fríggjadagur 3. oktober 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 187 - 3. oktober 2003
Nr. 187 - 3. oktober 2003
13
VIÐMERKINGAR
Bárður Nielsen
Løgtingslimur
Nú kom so fullveldislógin
— rokningin fyri tað
vanstýring vit hava verið
stýrd av seinastu skjótt 6
árini. Tað mátti enda galið
við eini samgongu har
annar parturin hevur eittans
mál og tað er at skipa full-
veldið Føroya, so hin part-
urin hevur fríar teymar til at
gera tað, hann hevur hug
til, tí fyri Tjóðveldisflokkin
er politikkur, at slíta frá
Danmark,
hvat
annars
hendir í samfelagnum er
fyri teir fullkomiliga líka-
mikið.
Vit hava nú fingið fíggj-
arlógina fyri 2004 á borðið,
og ikki eiti á kreativiteti og
sminkaðum tølum á mest
sum øllum økjum. Um
fíggjarlógin verður samtykt
í verandi líkið, eru hópupp-
sagnir á veg innan tað al-
menna. Eitt tað grovasta
dømi um kreativitet er upp-
gerðin av løguætlanini. Har
er praksis broyttur soleiðis,
at ein møgulig søla av ogn-
ini hjá Postverk Føroya á
Argjum og íbúðarbygning-
unum hjá Landssjúkrahús-
inum er mótroknað saml-
aðu løgunum við ávikavist
36 mió. og 30 mió. Við hes-
um 66 mió. kemur samlaða
løgujáttanin niður á 246
mió. ið er áleið tað sama
sum fyri 2003.
Samgongan hevur øll
árini gjørt nógv burturúr
hvussu neyðugt tað er við
skattalættum, men hóast
fleiri skattalættar eru givn-
ar er samlaða skattatrekkið
økt við 3% seinastu 5 árini.
Í fyriliggjandi fíggjarlógar-
uppskot er beinleiðis talan
um skattahækkingar.
Sum dømi kunnu nevn-
ast:
• Avgjald á sodavatn 10
mió.
• Avgjald á sigarettir 10
mió.
• Avgjald á góðgæti og
sjokulátu 10 mió.
• Avgjald á søtar keks,
smákøkur og vaflur 2
mió.
• Avgjald á plastikk beri-
posar 5 mió.
• Rentustuðulin lækkar 16
mió.
• Hægri barsilsgjald 23,5
mió
• Barnaforsorgin
verður
flutt til kommunurnar 30
mió.
Omanfyri skatta/avgjalds-
hækkingar eru íalt kr. 106,5
mió. so skattalættin fyri
2004 uppá góðar 70 mió.
munar ikki nógv hjá familj-
unum í Føroyum. So sigast
má, at skattalættarnir hjá
samgonguni einans eru
føgur orð við ongum inni-
haldi, sum so mangt annað
hjá samgonguni. Harum-
framt
svíðir
føroyska
vinnulívi fyri nøkrum av
avgjaldshækkingunum.
Fullveldislógin
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Undir viðgerðini av fíggjar-
lógini síðsta ár hevði undir-
ritaði eina grein undir heit-
inum "dugir Samgongan at
spara" tá segði undirritaði
millum annað.
Tá fíggjarlógin fyri 2003
var fyri, visti Samgongan
av, at um allar útreiðslir, og
rætt mettar inntøkir vóru
tiknar við, hevði hon víst
eitt hall, hettar mátti undir
ongum umstøðum henda, tí
so seinkaði tað fullveldin-
um.
Í staðin fyri at loysa
trupulleikan beinaveg, var
farið yvir at skumba veru-
ligar útreiðslir frameftir,
við at fáa tær við á eyka-
játtanir fyri árið eftir,
andstøðan saman við onkr-
um einstøkum samgongu-
limi, átalaðu hesa skeivu og
vandamiklu gongd, men
einki nyttaði.
Hetta var og er eftir mín-
um tykki ein vánaligur,
vandamikil og óbúgvin
máti at arbeiða uppá, nem-
liga at skapa eitt yvirskot,
sum øll vita ikki er rætt.
