Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 187 - 3. oktober 2003 Nr. 187 - 3. oktober 2003 7 Atlantsflog breiðir veingirnar Heystið er hendinga- rík tíð. Eisini í luftini, har Atlantsflog borð- reiðir við nýggjum tilboðum hetta fram til hálvan december FLOGFERÐSLA Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vágar: Fram til hálvan december fer at bera til at ferðast við stórum avslátti við flogførunum hjá At- lantsflogi. Kent Christensen, sølu- stjóri hjá Atlantsflogi sigur, at felagið fer at gera viku- skiftisferðir til Keyp- mannahavnar, og eisini at selja serligar APEX ferða- seðlar til Danmarkar. Eisini Aberdeen er á skránni fyri ferðatilboðini. Altantsflog bjóðar nú í heyst. Frá 23. oktober fram til 8. december fer Atlantsflog at bjóða vikuskiftisferðir til Keypmannahavnar fyri 1.995,- krónur umframt avgreiðslugjaldið, sum van- liga verður roknað til 220,- krónur. Tó tekur Atlants- flog 100,- krónur frá teim- um, sum keypa ferðaseðlar á internetinum. Á hesum vikuskiftisferðunum verður eisini barnafrádráttur latin, sigur Kent Christensen. Hitt tilboðið til Keyp- mannahavnar er ein ser- ligur APEX ferðaseðil fyri 2.460,- krónur, har eisini barnafrádráttur verður lat- in. Eisini er er galdandi, at avgreiðslugjaldið verður lagt afturat. Hetta tilboðið ber til at brúka frá 20. okto- ber til 12. december. Eisini Aberdeen hevur fingið serligt pláss í til- boðspakkanum hjá At- lantsflogi í heyst. Bíligar vikuskiftisferðir eru at fáa til Aberdeen frá 23. oktober fram til 15. des- ember. Hesir ferðaseðlar kosta 1.479,- krónur við øllum írokaðum, sigur sølustjórin hjá Atlantsflogi. Og tá verður so einki av- greislugjald lagt omaná. Fyrr hevur tað verið soleiðis við slíkum tilboðs- ferðum, at kravt hevur verið, at í minsta lagi tvey fólk ferðast saman fyri at fáa avsláttur. Men hetta krav er ikki galdandi fyri tey tilboðini, Atlantsflog nú bjóðar viðskiftafólki sínum. Tað ber longu nú til at keypa ferðaseðlar til hesar tilboðsferðirnar á øllum vanligum sølustøðum, um- framt at til ber sjálvur at av- greiða ferðaseðlarnar á netbooking á heimaíðuni hjá Atlantsflogi á internet- inum. Í september mánað ferðaðust munandi færri ferðafólk um flogvøllin í Vágum, enn í september mán- að í fjør. Men samlaða talið í ár er væl hægri enn um somu tíð í fjør FLOGFERÐSLA Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Hóast tað fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár hava ferðast fleiri ferðafók um flogvøllin í Vágum, enn tað gjørdu sama tíðarkseið í fjør, er september mánaði væl slakari í ferðafólkatali, enn september í fjør var. Tey 13.091 ferðafókini, sum fóru um flgovøllin í september í ár, eru 8,8 prosent færri enn tey 14.353, íð ferðaðust um- vegis Vágar sama mánað í fjør, sigur Statens Luft- fartsvæsen í tíðindaskrivi. Men hóast hesa aftur- gongd í september, er saml- aða talið higarti í ár vaksið við ikki færri enn 5,2 pros- entum. Og heili 130.193 fólk hava verið um flog- vøllin í ár. Statens Luftfartsvæsen sigur, at framgongdin ser- liga hevur verið at merkt á rutunum til Bretland og Ís- lands, men at eisini Dan- markarrutan hevur havt eina ávísa framongd. Fráfeðrir og komur um flogvøllin hava eisini verið