týsdagur 22. oktober 1996síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 203 — 22. OKTOBER 1996
Lesarabrøv
tíðindablaðið
Hugleiðingar um Lorvíksfjarðarleiðina
Hoyrdi nú ein dagin Thom-
as Arabo siga í Utvarpinum,
at norðoyingar eru so glaðir
fyri Dúgvuna, at SL fer at
royna at hava hana í sigling
eina tíð afturat, hóast illa
hevur hilnast seinastu tíð-
ina
Hevdi hug at undrast, ti
øll eg kenni her norður í
Klaksvík ganga dagliga og
skelda inn á Dúgvuna og
ósteðugu siglingina um
Lorviksfjørd. Mundu út-
varpsfólkini bara tosa við
Strandferðslustjóran henda
dagin, ella tosaðu tey eisini
við ferðafólkini, sum brúka
leiðina? Hevur ongin enn
klagað til LS, síðan stjórin
ikk: hevði føling við hýr
inum í Nordoyggjum? Hava
norðoyingar givið upp at
klaga um út av lagi vånaliga
sambandið, ella halda aðrir
føroyingar, at vit bara er
nakrir lokalpatriotiskir
kverulantar, sum ongantíð
er nøgdir?
Eg fekk ongantíð svar
uppá hesar spurningar, tí
sendingin endaði, uttan at
onnur enn Thomas Arabo,
stjóri fyri SL, fingu sagt
sína ugsan um leið 50, Lor
víksfjarðarleiðina. Síðani
hevur mær vitandi ongin
uppfylging verið av hesum
máli í Utvarpinum
Um tit nú halda, at trupul
leikarnir ikki kunnu vera so
stórir, sum vit gera teir til
so er her ein evarska lítil
smakkroynd uppá, hvat ein
kann uppliva ein tilvildar
ligan sunnudag í oktober
Tidindasending í Utvarp
inum sunnudagin 20. oktob
er, kl. 14.00. Kunngerð frá
SL um Lorvíksfjarðarleið
ina. Fyri veður siglir Dúgv
an á Fuglafjørd restina av
degnum. Siglt verður so-
leiðis: Av Klaksvík kl
15.30, 18.30 og 20.30. Av
Fuglafirði... (Hvat munnu
upplýsingarnar hjá SL fyri
sept. og okt. hava kostað?)
Ná, gesturin hjá mær
skuldi avstað við túrinum
kl. 18.30, har samband er
við leið 400 ul Havnar
Bussarnir blivu ikki nevnd
ir, so vit hildu, at:vit skuldu
ringja á farstødina at vissa
okkum, at bussarnir nú eis
ini blivu lagaðir til broyttu
siglingina hjá Dúgvuni
Kl. 15.00. Ringi á Far-
stødina, tlf. 1.6660. Svarar
ikki. Ein sigur seg hava
hoyrt, at Bil svarar fyri SL
sunnudag. Royna 1.1444
Er samband við leið
400 frá Dúgvuni í kveld?
Ajú, heldur tú ikki tað?
Tad rokni eg við
Er tað heilt sikkurt?
Tað siga tey
Hver, Strandferðslan?
Ja, tað haldi eg
! Hvussu skuldi hetta
skiljast eg gloymdi at
spyrja, um tað var samband
við báðar túrarnar. Tað er
tað ikki vanliga, men frá Bil
ljóðaði tað sum tað var
busssamband við allar túrar-
nar. Betur at ringja til SL i
Klaksvík. Svarar ikki, og
ongin telefonsvarari, sum
kundi hjálpt mær. Royni at
ringja ul eitt av starvsfólk
unum heima
- Eg haldi, at tað er sam
band, men ring á Farstødina
fyri at verða heilt sikkur
Eg so geri, royni 1.6660
og nú svarar. Sami spurn-
ingur aftur
Tad haldi eg
Eg noyðist at vita tað
ert tú heilt sikkur?
Bíða, eg skal spyrja
hoyr, kanst tú ringja aftur
um 10 min.?
Einaferð afturat, ein onn
ur ringir nú
Er busssamband úr
Fuglafirði til Havnar í
kveld?
Ja, kl. 19.05 koyrir sein
asti bussurin
Aftan á hon legði lagt
hornið á, kom eg at hugsa
um, at Dúgvan brúkar 45
min. á Fuglafjørd, so hon
ikk: klárar at verða har fyrr
enn kl. 19.15, 10 min. eftir
at bussurin er farin. Nú fóru
vit so smátt at ilskast. Vita
tey yvirhøvur, hvat tey
svara uppá? Nú hava vit
fingið so nógvar ymiskar
upplýsingar, at vit vita ikki,
hverjum vit skulu trúgva
Vit mugu heldur royna eina
ferð afturat, nú ringir ein
trida
— Er samband frå Dug
uni úr Fuglafirði i kveld?
