... byggistig við ásetingum, sum í mesta lagi loyva slíka bygging, sum ætlanin er at byggja, sambært verkætlanini hjá s/pf Høgna Mikkelsen, (t.v.s. kjallara + 2 fullar hæddir + lága reising) sí hjálagt skurðtekning. Byggi og býarskipanar- nevndin 10. juli 2002: Samtykt at taka undir við tilmælinum hjá tekniska stjóranum. Eisini samtykt, at um- framt tey 1,5 parkerings- plássini fyri hvørja íbúð, skal útstykkingin luttaka í felags parkeringsplássi fyri alt økið. Endaliga projektið og serætlanin fyri økið verður at leggja fyri nevndina aft- ur. Uppískoyti: Aftaná fund við umsiting- ina 19. august 2002, hevur HMP-consult, vegna Høgna Mikkelsen Sp/f, gjørt uppskot til ein enda- ligan dispositionsætlan at leggja fyri nevndina. Um nevndin góðkennir ætlanina, verður farið undir at liðugtprojektera. Avtalan um at lata grannunum ein skurð gjøgnum økið (av- talað á fundi 26. juni 2002), verður gjørd, tá endalig avgerð et tikin um disposi- tionsætlanina. Í projektinum er tikið hædd fyri ásetingunum um 1.5 parkeringspláss pr. íbúðareind. Hetta er komið ílag, við at Høgni Mikkelsen sp/f letur eitt øki, móti at fáa øki eitt annað stað (sí mynd). Spælihúsini, sum hava verið á lofti í samband við hetta mál, eru staðfest at liggja inni á ognini, sum er seld Høgna Mikkelsen sp/f, og noyðast tískil at flytast. Hetta kann tó væl lata seg gera! Húsini verða flutt 10-15 metrar norður um markið hjá Høgna Mikkelsen sp/f. Her er pláss hjá teimum at standa upp at ánni (sí tekning). Tilmæli: Tekniski stjórin mælir til: • at dispositiónsætlanin verður góðkend. • at ognarviðurskiftini verða broytt samsvarandi tekning nr 01, dagfest 21. august 2002, sum gerðabýti, og at endarligu víddirnar verða reguler- aðar, tá matrikuleringin er farin fram. • at dagstovnurin undir Brúnni fær nýtslurættin til økið, sum liggur mill- um stovnin og økið til sp/f Høgna Mikkelsen, sambært tekning 01, dagfest 21. august 2002, og at kommunan flytur spælihúsini inn á hetta økið. Fundur við eigarafelagið og barnagarðin verður mána- dagin 2. september 2002. Byggi- og býarskipanar- nevndin 4. september 2002: Nevndin samtykti at góð- kenna dispositiónsætlanina, tekning nr. 01, dagfest 21. august 2002 og signerað á fundinum 4. september 2002, og um ásetingarnir fyri økið verða broyttar til A3, skal serætlanin fyri økið ikki loyva hægri bygging enn fyri A1 økið. at mæla býráðnum til at broyta ognarviðurskiftini, soleiðis at tey eru í sam- svari við støðumyndina, tekning nr. 01, dagfest 21. august 2002 og signerað á fundinum 4. september 2002. at mæla býráðnum til, at dagstovnurin undir Brúnni fær nýtslurættin til økið, sum liggur millum stovnin og økið til sp/f Høgna Mikkelsen, sambært tekning 01, dagfest 21. august 2002, og at komm- unan flytur spælihúsini inn á hetta økið og ber kostn- aðin av hesum. Býráðið 5. september 2002: Meðan hetta mál varð við- gjørt, fór Høgni Mikkelsen av fundi. Samtykt uttan atkvøðu- greiðslu at taka undir við tilmælunum frá byggi- og býarskipanarnevndini tann 10. juli 2002 og 4. sep- tember 2002. Uppískoyti: Uppskot til broyting av byggisamtyktini, har partur av A1 økinum skal broytast til A3 øki, hevur ligið frammi alment í ásetta tíðarskeiðinum. Eitt mót- mæli er móttikið, dagfest 27. november 2002, j.nr. 200202860-1. Mótmælið verður lisið upp á fundin- um. Mótmælið snýr seg í høvuðsheitinum um, at byggingin í økinum skuldi bera dám av lágari bygging og skuldi verða til so lítlan ampa sum møguligt fyri grannarnar. Til hetta er at viðmerkja, at ætlanin hjá sp/f Høgna Mikkelsen er í samsvari við tað góðkendu Berjabrekku 3 ætlan frá 1985, hvat við- víkur vídd, tal