leygardagur 26. oktober 1996síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjórt: Blaðfólk:
Fyrltaksstjóri: Áki Bertholdsen,
Í Dani | Eiríkur Lindenskov,
Ein kreditorloysn uttan
sál — og ein onnur
Oddagrein
NYGGIR menn við nýggjum kapitali ætla sær at
gera kuppið? — Við rættuligan indignation visa
teir á, at Fiskavirking ikki klárar sínar skyldur og
tiskil skal hava almennan kapital! At hesin studni-
ngur er tiggju ferðir minni heldur enn árliga hálva
milliardin, samlaða foroyska fiskivinnan hevði fyri
neyðini, áðrenn Fiskavirking varð stovnað, verður
dult sum mansmorð og sjálvt stjórnarblaðið
Dimmalætting tykist, í sínum oddagreinum hava
gloymt, hvussu vorðið var statt, áðrenn Fiskavirk
ing varð sett á stovn
TAÐ FYRSTA. ið trokar seg á, er Spurningurin
um. hvaðan hann er komin, hesin »nyggi« vágafus!
kapitalur? Annað er so spurningurin, um vit Ikki
fara frá einari kreditorloysn til eina aðra: Ístaðin
fyri BRF og hinar, fáa vit so ikki DOK — Danielsen
Olsen/Knudsen og ávísan flokk istadin?
VERÐUR hugt nærri at, hverjir teir eru, ið ætla
at yvirtaka virkini í Fiskavirking, so ber illa til annað,
enn at staðfesta, at hetta eru tær somu kreftirnar
— somu menninir (vinnuliga og politiskt). ið spøkja
aftur og eru teir (sum burtur úr ruinunum!) ætla at
gerast nýggir panthavarar í foroyskari fiskivinnu
HVAÐAN er hann komin, hesin kapitalur? Tí tað
er stoðugt ikki til at fata, hvussu tað skal kunnað
vera akkumuleraður vágafúsur kapitalur burtur ur
einum vinnulívi, sum áðrenn Fiskavirking var sett
á stovn, mátti hava umi. 500 milliónir krónur í
studningi um árið; og sum kortini fór — fleiri enn
einaferð — av knóranum
KANN slíkt hava borið til — uttan so — at okkurt
er gjørt, sum ikki tolir dagsins ljós? Tí tað ska/ ikk
undir nøkrum umsteðum kunnað lata seg gera, at
vinna kapital burtur úr einum falleradum vinnuliv!
sum fekk studning og kortini ikki kláraði hvørk
dagin ella vegin
ÁSANNAST má, at søgan endurtekur seg og
ásannast må somuleiðis, at minnið er stutt, tå
sjålvt oddagreinsskrivarin í Dimmalætting ikki
minnist, at samlada føroyska fiskivinnan tå — eins
og Fiskavirking nu, undir einum og sama hatti —
ikki kláraði seg, uttan so stóran almennan studn
ing. at hesin studningur tók alt samfelagið av
fótum!
TEIR ætla — siga teir — at klára tað, sum samlaða
føroyska fiskivinnan — áðrenn Fiskavirking — íkki
kláraði! Teir ætla at klára tað, sum Fiskavirking
ikki kláraði, tross tað, at búskaparliga úrslitið hjá
Fiskavirking er tiggju ferðir betri, enn hjá allar! ti
fiskivinnuni — ið var áðrenn Fiskavirking?
IKKI áðrenn — ikki ímeðan — og ikki aftan á
Fiskavirking, hevur nakar vinningur verið at heimta
í føroyskari fiskivinnu, hvorki til lands ella til vatns
— og kortini so bjóða teir somu, sum råddu fyri
borgum, tå alt føroyskt vinnuliv og alt tað føroyska
samfelagið fór av knéranum, seg fram við nóg
mikið av vågafusum kapitali til tess at kunna gerast
okkara nýggju kreditorar!
TRIÐI og seinasti spurningurin er, um lønsemi í
heila tikið er málið við skiftandi kreditorloysnum?
