fríggjadagur 3. oktober 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 187 - 3. oktober 2003
Nr. 187 - 3. oktober 2003
9
Eftir eina ferð í
Brússell, er formað-
urin í uttanlands-
nevndini meiri sann-
førdur enn nakrantíð
um, at tað er ørskap-
ur hjá føroyingum at
gerast limir í ES
FØROYAR OG ES
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er ørskapur hjá føroy-
ingum at melda seg inn í
ES. Tvørturímóri eiga vit at
brúka sterku støðuna, vit
hava, til at fáa ein sersátt-
mála við Evropasamveldið.
Tað er formaðurin í
uttanlandsnevndini
hjá
Løgtinginum minst líka
sannførdur um í dag, sum
hann var fyri eini viku síð-
ani.
Uttanlandsnevndin hjá
Løgtinginum hevur júst
verið í ES -Høvuðsborgini,
Brússel á eini kunningar-
ferð. Og nú nevndin lendi
aftur í Føroyum mikudagin,
kann formaðurin í nevnd-
ini, Hergeir Nielsen, líta
aftur á nakrar sera upplýs-
andi og læruríkar dagar í
belgiska høvuðsstaðnum.
– Hetta var ein sera upp-
lýsandi ferð, har vit fingu
innlit í nógv ymisk viður-
skifti.
Hergeir Nielsen sigur, at
á ferðini hitti uttanlands-
nevndin umboð fyri EFTA,
íslendingar og sveisarar,
sum hava gjørt av at standa
uttanfyri ES, men sum hava
eina seravtalu við ES, tí teir
halda, at tað gagnar teimum
betri. Harumframt hitti
nevndin danir, sum arbeiða
við fiskivinnupolitikkin hjá
ES og onnur.
Sjálvur heldur Hergeir
Nielsen at hetta var ein
ógvuliga gagnlig og upp-
lýsandi ferð, nú Løgtingið
seinni í ár skal hava orða-
skifti um viðurskifti okkara
við ES.
Tilknýti okkara til ES
verður ein av teimumn heilt
stóru
uttanríkispolitisku
spurningunum, sum Løg-
tingið kemur at taka støðu
til.
Og Hergeir Nielsen er
sannførdur um, at vit eiga
ikki at drála við at gera
okkara støðu greiða.
– Tíðin bróytist alsamt.
Eygleiðarar
í
Brússell
meta, at longu um eini tvey
ella trý ár er Noreg limur í
ES og tað er eisini alneyð-
ugt at hjá okkum at gera
støðuna upp og at gera
greitt, hvat vit sjálvir vilja,
sigur formaðurin í uttan-
landsnevndini.
– Ikki minst hevur tað
týdning, at vit ongantíð ov
tíðliga gera greitt, hvat vit
ætla við ES, nú útlit eru
fyri, at Danmark kanska
endar heilt innanfyri í
einum felags uttanríkis- og
verju- og trygdarpolitikki
hjá ES.
– Tað eru stórar broyting-
ar fyri framman og tá mugu
vit føroyingar vera fyrireik-
aðir og at gera okkum
greitt, hvat vit sjálvir vilja,
sigur hann.
Tað hevur verið sagt við
hvørt, at fer Noreg uppí ES,
hava vit í veruleikanum
onki
Ørskapur
Spurningurin er so, hvat tað
rætta fyri føroyingar eru?
Sjálvur er formaðurin í
uttanlandsnevndini ikki í
iva og eftir ferðina í Brússel
er hann enn meiri sannførd-
ur.
– Tað er ørskapur fyri
okkum at gerast limur í ES.
Hergeir Nielsen sigur, at
verða vit limur í ES, er tað
óhugsandi at vit sjálvi
varðveita ræðið á okkara
fiskiríkidømi.
– Tað vildi ørskapur at
slept ræðinum á okkara
fiskiríkidømi og lagt tað
upp í hendurnar á ES. Í
fiskivinnupolitikkinum hjá
ES er staðfest, at øll lima-
londini hava felags atgongd
til fiskiríkidømi hjá øllum
londunum.
Hergeir Nielsen sigur, at
kanska ber tað til hjá einum
limalandi at fáa seravtalur
um sítt egna fiskivinnuríki-
dømi í eina tíð. Men vit
hava onga trygd fyri, nær
ES ikki góðtekur eina slíka
seravtalu longur. Verða vit
fyrst limur í ES, hava vit
onga
samráðingarstøðu
sum ger, at vit kunnu krevja
at varðveita ræðið á okkara
fiskiríkidømi.