av íbúðum og hædd. Tvørskurðurin er tann sami sum í verandi Berjabrekku. Samlaða hæddin á rekkjuhúsunum verður ikki hægri enn hæddin á einum sethúsum við kjallara, miðhædd og innrættaðum lofti, har trimpilin er 125 cm. Síðani verður í mótmæl- inum átalað, at ognin ikki er boðin út í almennari sølu, og at víddin á A3 økinum er ríkiliga stór. Tilmæli: Tekniski stjórin mælir til at halda fast við samtyktina frá 4. september 2002 og at mæla býráðnum til at góðkenna samtyktina frá 4. september 2002. Byggi- og býarskipanar- nevndin 27. januar 2003: Mótmælið, dagfest 27. no- vember 2002, j. nr. 200202860-1, var lisið upp og viðgjørt á fundinum. Eisini var skriv frá Eigara- felagnum undir Brúnni, dagfest 4. september 2002, j. nr. 200201267/5, lisið upp og viðgjørt. Ein meiriluti, Heðin Mortensen, Sjúrður Olsen, Jákup Suni Joensen og Schumann Hjaltalin, tekur undir við tilmælinum frá tekniska stjóranum. Ein minniluti, Jógvan Arge, tekur støðu á býráðs- fundinum. Eisini vísir nevndin á, at umsitingin eigur at vísa aftur teimum pørtum í skrivinum, sum sambært umsitingini ikki er í sam- svari við veruleikan. Býráðið 30. januar 2003: Meðan hetta mál var við- gjørt, fór Høgni Mikkelsen av fundi. Fyrst var atkvøtt um minnilutauppskotið frá Jógvani Arge um at samtykkja, at málið gongur umaftur frá 4. september 2002, tá borgararnir í skrivi, sum ikki var kunn- gjørt nevndini og býráð- num, gjørdu vart við, at teir ikki høvdu fingið lyfti síni uppfylt. Fyri atkvøddu Leivur Hansen, Jógvan Arge, Hild- ur Eyðunsdóttir og Elin Lindenskov. Ímóti atkvøddu Jan Christiansen, Heðin Mort- ensen, Jákup Suni Joensen, Bjarti Mohr, Schumann Hjaltalin, Sjúrður Olsen og Beate L. Samuelsen. Minnilutauppskotið fall sostatt við 4 atkvøðum fyri og 7 ímóti. Síðan var atkvøtt um næsta minnilutatilmælið frá Jógvani Arge um at taka mótmælið hjá grannunum móti broytingini í byggi- samtyktini til eftirtektar. Fyri atkvøddu Leivur Hansen, Jógvan Arge, Hild- ur Eyðunsdóttir og Elin Lindenskov. Ímóti atkvøddu Jan Christiansen, Heðin Mort- ensen, Jákup Suni Joensen, Bjarti Mohr, Schumann Hjaltalin, Sjúrður Olsen og Beate L. Samuelsen Minnilutauppskotið fall sostatt við 4 atkvøðum fyri og 7 ímóti. At enda var atkvøtt um meirilutasamtyktina í byggi- og býarskipanar- nevndini. Fyri atkvøddu Jan Christ- iansen, Heðin Mortensen, Jákup Suni Joensen, Bjarti Mohr, Schumann Hjaltalin, Sjúrður Olsen og Beate L. Samuelsen. Eingin atkvøddi ímóti. Meirilutasamtyktin var sostatt samtykt við 7 at- kvøðum fyri og ongari ímóti. Nú er soðið tunt í Degi og Viku Línufiskurin stóran týdning fyri Kósina Kósin í Klaksvík keypir í hesum døg- um nógvan línufisk. Í gjár og í dag landa tríggir bátar undan Íslandi, og mánadag- in kemur Pison aftur av Føroya Banka FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Klaksvík: Mikumorgunin kom línuskipið, Klakkur, undan Íslandi við umleið 170.000 pundum, sum teir løgdu upp á Kósini. Í dag koma Núpur og Polar- stjørnan, eisini undan Ís- landi. Undan seinastu set- uni, hevði Núpur 130.000 og Polarstjørnan 160.000 pund. Á Kósini siga tey, at meginparturin av veiðini hjá línubátunum undan Ís- landi er brosma, longa, toskur og hýsa. Mánadagin kemur línu- skipið, Pison, aftur av Før- oya Banka. Hetta er fimti túrurin hjá skipinum á Bankanum síðan eftir ólav- søku. Á Kósini frættu tey frá Pison, tá ið hann hevði havt 5 setur. Hesar góvu til- samans 100.000 pund í lastina. Líkt er tí til, at Pison fer at gera enn ein góðan túr á Føroya Banka. Harður streymur Á Kósini hevur verið minni at gera hesa vikuna, men í morgun eru so øll til arbeiðis aftur. Týsdagin og mikudagin