fríggjadagur 3. oktober 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 187 - 3. oktober 2003
Nr. 187 - 3. oktober 2003
5
Nýggj skipan innan eitt ár
Partarnir á arbeiðs-
marknaðinum eru nú
til reiðar at samráðast
um skipan til loysn á
ósemjum á arbeiðs-
marknaðinum
ARBEIÐSMARKNAÐUR
Rigmor Dam
Hóast særdar kenslur og
gamalt agg greitt kom til
sjóndar á pallborðsfundin-
um millum partarnar á ar-
beiðsmarknaðinum í Út-
varpshøllini mánakvøldið,
eydnaðist tað kortini at
røkka semju um, at tíðin nú
er búgvin til, helst innan
eitt ár, at ein loysn verður
funnin á áralongu trætuni
um skipan av gerðarætti í
onkrum líkið.
Arbeiðsbólkurin,
sum
landsstýrismaðurin í vinnu-
málum, Bjarni Djurholm,
hevur sett at arbeiða við
málinum, verður karmur
um samráðingar millum
partarnar á arbeiðsmarkn-
aðinum.
Hetta var høvuðsniður-
støðan á fundinum, sum var
í útvarpshøllini, har spurn-
ingurin um, hvat kann ger-
ast fyri at fáa betri lag á
føroyska arbeiðsmarknað-
inum var settur. Endamálið
við fundinum, sum varð
fyriskipaður av Javnaðar-
flokkinum, var at fáa ymsu
sjónarmiðini fram, um-
framt greiðar grundgeving-
ar fyri teimum. Umboð fyri
arbeiðsmarknaðin og polit-
ikarar úr fýra størstu flokk-
unum vórðu bodnir við at
kjakast um heita evnið.
Tí eitt er eyðsæð, ikki er
lætt hjá hvørgum partinum
at taka mótpartin fyri fult,
hetta gjørdist greitt longu
frá fyrstu løtu. Tí tað, sum
flestu luttakarar í kjakinum
sóu sum størstu forðingina
fyri einum fruktargóðum
samstarvi var, at partarnir
ikki vísa virðing fyri mót-
partinum, og at álitið so-
statt ikki er av tí besta.
Politisk uppílegging
Eitt stríðsmálið hevur eitt
nú verið, hvør skal greiða
ósemjur á arbeiðsmarknað-
inum, partarnir sjálvir, ella
um politiski myndugleikin
skal leggja uppí.
Umboðið fyri Vinnuhús-
ið, Bjørgfríð Ludvig, kundi
hugsað sær, at lóggivið var
um ein fastan gerðarætt, og
umboðið fyri Fíggjarmála-
ráðið, Tummas Magnussen
eftirlýsti lóggávu um ar-
beiðsrætt.
Her vístu umboðini fyri
fakfeløgini,
Gunnleivur
Dalsgarð frá Starvsmanna-
felagnum
og
Ingeborg
Vinther frá Føroya Arbeið-
arafelag á, at so leingi pol-
itiski myndugleikin í heil-
um hóttir við at leggja upp í
og taka ræðið av feløgun-
um, er ilt at hava álit á mót-
partinum.
Eitt nú segði Ingeborg
Vinther tað vera nærum
ógjørligt at fáa arbeiðs-
gevarasíðuna at viðvirka til
at gera karmar fyri loysnir á
trætum á arbeiðsmarknað-
inum, so leingi sum pol-
itiski myndugleikin alsamt
kemur við útmeldingum.
Sum hon segði, so bendir
alt á, at bæði tann almenni
og privati arbeiðsgevara-
parturin alla tíðina hevur
bíða eftir, at Løgtingið skal
leggja uppí. Tí er einasta
háttur at betra um viður-
skiftini á arbeiðsmarknað-
inum, sambært Ingeborg
Vinther, at arbeiðsgevarin
ikki framhaldandi roynir at
kasta ábyrgdina yvir á Løg-
ting og Landsstýrið, og
samstundis er eisini av
størsta týdningi, at Lands-
stýrið ikki leggur seg út í
viðurskiftini á arbeiðs-
marknaðinum.