færri í september í ár, enn í september í fjør. Hetta stavar í stóran mun frá færri innanlands tyrluferðum, sigur Statens Luftfartsvæs- en. Men eisini flogførini hava verið 7 prosent færri í september í ár enn í fjør. Men eisini her er talan um einávísan vøkstur upp á ársbasis. Fyrstu tríggja ársfjórðingarnar í ár vaks talið á komum og fráferð- um við1,3 prosenti. Hinvegin hevur góðs- flutningurin so tikið til sín í stóran mun, vísir Statens Luftfartsvæsen á í tíðinda- skrivinum. Ein vøkstur í september í ár upp á heili 42,6 prosent í mun til í fjør. Samlað fyri árið hevur eisini her verið vøkstur í mun til fyrstu tríggjar árs- fjórðingarna í fjør. Hesin vøksturin hevur verið 4,6 prosent. Postflutningurin loftvegis hevur hinvgin verið nakað minni í ár, enn somu tíð í fjør. Fyrstu tríggjar árs- fjórðingarnar er postflutn- ingurin minkaður við 2,9 prosentum, stendur í tíð- indaskrivinum frá Statens Luftfartsvæsen. Fleiri ferðafólk um flogvøllin Loftvegis postflutningurin er minkaður fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár í mun til somu tíð í fjør Mynd: Edvard Joensen Atlantsflog fer í heyst at bjóða viðskiftafólkum sínum góð tilboð á Keypmanna- havnar- og Aberdeenrutun- um, sigur Kent Christensen, sølustjóri hjá Atlantsflogi Bøtt verður um viðurskiftini hjá átaeigarum Á Skála verða báta- brúgvar lagdar út, og í Skálafirði verður ein flótibryggja úr be- tongelementum løgd út í bátahylin BETRI ATLØGA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Skála kommunu eru tey í holt við at bøta um umstøð- urnar hjá bátaeigarunum, bæði á Skála og í Skálafirði. Kári Johannesen, bygda- ráðsformaður, sigur, at skálamenn eiga nógvar maskinbátar, men tað eru eisini nógvir, sum eiga neyst og hava bátarnar standandi inni ein part av árinum. - Í Skálafirði er bert onkur einstakur bátur, men hugsandi er, at meira lív kemur í bátahylin har, tá ið umstøðurnar verða betraðar við eini flótibryggju. Kári sigur, at í bátahyl- inum á Skála liggja for- toyningar, men hesar verða tiknar upp, nú nýggju brúgvarnar verða lagdar út. - Í løtuni eru menn hjá kommununi í holt við at seta brúgvarnar saman, og tá ið hetta er gjørt, verða tær lagdar út í hylin. Nøktar tørvin Hann vísir á, at tilsamans 16 brúgvapláss verða í bátahylinum, og hann heldur, at hetta fer at nøkta tann dagliga tørvin, tí allir bátarnir hjá skálamonnum liggja ikki í hylinum í senn. - Vanliga liggja einir 12-15 bátar í bátahylinum á Skála. Skála kommuna hevur keypt brúgvarnar frá KJ- Hydraulik í Fuglafirði, og bygdaráðsformaðurin held- ur, at tær síggja trivaligar út. - Stálbesløg eru heft eftir allari longdini á bátahylin- um, og sjálvir brúgvaarm- arnir verða heftir í hesi be- sløgini. Kári sigur, at tað fer ikki at taka langa tíð at hefta sjálvar armarnar í besløgini. - Hetta er ein íløga uppá umleið 200.000 krónur, umframt kostnaðin av upp- setingini, sum vit sjálvi taka okkum av, sigur hann. Hann vísir á, at skipanini verður hon, at bátaeigarar fáa ávís pláss við nummari, og kostnaðurin fyri eitt 10- mannafar verður einar 1200 kr. um árið. Flótibryggjan Umframt at bøta um við- urskiftini hjá bátaeigarum á Skála, fer kommunan eisini at leggja út eina flótibryggu í Skálafirði. - Tá