Er tað so umráðandi at reka føroyska fiskivinnu
við vinningi? — tå at kalla somu kreftir — uttan at
hava havt vinning — kortini eru førar fyri at leggja
so nógvan vågatusan kapital á borðið, ot hesar
kreftir gerast nýggir panthavarar og sostatt nýggju
kreditorarnir hjá tøroyskari fiskivinnu?
BRF ella DOK: Ein kreditorloysn og ein onnur?
Er tað ikki eitt feitt?
OG KORTINI: »Uttan sål«, segði tingformaðurin!
— »gongur tað ikki«. Man hann ikki meina við, um
henda sálin hevur rætta sambandið við hægri
maktir, sum t.d. tað samband, sum DOK hevur til
bæði figgjar- og fiskimålarådharran í Tinganesi?
Sosialurin
Telefon: 11820
Uger upsetin og pet
Teletax. 14720
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum e-mail:
Postadr: Postsmoga 76, sosialur & olivant.fo |
110 Tórshavn 7
ed
Vågur - eitt eymt punkt
Í vitalu við Sostalin tys
dagin sigur Jónsvein Knud
sen, at fær Vinnubólkunn
øll virkini, so verða 10-11
virkir opin framyvir, írokn
að virkimi í Klaksvík og
Hvalba Tó er ikki ringt at
rokna út, at tey virkir ið
hava verið stongd seinastu
árini framyvir eisini verða
Y 10 sviðið sød
Uppå fyrispurning um
virkið í Vági svarar Jón-
svein, at Vágur hevur altíð
verið eitt eymt punkt, og
hann heldur at Vágbingar
standa ikki serliga væl sam
an
Sum ein av teimum, ið
hava staðið á odda í Fiska
virking so eigur Jónsvein
Knudsen at vita, hvar tað
eyma punktið við virkinum
í Vági er. Er tað kanska í ov
góðum standi í mun til onn
ur virkir. Er tað kanska ov
væl utgjørt í mun til onnur
virkir, ella hvar liggur tað
eyma punkuð
Tá tú sigur. at vågbingar
ikki standa nóg væl saman
so eiga tit at kenna tað av
egnum royndum
Vágbingar vístu, hvat
týdning samanhald hevur, tá
tit, ið tá stóðu frammaliga í
Fiskavirking við einum
snigálopi ætlaðu at tema
nakrir berir veggir eftir á
kajum! í Vági í dag
Samanhaldið hevði eisini
stóran tydning, tá skipini
blivu keypt aftur til Vágs
aftar.á stóra steðgin, ið rakti
bygdina
Tað. at fleiri smærri virkir
eru bygd í Vági seinastu tíð-
ina, er ein fylgja av, at nakrir
røvarar vildu leggja alt inn
undir seg. og ikki tordi at
lata virkið í Vági vera opið
Tað kann altíð vendast
aftur til mátan hettar varð
gjørt uppá. á einum øðrum
sinni
aa
virkið í Vági fyri útgerð
Stóðu vágbingar ikki saman
tå. so vóru í besta lagi bert Henrik Old
Javnrætt millum
barnafamiljur við einari
og tveimum inntøkum
Sosialurin týsdagin gjørdi
nógv burtur úr réðu og
stæðu mini á seinasta bý-
ráðsfundi fyri kommunal
um kontantbarnastyrki og
ímóti tí mismuni, sum sit
andi býráðsmeirilut ger
móti teimum barnafamilj-
um, ið fegin vilja, men ikki
hava ráð til at ansa børnum
sínum heima
Ég var við í tí býráðs-
meiriluta, sum á sinni setti
í verk ta skipan, at foreldur
sum valdu, at annað teirra
arbeiddi heima og ald: egin
småbørn upp, skuldu fáa út
goldnan barnastyrk, åvika
vist uml. 8 og 10.000 kr. í
samsýnjng árliga, lutvíst tí
tað sparth býráðskassanum
23000 kr í almennar!
harnaansing pr. barn
Tå valdu nógv foreldur
at annað teirra fór úr arbeiði
og heim at vera um egin
børn
Hesa skipan setti sitandi
byrådsmeinluti (Samband,
Tjóðveldi og Javnadur) úr
gildi frå 1993. Umberingin
fyri at taka hesa samsýning
frá foreldrunum, sum pass
aðu egin børn, var sparing
Veruliga orsøkin var nokk
heldur sosialistisk: målsetn
ingurin at reka foreldur út
úr heiminum, so børnini
verða uppald av profession
ellum (vinstravendum) ped
agogum
Nokk slapp kommunan
nakrar uml. 5 mió. kr bil
igari á pappírinum. Men tað
noyddi nógv foreldur at
senda børnini út á veggu
stovu og barnagarð, tí bæði
noyddust út á arbeiðsmark
naðin Tey kláraðu seg ikki
bert við einari inmtøku long
ur, tå barnasamsyningin
varð tíkin frá teimum. Men
av tí at:lítið arbeiði var,
máttu nógv stinga í sekkin
og rýma av landinum
Av ti at almenn barnarøkt
kostar býráðskassanum
hálva triðju ferð meir enn
samsýning til foreldur fyri
at passa egin børn, hevur
henda »sparing« ivaleyst
verið dýrari fyri byråd og
land enn beinleiðis barna
styrkurin til heimaarbeið
andi húsmóðrina
Ég eri framvegis sann-
førdur um, at 120 er rætt at
geva øllum foreldrum figg)
arligt frælsi til at velja, um
tey vilja sjålvi ella vilja fáa
onnur at ansa børnunum
undir skúlaaldur. Velja tey
at annað teirra arbeiðir
heima, meðan børnin: eru
smá, og spara tey harvið
samfelagnum hesa útreiðslu
fyri almenna barnaansing.
eiga hesi foreldur at fáa á
vísa samsýning
Tað er áhugavert at
síggja. hvussu Sosialurin
longu nú undan býráðsval
inurh roynir at halda Fólka
flokkin uttan fyri komandi
samgongu. At gera stæðu
mina fyri figgjarligum val
frælsi til foreldur í barna
ansingini til ein kardinal
spurning í skipan av kom
andi býráðssamgongu, virk
ar sekt og pátikið. Sjålvsagt
royna tey mest vinstrahallu
at varðveita mismunin mill
um heim og almennan
stovn, millum barnaforeldur
og barnapedagogar
Henda mismun ætli eg at
stríðast fyri at rætta av øll
um alvi, soleingi eg eri val
dur
Neyvan tosar Sostalunn
vegna alla ta sitandi sam
gonguna í hesum máli. Í
hvussu er máttu tey try sam
bandsfólkini skilt stæðu
mína og tikið undir við sam-
sýning fyri heimaansing
uttan mun til, hvussu bý
ráðsvalið tørnar út
Men tá Sosialurin dregur
partamann min, Jan Christ-
jansen, upp í henda spurn-
ing, er tað bert fyr at såå
split og darva møguleika
Fólkafloksins at føra fri
sinnaðan politikk eftir |
januar. Jan man vita, hvussu
umráðandi tað er í politikki
at hava fastar felags stæður
til prinsippmál sum hettta
undan einum vali. Ætlar
onkur annar at slaka fyri
hesum grundleggjandi kravi
mínum um figgjarligan
javnrætt í barnaansingini,
eru tey vælkomin til tess
eftir býráðsvalið
Øllum tykkum sum
ringdu sendu tele-
gramm og á annan hált
gjørdu okkum gullbrúd-
leypsdagin ógloymandi,
takka vit hjartaliga
Ein serstøk tøk til dótt-
ir okkara Liss vid huski
fyri teirra stóra leiklut.
og til vinir okkara í Dan-
mark, sum vóru saman
við okkum á hátíðar-
degnum
Páll Petersen,
býráðslimur
Fólkaflokkurin
Joenna og Magnus
Pauli Johannesen,
Vestmanna
Tøkk
Øllum tykkum, sum í sambandi við åttati ára
fødingardag mín gleddu meg við uppring-
ingum, telegrammum, blómum og gávum,
takki eg hjartaliga
Serstakliga takki eg øllum tykkum, sum
ómakaðu tykkum at vera saman við mær til
gestaboð í Lauritsargøtu leygarkvøldid. Tit
gjørdu mær stundina so minniríka
Tekk fyri.
Dánjal J. Bærentsen
—