Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 187 - 3. oktober 2003 Nr. 187 - 3. oktober 2003 11 Enn einaferð skal skattgjaldarin gjalda fyri, at eitt landsstýrisfólk hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur borið seg skeivt at í samband við starvsfólkauppsøgn. Dómur er nú sagdur fyri, at Helena Dam á Neystabø ikki hevði grein í sínum máli, tá hon segði Jákup Mørkøre upp við skeivum grundgevingum Hetta mál reisir fleiri áhugaverdar spurningar. Kann tað verða rætt, at fólk, ið verða illa viðfarin av lands- stýrisfólki og systeminum, noyðast at føra rættarsak fyri tíggjutalstúsund krónur og brúka fleiri ár, orku og stríð og strev uppá slíkt, fyri at vinna sín rætt? Hvar er verjan há tí einstaka? Tað eru ivaleyst mong, ið ikki høvdu sæð seg føran fyri at gjørt slíkt av fíggjarligum og menniskjaligum grundum. Í teimum førunum hevði systemið vunnið uttan dyst, og hvussu ofta man tað ikki henda? Tað hendir ferð aftaná ferð, at systemið situr og verjir avgerðir heldur enn at verja rættindini hjá tí einstaka. Skal skattgjaldarin gjalda fyri slíkt? Fær eitt mál sum hetta nakrar avleiðingar? Onkur vil halda, at tá eitt landsstýrisfólk sigur einum stjóra upp, so er tað sum tá ein stjóri á einum privatum virki verður uppsagdur, men so er ikki. Landsstýrisfólk eru ikki altíð fakliga kompetent til uppgávurnar. Ein og hvør kann gerast lands- stýrisfólk, og er hetta sjálvsagt rætt, hóast flokkarnir kanska í summum førum áttu at havt hugsað seg betur um, áðrenn teir útnevndu landsstýrisfólk. Av tí, at einstaklingurin ikki altíð kann líta á, at landsstýrisfólkini hava skil fyri tí, tey umsita, so má álitið verða, at vit í Føroyum hava umstitingarligar mannagongdir, ið verja tann einstaka, har lands- stýrisfólk bera seg skeivt at, sum til dømis Helena Dam á Neystabø gjørdi í málinum um frákoyrda sjúkrahússtjóran. Hvat er lógin um ábyrgd landstýrismanna verd, tá tað ikki er landsstýrisfólkið, men bert stýrið og har- við skattgjaldarin sjálvur, ið kemur at svíða fyri skeivar avgerðir? Sjálvsagt merkir eitt slíkt mál, at landsstýrisfólk nú eiga at vita, hvat tey kunnu og ikki kunnu tilláta sær, men hetta styrkir ikki um álitið á lógina um ábyrgd landsstýrismanna, og ei heldur um álitið, at tann einstaki borgarin er vardur í almennu skipanini. Tað var gott, at hetta málið kom til dóms, men kann tað verða meiningin at skula liggja í sak í áravís, fyri at vinna sín sjálvsagda rætt til rættvísa viðgerð í álitisstarvi? Her má verða ringur smakkur í munn- inum onkustaðni, og vónandi verða avleiðingar tikn- ar. DAGSINS MEINING Sosialurin Jákup Mørkøre vann VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jóannes Eidesgaard Í lítla bóklinginum, sum fylgir við fíggjarlógarupp- skotinum, sigur Karsten Hansen, at aðalmálið hjá samgonguni er fullveldi og ein sjálvaberandi búskapur. Og her gongur sjón fyri søgn. Høgrasnaringin er alt meira týðilig - sjálvsøkni vinnur á felagsskapinum og solidaritetinum. Samgonguskjalið sigur, at munurin millum inntøk- ur og útreiðslur á fíggjar- lógini skal vaksa positivt á hvørjum ári. Munurin mill- um inntøkur og útreiðslur gevur antin yvirskot ella