Ja, síðst bussur fer úr
Fuglafirði kl. 19.05
Tað er 10. min. áðrenn
Dúgvan leggur at
Ná
Nú er nokk. Ringja aftur
til SL-starysfólkið her norð
um, men nú svarar heldur
ikki har. Hvat gera vit so?
Klokkan er nú 16.00, Dúgv
an siglir tveir túrar afturat í
kveld, og gesturin skal til
Havnar. Vit hava ongan bil,
og tað er ivasamt, um nakar
bussur er í Fuglafirði, tá hon
kemur yvirum. Eg bíði til
kl. 16.30, og royni so
1.6660, Farstødina, aftur
Jaaa
Gott kveld, hetta er
Annika úr Klaksvík, hevdi
tú kunnað sagt mær, um tað
er samband til Havnar við
leið 400 í kveld frá Dugvini
av Klaksvík kl. 18.30 og
20 30?
Jú, tað er samband úr
Lorvík kl. 19.20
Júmen, Dúgvan siglir á
Fuglafjørd
Aja, har fer bussurin frå
kl. 19.30
— Dugvan er ikki vid kei
fyrrenn kl. 19.15, 10 min
eftir at bussurin er farin
Ah
Bidar hann
Dugvuni?
Bida mær eitt sindur
(eitt minutt, hoyri fólk tosa
aftanfyri) Ju, bussurin
bidar
- Tusund takk. Hevdi tú
viljad gjørt mær tann beina
at sagt vid hann, sum hevur
við lýsingarnar hjá SL at
gera, um eis at nevna
bussarnar, tá ferðaætlanin
hjá Dúgvini verður broytt?
Vit hava ringt so ofta í dag
og hava fingið so nógv ym
isk svar. Vit eru neyvan tey
einastu, so tað hevdi eisini
lætt um hjá tykkum
Tad havi eg onki við at
gera, hetta er Bil. Vit svara
telefonini fyri Farstødina
sunnudag
so eftur
Hvussu nógv fólk hevur
hon tosað við í dag, ein heilt
vanligan sunnudag, tá onki
serligt hevur verið á vási her
norðanfyri? Tær fáu ferð
irnar, eg havi brúk fyri at
fara um Lorvíksfjørð, kem
ur tað sera illa við, um
Dúgvan knappliga hevur
lagt ein túr burturímillum
ti hon noyðist á Fuglatjørd,
ella at bussurin ikki er fyri
Dúgvuni, tí so sleppi eg ikki
til Havnar, uttan at eg eri so
heppin at kenna onkran
sum hevur bil vid
Hvat hugsa tey, sum ferð
ast um Lorviksfjørd hvønn
dag í skúla/til arbeiðis á
Kambsdali ella aðrastaðni?
Síðan fyrst í september eru
tey komin ov seint í skúla/
til arbeiðis nærum annan
hvønn dag. Hvat siga Post
húsið, IRF, vinnulívið? Tey
munnu hava tað nógvar
ferðir verri enn eg, tá hetta
er einasta álitið úr og til
Klaksvíkar alt heystið og
veturin. Eg veit ikki, men
eg hevði ikki latið tað á mær
sitið, uttan at gjørt vart við
meg á rætta stad, tvs. hjá
SL og í Landsstýrinum
Skil má koma á siglingina
um Lorviksfjørd, ongantíð
ov skjótt, so vit aftur hava
møguleika fyri at líta á
ferðaætlanina. Hvussu sig!