Nú gongur sjón fyri
søgn, tað hevur í meðal
verði eykajáttanir uppá 150
mill síðani 98 men fyri
2003 verða eykajáttanir
uppá 181 mill kr, tað vil
siga, at vit longu í ár eru
noydd
at
fara
eftir
innistandandi
í
Lands-
bankanum.
Fyri Fíggjarlógina 2003
var eg skeptiskur, tá eg sá
hvussu vanlig fólk í Sam-
gonguni slett ikki lurtaðu
eftir eitt nú Landsbanka,
Føroya Banka og Føroya
Sparikassa, og ikki minst,
segði Fíggjarmálaráðharrin
at metingarnir fóru ikki at
halda, tær vóru alt ov posi-
tivar.
Nú er Fíggjarlógin fyri
2004 komin og eftir at hava
hugt eftir henni, er mítt
sinnalag broytt, frá skepsis
til undran, ella sagt á annan
hátt, eg standi spyrjandi um
hvussu fólk veruliga kunnu
seta seg niður, og gerða
eina fíggjarlóg, sum er
verri mett enn tann í 2003,
bæði á inntøkusíðuni og
útreiðslusíðuni.
Eri ikki mest undrandi
fyri tølunum sjálvum, men
at Samgongan enn tosar um
at livistøðið ikki skal lækk-
að, og at vit framhaldandi
menna vælferðarsamfelag-
ið, og at familjan hevur tað
betri í 2004 enn i 2003.
Tá ein seriøsur Journal-
istur spurdi Fíggjarmála-
ráðharran hvussu tað hekk
saman at Samgongan hevði
brotið sítt egna Samgongu-
skjal, sum sigur at munurin
millum inntøkir og út-
reiðslir skulu vaksað posi-
tivt á hvørjum ári og tað
ikki sást aftur á fíggjar-
lógini, eftirsum hallið er
uml 140 mill størri í ár enn
í fjør, var svarið at Sam-
gonguskjalið var gjørt eina
heita nátt, og tá var so nógv
sagt.
Tá hugsaði eg sum Nóls-
oyingurin segði á sinni, tá
útvarpsmaðurin spurdi hvat
hann segði um, at holið var
rapað eystanfyri bygdina,
tá svaraði gamli " hvat skal
man siga , hvat skal man
siga".
Fullveldisrokningin tømir
Landskassan skjótari enn væntað
ESSAY UM RÚS-
DREKKALÓGINA
Kim Simonsen
Vín- og bjóráhugaður limur
í t.d. felaginum Danske
Ølentusiaster.
Neyðugt er við politikki og
skilagóður politikkur er
tað, sum eykennir eitt væl-
skipað og skynsamt land, ið
virðir sínar borgarar, í mun
til eitt lorta land, fult av
mutri, tilvildarligum ráð-
andi fordómum og lógloysi.
Eitt land við fólkastýri,
hevur fólk, ið skulu um-
boða viljan, ynski og røkja
tørvin hjá fjøldini. Hetta er
bæði vakurleikin og sam-
stundis avmarkingin við
øllum fólkaræði sum heim-
speki: fleirtalið kann áseta
"sannleikan" og galdandi
veruleika, eisini í eini støðu
har minnilutin hevur rætt
— men fólkaræði er, sum
klichéin
hjá
Churchill
sigur, tað minst ringa.
Fólkaatkvøða neyðug
Eg vil pástanda, at um vit
høvdu eina fólkaatkvøðu
um at liberalisera alkohol-
søluna í Føroyum og sam-
stundis góvu loyvi at selja,
framleiða og innflyta allar
øl í heiminum, veikar,
sterkar, grønar og gular, so
vildu vit sæð eina meiriluta
av Føroya fólki tikið undir
við eini liberalisering. Men
enn situr ein minniluti (ofta
fólk ið ikki drekka sjálvi),
ið enn tvíhalda um tápu-
ligar lógir, ið eru mann-
minkandi og í støðum
minna meg um brot á
mannarættindi, t.d. at man
ikki kann keypa eina lík-
inda útlendska bjór í land-
inum (og nei Carlsberg og
Tuborg eru ikki líkinda
bjór, men keðiligt kopi ídn-
aðarbjór).