– Og tann dagin, vit hava
mist ræðið á okkara fiski-
ríkidømi, hava vit mist alt,
leggur formaðurin í uttan-
landsnevndini afturat.
Hergeir Nielsen heldur
tvørturímóti, vit eiga at
brúka teir trumfar vit hava
til at fáa okkum ein sersátt-
mála við ES.
Og onkrar virðismiklar
trumfar heldur hann, at vit
hava.
– Vit hava stórt fiskiríki-
dømi,
samstundis
sum
ovurstórt trot á fiski er í ES.
Samdundis liggja vit sera
væl fyri mitt í Atlantshavi.
Ikki
minst
hermálsliga
liggja vit sera væl fyri og
tað er eisini ein støða, vit
eiga at hámeta og brúka
mótvegis umheimin um at
fáa ymsar handilsligar og
aðrar fyrimunir.
– Sostatt hava vit eina
ikki hampiliga sterka sam-
ráðingarstøðu,
sum
vit
kunnu brúka og tað eiga vit
eisini at brúka eini komandi
telving við umheimin um
ein sersáttmála, sigur Her-
geir Nielsen.
Hann leggur afturat, at
tað er altso ikki bara ES til,
tí tað er eisini ein heimur
uttanfyri ES.
Í morgin skipa
piltarnir hjá TB fyri
stórum tiltaki úti á
fótbóltsvøllinum og í
TB húsinum
TILTAK
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í morgin verður Sevmýri á
Tvøroyri karmurin um eitt
stórt tiltak, sum piltarnir
hjá TB skipa fyri.
Tað
verður
mestsum
allan
leygardagin,
frá
klokkan 15 seinnapartin, til
langt út á náttina, at Pilt-
arnir hertaka Sevmýri við
ymsum tiltøkum.
Fyrsta tiltakið á skránni
er klokkan 15, tá ið neyta-
mykjukapping verður á
fótbóltsvøllinum á Sev-
mýri. Har er høvuðsvinn-
ingurin ein oksi úr Øravík,
men tað eru eisini 10 aðrir
vinningar at vinna, eitt nú
lamb, gás, dunnur, kaffi-
maskina og sodavatn.
Klokkan 15.30 verður
tiltak í TB húsinum, har ein
gandakallur og ein búktal-
ari frá Octopus fara at
undirhalda. Atgongumerkið
til tað framførsluna kostar
40 krónur.
Leygarkvøldið frá klokk-
an 20 til 23 verður barna-
diskotek í TB húsinum og
aftaná tað sleppur ungdóm-
urin framat, tí tá verður
vanligt diskotek í TB hús-
inum, har Stifttonn skipar
fyri tónleikinum.
Góðar vónir
Poul F, sum er ein av venj-
arunum hjá teimum ungu
spælarunum hjá TB, sigur,
at piltarnir royna at savna
sær pening saman til eina
stóra uttanlandsferð næsta
summar.
Og alt, sum kemur inn á
hesum tiltakinum í morgin,
skal brúkast til hesa ferð-
ina.
– Talan verður tilsamans
um 25 piltar, sum skulu
uttanlands at vera við í eini
stórari fótbóltskapping ið
nevnist Copenhagen Tivoli
Cup.
Hetta verður eitt uppliv-
ilsi fyri lívið hjá piltunum,
tí talan er um eina ógvuliga
stóra kapping, har spælarar
úr einum 20 londum úr øll-
um heiminum hittast.
Poul F hevur annars góð-
ar vónir um framtíðina hjá
TB, tí tað hevur hilnast væl
hjá teimum ungu. Í ár
vunnu piltarnir økisbólkin
og nakrir av teimum hava
framvegis aldur at vera við
í piltunum næsta ár. Í fjør
gjørdust hesir somu drein-
gir føroyameistarar hjá
smápiltunum.
Og smápiltarnir í ár, teir,
sum verða piltar næsta ár,
vórðu nummar tvey í ár.
Skulu leggja trumfarnar á borðið
fyri at fáa eina góða avtalu við ES
Piltar hertaka Sevmýri
Verða vit limur í ES, missa vit ræðið á okkara fiskiríkidømi. Og tað hevði verið ørskapur at slept
tí, tí tá hava vit mist alt, sigur Hergeir Nielsen, sum mikudagin kom aftur úr Brússel, saman við
uttanlandsnevndini
Hetta eru piltarnir, sum royna at savna sær pening saman til eina uttanlandsferð næsta summar,
har teir fáa eitt upplivilsi fyri lívið. Leivur Nygaard hevur tikið myndina av teimum úti á
vøllinum á Tvøroyri
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Góði Johannis granni.
