leygardagur 19. oktober 1996síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vikuskiftið Vikuskiftið
Síða 19
Hjartaskerandi
MÁLTEIGURIN
Orðið 'skera' (fyri 'operera') hevur verið umtalað í Mál-
teiginum. Summi síga, at fólk, sum skulu opererast, verða
»løgd undir skurð<. Um ein kendan politikara verður sagt,
at hann skal >skurðviðgerast fyri hjartað<. Onkur annar
heldur, at vit eiga at kunna siga 'operera' um tað, sum
læknar gera, tí "skurður" kann vera so mangt, og tann, sum
opererar, hann ger so mangt annað enn bara at skera.
Tað ræður um at vaksa um >málsins korpus< verður
sagt í einari skilagóðari grein í Dimmalætting tann 11
oktober. Tað er púra rætt. Málkroppurin skal vera so stórur,
sterkur og fimur og kimiligur, at hann kann fevna um øll
vidurskiftir og allar sakir og øll fak og visindaøkir. Mål-
kroppurin skal hava armar og bein og hendur og fingrar
og annað utstandandi og ikki minst: høvd. Ein berur,
snøggur og snøggadur norrønur bulur kann ikki brúkast til
nógv annað enn at hyggja at og undrast á.
Hvi skal fakorðið 'operera' skerast burtur úr málinum?
Hetta er harðhjartað og lítið umhugsað. Vit hava annars
nógv orð av sama slag: læknar praktisera, lærarar feriera,
vit panera fiskafløk, vit planera byggigrundir, vit sanera
fiskivinnuna, vit massera gikt, vit brodera vest, og við-
hvert er so illa statt, at vit noyðast at amputera bein — ella
skal tað eita at saga?
Tá ið ein frisørur skal eita *hárskeri', so må ein hjarta-
kirurgur eita ein hjartaskeri. Men nyraspesialisturin er eing-
in skeri, tá ið hann >leggur undir skurð< fyri nýrastein.
Hann brúkar grótknúsara.
Mitt inni í kroppinum er hjartað. Tað syrgir fyri, at lív er
í hvørjari tægr. Målamputeringin er so skaðilig, at tað setir
at hjartanum. Og teir, sum skera og saga burtur av mál-
inum, eru strangir harrar, illbrýntir og gravalvorligir og so
lítið sjarmerandi, at ikki ber til at siga, at teir eru hjarta-
knúsarar.
C
AÐ Tiltøk
Á
Mm
Felagið Torshavn:
UMAFUNDUR
23. oktober verður lima-
fundur í útvarpinum. Byrj-
að verður við rundvísan, og
síðani verður eftirmeting og
tilrættisleggjan. Tilmeldan
Losjan i Havn
Losjufundur verdur måna-
kveldið 21. okt. kl. 20.00
AA-fundir
Leygardagin kl. 17 og 22.30
Sunnudagin kl. 11 og kl
17. - Kl. 20-21.30 AA-evn-
isfundur í Torsgøtu 5
Mánakveldið kl. 20 í
Tórsgetu 5.
Barnabati
Veitst tú, at
—- Barna- og Ungdómstele-
fonin svarar hvønn mána-
dag frá kl. 16 til 18?
Tlf. nr. er 10645.
Foreldur kunnu eisini
ringja og fáa ráðgeving
Tey, ið svara, hava tagn-
arskyldu
Tú kanst vera anonymur.
Hvat kanst tú ringja um?
— Persónligar trupulleik-
ar av øllum slag, t.d. incest,
anorexia ella bulimi, alko
hol, fyribyrging. royking o
ma. ella bara hava brúk
fyri at tosa við onkran vaks-
nan
Barnabati
Felagið
Feroyar-Kuba
Opið er soleiðis í Konga-
gøtu 11, Tórshavn: Mána-
dag. tysdag, hósdag og
fríggjadag kl. 10-12, miku-
dag kl. 16-18 og leygardag
kl. 15-17. Telefon 13016 -
Fax 13824.
Javni
Skrivstovan er opin
Månadag: 10-12
Tysdag: Stongt
Mikudag: 14-16
Hosdag: 14-18
Friggjadag: 14-16
Tilhaldið er opið fyrsta
fríggjadag í hverjum mán-
að kl. 14.30-16.30
Læknavaktir
Tórshavn:
Selvi W. Olsen,
tlf. 16611, leygardagin
Annika Olsen,
tlf. 17700, sunnudagin
SAAÐSSAG
Eysturoy:
Kári Rasmussen,
tlf. 47010, leygardagin
Hålvdan Simonsen,
tlf. 41490, sunnudagin
Norduroyggjar:
Sigrid Nónsgjógv,
tif. 56400
Tannlæknavakt,
Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst
leygardag, sunnudag og
halgidagar kl. 13-14. Tlf
14544
KROSSORÐAGÁTA
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: GORFUGLURIN
F3
sl] |)
|
leygardag
verður krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum
røttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein av niðanfyri
nevndu bókum frå Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av
hvørja tå best kundi hugsad tær).
Fyri at verða við i dråttinum um vinningin, må loysunar-
orðið vera okkum í hendi i seinasta lagi hósdagin. Vinn-
arin verður saman við loystu gåtuni kunngjørdur í blað-
num næsta leygardagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn - og viðmerkið=Krossorðagátanr. = <ábjálvan
Vinnari: Bogi Erlingsson
Rasmussargeta 7
100 Tórshavn
Loysunar-
orðið
Navn
Bústaður
Bygd/býur
Lesið foroyskt — hugsið føroyskt!
J FuglariNordurhøvum
I Stjórnarskipanarmálið 1946
Spell at sólin kom upp
Politiska sega Føroya 1814—1906
JO
Føroyskir soppar
CO
É
5
E
3
(a)
z
5
Mannakroppurin — og hvussu hann starvar
DDU
Alfagurt ljóðar mín tunga (flega/ljóðband)
Bøkur og annað tilfar
— bæði innan og uttan skúlagátt.
Få
FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNUR