mikudagur 30. oktober 1996síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mr. 209 — 30. OKTOBER 1996
Verður víst í arpi
Strongest Viking kappingin
er einaferð um árið. Hon
skal eitast at verða norður
landameistaraskapið, men
veruleikin er, at tað ikki
bara eru menn úr norður
londum við. Eitt dømid er
týskarin, sum vann kapp
ingina í fjør, men Regin sig
ur, at fyrireikararnir vanliga
bjóða luttakarum úr ødrum
londum uttanfyri norður-
londini við eisini. Tað hevur
við sær, at kappingin verður
meira spennandi og torfør
ari, og jú meiri spennandi,
hon verður, betri eru møgu
leikarnir hjá fyrireikarunum
at fáa inntekur frá eitt nú
sponsorum
Sjónvarpsrættindini fáa
fyrireikararnir eisini meira
fyri, jú stérri áhugin er fyri
kappingini. Og so vítt Regin
veit, hevur danska TV3
keypt rættindini til at senda
frá hesi kappingini, so tað
er ikki óhugsandi, at tey,
sum síggja TV3 í Føroyum,
einaferð seinni fara at síggja
kappingina í sjónvarpinum
Skúlin má
møguliga bíða
Aftaná kappingina á Mau
ritius, segði Regin, at hann
allarhelst fór at royna at ger
a seg lidnan við skúlan, áðr
enn hann av álvara fór at
luttaka í fleiri styrkikapp-
ingum
Regin gongur á Sjómans
skúlanum, og skuldi eftir
ætlan verið liðugur næsta
summar. Men nú sigur
hann, at hann møguliga fer
at slaka eitt sindur upp å
skúlan, og fer at gera meira
burturúr styrkikappingum
Tað er so umráðandi at
verða við í so nógvum
kappingum sum gjørligt,
skalt tú einaferð kunna gera
teg galdandi. Ég verði tí
helst ikki liðugur við skúlan
í summar, tí næsta ár ætli
eg at vera við í so nógvum
kappingum, sum eg kann
Eg ætli mær at satsa eitt
sindur nú og so royna at fáa
skúlan lidnan, síðuleypandi
við at eg styrkivenj! og
luttaki í kappingum, sigur
hann
Kappingin í Danmark um
víkuskiftið verður tó tann
einasta, hann luttekur í, 120
sum eftir er av árinum
Sponsoravtalu
Regin hevur gjørt eina
sponsoravtalu við Føroya
Fiskasølu, Føroya Spari-
kassa og Fotobúðina um
hesa kappngina, hann nu fer
til
Men, sigur hann, tað er
ikki nokk, skal eg koma
víðari og til fleiri kappingar
í komandi ári
Ég má tí finna fleiri
sponsorar, sum eru til reiðar
at gjalda so mikið, at eg
sleppi til so nógvar kapp-
ingar, sum gjørligt. Tað
nyttar einki, um eg havi eitt
fulltíðararbeiði, tí so fái eg
ikki vant nóg nógv, og har-
afturat eru so nógvar ferða-
útreiðslur, sum eg ongan
møguleika havi fyri at
fíggja sjálvur
Síðani eg kom aftur av
Mauritius, havi eg mett
hópin av fólkið, ið eggja
mær til at halda áfram nú
Øll eru sera positivt inn
stillaði, og halda, eg fekk
eitt gott úrslit á Mauritius
Hann sigur, at hann er far
in í holt við at finna spon
sorar, og vónar at okkurt
vísur seg skjótt, tí nú hevur
maðurin, sum telist millum
átta teir sterkastu í heim
inum, veruliga hug til at
royna seg í styrkikapping
um uttanlanda
tíðindablaðið
ai ILL:
Teir báðir cylindararnir, sum Regin hevur fingið Skipasmidjuna í Havn at gera til sín. Hvor cyli
ar 125 kilo
Mynd: Kalmar Lindenskon
13
Uppundir kappingina hevur Regin eisini vant dúgliga í Fragd og fimi
Regin Vågadal, Magnus Ver Magnusson, heimsin sterkasti maður úr Íslandi hann hevur lyft vektir og annars styrkivant
og Tony Dam á Mauritus fyri einum mánaða síðani Mynd: Kalmar Lindenskor