Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-10-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 1996síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mr. 205 — 24. OKTOBER 1996 13 Lesarabræav Strandferðslan og Skotlandssiglingin »Teistin« er seldur Hetta órógvar suðringar. Teir eru av réttum — bangnir fyri, at teirra ferðasmband norð- ur um fjørð verður skert munandi, nú bert »Smyril« er til taks, og hesin eisini skal rekja Skotlandssigling ina. Suðringar hava — eisini av réttum — ilt við at:trúgva upp á lyftir frá politikkarum um, at teir ikk: hava nakað at frykta, tí nokk skulu teir fáa sitt suðuroyarskip, sum heilt vist skal verða betri enn verandi skip. Tan stóri trupulleikin er nokk, at fólkið trýr ikki upp á lyftir frá politikkarum. Tey flestu eru ikki í iva um, at ta politikkari lovar nakad, so verður lyftið ikki hildið Hetta er helst orsøkin til iv an hjá suðringum. Teir vita hvat teir hava/høvdu, men teir vita ikki, hvat teir fáa Sela av skipum »Teistin« er seldur. »Smyr- tl< skal seljast. Ongin ivi er um, at hetta er skilagóð av gerð, tí bæði skipini eru gomul. Stórar upphæddir skulu nýtast upp á skipini bert fyri at nøkta strongu al- tjóða krøv og krøv frå skipasyni. Um so var, at hesi krøv blivu uppfylt og henda stóra fløgan varð løgd í skipini, komu hesi at standa í hópin av peningi, og framvegis vóru tað tvey gomul skip, sum vit áttu Privatisering Landsstýrið hevur samtykt, at uttanlandssiglingin skal privatiserast frá 1. januar komandi. Helst er orsøkin tann, at:tað almenna vil hava eina klára skiljilinju millum tað primeru upp gávuna hjá Strandferðsluni strandfarasiglingina — og ta sekunderu uttanlandssig! ingina. Í hesum sambandi hevur Landsstýrið havt fyri spurningar hjá privatu fel- øgunum Smyril Line og Skipafelagnum Føroyar, um hesi møguliga vóru á hugað í at yvirtaka Skot landssiglingina. Sum skilst er Smyril Line ikki áhugað Hetta kann undra ein, tí fel agið hevur bert eitt skip, sum er í rakstri ca. 3 mán- aðir um árið. Hinar ca. 9 mánaðirnar liggur skipið upplagt í Keypmannahavn Felagið hevur ein fastan stab av fólki hoyrandi til skipið og á landi í umsit- ingini. Nógv av hesum fólki hevur ivaleyst lítið at gera, tá summarsiglingin hjá »Norronu« í september á hverjum ári heldur uppat Ongin ivi er um, at hesar ressoursir høvdu verið betri gagnnýttar, um felagið tók á seg at rækja Skotlandssig! ingina alt árið. Hetta heyði óivað eisini komið hotell virkseminum hjá felagnum til goðar, sum uttan iva hev ur ov lítið at gera uttanfyri summarsesongina. Til rós fyri Smyril Line so hava teir svarað greitt aftur, at teir ikki hava áhugað, tí teir meta, at Skotlandssiglingin ikki lønar seg. Hesar út rokningar eru helst gjørdar við tí fyritreyt, at Smyril Line skal gera fløgu í skip, sum bert skal sigla til Aber- deen (og møguliga víðari til Esbjerg uttanfyri summar sesongina), og at skipið bæði skal kunna taka farm og ferðafólk Snarar sannleikan til lygn og lygn til sannleika Landsstýrið hevur eisini spurt Skipafelagið Føroyar, um teir eru áhugaðir í at yvirtaka Aberdeenleiðina frá Strandferðsluni. Í staðin fyri at koma við einum greiðum svari so velur Skipafelagið — sum er part víst almenn ogn — at svara við at gera álop á teir, sum spyrja. Eisini í Krosskast sendingini í Sjónvarpinum royndi umboðið fyri Skipa- felagið at snara sannleika til lygn og lygn til sannleika Hann fekk tað at síggja út sum um tað var Skipafel- agið, sum var byrjað uppá Skotlandssiglingina, og at seinni var Strandferðslan komin og hevði tikið breyð- ið úr munninum hjá teim- um. Hetta er beinleiðis skeivt. Skipafelagið hevur bert siglt regluliga til Grimsby. Regluliga vil í hesum sambandi siga 2 ferðir um mánaðin. Sigling- in hjá Skipafelagnum til Aberdeen og Schrabster kunnu teir ikki reypa sær av Hvørki utflytarar ella inn- flytarar kunnu rokna vid hesi