hall, men tíbetur hava sein- astu árini við risavøkstri í búskapinum gjørt, at hesin munur hevur verið yvir- skot. Tá hesin skal vaksa positivt á hvørjum ári, má tað merkja, at yvirskotið hvørt árið skal økjast. Men so er ikki tíverri, tí upp- skotið til fíggjarlóg gevur eitt yvirskot upp á 100 mió. kr. áðrenn avdráttir (við avdráttum eitt hall upp á 50 mió. kr.) Hetta tal var í inniverandi ári 240 mió. kr. So her er ein negativur vøkstur. Tað hevur verið siðvenja mongu seinastu árini, at fíggjarlógirnar hava verið undirmettar ella undirbud- getteraðar, og síðan hava vit verið undirdíktir við eykajáttanum fyri hundrað- tals milliónir. Alt bendir á, at hetta uppskotið ikki er nakað undantak í so máta. Sum dømi kann eg nevna, at til Medicoteknisk tól eru settar av 8 mió. kr, hóast keypast skal fyri 35 mió. kr. í 2004. Gaman í, fráboðaði skattalættin er við. Men so er at spyrja, um borgaran nú fær lættan, ella um skattalættin verður tikin inn aftur við hinari hondini. Og so er. Ein røð av nýggjum avgjøldum ella brúkara- gjøldum verða nú innførd. Umframt hesi brúkaragjøld so minkar almenni studn- ingurin til mjólk við 550.000 kr, sum so aftur fer at merkja, at mjólkin fer at dýrka. Sethúsaeigararnir missa part av rentustuðul- inum, tí hesin verður skerd- ur úr 40 niður í 37%, og landskassin sparir á leið 15 mió. kr. Men fyri teir sperdu sethúsaeigararnar, t.v.s. ungu barnafamiljurnar merkir hetta, at fíggjarliga rásarúmið hvønn mánaða fer at minka. Stuðulin til uppihalds- pening upp á smáar 7 mió. kr. verður strikaður. Umframt hetta, so er vorðið alt meira vanligt, at landskassin kastar ábyrgdir frá sær og yvir á kommun- urnar. Varð hetta gjørt fyri at betra tænastuna, so var tað sín søk, men hetta verður gjørt til tess at sleppa landskassanum undan útreiðslum. Komm- unurnar fáa einki fíggjarligt endurgjald fyri nýggju fíggjarligu byrðurnar. Barnaforsorgin, sum kostar 32 mió. kr. verður flutt til kommunurnar, og skúla- barnaflutningurin, sum altíð hevur verið partvís landsuppgáva, verður nú eisini flutt til kommun-ur- nar, og í báðum førum fylgja eingir pengar við. Tað er rættiliga týðiligt, at landsstýrið hevur havt trupulleikar við at fáa roknistykkið at ganga upp. Tí hevur man við ljós og lykt leita eftir pengum. Bygningar, sum tað al- menna eigur bæði post- verksbygningurin á Argj- um, sum Karsten Hansen áður vildi hava til almenna umsiting, og íbúðarbygn- ingarnir á Landssjúkrahús- inum verða bodnir til sølu, soleiðis at fíggjarlógin ikki skal geva beinleiðis hall áðrenn avdráttirnar. Føroya Tele skal gjalda 17 mió. kr. í vinningsbýti í mun til 3 mió. kr. í ár. Hvat ávirkan hetta fær fyri Føroya Tele og okkum sum kundar vita vit ikki, men ivaleyst setur tað Føroya Tele í eina ringa støðu, tá tað snýr seg um bíligari tilboð og betri tænastu til brúkaran. Men sitrónin verður pressað, nú peninga- ríkiligheitin minkar, og av- leiðingin av minkaða ríkis- stuðulinum upp á 366 mió. kr. fer at gera um seg. Annars vil eg siga, at tað er skilgott av landsstýrinum at royna at sleppa bíligari í rentum av almennu skuld- ini. Lánið til ríkiskassan er løgd først til 5% p.a., og hetta er hægri