Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 187 - 3. oktober 2003 Nr. 187 - 3. oktober 2003 3 Tann fyrsta einkarframsýn- ingin í Føroyum hjá Han- sinu Iversen letur upp í Listaskálanum í Havn leygardagin 4. oktober. Framsýningin er opin til 26. oktober. Framsýningin er gjørd til Listaskálan. Hon er í einum rúmi í tí sonevnda gamla partinum í Listaskálanum. Í innbjóðingini til ferni- seringina, sum verður leyg- ardagin klokkan 16, skrivar Hansina Iversen: Myndir- nar, sum her hanga, eru gjørdar við hesum rúmin- um í huga. Strokini, litirnir og formarnir fevna rúmið við rørslu, sum ikki endar ella byrjar... Hansina hevur givið framsýningini heitið »Strok«. Hon hevur havt heitið í huga av tí, at orðið hevur fleiri týdningar, til dømis síggjast penslastrok- ini væl á løriftinum, og so sjálvandi tað, sum eyð- kennir listafólk yvirhøvur: Hugflogið strýkur og sveimar. Á framsýningini eru 19 málningar. Hansina hevur brúkt olju á lørift. Hansina Iversen, sum er 37 ára gomul, hevur út- búgving frá listarskúlum í Íslandi og Finnlandi. Hon er úr Havn, men er nú bú- sitandi í Keypmannahavn. Hansina hevur verið við á fleiri ólavsøkuframsýning- um og várframsýningum umframt summarframsýn- ingum í Norðurlandahúsin- um. Í útlondum hevur hon havt síni verk við á Den Frie í Keypmannahavn, í Berlin, Helsinki og Reykja- vík. Enn er einki úrslit komið burtur úr samráðingunum millum Handverks- meistrafelagið og handverkarafeløg- ini Føroya Handverkarafe- lag og Landsfelag Hand- verkaranna samráðast saman um nýggjan sátt- mála við Føroya Hand- verksmeistarafelag. Havnar Handverkarafe- lag er limur í Landsfelag Handverkaranna. Verandi sáttmáli fór úr gildi týsdagin á midnátt, og síðani miðskeiðis í september mánaði hava partarnar tosa saman um nýggjan sáttmála, men enn er eingin semja gjørd. Eftir tvey samráðing- arumfør komu semings- menninir upp í samráð- ingarnar, nú sáttmálin gekk út 30. september. Semingsmenninir út- settu eitt møguligt verk- fall til 8. oktober á mid- nátt. Tá ið semingsmenn- inir komu upp í sam- ráðingarnar var støðan tann, at meistararnir vildu lata 1,08 í lønar- hækking í ár og tað sama næsta ár. Hetta vildu handverkararnir ikki góðtaka. Samráðingarnar hava ligið stillar, men nú verður bíðað eftir, at nýggir semingsmenn taka samráðingarnar uppaftur. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum á ymiskan hátt mintust meg á 70 ára føðingardegi mínum. Alma Petersen Handverkarar royna at smíða nýggjan sáttmála Hansina í Listaskálanum Kunngjørt verður at okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Lena Olsen ættað úr Tjørnuvík andaðist týsdagin 30. september í Eldrasambýlinum í Vestmanna, 98 ára gomul. Jarðarferðin verður leygardagin 4. oktober kl. 14.00 úr Adventistakirkjuni í Havn. Familjunnar vegna Súnfríða Tey, ið vilja minnast Lenu, kunnu ístaðin fyri blómur ella krans lata eina peningagávu til hjálparfelagsskapin hjá Adventistasamkomuni ella til Eldrasambýlið í Vestmanna, konto í Føroya Banka. Álit um diabetes handað heilsumálaráðharranum: Diabetikarar fáa betri umstøður Fyri 1,4 milliónir skulu nýggj stig takast fyri typu 2 dia- betikarar í Føroyum við øktum ambulat- oriivirksemi, reglu- ligari starvsundir- vísing, øktari upplýs- ing, diabetesskúla, bóklingi og øðrum. Hetta eru tilmælini frá arbeiðsbólki, sum hósdagin 1. septem- ber handaði heilsu- málaráðharranum Bill Justinussen álit um typu 2 diabetes sjúkuna DIABETES Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Bill Justinus- sen, setti 29. januar 2003 ein arbeiðsbólk at gera álit um viðgerðarviðurskiftini hjá sjúklingum við typu 2 diabetes. Flestu diabetikar- ar hava typu 2 diabetes, sum er ein veikari útgáva enn typa 1 og tískil eisini torførari at uppdaga og staðfesta. Hósdagin 1. september handaði arbeiðsbólkurin landsstýrismanninum álit- ið, og Jens Andreassen, deildarlækni á Lands- sjúkrahúsinum, helt fyri- lestur um úrslit og tilmæli, bólkurin er komin fram til í arbeiðinum. 