- Mótparturin má duga at
skilja, at ein treyt fyri at ein
skipan skal koma at rigga,
er, at allir partar taka undir
við henni, og at eingin kann
smoyggja eina skipan yvir
fakfeløgini, segði Ingeborg
Vinther, sum saman við
Gunnleivi Dalsgarð legði
landsstýrinum eina við ikki
at leggja uppí arbeiðið at
gera nýggja skipan til at
loysa ósemjur á arbeiðs-
marknaðinum, men at lata
partarnar
sjálvar
loysa
arbeiðsmarknaðarmál.
Gongu feløgunum á
møti
Og hetta er eisini tað, sum
Landsstýrismaðurin
í
Vinnumálum, Bjarni Djur-
holm er komin fram til,
eftir onkra miseydnaða
roynd at fáa í lag eina
skipan um loysn á ósemjum
á arbeiðsmarknaðinum.
Tí legði hann í orðaskift-
inum dent á, at arbeiðs-
bólkurin, sum hann nú hev-
ur sett niður, skal vera
mannaður við trimum um-
boðum fyri løntakararnar
og trimum umboðum fyri
arbeiðsgevararnar, umframt
ein óheftan formann, sum í
hesum førinum verður Kári
á Rógvi, løgfrøðingur.
- Arbeiðssetningurin til
arbeiðsbólkin er breitt orð-
aður, so talan er ikki um at
smoyggja nakað niður yvir
partarnar á arbeiðsmarkn-
aðinum, segði Bjarni Djur-
holm, sum eisini metti útlit
vera fyri, at nevndin innan
hesar karmar kann náa ætl-
aða málinum, nevniliga at
røkka eini semju á økinum,
sum antin kann vera avtal-
að, ella lóggivið verður um.
- Haldi sjálvur tað vera
skilabest at forankra semj-
una í lóggávu. So kenna
allir partar ábyrgd mótvegis
nýggju skipani, ikki minst
politiski
myndugleikin.
Men tað fara so partarnir á
arbeiðsmarknaðinuim
at
avgera, segði Bjarni Djur-
holm, sum í fyrstu syftu
hevur sett tíðarætlanina so-
leiðis, at bólkurin skal
verða liðugur við arbeiðið í
seinasta lagi 31. januar
2004.
- Gongur arbeiðið væl, er
hugsandi, at møguligt lógar-
uppskot kann leggjast fyri
løgtingið áðrenn seinasta
framløgudag, uml. 5. mars.
Er skotbráið ov stutt, so
verður tíðarætlanin sjálvsagt
broytt. Arbeiðið stendur og
fellir ikki við ásetingini av
eini
dagfesting,
tvørturímóti. Arbeiði fer at
taka ta tíð, sum er neyðug,
segði Bjarni Djurholm, sum
við hesum arbeiðið hevur
ásannað, at lítið og einki er
hent á økinum í ártíggju, og
tí heldur tað verða rætt, at
politiski myndugleikin nú
tekur stig til at slóða fyri
nýggjum skipanum, sum,
eftir hansara tykki, lóggev-
ast skulu fyri.
Bjørgfríð Ludvig frá Vinnuhúsinum og Ingeborg Vinther frá Føroya Arbeiðarafelag
Eyðfinnur Jacobsen og Hermann Oskarsson vóru við í kjakinum
Kaj Leo Johannesen var ein
av politikarunum, sum var
við á fundinum
Nevndin, sum Bjarni Djurholm hevur skotið upp at
seta, at viðgera uppskot til skipan ella løgtingslóg
um arbeiðssemjur, hevur henda arbeiðssetning:
Nevndin skal gera uppskot til skipan, sum kann
viðgera trætumál og spurningar um sáttmálabrot
við atliti at
• skjóta viðgerð,
• at samfelagslig áhugamál verða havd í huga,
serliga at ósemjur og sáttmálabrot verða loyst í
eini rættarskipan,
• at kunna hjálpa tí partinum, sum líður undir
sáttmálabroti, at fáa sín rætt og møguliga
uppreisn, so skótt sum til ber.
Harumframt skal bólkurin gera uppskot til broyt
ingar í L. nr. 86 frá 31.03.1928 for Færøerne om
mægling i arbejdsstridigheder, semingslógin. Bólk-
urin skal endurskoða og dagføra lógina sum heild,
• gera uppskotið soleiðis, at lógin fatar um bæði
privata og almenna arbeiðsmarknaðin
• og soleiðis, at lógin hóskar til nútíðar føroyska
arbeiðsmarknaðin og siðvenju.