enn markn- aðarrentan er í dag. Men um tað er rætt av landsstýr- inum at brenna stórt sæð alt yvirskotið í Landsbankan- um av til niðurgjalding av skuld, fari eg at ivast í. Eg trúgvi eisini, at her býr heldur eitt politiskt motiv undir enn eitt búskaparligt. Vit hava brúk fyri einum tryggum reserva í Lands- bankanum, tá tíðirnar versna, og tí ivist eg í, um hetta er rætt. Tað kundi eisini hugsast, at lángevarin var sinnaður til at endur- samráðst um lánitreytirnar frá 1998. Meira um alt hetta seinni. TÍÐINDASKRIV Arbeiðsmarknaðareftirlønar grunnurin Stýrið fyri Arbeiðsmarkn- aðareftirlønargrunnin hev- ur á fundi 25/09 2003 sam- tykt at hækka eftirlønina úr grunninum við umleið 3,5 % frá 1. jan 2004, soleiðis at eftirlønin verður 700 kr um mánaðin, sum er 8.400 kr um árið. Ásetingin er galdandi fyri árið 2004. Øll, sum hava fylt 67 ár, fáa eftirløn úr grunninum. Løgtingslógin um eftir- lønargrunnin er frá 1991, men hon er broytt nakrar ferðir. Lógin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið eina ferð um árið fyri álmanakkaárið eftir. Lønmóttakarar og ar- beiðsgevarar hava síðan 1. januar 1992 goldið í grunn- in, lønmóttakarar 1/2% av lønini so hvørt, hon er út- goldin, og arbeiðsgevarar 1/2% av lønunum í undan- farna ári. Eftirlønarveitingin er á- sett soleiðis, at grunnurin sleppur undan at lækka hana seinni, og í staðin fyri hevur møguleika fyri at lata eina vaksandi upphædd, sum í minsta lagi veksur líka nógv sum inflatiónin. Reglurnar um útgjald úr grunninum eru ásettar í løgtingslóg nr 39 frá 07.05.1991, sum seinast broytt við løgtingslóg nr 43 frá 09.05.1997 og í kunn- gerð nr 44 frá 09.05.1997. Eftir hesum reglum er tað Toll- og Skattstovan, sum stendur fyri útgjaldinum, og hvønn mánað setur veitingina á konto hjá hvørjum eftirlønarmóttak- ara í sparikassa, banka ella postgiro. Eftirlønarútgjaldið hækkar Nakrar fyrstu viðmerkingar til fíggjarlógina fyri 2004 Oddur Hentze Í samband við sjónvarp- sendingina "Fokus" Týs- kvøldið 30.09 var eitt lítið kjak um at leggja Útvarpið og Sjónvarpið saman. Fyrst er at siga, at sum vanligur føroyskur siður er, tá eitt ella annað evni er til við- gerðar, er forarbeiðið út av lagið vánaligt – fyri at siga næstan onki. Eingin av hesum trimun fólkunum høvdu gjørt sær nakran ómak at kanna, hvussu veruliga støðan er, bæði her heima og uttan- lands. Tað undrar meg, at tit hugsa so stutt, sum tit gera, tað er líka best at ikki røra tílíkar "heilagar kýr", sum hesir stovnar eru. Lat meg viðmerkja Sjón- varpið, sum elskar at tosa um seg sjálvar. Fyrst draga teir Jákup Mikkelsen inn í upptøkurúmið, tí so fáa teir tað nýggju damunua í mentunar málaráðnum Anitu Fríðriksmørk at stað- festa, at hon atlaðar ikki at røra Sjónvarpið. Hesin nýggi mentunarmálaráð- harrin veit ivaleyst, at skal hon verða sitandi í sínum starvi eina tíð, er best at nøra um sínu egnu, tí báðir stjórarnir á "vørpunum" hava úttala seg, og teir hava ongan áhuga, at annar kemur og skumpar hin av rókini. Eg skal ikki siga, at tað, sum stendur skriva oman- fyri, er satt, men soleiðis havi eg ein illgruna um, at tingini hanga saman. Aftur til evni um at leggja stovnarnir