Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 2. oktober 2003 15 Nógv fólk høvdu leitað sær í ítróttar- høllina á Skála leyg- arkvøldið, tá faðir og dóttir, Jens og Kristel Lisberg, høvdu contrykonsert har KONSERT Ummæli og myndir Gissur Patursson Um 1000 fólk høvdu leitað sær í vakurt prýddu høllina á Skála leygarkvøldið, tá Jens Lisberg og dóttir hans- ara, 14 ára gamla Krystel, førdu fram einastandandi vøkru contry sangir sínar. Tá konsertin var lýst at byrja, høvdu nærum øll fingið sess. Í Føroyum er vanligt, at tiltøk byrja ov seint, og hetta kvøldið var einki undantak í so máta. Hetta er ein trupulleiki hjá okkum, sum vit mugu royna at sleppa okkum av við. Frøi fyri oyra Men tá ein avslappaður og djúprøddaður Jens Lisberg kom á pallin, var alt sum blást burtur. Saman við Ólavi Øster, Arnbjørn Si- vertsen, Magnus Johanne- sen, Rógvu á Rógvu og Jákup Zachariasen, hevði Jens nakrar av okkara bestu tónleikarum við sær á pallin. Kórgenturnar settu sín heilt serstaka dám á kon- sertina, hóast tær vóru nak- að veikar í byrjanini. Tá mikrofonirnar vóru rættað- ar komu teirra røddir til sín rætt, og tær høvdu sanniliga einki at skammast yvir. Tað var eisini ein uppliv- ing at hoyra Jens syngja saman við beiggja sínum, Marna. Teirra sangur ljóð- aði væl og røddirnar sita væl saman. Tað var eisini ein frøi fyri oyra, at hoyra tey trý, Jens, Kristel og Marna syngja saman. Gudgivin rødd Men størsta upplivingin var at hoyra 14 ára gomlu Kristel syngja. Hesa ungu gentuna, við gudgivnu røddini, ið minnir um hana hjá Patsy Klein. Ótrúligt, at ein so sterk rødd kann finnast í einum so nettum kroppi. Krystel var, sum vera man, nakað nervøs at byrja við, men sum frá leið, mentist røddin, og hon hevði saktans kunnað sung- ið ein tíma aftrat. Áhoyrarnir vóru við henni fult og heilt, og ein stoltur Jens Lisberg var við liðina á dótrini alla tíðina. At enda kom Thorbjørn Lisberg á pallin. Hann er eisini kendur sangari, og syngur enn eins væl, hóast hann nú er 83 ára gamal. Hvør kennir ikki sangin, "Kom abbi set teg stabba á", sum hann millum annað hevur sungið. Tey, sum dáma hetta slagið av tónleiki, fóru ikki vónsvikin heim leygar- kvøldið. Fólk fingu av sonnum valuta fyri pen- ingin. Verið ansin Umframt at syngja til gleði fyri áhoyrarnar, nýttu Jens og Krystel høvið hetta kvøldið at minna fólk á at koyra varliga. Tey kenna, hvat tað vil siga at missa tað kærasta í ferðsluni. Tá eg á veg suðuraftur, varð eg yvirhálaður í tunnl- inum av bili, ið koyrdi alt ov skjótt, hugsaði eg: "Hesin kann neyvan hava verið til konsert - ella hevur hann ikki skilt talandi sangin hjá Krystel". Einastandandi, Jens og Kristel Størsta upplivingin var at hoyra 14 ára gomlu Kristel syngja, blaðungu gentuna við gudgivnu røddini, ið minnir um hana hjá Patsy Klein Saman við Ólavi Øster, Arnbjørn Sivertsen, Magnus Johannensen, Rógvu á Rógvu og Jákup Zachariasen, hevði Jens Lisberg nakrar av okkara bestu tónleikararum við sær á pallin Fólk fóru ikki vónsvikin heim, men fingu av sonnum valuta fyri peningin. Um 1000 fólk vóru á konsert í ítróttarhøllini á Skála leygarkvøldið 15 14 Nr. 186 - 2. oktober 2003 Leygarkvøldið var seinna innleiðandi umfarið í Gospel Prix hildið í Mentanar- húsinum í Fuglafirði. Braquet og In Gethse- mane komu í final- una, og nú skal sami tónleikari spæla gittar í trimum av teimum fýra finalubólkunum GOSPEL PRIX Henny Olsen Bólkarnir, sum vóru við hesaferð, vóru