Bangnir politikarar
Politikarnir vilja einki gera
við økið, tí teir halda, at ein
minniluti av mótstøðufólki
fer at kappa høvdið av
teimum, um tey gera okk-
urt við rúsdrekkalógina.
Men tey skulu einki gera á
hesum øki, annað enn at
lata fólkið í Føroyum fáa
loyvi at avgera hetta mál.
Av og á er neyðugt, at
fólkavaldir politikarar vísa
seg sum veruligir politik-
arar og spyrja vaksin fólk,
ið annars hava loyvi at
keypa alt frá fuglabyrsum
til rottugift, beinleiðis hvat
tey halda. T.v.s. neyðugt er
at skipa fyri eini fólkaat-
kvøðu um serligar álvars-
ligar spurningar. Slíkt er
ikki annað enn góð fólka-
ræðislig siðvenja. Í Føroy-
um var einaferð ein fólka-
atkvøða um rúsdrekka, hon
var bæði lóglig og boðaði
um fólkaræði, men hetta er
skjótt ein øld síðani. Tá
vóru fólk, serliga menn, ið
drukku ov nógv. Í dag er
samfelagið fulkominliga
broytt eini 8 ferð, men uttan
lógin um rúsdrekkasøluna,
er nærum einki broytt á
hesum økinum, tí er neyð-
ugt at spyrja seg, um tað er
rætt at tvíhalda um hesa
lóg.
Samfelagið broytist og
lógir skulu fylgja við
Samfelagið broytist og fólk
broytast. Føroyingar eru so
at sær komnir í dag, at teir
eins og onnur framkomin
lond vilja hava loyvi t.d. at
njóta heimskendar og for-
Mark fyri politikki
kunnugar bjór og onnur vín
enn tey Rúsan hevur møgu-
leikan at keypa í Føroyum,
(ið er ógvuligani avmarkað
í mun til ein líkinda vín-
handil t.d. í Danmark).
Fólk í Føroyum í dag eru
ikki bert áhugað í at
"drekka seg skít", men
nógv meiri at njóta okkurt
forkunnugt og vilja hava
loyvi at smakka tað besta
heimurin hevur at bjóða av
t.d. víni, bjór, Calvados,
Cognac og Armanac.
Eg dugi at síggja, at
einasta gongda leiðin frá
einari planbúskaparligari
einkarsølu er ein total
liberalisering, har handlar
og heilsølur fáa loyvi at
innflyta øl, vín og alt slag
av alkohol.
Varð ein liberalisering
framd, høvdu vit sæð
spennandi bjór og vín-
handlar í Føroyum, eina
økta kapping um prís,
góðsku og útboð. Gjørligt
hevði verið hjá føroyingin-
um at fingið hendur á tí
honum lystir og øll tey
tíggjutúsundavís av víni, ið
Rúsan ikki hevur og tey
túsundavís av sløgunum av
bjóri í heiminum.
Eg haldi, at náttarlívið og
ferðafólkavinnan er nógv
tarnað av tápuligum lógum,
ið noyða t.d. barrir at
steingja á midnátt, til stóran
ampa fyri ferðfólk, útisetar
og føroyingar í Føroyum alt
árið. Uttanfyri Havnina eru
nærum eingin skeinkiloyvi
givin og ikki er t.d. ein lík-
inda café ella barr á øllum
Skálafjørðinum,
meðan
møtihús
og
samkomur
vaksa í tali í hvørjari bygd.
Misnýtarin í fokus
Heimspekin handan av-
markingina snýr seg bert
um avmarking fyri at bøta
um skaðilig árin av rús-
drekka millum ein milliluta
av misnýtarum og roynir
ikki at læra fólk at gerast
skilagóðir nýtarar og at
njóta t.d. veikar bjór og vín
úr heiminum. Sum støðan
er nú, kann ein og hvør
drekka seg frá húsi og
heimi við galdandi poli-
tikki, t.v.s. at avmarkingin
er púra einkisigandi og er
eingin avmarking, bert ein
óneyðug planbúskaparlig
handilsforðing, ið tarnar
fríari kapping og øsir fólk.
Forboð og avmark-
ingar virka øvugt
Heimspekin handan hesa
avmarking er, at fólk
drekka minni, um tað t.d. er
dýrt og so fáar barrir og
caféir
hava
opið
(fáa
skeinkiloyvi) sum gjørligt.