saman, er tað bara vanligt vit og skil sum talar fyri hesum. Er tað EIN stovnur sparir tú húsa- leigu, tekniska útgerð t.d. ljóðútgerð, umsiting, stjóralønir, og ivaleyst kunna bæði útvarps og sjónvarps fólk nýta "vitan" frá hvørjum øðrum. Eitt annað, sum eg haldi vera áhugavert, er at t.d. fólk sum arbeiða í útvarpin- um hava áhuga í t.d. nátturu, gera góðar send- ingar (Jónheðin Trónd- heim) hevði verði stuttligt at sæð onkrar sendingar við myndum. Somuleiðis um sjónvarpið hevði eitt evni, sum kundi verið fylgt upp dagin eftir í útvarpinum. Man kann eisini hugsa sær at ein samanlagdur stovnur hevði ráð at sett fólk í starv sum hava áhuga í mentan, og sum hevði tíð og evnir at fara í dýbdina við ment- ani. Síðst eg sáð okkurt sum eitur mentunartíðindi í sjónvarpinum var at vert- urin spurdi ein yrkjara um hann tímdi at lesa eina yrking og hann var so fittur og segði at tað var í lagi, hetta kundi tað sama verið barnaløtan. Aðrar sendingar sum vanta á báðum stovnum eru t.d. sendingar um etik, moral, sálarfrøði, heim- speki, pedagogik, undirvís- ing, skúla, ungdómsend- ingar, politikk, bøkur og ivaleyst nógv annað. Ella sagt á annan hátt at fara inn í dýbdina, og ikki bara bíligt undirhald eitt fitt prát og so tónleik. Eitt sum kom fram í sendingi "Fokus" at tosað var um kapping millum stovnarnar (einki nýtt í SvF). At hesi fólkini brúka hetta sum tað einasta argu- mentið, er ov vánaligt tí hvat er tað stovnarnir kapp- ast um. Er tað at spæla popptónleik dagin langan, spurnarkappingar (botn- urin), lesa søgur sum fólk sum ikki eru á lívið lesa upp, ella er tað bara vanligt mikrofonhaldarí. Um tað var EIN stovnur so kundi hann kappast við Rás 2, bløðini aðrar sjónvarps- støðir og alnótina. Í sendingini var alnótin ikki nevnd við einum orði (einki nýtt í Svf). Har stendur ein tíðinamaður, ein tingmaður og so tann kollveltandi mentunar- málaráðharrin. Ikki ein av hesum almennu persónum kundi hugsa nøkur ár fram í tíðina og nevna alnótina sum longu hevur verið til í fleiri ár og hvat hon fer at broyta hesar stovnar til, tað er ótrúligt at man kann hugsa so langt ha...?? Longu nú eru bæði út- varp, sjónvarp og dagbløð á alnótini. So sum vanarnar broytast hevur hvørt húsar- hald eina farteldu sum bæði sendur ljóð og myndir í toppgóðsku. Og tá er spurnigurin hvat skal man við einum sjónvarps- kassa. Um bløðini skullu verið við í kappingi mugu tey senda livandi myndir og ljóð, og somuleiðis útvarp- ið. Og hvar er sjónvarpið tá. Tað er sjálvandi alnótin sum verður avgerandi hvussu fjølmiðla-heimurin kemur at síggja út um nøkur ár, og neyvan tveir stjórar sum nú muga gera sær greitt hvat teir vilja við sínum stovnum. Eitt er hvat tann nýggikollveltandi mentunarráðharrin sigur, men framtíðini fáa tit ikki stegða. TÍÐINDASKRIV Tá kvinnur byrjaðu at greiða frá sínum persón- ligu lívssøgum í sam- felagshøpi, varð fokus sett á harðskap móti kvinnum. Tá vóru sam- felagsumstøður, sum forðaðu kvinnum í at nýta síni grundleggjandi mannarættindi, sett á dagsskránna. ST-manna- rættindaráðstevnan, sum var í Wien í 1983 stað- festi, at harðskapur móti kvinnum er brot á mannarættindini. Systrasolidariteturin