var einki arbeiði á sjálvum flakavirkinum, men tey, sum starvast í saltfiskinum, høvdu nokk at takast við. Tað er annars langt ímill- um, at steðgur er í á flaka- virkinum. Egil Johansen, innkeyps- stjóri á Kósini, vísir á, at eingin útróður hevur verið seinastu tíðina, tí streym- urin hevur verið harður, og veðrið hevur heldur ikki verið nakað serligt. - Men nú uppundir viku- skiftið linkar streymurin aftur, og komandi fjúrtan dagarnar verður hann góð- ur. So, vit vænta, at gongd fer at koma á aftur útróð- urin komandi dagarnar, sig- ur hann. Á Sandi arbeiða tey saltfisk, og í Skopun kemur gongd á aftur í morgin FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sandoy: Fyrsta landingin í Sandoynni hesa vikuna verður í dag, tá ið partrol- ararnir, Nornagestur og Kolumbus, koma inn at landa. Á Sandoy Seafood siga tey, at skipini eru full- fermd, og meginparturin av veiðini er upsi. - Hetta er fyrsta land- ingin hesa vikuna, og vit vænta ikki nakra størri landing aftrat í vikuni. Sandoy Seafod hevur ikki keypt fisk á uppboðs- sølu hesa vikuna, og tí hevur turt gólv verið í Skopun seinastu dagar- nar. Á Sandi, har saltfiska- framleiðsla er, hava tey pakkað saltfisk. Við snellu Enn er heystútróðurin hjá bátunum í Sandoynni ikki byrjaður av álvara, men onkur túrur er gjørdur. - Nú streymurin fer at linka aftur, vænta vit, at onkur bátur fer við línu, siga tey á Sandi. Nakrir bátar hava roynt við snellu. Teir hava fing- ið nakað av fiski, men talan er ikki um tær heilt stóru nøgdirnar. Bæði á Sandi og í Skop- un er fitt av útróðri, tá ið viðrar, og fiskur er at fáa. Minni upsi kemur uppá land í løtuni. Partrolarar hava í størri mun lagt seg eftir hvítum fiski, nú upsaprísirnir eru so lágir FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vestmanna: Í seinastuni er minni upsi komin uppá land enn annars. Herfyri frættist, at eingin trupulleiki var hjá virkjun- um at fáa fatur á upsa, tí nógvur upsi er á marknað- inum, og prísirnir eru sera lágir. Men í løtuni er hetta ikki júst so. Á Fiskavirking í Vest- manna siga tey, at partrol- arar í ein ávísan mun hava lagt seg eftir at fiska hvítan fisk, tosk og hýsu, nú upsa- prísirnir eru so lágir. Tí er heldur minni upsi á marknaðinum. Sum skilst, fáa trolarar so mikið av toskiog hýsu í løtuni, at tað loysir seg at royna. Grønanes fullur Trolarin, Grønanes, landaði annars í Vestmanna mána- dagin. Veiðan vá 130.000 pund, sum er fult skip. Í Vestmanna siga tey, at 110.000 pund var upsi, eitt sløð av hýsu og øðrum fiskasløgum, og síðan var restin toskur. - Vit høvdu nakað av fiski inni í vikuskiftinum og saman við tí, vit hava keypt frá øðrum virkjum og Beta í Saltangará, hava vit eisini nóg mikið av fiski til alla hesa vikuna. Tað er ikki vist, at nøkur landing verður aftrat í Vest- manna hesa vikuna, men vónir eru um, at Vestmenn- ingur og Fram koma inn at landa mánadagin. Dag og nátt Á Fiskavirking í Vestmanna verður arbeitt at kalla bæði dag og nátt. - Vit arbeiða alla tíðina við tveimum vaktum; tann fyrra frá kl. 8-16 og tann seinna frá kl. 16 til midnátt. Síðan verður virkið vaskað um náttina. Í Vestmanna framleiða tey í fyrsta lagi portiónir, og eini 40-45 fólk arbeiða á hvørji vaktini. Síðan summarsteðgin hevur bert ein frídagur ver- ið á Fiskavirkinum í Vest- manna. - Men hendan dagin valdu vit sjálvi at hava frí, siga tey. Nógvur fiskur kemur í hesum døgum upp á land í Klaksvík Kolumbus og Nornagestur fullfermdir Trolarar veiða hvítan fisk Á Fiskavirking í Vestmanna hava tey bert havt ein frídag síðan summarsteðgin. - Men hendan dagin valdu vit sjálvi at hava frí, siga tey C M Y K 13 12