Men allar kanningar vísa,
at í londum við søgu fyri
forboði og við núverandi
avmarkingum drekka fólk
verri og við minni skili, enn
í londum við eini opnari og
eldri øl og vínmentan. Í
forboðstíðini í USA vuksu
t.d. mafiuliðini. Í Føroyum
drukku menn finspritt,
meðan onnur børsaðu og
spunnu gull úr neyðini.
Forboð skapar bert van-
lukkur og avskeplar fólk og
mentan. Í mínum ættarliði á
Skálafjørðinum eru nógv
deyð blaðung í ferðsluni
vegna rúsdrekka, ið bein-
leiðis kemur av einari vána
rúsdrekkamentan, tí vit
høvdu ongastaðni at fara
(barrir, náttklubbar ella
caféir), annað enn at koyra
skít til Havnar. Bilurin var
barrin, náttklubburin og av
og á eisini diskotekið. Vit
vóru skít sjálvt um eingin
hevði loyvi at bestilla. Vit
keyptu, stjólu rúsdrekka-
kort og misnýttu skipanina
sum dagurin var langur. Í
minum ættarliðið var rús-
drekka forboðið. Vit kundu
ikki fara í nakra Rúsu, men
eg rokni ikki við, at nakað
ættarlið hevur drukkið so
illa, so nógv og á ein
ófantaligan hátt sum tey
ungu á Skálafjørðinum í
áttatíárunum. Tey ungu í
dag hava eitt størri frælsi og
duga eisini betur at drekka
enn vit dugdu. Vit skolaðu
blátt Vodka niður, spýðu og
fullu í óvit. Tey ungu
drekka nógv meiri veikar
øl, vín og á ein annan máta
enn vit. Forboð og ikki
frælsi føra til vanlukkur.
Rúsdrekka ella ikki?
Ein pseudospurningur
Í Føroyum eru alt ov nógv,
ið spilla hetta kjak við at
bomba
tað
aftur
til
spurningar sum: "Hví skulu
vit hava rúsdrekka?" og "Er
tað neyðugt at drekka fyri
at hugna sær?", ið er ein
roynd at fortrongja, at
rúsdrekka er ein partur av
okkara mentan og hevur
verið tað í 1000 ár. Síðani
Gøtu Trónd hava føroyingar
smakka sær á. Hetta puri-
tanska og dupultmoralska
lyndi, ið helst ikki vil
viðurkenna, at rúsdrekka er
til, stórtrívist millum trúgv-
andi og millum avhalds-
fólk, men eg tími ikki at
kjakast frá hesum støði.
Rusdrekka er her sum kaffi
og tubbak og hevur verið
her á fold longur enn før-
oyska samfelagið.
Staturin skal stýra, og eg
meini eisini, at nakað av
tolli skal vera á tubbaki og
alkoholi, men eg dugi ikki
at síggja, um tað ger nakran
mun um eg keypi eina
fløsku av víni í Rúsini ella í
Miklagarði. Hvat er munur-
in um eg keypi seks gulløl í
kioskini hjá Restorff ella
frá Bryggjaríinum sjálv-
um? Og hví hava einkar-
sølur, tá vit eins væl kunnu
keypa vín, øl og annað í
vanligum handlum? Hvat
er munurin um eg keypi 6
Westmalle Dubbel bjór frá
Belgia ið eru 7.0% (og tí
ólógliar) ella 6 vodka
fløskur frá Polen, ið eru
40% (ið eru lógligar), ella 6
vínfløskur frá Spaniu a
13% (ið eru lógligar)?
Mark fyri politikki
Men tað er mark fyri hvat
kann gerast til politik. Ein
fólkaræðisstýrd tjóð ella
ein statur, kann t.d. ikki
áseta, hvat fólk skulu síggja
í sjónvarpinum ella ikki
síggja (sjálvt um Jenis
roynir), hvørjum fólk hava
áhuga fyri á netinum, hvat
tey siga sínamillum, hvat
tey hugsa, hvørjum klæð-
um tey ganga í (ella ikki)
um tey halda føðingardag
(ella ikki), jól, páskir. Vit
hava trúarfrælsið og vit
hava talufrælsið (undir
ábyrgd í mun til Revsu-
lógina). Onkur sigur, at alt
er politikur og at siga at tað
er eitt mark fyri politik er
eisini ein politikkur, sjálv-
andi er tað ein hugmynda-
frøði at avmarka politik.