ingin skal skipast eru sikk
urt nógvar meiningar um
Ein møguleiki ofta nevndur
er at fáa Ternuna aftur. Sum
eg havi skilt, kann hon ikki
leggja at á Oyragjógv í løt-
uni fyri veður, so hetta átti
at borið til. Ein enn betri
loysn fyri norðoyingar
hevði verið, at Ternan lá í
Klaksvík sum avloysara-
skip, soleiðis at hon kundi
siglt á Lorvík, tá Dúgvan
ikk: sleppur inn. Hetta
heyði uttan iva minkað
munandi um túrarnar á
Fuglafjørð. Ber hetta ikki
til, hevði tað verið betur at
gjørt eina heysuvetrarferða
ætlan fyri Dúgvuna og leið
400/440, har Dúgvan fast
sigldi á Fuglafjørd. A hend
an hátt hevði vissa fingist
fyri, at nordoyingar kundu
komið í skúla/til arbeiðis til
ásetta tíð. Onkur heilt onn
ur loysn er kanska eisini
møgulig. Tað umráðandi er,
at hon verður funnin skjótt
Nøkur ting kunnu gerast
fyri at lætta um í tíðarskeið
num til alt er komið í rættlag
aftur. Fyrst og fremst áttu
eisini bussarnir at verið
nevndir í lýsingunum í Ut
varpinum, so ongar mis
skiljingar vóru á tí økinun
Síðani er tað eisini ein sjálv
fylgja, at starvsfólkið, sum
svarar telefonini á Farstød
mi ella á Bil, eins og Út
varpið, fáa greið boð um
allar broytingar, sum verða
gjørdar Til seinast heyði tað
verið møguligt at keypt ein
telefonsvarara ul SL i
Klaksvík, sum kundi havt
feskastu ferðaætlanina inn
spælda. Ein slíkur kostar
neyvan meira enn kr
1.000,- og kann lesast inn
av tí sama fólkinum, sum
ringir lýsingina í Útvarpið
Hugaligt heyði verið, um
onnur við uppskotum um
loysnir til siglingina um
Lorviksfjørd høvdu gjørt
vart g. Tað hevdi
kanska skundad undir eina
hart tiltrongda loysn
y ið seg
Annika
Soljóðandi bræv er í dag,
21.10.96, sent landsstýris-
manninum í Samferðslu-
málum, SL, Utvarpi Fer
oya, Sosialinum, Dimma
lætting og Norðlýsinum
DANNY TRANSPORT
— tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 19192
eN Frå
beida allan dagin.
"/ BR-leikum
Jólahjálp søkist sum skjótast at ar-
Tlf. 19929
19
KUNNGERD
um kommunuval
Smb. kunngerå landsstyrisins nr. 117 frå
16. sept. 1996 verður hervið gjørt kunn-
ugt, at val av 5 limum i Sandavågs
Bygdaráð fyri valskeiðið frå 1. jan. 1997
til 31. des. 2000, fer fram týsdagin tann
3. des. 1996.
Valevnislistar, ið kunnu hava færri, men
í mesta lagi 9 valevni, skulu latast inn
(av einum stillara) á kommunuskrivstov-
una og vera formanninum í valnevndini,
Gutta Petersen, í hendi í seinasta lagi
týsdagin tann 12. nov. 1996 kl. 18.00.
Minst 10 og hægst 25 valbærir stillarar
skulu undirrita hvønn valevnislista.
Valevnini skulu vera so skilliga lýst við
navni, starvi og bústaði, at eingin saman-
blanding við nakran annan valbæran per-
són kann standast av. Somuleiðis skal
vera hjálagdur serligur listi yvir stillarar,
har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi
og bústaði.
Eisini verður gjørt vart við, at er tað, tå
valevnislisti verður latin inn, greitt, at eitt
valevni lýkur treytirnar fyri at sleppa
undan vali, skal váttan frá avvarðandi
valevni, um at taka við vali, fylgja við.
Sandavágur tann 21. okt. 1996
Valstýrið fyri Sandavágs Kommunu
v/ Gutta Petersen, 360 Sandavágur
Kunngerð um val
Smb. kunngerð landsstýrisins nr. 117
frá 16. sept. 1996 verður hervið gjort
kunnugt, at val av
5 limum í GØTU BYGDARÁÐ
og 5 limum í GØTU SKULANEVND
fyri valskeiðið frå 1. jan. 1997 til 31.
des. 2000, fer fram
tysdagin tann 3. des. 1996.
Valevnislistar, i3 kunnu hava færri,
men i mesta lagi 9 valevni, skulu latast
inn (av einum stillara) å kommunuskriv-
stovuna og vera formanninum i val-
nevndini Måns Persson i hendi i sein-
asta lagi tysdagin tann 12. nov. 1996
kl. 18%,
Minst 10 og hægst 25 valbærir stillarar
skulu undirrita hvønn valevnislistan.
Valevnini skulu vera so skilliga lýst við
navni, starvi og bústaði, at eingin sam-
anblanding við nakran annan valbær-
an persón kann standast av. Somuleiðis
skal vera hjålagdur serligur listi yvir still-
arar, har teir eru skilliga lýstir við navni,
starvi og bústaði.
Gøtu, tann 15. okt. 1996
v/ Kommunalu Val-
nevndina i Gøtu
Måns Persson