Ólavur prestur lýsti tín áhuga fyri
náttúruni so vakurt. Tín áhuga fyri øllum
livandi, líka frá torvatrøllum til kaninir.
Alt skuldi fáa frið og sleppa at liva sítt
egna lív.
Sjálvur fekst tú eina lagnu, sum mangir
aðrir føroyingar – tíverri – máttu ígjøg-
num.
Minnist tá vit sótu í kjallaranum, eg
rópti teg inn at frætta frá læknatúrinum,
tú hevði verið til niðri í Danmark fyri
einum ári síðani. Tú segði sum var, tá
lækni segði: »Der sidder du, din
bastard…«, tá hann konstateraði tarm-
kreftina, sum knekkaði teg 25. juni íar,
49 ára gamal. Men, segði tú, eg var heilt
niðri á botni teir fyrstu dagarnar eftir
»dómin«. Men, sigur tú so aftur, hví kann
tað ikki raka meg sum so mong onnur?
Hatta var tín uppfatan av tilveruni. So
var bara at bíða. Tað var ein ræðulig tíð
fyri okkum grannar og ikki minst fyri
tykkum Elinborg, Lív og Monu, at síggja
dagamunin.
Sum pápi var tú professionellur. Tú
legði mær stovugólvið á tá í 1980-unum,
og sjálvandi var Lív við tær. Sum heilt
lítil vildi hon vildi ikki sleppa pabba út
har uttanfyri, uttan hon kom við. Og
bleiv Johannis kanska nakað leingi við
hamaranum, kundi Lív taka hamaran,
meðan pausa var, og loypa avstað út við
honum, tí hon vildi hava pabba út aftur,
út til tey sjálvs.
Men, vinurin, (tað var slagorðið), tolin
sum altíð og fyri frið skyld, ja, so fór
Johannis bara aftaná. – Eg komi aftur í
morgin, vinurin, var svarið. Men gólvið
fingu vit so liðugt. Seinni var altanin á
skránni. Har var Johannis eisini hollur
ráðgevi hjá mær.
Ein mønustingin fekst tú, tá tit, John
Gaard og tú (kanska Ellingsgaard var við
eisini) skiftu takið hjá Dudduni her í
grannalagnum. Djarvur sum mikladals-
menn enn eru, stóð stigin nakað uttarlaga
á trappusteininum og fór út av við tær í
og tú endaði á asfaltinum standandi ella
sitandi. – Foy for den …, hugsaði eg, tá
eg sá tað. Og er eri bangin fyri, at tað var
mønubresturin til liðagiktina o.s.fr.
Í einari VB-skrá undan einum dysti
bleiv Hans Michael spurdur um, hvør var
stuttligasta menniskja, hann hevði møtt.
– Johannis Østerø, var greiða svarið. So
nú eru vit tann humorin fátækari. Men
grannalagið má so halda fram í Johannis-
ar anda – onki at tosa um annað.
Eg veit um eina gullnál, Jóhannis
hevur fingið her á garðinum. Sum áður
sagt, altíð djarvur, leyp hann í Skálá eftir
at Beinir, sum var komin at vitja ommuna
saman við Bartal, sum tá bert var 2 ár.
Beinir leyp inn til Johannis og forpøstur
segði: Beiggi mín er dottin í ánna, og
Jóhannis leyp, illa var framkomandi, við
tí úrsliti, at okkurt rivjabein mátti lúta. Tá
lá hesi lítli 2 ára gamli á búkinum í
einum hyli. Hann fekk hann upp á
áarbakkan og byrjaði at arbeiða uppá
hann til Anna, mamma tann lítla Bartal,
kom til og fekk vatnið úr honum. Tá var
Jóhannis veruliga illa fyri eisini. Men lív
kom í aftur lítla og fyri hetta bragd hevur
Gullhornið v/ Leif Niclassen valt at lata
Jóhannisi og Beinir hesa flottu nál, hetta
varð gjørt á einari vørustevnu í Ítróttar-
høllini fyri nøkrum árum síðani, og tøkk
fáið Gullhornið fyri tað.
At ringja eftir sangarum til jarðarferðir
vóru Johannisar tungu boð, men altíð
møttu vit: – Nú, vinurin, so eru aftur boð
eftir okkum. Soleiðis gekk, til vit sjálvir
noyddust at taka okkum saman at syngja
»Herrens venner, ingen sinde, mødes
skal for sidste gang« … … Ja, ja …
Segði við Monu yvir í kirkjugarðinum,
at nú hevði pabba tað gott! – Ja, segði
hon, og var líkasum frígjørd fyri ta ræðu-
ligu pínu, pápin hevði havt ta síðstu
vikuna.