20 ár uppá spæl Í lýsingunum av viðgerðar- tørvinum hjá typu 2 diabe- tikarum er sambært álitin- um ein høvuðsstrupulleiki, at sjúkan ofta verður seint staðfest og uppdagað, ofta eftir at hon hevur gjørt um seg í 10 ár. - Við viðgerð kann lívið hjá einum diabetikara leingjast við umleið 20 ár- um, umframt at lívsgóðsk- an kann økjast munandi, og tískil stendur nógv uppá spæl, segði Jens Andreas- sen í fyrilestri sínum hós- dagin í Heilsumálaráðnum. Á henda hátt leggur ar- beiðsbólkurin stóran dent á undirvísing og upplýsing av typu 2 diabetes, har sjúklingurin fær innlit í álvarsligu sjúkuna og kann taka støðu til tey mongu medisinsku viðgerðartil- boðini, sum í dag kunnu veitast og standa sjúkling- inum frítt í boði. Umframt undirvísing og upplýsing er eftirlit sam- bært arbeiðsbólkinum ein týðandi partur, og eigur hvør sjúklingur sambært reglunum at kannast fýra ferðir um árið. Vekt, feitt- innihald, nýru, blóðtrýst, elektrokardiogram (EKG) og miðalblóðsukur eru nøk- ur dømi um, hvat læknar eiga at hava eftirlit við hjá einum diabetikara. Ambulatorriivirksemi í Klaksvík og Suðuroy Eftir at hava lýst viðgerð- artørvin hjá typu 2 diabe- tikarum í Føroyum vísti Jens Andreassen á nakrar ítøkiligar broytingar, bólk- urin skjýtur upp í álitinum. - Ein av niðurstøðunum er at fáa sett á stovn am- bulatoriivirksemi í Klaks- vík og Suðuroy í tøttum samstarvi við Landssjúkra- húsið, umframt at am- bulatoriivirksemið í Havn verður økt við samsvarandi uppnormeringum, vísti Jens Andreassen á. Umframt hetta eru onnur tilmæli í álitinum at skipa regluliga undirvísing fyri starvsfólk tengd at økinum, at seta á stovn diabetes- skúla og skapa møguleikar fyri elektroniskum dia- betesjournali, og eisini ynskir arbeiðsbólkurin at gera ein bókling til diabe- tikarar og at kunna veita sjúklingum elektrofysio- logiska kanning av hjart- anum. Jens Andreassen greiddi víðari frá, at diabetesam- bulatoriini skulu profilerast eftir førimuni við kostráð- gevum, diabetessjúkrarøkt- arfrøðingar og læknum. 2400 tilburðir í Føroyum Hóast eingi ávís tøl eru gjørd í Føroyum, vísti Jens Andreassen við støði í donskum hagtølum á, at umleið 2400 typu 2 diabe- tikarar kunnu væntast at vera í Føroyum. - Samanbera vit við danir eru í dag 1200 typu 2 dia- betikarar í Føroyum, sum eru tilvitaðir um sjúkuna, og aðrir 1200 sjúklingar, sum ikki vita, at teir hava álvarsomu sjúkuna, segði Jens Andreassen í framløg- uni vegna arbeiðsbólkin. Lagt varð afturat, at málið júst er at fáa upplýst og staðfest sjúkuna skjótast gjørligt, tí diabetes sjúkling- ar uttan viðgerð doyggja alt ov tíðliga av heila og hjartatrupulleikum. Bill vil fremja broytingar Eftir fyrilesturin hjá deild- arlæknanum tók heilsu- málaráðharrin Bill Justin- ussen stutt orðið, og vísti hann á takksemi sítt fyri álitið og vísti í sama við- fangi á, at Heilsumálaráðið ynskir at fremja broytingar og virka fyri framstigum á økinum. - Vit fara aktivt at arbeiða fyri, at tilmælini frá ar- beiðsbólkinum verða ging- in á møti og tiltøkini sett í verk, og eftir mínum tykki er talan um ein bíligan og góðan pakka, arbeiðsbólk- urin er komin fram til, vísti Bill Justinussen á. Sostatt er allar orsøkir at vænta mennandi átak frá politiskari síðu í framtíðini, og skulu tilmælini fylgjast hjá arbeiðsbólkinum skal 1,4 millión nýtast at basa typu 2 diabetes í Føroyum í framtíðini. Havnarkórið á Norðurlandaferð Leygardagin fer Havnarkórið at fram- føra kór- og dansiskrá í Kommunuskúla- høllini í Havn Sum fyrr fráboðað hevur Havnarkórið havt í umbúna at gera eina konsertferð til skandinavisku høvuðsstað- irnar, og við góðari undir- tøku frá sangarum og pen- ingajáttandi myndugleik- um, stovnum og fyritøkum verður ferðin, sum gongur yvir Keypmannahavn, Uppsala, Stockholm, Hels- inki og Oslo, nú veruleiki í tíðarbilinum 9.-19. oktober. Havnarkórið hevði kon- sertir seinasta vikuskifti, har fólk fingu høvi at hoyra tað, sum kórið fer at fram- bera í kirkjum á hesari rundferð. Í morgin býður kórið aftur til konsert. Hesaferð er tað verðsliga skráin, sum verður at hoyra. Umframt at syngja løg og satsir eftir Jógvan Waag- stein, Alexander Enniberg, Hans J.Højgaard, Knút Ol- sen, Hans E. í Brekkunum, Kára Bæk, Bjarna Restoff, Paula í Sandagerði, Sunleif Rasmussen, Vagn Holm- boe, Karl Clausen og eisini europeiskar og norður- lendskar kórsatsir, fer Havnarkórið sum vant á uttandsferð tess at sýna fram føroyskan dans við dansispølum. Konsertin í morgin verð- ur í Kommunuskúlahøllini kl. 16.00. Jens Andreassen, deildar- lækni, hevði framløgu vegna arbeiðsbólkin, sum hósdagin handaði Bill Justinussen álit um typu 2 diabetes. – Lívið hjá einum sjúklingi kann leingjast við 20 árum, fáa teir viðgerð, og tað er m.a. okkara uppgáva, segði Jens Andreassen Samlaðar útrokningar frá arbeiðsbólkinum um nýggjar ætlanir: C M Y K 3 2 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Prísur fyri hvønn úr kr. 600,-