Fyri meg er tað so, at tá ein
statur ella ein tjóð skal
áseta við lóg hvat fólk
drekka, um tey drekka, nær
og hvar og nærum hví, tá
vísir hetta, at eitt mark er
brotið og politikkurin hevur
blanda seg í privat viður-
skifti, ið ikki raka statin
ella tjóðina. Vit hava loyvi
at gera av við okkum sjálvi,
vit kunnu eta tað vit vilja,
eisini um vit steindoyggja
av tí, men ikki keypa t.d.
eina Westmalle Dubbel,
eina Chimay ella eina Leffe
bjór (ca. 7,0%) uttan at
bróta lógina.
Rúsdrekka
brúkt
við
máta er fyri nógv ein gleði,
tí ein frøði er at fara til
vínsmakkingar, bjórfesti-
valir, í býin o.s.fr., ið er ein
partur
av
modernaðari
mentan. Tað eru føroyingar,
ið hava stóran áhuga og
vitan um vín og t.d. bjór, ið
sjálvi hava gjørt feløg í
Føroyum, ið ikki fáa teirra
tørv nøktaðan, tí Rúsan
situr á øllum innflutning-
inum, og tápuliga lógin um
at bjór ikki má verða sterk-
ari enn 5,8% oyðileggur
rest.
Við núverandi lógar-
óskilið skjóta føroyingar
seg í fótin ár eftir ár, ið ber
prógv um ein bangna fjøld
av politikarum. Tað er
eisini sera mannminkandi,
at stórar sølustevnir og
nýggjar caféir skulu merkja
hendan dupultmoralin í
Føroyum. Í dag snýta vit
okkum fyri inntøkur av t.d.
rúsdrekkaframleiðslu
og
ein liberalisering á økinum
hevði bert økt um vitan og
góðskuna av útboðinum.
Ein liberalisering hevði
givið einstaka brúkaranum
eitt úrval av t.d. fremmand-
um øli og skapt arbeiðs-
pláss og eina moderni-
sering av heldur stirvna
náttarlívinum í Føroyum.
Okkum tørvar eitt nýtt
kjak um hetta í Føroyum í
dag. Og at politikarar og
onnur, ið eru avvarðandi at
hesum máli koma fram við
øðrum enn fordómum og
tosi um forboð, tí heim-
spekin handan avmarking-
ina er einkisigani og hjálpir
tí
ongum,
enn
ikki
millilutanum av misnýtar-
um. Betur var, um dentur
varð lagdur á at økja um
útboðið av veikara ølinum
og víni og lært fólk at ger-
ast meira skilagóðir brúk-
arar.
Danir seta avgjaldið niður 2. oktober á rúsdrekka fyri at
samskipa prísleguna á rúsdrekka við hini londini í EU. Nú
kostar t.d. ein fløska av vodka eini 73 krónur. Í løtuni síggja
vit eisini týskar, hollendskar og belgiskar bjórframleiðarar
taka seg fram á danska marknaðin við heimskendum øli, ið
kann venja danir at drekka meiri góðskubjór, tí stóra fyri-
tøkan Carlsberg er um at missa sítt óhugnaliga monopol.
Hvat er munurin um eg keypi 6 Westmalle Dubbel bjór frá Belgia ið eru 7.0% (og tí ólógliar)
ella 6 vodka fløskur frá Polen, ið eru 40% (ið eru lógligar), ella 6 vínflóskur frá Spaniu a 13%
(ið eru lógligar)?
Rúsdrekka brúkt við máta er
fyri nógv ein gleði, tí ein
frøði er at fara til
vínsmakkingar, bjórfestivalir,
í býin o.s.fr., ið er ein partur
av modernaðari mentan
Varð ein liberalisering framd, høvdu vit sæð spennandi bjór og vínhandlar í Føroyum, eina økta
kapping um prís, góðsku og útboð
C
M
Y
K
13
12