Jú, vit vóru av sonnum lætta – eitt
sindur. Tí at síggja fjøruna, sum nú var
komin til kyrrindi, var ein lætti hjá
Johannisi – og Elinborg eisini. Johannis
er nummar 472 av »vágbingum«, sum
eru grivnir í nýggja kirkjugarði, og
minnast vit teir allar/tey øll. Tað hevði
verið ein øgilig gonga at sæð – øll komið
gangandi gjøgnum Líðina og yvir um
aftur sandin. Tað kann bara hugflogið
sera í gongd!
Nú tá tað fjaraði meira út segði eg við
Elinborg tann eina dagin (ein av teimum
allar seinastu) hon for norður á Tvøroyri
at heilsa uppá, spyr hann um altanina, nú
vit endurnýggjaðu hana. – Jú, segði
Jóhannis við veikari rødd, noy, tað bleiv
tað onki burtur úr á hesum sinni. Men
hansara góði samarbeiðspartnari frá fyrr,
John Gaard, teir báðir arbeiddu saman
nógv, nógv ár, kom so okkum til hjálpar
og tað var Jóhannis glaður fyri.
Ein
heiðurligur
mikladalsmaður,
djarvur og knáur, og ein ektaður »vág-
bingur« er nú farin handan sýn.
Peter
Dagurin
3. oktober. Metta. Teir vita ikki um nakra halgikvinnu við hesum navni. Navnið er Margreta stytt.
Justinus Michael Fr.
Justinussen (Jutt)
føddur 24. november 1916
deyður á Mikkjalsmessu 29. september 2003
Hann var elsti sonur Anniku úr Yvirstovu og
Olivur, bónda Uppi í Húsi. Pápin doyði longu í
1924, so mamman sat við festinum Uppi í Húsi, til
Jutt kundi festa tað. Seinni fekk hann eisini
Yvirstovufestið aftaná mammubeiggjan Sivart,
sum doyði í 1957 og sum var ógiftur.
Í dag hevur bróðursonurin Regin bæði festini.
Í 1963 giftist hann við Petru, dóttir Mikkjal
Olsen, Úti á Bø, og Malenu, dóttir Miðlinga-
Símun úr Gulakstovu úr Svínoy.
Stutt var ímillum hjúnini. Petra, sum var fødd í
1920, doyði stutt fyri jól í fjør.
Brøðurnir hjá Jutt vóru Poul (á Fuglberg), d. 1
mei í ár, giftur við Betti, og Karl, sum doyði í
1972, giftur við Thurid. (sí Poul á Fuglberg)
Systkini hjá Petru vóru Rasmus í Sjóvinnu-
bankanum, Símun, John, Marin Katrina, Els-
Malena, gift við Rósing Rasmussen. (síða 29 hjá
Símun Hansen II).
Skálabeiti misti ein mikladalsálitismann
Til minnis um Johannis Østerø
1. oktober vóru tað 25 ár
síðani, at Pól á Kletti byrj-
aði sum blaðmaður á
Dimmalætting.
Dimmalætting húsaðist
tá í Erling Jalsgøtu, og
umstøðurnar vóru ikki at
líkna saman við tær, sum
nú eru á Smyrilsvegi, har
blaðið hevur hildið til
nógvu seinastu árini.
Pól á Kletti heldur, at ein
av størstu hendingunum í
síni tíð á Dimmalætting
var, tá ið nýggja blaðhúsið
var tikið í nýtslu í 1985.
Tá ið Pól kom í starv, var
hann fjórða blaðfólkið á
Dimmu, men í dag starvast
fleiri enn fimmti fólk á
blaðnum.
Pól hevur røkt ymsar
uppgávur á Dimmalætting,
men síðani 1996 hevur
hann staðið fyri Skáanum,
sum er serligt vikuskiftis-
blað í Dimmu. Pól hevur
eisini verið við í arbeiðnum
at fáa nógvar bøkur út.
Fríggjadagin 3. oktober
verður almenn móttøka í
sambandi við 25 ára starvs-
dagin. Móttøkan verður á
Dimmalætting millum kl.
15.00 og 17.00.
Pól á Kletti 25 ára starvsdag
Pól á Kletti hevur verið
blaðmaður á Dimmalætting
í 25 ár. Hann hevur røkt
ymsar uppgávur á blaðnum,
men síðani 1996 hevur hann
staðið fyri Skáanum, sum er
serligt vikuskiftisblað í
Dimmu
C
M
Y
K
9
8