fríggjadagur 3. oktober 2003síða 1
Tekstur á síðuni
1
Framstig fyri diabetikarar:
Landsstýris-
maðurin
tekur nýggj stig
Arbeiðsmarknaður:
Nýggj skipan
innan eitt ár
síða 4
síða 3
síða 14
Tordur á 20 ára degnum:
Trivnaður kemur
ikki av sær
sjálvum
Leygardegin letur upp framsýning við
listarverkum hjá Hansinu Iversen upp í
Listaskálanum í Havn. Hansina sigur um
myndirnar, at tær eru gjørdar við júst tí
rúminum í huga, har tær koma at hanga.
Strokini, litirnir og formarnir fevna
rúmið við rørslu, sum hvørki endar ella
byrjar
Strok
uttan
byrjan
ella enda
Nr. 187 • fríggjadagur • 3. oktober 2003 • 77. árgangur • Kr. 12,00
VÍF fær
nýggjar
útlendingar
síða 2
síða 18
Fíggjarlógin ridlar
Samgongan er ikki samd um, at Føroya Tele skal rinda vinningsbýti komandi ár. Og Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, er ímóti, at Barsilsskipanin verður flutt á partarnar á arbeiðsmarknaðinum ígjøgnum
fíggjarlógina
FÍGGJARLÓG
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Fíggjarlógin er sum ein illa
seymað rullipylsa, sum dettur
sundur, tá hon fer í grýtuna.
Soleiðis tók ein politiskur
skemtari til, tá fíggjarlógin
varð almannakunngjørd týs-
dagin. Og líkt er til, at tað eru
viðurskifti, sum kunnu fáa
vakra avlopið á 100 milliónir
krónur at ridla, tá lógin kemur í
løgtingið. Í øllum førum er
greitt, at semja ikki er í sam-
gonguni um allar postar í fíggj-
arlógini.
Bjarni Djurholm landsstýris-
maður hevur í einum brævi til
Fíggjarmálaráðið gjørt greitt,
at hann ikki góðtekur upp-
hæddir á hansara øki, sum eru
settar í fíggjarlógina ímóti vilj-
anum hjá Vinnumálaráðnum.
Í einum brævi frá 18. sep-
tember til Fíggjarmálaráðið
sigur hann, at hann ikki tekur
undir við, at barsilsskipanin
verður løgd út á partarnar á
arbeiðsmarknaðinum uttan víð-
ari. Og í somu vending mót-
mælir hann, at Fíggjarmálaráð-
ið hevur álagt Føroya Tele at
rinda 17 milliónir krónur í
vinningsbýti næsta ár. Hetta
eru viðurskifti, sum hava ávirk-
an á bæði inntøkur og útreiðsl-
ur á fíggjarlógini fyri 2004.
»Undirritaði er av tí fatan, at
skal barsilsskipanin leggjast út
til partarnar á arbeiðsmarknað-
inum at gjalda og umsita, so
skal hetta gerast í samráð við
arbeiðsmarknaðin og ikki sum
partur
av
fíggjarlógarupp-
skoti«, skrivar hann.
Greitt tykist sostatt, at tað
ikki er ein avtala, sum øll sam-
gongan hevur gjørt, at Føroya
Tele skal rinda 17 milliónir
krónur í vinningsbýti. Og iva-
samt er somuleiðis, um undir-
tøka fæst fyri at hækka gjaldið
hjá løntakarum og arbeiðsgev-
arum til barsilsskipanina úr
0,25 prosentum upp í 0,40
prosent av lønini.
síða 5