Thirst, Credo, Crescendo, In Gethsemane og Braquet, og hesir bólkar høvdu tvey finalupláss at kappast um. Tey flestu hava hoyrt um Braquet, sum var við í Prix Føroyar finaluni í fjør, men ikki øll kennast við hinar bólkarnar. Hesir bólkarnir eru nevniliga nýggir og stovnaðir í sambandi við Gospel Prixið. Braquet kanónin Ikki heilt óvæntað var tað Braquet, sum leyp avstað vid sigrinum. Teir vóru tann royndasti bólkurin í hesum umfari, og kundu tí gera sær dælt av tí. Vid fantastiskari samanspæling og upptraðkan blástu teir veruliga bæði áhoyrarar og dómarar um koll. Men spurdir, um teir høvdu væntaðat vinna, vóru teir allir samdir. - Vit væntaðu ikki at vinna, men vit vónaðu tad. Sjálvandi hevði tað verið stuttligt at vunnið, men vit tóku hetta ikki veruliga sum eina kapping, heldur eina konsert. Tey flestu halda, at hetta er ein eftir- líking av Prix Føroyum, men hetta er also ein frá- líkur møguleiki. Nú Braquet vann og In Gethsemane bleiv nummar 2, hava Ingi Jacobsen, Jóhan á Lakjuni og serliga Arni Zachariasen úr at gera. Teir tríggir eru við í Braquet og eisini In Gethsemane, og Arni er haraftuarat við í I AM, sum vann fyrsta umfarið. Arni er tískil við í trimum av fýra finalubólkum, og hetta mann tykjast at vera heldur sjáldsamt. Í skemti var sagt, at um Arni gjørdist sjúkur, so mátti finalan útsetast. - Vit vita heilt einfalt ikki, hvussu vit fáa tíð til hetta. Onkur hevur arbeiði, onkur hevur skúlan og so bólkarnir aftrat, ja, tad verður øgiligt, serliga hjá Arna. Byrjaði heldur spakuliga Braquet hevur verið til í umleið 2 og eitt hálvt ár. Arni, ið er guitaristur og Jóhan, ið spaelir trummur, hava spælt saman sera leingi. Á studentaskúla hittu teir so Andriasi, sum var við uppá tað alt fyri eitt, tá teir spurdu, um teir ikki skuldu fara at gera ein bólk. Men ein bassistur mangl- aði. Andrias fekk so fatur á Inga, sum eisini var fúsur at fara undir at spæla. Teir byrjaðu vid at jamma eitt sindur, men hildu so, at tað hevði verið stuttligt at melda seg til Prix Føroyar. Teir fingu, sum ikki einaferð, hjálp frá Grót, og byrjaðu so at venja miðvíst í Losjuni í Gøtu. Í Prix Føroyum vóru teir einasti andaligi bólkur, sum kom í finaluna. Braquet spælir egnan tónleik. Teir flestu sangir- nar hevur Andrias yrkt, meðan Arni ger løgini. Ofta gongst striltið at gera ein sang lidnan, men tað endar sum oftast væl. - Vit yrkja alt sjálvir. Hetta er sera týdningar- mikið fyri okkum. Vit royna at fáa okkurt seriøst burtutúr. Til dømis í Prix Føroyum vóru vit einasti bólkur, sum hevði skift skrá. Vit royna okkara frægasta at fáa tað meir og meir detaljera. Ov illa dekkað Tá prátið kemur inn á til- takið Gospel Prix sum heild, so hava teir bert positivt at bera tí. Tó er tað eitt, sum teir halda verða eitt sindur keðiligt. - Gospel Prix er eitt frálíkt tiltak, men vit halda ikki, at tad verður skriva so nógv um tað í bløðunum. Vit hava einki serligt sæð um tað. Ikki ein gongd í Trúboðanum var ein grein um hetta. Hetta halda vit verða stórt spell. Eftir tvey innleiðandi umfør er tað greitt, at I Am, Direct Level, Braquet og In Gethsemane skulu kappast í finaluni. Hon verdur hild- in í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 11. oktober 2003 kl. 20.00. Braquet blásti øll um koll Arni Zachariassen er gittarspælari í trimum av teimum fýra bólkunum, sum er komnir í finaluna í Gospel Prixnum Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 14