rutu, sum bert verður sigld í periodum, og tað er tá feskfiskaútflutningurin er uppá sítt hægsta og møgu- leiki er fyri at >skúma fløt- an omanav«. Tá »fløtin« er tikin, verdur knappliga hild- ið uppat. Soleiðis var td seinasta ár, og soleiðis er aftur í ár. At so umboðið fyri Skipafelagið kann sita og siga, at tað almenna ger seg inn á teirra rutu, er at venda upp og niður uppá tingini Oegnad skip Tað er ótrúligt, sum orð kunnu burturbeina tann nakna veruleika. Í Kross kastkjakinum førdi Skipa- felagsumboðið eisini fram, at teirra skip var væl egnað til flutningin ul Skotlands Hetta er eisini at venda upp og niður uppá tingini »Saga« er absolutt óegnað til eina rutu, sum fyrst og fremst skal nøkta tørvin til flutning av feskum fiski Orsøkin er, at skipið er eitt sokallad pallettskip, t.v.s. at tað tekur bert farm á pal ettum í lastrúmunum. Skip- ið kann als ikki taka trailar- ar. Tó kann skipið taka nak- rar fáar bingjur á dekkið, um so er, at hóskandi nøgd av farmi eisini er í lastrúm- unum í neðra. Tað ber als ikki til bert at sigla við bingju á dekkinum og tómt í neðra, tí so er stabiliteturin í vanda. Av hesum sæst, nógv tað mesta av tí feska fiskinum má flytast á pal- ettum, sum verða sendar frá avskipara við lastbili til skipið, har palettin við fiski fyrst skal standa á bryggj- uni, til trukkurin tekur hana og setur hana inn á elevat- orin, sum flytir palettina niður í lastrúmi, har aftur ein trukkur tekur palettina og setir hana uppá pláss Tá skipið er komið til Skotlands, skal all hand! ingin gerast umaftur: Pal ettin við fiskinum heintast í lastrúminum og setast á elevator. Takast av elevator og koyrast i land, har pal ettin vid fiski stendur og bidar - mangan leingi og i nógvum hita - til hon verður pakkað í trailara, sum fer víðari ul meginlandið. Hetta er tann nakni veruleiki og kann ikki burturforklårast, heldur ikki av umboðnum fyri = Skipafelagnum. Í Dimmalætting = seinasta leygardag sigur sama um- boðið fyri Skipafelagið, at »vit síggja ikki einstaka skipið sum nakra forðing Tann spurningur kann altíð loysast, men heldur hava vit lagt okkum eftir tænastuni, amboðunum, útgerðini og umskúling av starvsfólkun- um«. Hetta er burturforklår- ing av veruleikanum við lít Tað er akkurát skipið, sum er forðingin. At tænastan, amboðini og útgerðin er í lagi og at starvsfólkini duga sítt arbeiði, er nakað, sum útflytarin tekur sum givið Strandferðslan professionell Ongin ivi er um, at Strand- ferðslan - og bert Strand- ferðslan - fyrimyndarliga hevur bygt upp Skotlands- rutuna. Hesa æru kann ong- in taka frá teimum. Teir hava í áravís hildið eina støðuga rutu, sum allir av- skiparar av feskfiski uttan undantak hava kunnað stóla uppá. Teir hava havt tey mest nýmótans amboðini til taks, so sum kølitrailarar og tilhoyrandi útgerð, soleiðis at kundin hevur havt møgu- leika fyri at fylla veruna í kølitrailara inni á sínum virki, og at kølitrailarin síð- an er latin uppaftur hjá mót- takaranum å meginlandin- um. Hetta er tad vit kalla „eina óbrotna køliketu«, og hetta er neyðugt í dag, um best møguligur prísur kann fást fyri føroyskar útflutn- ingsverur. Kaj Leo Jo-hann- esen hevur áður í bløðunum gjørt vart við hendan trupul- leika, sum kostar føroyska samfelagnum hópin av pen- ingi. Eisini er hóskandi at gera vart við, at Strand ferðslan hevur bygt upp eina sera vælvirkandi uttan- landadeild við profession ellum starvsfólki. Hesi vita til fulnar, hvat tey fáast vid, og hvat ið kundin krevur Stendur í glashúsi og kastar við gróti Í Krosskastkjakinum kritis eraði umboðið fyri Skipa- BERT RIKKIur felagið Strandferðslustjór an, at Strandferðsluni ikki nýttist at hugsa um tað fíggjarliga úrslitið, tí har var bert alt undirskot, og tað almenna betalti rokningina. Sum kunnugt er Strand- ferðslan ein almennur stovnur, sum ger tænastur fyri landsins íbúgvar. Nógv av hesum loysir