blómaði, og kvinnur vóru samdar um at stuðla hvørja aðrari, og saman niðurbróta harð- skap í øllum samfelags- stættum. Tann fyrsta norðurlendska kreppu- miðstøðin varð sett á stovn í Oslo, fyri 25 ár- um síðani og í 10 ár hev- ur tann norðurlendska kreppumiðstaðarrørslan hildið saman á árligu ráðstevnuni »Nord-iske kvinder mod vold«. Nú eru tilsamans 217 kreppumiðstøðir í teim- um norðurlendsku lond- unum, og fleiri siðamis- brotsstøðir, sum kvinnur reka. Ráðstevnan staðfesti, at harðskapur móti kvinnum og børnum teirra, hevur fleiri síðir. Á ráðstevnuni, ið í ár var í Helsingør, varð m.a. tosað um javnstøðu, kvinnupolitikk og harð- skap móti kvinnum og børnum, sæð frá norður- lendskum og evrope- iskum sjónarhorni. Eis- ini teir mongu fyrilestr- arnir á ráðstevnuni góvu nøkur ítøkilig dømi um, hvussu vit bøta um av- leiðingarnar og fyri- byrgja harðskap ímóti kvinnum og børnum. Fyrilestrarnir kunnu síggjast á www.lokk.dk Kvinnur sum handils- vøra, er ein síða av harð- skapi ið kemur til sjónd- ar í pornografi, prostitu- tión og trafficking. Norðurlendskar kvinnur móti harðskapi eru ørkymlaðar av hesum álvarsligu harðskaps- formunum, og samdust á ráðstevnuni í 2001 um, at keyp og søla av kvinn- um eigur at vera lógar- brot. Eins og lógin sigur í Svøríki, mæla vit Ís- landi, Noreg, Finlandi, Føroyum Danmark til at broyta sínar lógir, so tað at vera prostitueraður ikki er eitt lógarbrot, men hinvegin at keypa kynsligar veitingar, tá staðfesta vit ábyrgdina fyri prostitutión har hon hoyrir heima – hjá keyparunum! Vit mæla teimum stýr- andi í norðurlendsku londunum til enn eina- ferð at hyggja at lóg- gávuni við tí fyri eyga, at fáa steðgað monnum, ið fremja harðskap ímóti kvinnum og børnum. Vit vísa til samstarvið millum norðanlond og minna á, at ífylgi ST, eru norðanlond tey londini í heiminum, har mest javnrættur er. Vit mugu royna at liva upp til tað, og ynskja tí ein norður- lendskan politikk, sum sikrar kvinnum og børn- um eitt lív uttan harð- skap. Kreppumiðstøðin í Føroyum varð sett á stovn fyri trettan árum síðan. Síðan 1. oktober 1990 hava 197 kvinnur og 183 børn gist á Kreppumiðstøðini. 4.727 áheitanir hava verið um ráðgeving og veg leiðing. Avbrigdið av harðskapi VIÐMERKINGAR Legg bara ÚF og SvF saman Jørn Astrup Hansen Bjarni Djurholm, lands- styremand i erhvervsan- liggender, oplyste den 29. september 2003 til Útvarp Føroya, at der ikke er po- litisk flertal for at give pengeinstitutterne pant i licenserne. - Tað er ein so stór avgerð at taka, at landið missir øll rættinde í alivinnuni og gevur frá sær rættin til at reka politikk á aliøkinum, siger Bjarni Djurholm ifølge Tiðindi. Det er meget kedeligt, at vi fortsat skal diskutere ad- gangen til at give pant i li- censer på et grundlag, som forekommer præget af mis- forståelser og fordrejn- inger. Tiden er ikke til det. Opdrætterne ønsker ad- gang til at kunne indrømme deres långivere pant i li- censen. Pantsætningen af en licens vil således være et forhold mellem opdrætter- en og dennes långivere, og myndighederne skal end ikke tage stilling til pant- sætningen. Til gengæld vinder panthaver (långiver- en) ikke anden