Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 186 - 2. oktober 2003 Í sambandi við at skotsk vika er í Havnini hesa vikuna, vóru børn úr øðrum flokki í Kommunu- skúlanum og sungu á Tilhaldinum sam- stundis sum skotar vóru á vitjan har SANGUR Myndir: Jens K. Vang Tekstur: Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Barnasangurin, sum hoyrd- ist langan veg í Tilhaldinum týsmorgunin, var hugtak- andi. Knút Olsen, lærari við Kommunuskúlan undirvísir børnunum í sangi. Og ikki kann annað sigast enn, at tey hava fingið væl burtur- úr. Tí ikki er so langt útliðið á skúlaárið enn, og longu dugdu børnini fleiri sangir uttanat. Hóast tey eldru tóku væl undir við sanginum, so hoyrdust barnarøddirnar væl uppum. Púra ósmæðin stóðu ella sótu tey rundan um klaverið hjá Knúti og sungu. Og tað hugtók øll, sum inni vóru. – Tað er altíð stuttligt at fáa vitjan, men hetta er nakað heilt serligt, helt onkur fyri, meðan børnini sungu. Tað var eisini meira larmur inn í hugnaligu høl- unum í Tilhaldinum hesa løtuna, meðan børnini vóru har. Men tað lat ikki til at órógva nakran. Tey eldru vóru ivaleyst fegin um at hava fingð børn á vitjan.Og at tey so sungu fyri teimum afturat – tað hevur ikki gjørt tað verri. Gamalt er eisini gott Børnini hava saman við Knúti vant nakrar sangir í eina tíð. Knút greiddi frá, at hann var farin aftur til tað gamla, har børnini læra sangir uttanat. – Tað verður ofta sagt, at fólk syngja so lítið í dag. Tað hongur uttan iva saman við, at onki verður lært utt- an at longur, segði hann. Hann legði afturat, at hann sostatt hevði gjørt av at fara at læra børnini sangir uttanat. – Fyri tað um tað er ein gamal háttur at læra, so merkir tað ikki, at tað er nakað ringt, segði hann, og mong nikkaðu samtykkj- andi við honum. Børnini vóru sera spent, og tað sást á teimum, at tey høvdu glett seg sera nógv. Saman við Knúti og klaver- inum sungu tey fyri, meðan øll tóku undir. Ein øðrvísi, men serstøk og stuttlig samanseting av fólki í sama rúmi, meðan tey sungu sangir og sálmar, sum eru vorðin fólkaogn. Umframt at tey eisini sungu á ensk- um fyri skotsku gestunum. Hugtakandi barnasangur Skotsku gestirnir vóru sera hugtiknir av barnasanginum í Tilhaldinum týsmorgunin. Hetta var teirra fyrsta upplivilsi í Havnini. Tey vóru komin til landið seint mánakvøldið Knút Olsen undirvísir næmingunum í sangi í Kommunuskúlanum Børnini í øðrum flokki í Kommunuskúlanum sungu av hjarta og sál fyri teimum eldru í Tilhaldinum Onkuntíð var neyðugt at hyggja niður í sangheftið, men flestu sangirnar dugdu tey uttanat Nr. 186 • hósdagur • 2. oktober 2003 • 77. árg. Nissan Dunehawk Á bilaframsýningini, Frankfurt Motorshow, stóð hesin sjey per- sóna Nissan Dune- hawk konseptbilurin. Bilurin er serliga ætl- aður til amerikanska marknaðin at kappast við bilar sum t.d. BMW X5, Volvo XC90 og Lexus 300 Kelda: Bil Magasinet Navnið bleiv Picanto Hesin Kia bilurin kom til Frankfurt Motor- show uttan navn. Navnið bleiv avdúkað á framsýningini: Kia Picanto. Bilurin, ið einans verður gjørdur við fimm hurðum, kemur í fyrstu atløgu við tveimum bensin- motorum. Diesel- motorurin kemur í 2005 Kelda: Bil Magasinet Renault BeBop Renault BeBop er ein conceptbilur, sum møguliga verður av- loysarin fyri Renault Clio. Bilurin hevur fýra sjálvstøðug setur, har tey aftaru kunnu leggjast saman og goymast undir forsetr- unum. Renault BeBop kemur á marknaðin í 2005 Kelda: Bil Magasinet Núverandi Audi A6 er frá 1997. Komandi ár kemur ein heilt nýggjur A6, sum verður tann fyrsti Audi við nýggja designinum, sum kemur at eyðkenna allar komandi Audi bilar BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Designstjórin hjá Audi, Walter da Silva, sum eisini teknar t.d. teir nýggju Seat bilarnar, verður skjótt klár- ur við einum heilt nýggjum Audi A6. Sum tað sæst á myndini, verður talan um ein sera smartan og fram- komnan luksusbil. A6 liggur í stødd ímillum Audi A4 og tann størsta A8. Bilurin kemur í harða kapping við BMW og Mercedes. Vit kunnu rokna við einum háteknologiskum bili, har nógvir av lutunum eru úr aluminium. Nakrir av bensinmotor- unum fáa nýggju FSI tøkn- ina við beinleiðis bensinn- spræning. Í fyrstu atløgu verður tann minsti motor- urin ein 2,4 litur V6 við 170 hk, síðan ein 3,2 litur V6 við 240 hk og ein 4,2 litur V8 við 335 hk. Ein 3,0 litur V6 TDI við 220 hk verður eisini á skránni. Seinni kemur ein 2,0 litur 4 syl. TDI dieselmotorur við 140 hk og ein 5,0 litur 10 syl. FSI við umleið 500 hk. Núverandi Renault Laguna verður broyttur nakað kom- andi ár. Bilurin fær t.d. nýggjar lyktir og kúfangarar, eisini verða nýggir motorar á skránni. Harða kappingin á markn- aðinum er ein av orsøkunum til broyt- ingarnar BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Renault Laguna fer nú at líkjast hinum nýggju Re- nault bilunum meira. Kom- andi ár verður bilurin broyttur nakað. Ein av orsøkunum til at Laguna verður broyttur nú er tann sera harða kappingin í hesum klassanum. Fyri at fylgja við mugu modellini verða "upp to date" alla tíðina. At síggja til verður størsta broytingin framm- an, har eru t.d. nýggjar forlyktir, kølaragittar og kúfangari. Á tekniska økin- um verða eisini broytingar. Teir tríggir 1,9 litur turbodiesel motorarnir fáa allir meira hestakreftir og 2,2 litur dCi motorurin fær 170 hk ístaðin fyri 150. Teir størru motorarnir fáa eisini tey umhvørvisvinarligu sótfiltrini. Renault Laguna er annars ein sermerktur franskur bilur við tilsvarandi góðum og tryggum koyrieginleik- um. Kelda: FDM / Motor Nýggjur Audi A6 í 2004 Renault Laguna »facelift« næsta ár Komnadi Audi A6 verður ein smartur og framkomin luksusbilur Renault Laguna verður broyttur nakað í 2004, serliga framman við t.d. nýggjum lyktum, kølaragittari og kúgangara, eisini verða motorarnir størri og kvikari. Á tí minnu myndini er núverandi Laguna C M Y K 17 16