seg ikki fíggjarliga, men má gerast hóast tað. Tí verður hallið goldið yvir fíggjarlógina. Annarleiðis er við Skipa- felagnum. Hetta felag er eitt privat profittorienterað part- afelag, sum bert setir vinn- ing í hásæti. Felagið varð stovnað sama år sum A. P Møller stovnadi sítt heims- umfatandi skipaferðsluvirk- semi. Sigast má, at munur er á, hvussu hevur hildnast. Nú um dagarnar hevði eitt føroyskt blað gjørt sær tann ómak at analysera rokn- skapirnar hjá Skipafelagn- um og tilhoyrandi feløg. Hendan analysa vísti, at Skipafelagið nógv tey sein- astu árini undir verandi leiðslu er komið í ein synd- arligan stand. Skuldin er nógv størri enn virði av ognunum, og eginpeningur in er blástur upp við upp- skrivingargrunnum og gðr- um Tað skal meira tnn væl av sjålvsøkni og skamm- loysi til í hesi vånaligu stóðu at tora at kritisera aðr- ar fyri undirskot Grætur krokodillutár Í Dimmalætting leygardag- in grætur Skipafelagsum- boðið um, at íslendingar brosandi standa á gáttini og fylgja við, hvussu føroying- ar klandrast. Ein má undrast og spyrja, hver ið klandrast uttan hann sjálvur Hann hevur allan marknaðin fyri seg sjálvan uttan tað sindrið, sum Strandferðslan flytir til/ frá Aberdeen. Er tað ikki júst sami maður, sum nú í fleiri ár hevur samarbeitt við íslendska Samskip og sum herfyri samráddist við + Samskip um, at teir skuldu keypa stóran part av Skipa felagnum? Hetta var sum kunnugt váttað av stjóran um í Samskip í íslendsku fjølmidlunum Uppskot um loysn å Skotlandssiglingini og suduroyarsiglingini Sett verður á stovn eitt part- afelag, sum skal reka uttan- landasiglingina. Hetta part- afelag kann vera 100% ogn hjá tí amenna (sum Atlantic Airways). Eisini er hugs- andi, at privatir partaeigarar kunnu seta pening í felagið Tó má tað almenna eiga meirilutan ella hava avger- andi orði at siga. Strand- ferðslan keypir eitt kombi- nerað ferðafólka- og farma- skip, sum fyrst og fremst skal rekja siglingina millum Tórshavn og Suðuroy. Eina ferð um vikuna siglir skipið til Skotlands og aftur. Saml- aða vikutímatalið fyri Skot- landssiglingina verður roknað út, og privata parta- felagið shartrar skipið fyri hesa tíð fyri eina ávísa upp- hædd um vikuna, sum verð- ur goldin til Strandferðsl- una. Hetta skal gerast við vanliga time-charter avtalu- háttinum sum grundarlag, men seravtala um onnur ting so sum eyka manning, bunkersolju við í vikuprís- inum, avtala/leiga av útgerð etc. Alt hetta hava teir skil fyri, sum vanliga arbeiða við charter av skipum. Vit hava eisini fólk í Føroyum, sum eru von við hetta ar- beiði. Privata felagið kann húsast saman við Strand- ferðsluni, men tað er neyð- ugt, at hetta hevur egna leiðslu og somuleiðis eina prifessionella nevnd við flutningskunnleika, ti nógv- ar avtalur skulu gerast við Strandferðsluna hinumegin borði. Privata felagið kann so nýta Strandferðsluna sum landoperatør og stevedor. T.v.s. taka móti góðsinum og flyta tað umborð etc. Hetta er nattúrligt, tí Strand ferðslan hevur réttu amboð im sum t.d. tug-masters, og so ræður Strandferðslan yvir neyðuga avgreiðslu netinum um allar Føroyar til heintan/distributión av góðsi Uttanlandasiglingin hjá Strandferðsluni kann flytast . til privata partafelagið at standa fyri umsitingini av uttanlandasiglingini Einasti trupulleiki við hesum uppskoti er, at suðr- ingar fáa lækkað flutnings- stødi ein dag um vikuna Hinvegin fåa tær hækkad flutningsstødi hinar dagar um vikuna, tí neyðugt er at keypa bæði stórri og skjót- ari skip, um sama skip eisini skal reka Skotlandssigling- ina. Møguliga vilja suðring- ar tá góðtaka loysnina, og at »Dugvan« tá siglir hend- an eina dag um vikuna Við hesum uppskoti eru politisku treytirnar uppfylt- ar: 1) Smyril og Teistin seldir, 2) uttanlandasigling- in á privatar hendur og 3) betur og stórri skip til Suð- uroyarsiglingina Vinarliga Flutningsáhugaður við royndum