ið bátahylurin í Skálafirði varð bygdur fyri eini 15 árum síðan, keypti kommunan eisini flóti- brúnna, sum hevur ligið á Skála øll árini. Men nú ætla vit okkum at leggja brúnna út í hylin í hesum árinum. Bygdaráðsformaðurin sigur, at flótibryggjan er sett saman av betongelementum sum flóta í sjónum. - Flótandi "armar" kunnu festast í flótibrúnna, men hetta verður ikki gjørt í fyrstu syfti. Kári Johannesen metir, at eini 10 bátapláss kunnu skapast í Skálafirði, tá ið alt arbeiðið er liðugt. Á bátahylinum á Skála hava bátarnir ligið fortoyaðir, men nú verða bátabrúgvar lagdar út í hylin. Mynd: Vilmund Jacobsen Skála kommuna selir grundøkini við at- gongd til kloakk, vatn og el fyri 40.000- 45.000 krónur BYGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skála kommuna er í vøkstri. Í løtuni standa eini 10 nýggj sethús í gerð, og alt bendir á, at uppaftur fleiri hús verða bygd sum frá líður. Kári Johannesen, bygda- ráðsformaður, sigur, at tvey av húsunum standa í gerð Úti á Fløtum og hini á nýggju útstykkingini inni í bygdini. Tøk grundøkir - Vit hava nøkur grundøkir eftir, sum ikki eru umbiðin, og haraftrat er kommunan í holt við at endurskoða bý- arætlanina við tí fyri eyga at fremja eina nýggja út- stykking. Kári væntar, at eini 12 grundøkir verða tøk í út- stykkingini, sum kommun- an nú fer at seta skjøtil á. - Jú, her er ein ávísur gravgangur eftir grundøkj- um í løtuni. Spurdur, hvat eitt grund- øki kostar á Skála, sigur hann, at prísurin liggur um 40.000-45.000 krónur, og tá hevur tann, sum setir búgv, atgongd til kloakk, vatn og el. Barnatalið veksur Kári Johannesen sigur, at barnatalið í Skála komm- unu er vaksið seinastu árini og dagrøktarskipanin, sum hevur havt 26 børn inni í skipanini, hevur nú 50. - So, vit kunnu siga, at her grør um gangandi fót, leggur bygdaráðsformaður- in aftrat. Í oktober mánaði hevur Sámal Toftanes úr Leirvík listaframsýning í Leika- lund. Sámal Toftanes er 58 ára gamal og hevur longu í fleiri ár roynt seg við málningalist. Serliga hevur hann málað nógv síðani 1990 og fekst í 1994 ikki við annað. Hetta er ikki fyrstu ferð vit í Klaksvík sleppa at síggja málingalist hans- ara, og hevur hann víst seg at vera væl umtóktur. Við á framsýningini eru umleið 10 nýggir máln- ingar. Myndirnar eru natural- istiskar landslagsmyndir og fólkalívsmyndir. Fleiri av myndevnunum eru úr Norðuroyggjum. Framsýningin letur upp fríggjadagin 3. oktober klokkan 16.00, og øll eru hjartaliga vælkomin at hyggja inn, síggja fram- sýningina og fáa ein kaffimunn. Myndirnar eru til sølu og eru annars at síggja í vanligari upplatingartíð frá mánadag til fríggjadag frá 10 til 17:30 og leygar- dag frá 10 til 13. Fram- sýningin verður hangandi til 1. november. Framsýningin, ið tekur við aftan á Sámal, verður við myndum hjá Øssuri Mohr. Hann sýnir fram í Leikalund í november mánaða. Sámal Toftanes í Leikalund Eini 10 sethús standa í gerð á Skála í løtuni. - Tað er ein ávísur gravgangur eftir grundøkjum, sigur bygdaráðsformaðurin. Mynd: Vilmund Jacobsen 26 børn hava verið inni í dagrøktarskipanini, men nú er talið 50. Kári Johannesen er bygdaráðsformaður á Skála. Mynd: Vilmund Jacobsen 10 nýggj sethús í gerð á Skála C M Y K 7 6