Fakta
Fíggjarmálaráðið
hevur sett 17 millión-
ir krónur í vinnings-
býti frá almennum
partafeløgum á fíggj-
arlógina fyri næsta ár.
Tað verður gjørt,
hóast Vinnumála-
ráðið greitt hevur
mótmælt. Skjøl í
málinum prógva, at
Karsten Hansen sigur
ósatt, tá hann vil vera
við, at øll samgongan
vil hava Føroya Tele
at rinda upphæddina
FÍGGJARLÓG 2004
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Tað er als ongin avtala
gjørd í samgonguni um, at
Føroya Tela skal gjalda
landskassanum 17 milliónir
krónur í vinningsbýti næsta
ár.
So avgjørdur er Bjarni
Djurholm, landsstýrismað-
ur við vinnumálum. Tað er
beinleiðis í andsøgn við
tað, sum Karsten Hansen,
landsstýrismaður við fíggj-
armálum, segði við Útvarp
Føroya mikudagin.
Vinningsbýti á 17 milli-
ónir krónur frá almennum
partafeløgum er longu sett
sum inntøka á fíggjarlógini
næsta ár. Talan kann bara
vera um Føroya Tele, tí
roknað verður ikki við stór-
vegis
vinningsbýti
frá
Atlantsflogi.
Sambært Karsten Hansen
er øll samgongan samd um,
at almenna partafelagið
Føroya Tele eigur at gjalda
landskassanum 17 milliónir
krónur næsta ár. Landsstýr-
ismaðurin heldur tað vera
alt ov lítið, at Føroya Tele
bert hevur rindað eina
millión
í
vinningsbýti
síðstu árini, tá yvirskotið
hevur verið 50 milliónir
krónur árliga.
Hákun
Steingrímsson,
nevndarformaður í Føroya
Tele, sigur tað ikki bera til
at avgera longu nú, hvussu
stórt vinningsbýti hjá Før-
oya Tele verður næsta ár.
Nevndin hevur bara parta-
felagslógina at halda seg
til, og hon ásetir, at nevndin
á ársaðalafundinum ger av,
hvussu stórt vinningsbýti
parteigarin Føroya lands-
stýri kann fáa frá felagnum
næsta ár. Sostatt kann
nevndin í fyrsta lagi í mars
avgera vinningsbýti.
Eingin avtala
Samgongulimir, sum Sosi-
alurin hevur tosað við, siga
seg onki kenna til nakra
avtalu í samgonguni um, at
Føroya Tele skal rinda eitt
ávíst milliónatal í vinnings-
býti.
– Eg kenni onki til slíka
avtalu, og eg fari ongantíð
at góðkenna slíkar samtykt-
ir, sum eru so grundleggj-
andi í andsøgn við lógáset-
ingar um partafeløg og
ábyrgd hjá leiðslu og
nevnd, sigur Poul Michel-
sen, tingmaður Fólkafloks-
ins.
Og landsstýrismaðurin,
ið hevur Føroya Tele undir
sær, ger greitt, at hann ikki
hevur gjørt nakra avtalu um
vinningsbýti hjá almennum
partafeløgum.
– Eg havi onga avtalu
gjørt. Tvørturímóti havi eg
víst á, bæði í skrift og talu,
at vit kunnu ikki góðtaka,
at vinningsbýti verður ásett
frammanundan. Vit hava
víst til partafelagslógina,
og enn vita vit als ikki, um
tað kann forsvarast at seta
17 milliónir krónur av til
vinningsbýti, sigur Bjarni
Djurholm.
Mótmæli á skrift
Sosialurin hevur biðið um
innlit í málið, og tað skjal-
prógvar, at Vinnumálaráðið
dúgliga hevur mótmælt í
september mánaði, at vinn-
ingsbýtið verður sett á
fíggjarlógina.
Í einum brævi frá Bjarna
Djurholm,
landsstýris-
manni, tann 18. september
til Fíggjarmálaráðið verður
sagt, at eitt »realistiskt
vinningsbýti frá almennum
partafeløgum kann ásetast
til 7 milliónir krónur«. Alt-
so minni enn helvtin av tí,
sum nú er sett á fíggjar-
lógina.