og bedre ret end pantsætter (opdrætter- en). At en licens pantsættes, indebærer således ikke nogen begrænsning af landsstyrets rettigheder. At en licens er pantsat, er ikke til hinder for, at myndig- hederne kan tilbagekalde licensen, såfremt opdrætt- eren misligholder sine for- pligtelser. Under gældende regler falder licensen til- bage til landsstyret efter 12 år. En pantsætning af licen- sen vil ikke ændre noget herved; også en pantsat licens falder tilbage til landsstyret efter 12 år. Hvilke rettigheder mister landsstyret da ved en pant- sætning af en opdræts- licens? Ingen. Absolut ing- en. Men hvorfor ønsker op- drætterne og de finansielle långivere da, at det skal være muligt at give pant i opdrætslicenserne? Jo, långiverne ønsker mulighed for at kunne ind- træde i opdrætters licens- rettigheder, såfremt op- drætteren økonomisk må opgive ævred. Ikke for at drive opdrætsbruget videre. Ifølge gældende lovgivning må pengeinstitutterne slet ikke drive andet erhverv (end pengeinstitutvirksom- hed). Men pengeinstitutter- ne ønsker mulighed for at kunne overdrage anlæg og fisk med licens til en køber, som landsstyret kan god- kende. Men heller ikke køber af opdrætsbruget får anden og bedre ret end den oprindelige licenshaver. Jamen hvad mener da landsstyremanden, når han siger, at landsstyret ved at indrømme opdrætterne ad- gang til at give pant i li- censerne afgiver retten til at drive politik på opdrætsom- rådet? Af egen drift afgiver opdrætteren beføjelser ved en pantsætning af licensen. Men landsstyret afgiver ikke nogen beføjelser. Jeg mener at have for- stået loven på den måde, at opdrætslicenser er uom- sættelige, og at opdrætteren således ikke kan sælge sin licens. Alle ved, at det forholder sig anderledes. Der er i realiteten frit slag. Nok er licensen i formen ikke frit omsættelig. Men det er aktierne i opdrætssel- skabet. Når aktiekapitalen sælges, følger licensen med, og landsstyret skal end ikke godkende de nye aktionærer. Opdrætteren kan således sælge sin licens til hvem, han lyster. Der gælder alene den restrik- tion, at 2/3 af kapitalen skal være hjemmehørende på Færøerne. Men en långiver, som måtte have pant i licensen, kan ikke frit overdrage licensen til hvem, han lyster. Långiver har sæd- vanligvis ikke pant i aktie- kapitalen (der i øvrigt må antages at være tabt, når långiver gør sit pant gæld- ende). Ved et videresalg af opdrætsbruget vil en lån- giver med pant i licensen skulle have landsstyrets godkendelse af den nye opdrætter. Den politiske debat om adgangen til at give pant i licenser er præget af en dyb mystik. Pant er gjort til et metafysisk begreb, som ikke kan begribes med den sunde fornuft. Men hvorfor nu det? Opdrætsbruget for- holder sig dog til licensen på samme måde, som en ejendom på lejet grund forholder sig til lejekon- trakten. Og der har da ald- rig været problemer med at give den långiver, der fin- ansierer ejendommen, en tinglyst ret til at indtræde i lejekontrakten. Hvorfor kan en långiver til et op- drætsbrug da ikke få ting- lyst en ret til at indtræde i licensen? Kære politikere, hvad er problemet? Hvad er problemet? C M Y K 11 10