Landsstýrismaðurin vísir
til ásetingarnar í partafel-
agslógini, sum siga, at
»Generalforsamlingen må
ikke beslutte uddeling af
højere udbytte end foreslået
eller tiltrådt af bestyrels-
en«, og tí kann landsstýrið
ikki áseta annað vinnings-
býti enn nevndin fyri Før-
oya Tele kemur til í
komandi ári.
Í einum øðrum teldu-
brævi frá umsitingini í
Vinnumálaráðnum
til
umsitingina í Fíggjarmála-
ráðnum dagin áðrenn, 17.
september, verður somu-
leiðis sagt frá, at landsstýr-
ismaðurin metir tað vera
»órealistiskt
at
hækka
útlutingina frá almennum
partafeløgum til 17 milli-
ónir«.
Sostatt mótmælir Bjarni
Djurholm, at vinningbýti
frá almennum partafeløg-
um verður sett til 17 milli-
ónir krónur, og harvið sigur
Karsten Hansen ósatt, tá
hann sigur alla samgong-
una verða samda í mál-
inum.
Partafelagslógin:
§112: Beslutning om fordelingen af det over-
skudsbeløb, der er til disposition efter årsregn-
skabet, træffes af generalforsamlingen. General-
forsamlingen må ikke beslutte uddeling af højere
udbytte en foreslået eller tiltrådt af bestyrelsen.
Viðmerking: Til grund for denne bestemmelse
ligger den opfattelse, at det i almindelighed er be-
styrelsen, der har den bedste mulighed for at be-
dømme selskabets økonomiske stilling, og at
bestyrelsen – overfor aktionærers ofte umiddel-
bare ønske om det højest mulige udbytte – for-
svarer selskabets langsigtede interesser
Fakta
Føroya Tele skal rinda 17 milliónir krónur í vinningsbýti næsta ár, men tað er ivasamt, um nevndin gongur við til tað, tí stovnurin stendur fyri stórum íløgum,
m.a. í nýggja bygningin, sum sæst á myndini
Ivasom avtala um vinningsbýti
Almennu
útreiðsl-
urnar
øktar eina
milliard
Almenna nýtslan
er nógv økt síðstu
fýra árini, vísa
feskastu hagtølini
frá Hagstovu Før-
oya. Samlaðu al-
mennu útreiðslur-
nar eru hækkaðar
við einari milliard
síðan 1998
HAGTØL
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Almennu útreiðslurnar
eru øktar eina góða
milliard síðan 1998. Tað
svarar til ein vøkstur á
góð 6 prosent um árið.
Tað hevur leingi verið
ført fram, at almennu
útreiðslurnar eru nógv
hækkaðar síðstu árðini,
men nú verður tað so
eisini staðfest í Hagtíð-
indum
fyri
oktober.
Størsti vøksturin er í al-
mennu nýtsluni – 790
milliónir krónur ella 9
prosent um árið. Næst-
størsti vøksturin er í
íløguútreiðslunum, sum
323 millónir krónur.
Almennu útreiðslurnar
vóru 4,9 milliardir til-
samans í 2002. Av hes-
um er almenna nýtslan
2,7 milliardir krónur.
Almenna nýtslan er
lønarkostnaðir og út-
reiðslur av vøru- og
tænastukeypi. Tá tosað
verður um samlaðu al-
mennu
útreiðslurnar
skulu peningaveitingar,
sum tað almenna letur
húsarhaldum, fyritøkum
og feløgum, og almenn-
ar íløgur eisini roknast
uppí.
Heimastýrisfyrisiting-
in eigur størsta partin av
almennu
nýtsluni.
Í
2002 var hon 1,8 milli-
ard krónur í mun til 1,3
milliardir krónur í 1998.
Kommunurnar hava økt
nýtsluna frá 332 milli-
ónum krónum í 1998 til
558 milliónir krónur í
2002.
Til ber at samanbera
almennu nýtsluna í Før-
oyum við hana í Dan-
mark og Íslandi. Verður
nýtslan gjørd upp í mun
til bruttotjóðarúrtøkuna
liggjar Føroyar ovast í
almennari nýtslu við
Danmark á øðrum plássi
og Íslandi á triðja plássi.
C
M
Y
K
5
4