fríggjadagur 3. oktober 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 3. oktober 2003
15
VITJAN
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Í nakrar dagar hevur skotsk
vika verið í Havn og aðra-
staðni við, har ymisk tiltøk
hava verið á skránni. Miku-
kvøldið varð hugnakvøld á
Plattformi við skotskum
dansi, sangi og søgum. Eis-
ini var høvi hjá fólki týs-
dagin og mikudagin at
royna tjóðardrykk skota,
whisky. Tað var í Müllers
pakkhúsi. Annars hevur
vikan verið hildin á torg-
inum í SMS umframt at tað
hava verið konsertir. Miku-
kvøldið spældu ungdómar,
sum fáa sær útbúgving á
tónlistaskúlanum í Aber-
deen, í Norðurlandahúsin-
um. Eisini Vertshúsið hevur
verið karmur um skotsku
dagarnar.
Skotskur matur og
skotskur tónleikur
Í sambandi við skotsku vik-
una verður skotskur matur
at fáa og skotskur tónleikur
at hoyra í Havn í vikuskift-
inum.
Kokkurin Ian Simpson,
tónleikabólkurin
Banish
misfortune og plátuvend-
arin DJ David Craig vitja.
Skotski kokkurin Ian
Simpson
vitjar
Merlot
fríggjakvøldið og leygar-
kvøldið og borðreiðir við
skotskum mati.
Banish Misfortune spæla á
hesum støðum:
í SMS fríggjadagin kl.
17.00 og leygardagin kl.
13.00
í miðbýnum fríggjadagin
kl. 15.30 og leygardagin
kl.11.00
í Vertshúsinum fríggja-
kvøldið kl. 22.00,
leygarkvøldið kl. 22.00 og
sunnukvøldið kl. 21.00
Diskotek við DJ David
Craig verður í Platform
fríggjakvøldið og
leygarkvøldið.
Hósdagin hittust umboð
fyri myndugleikar í Havn
og Aberdeen at viðgera mál
av felags áhuga. Eitt nú var
fundur í grunninum, sum
letur stuðul til ymisk enda-
mál. Borgarstjórin í Aber-
deen fór heimaftur hós-
kvøldið.
Skotska
innrásin
heldur
fram
Skotskur tónleikur í Müllers pakkhúsi
Mynd Jan Müller
Borgarstjórin í Havn, Jan Christinasen roynir eitt av teimum mongu skotsku whiskysløgunum,
her í Müllers pakkhúsi
Mynd Jan Müller
15
14
Nr. 187 - 3. oktober 2003
Mikudagin var mót-
tøka á Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimi
í samband við, at
Tordur Niclasen hevði
starvast har í 20 ár.
Nógv vóru tey, ið
nýttu høvið at støkka
inn á gólvið at bera
honum heilsu á stóra
degnum
STARVSDAGUR
Orð og myndir:
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Tað var týðiligt, at tað vóru
ikki "pliktrøður", ið hildnar
vórðu fyri Tordi Niclasen á
20 ára starvsdegnum miku-
dagin. Røðurnar komu frá
hjartanum, og tað skiltist, at
hann er væl umtóktur leið-
ari.
Bæði starvsfólk, búfólk
og onnur nýttu høvið at
bera honum heilsu á stóra
degnum.
Um Tordur hevur hildið,
at rósandi orðini vóru nak-
að nógv av tí góða, er ilt at
siga, men tá hann, sum
seinastur fekk orðið, for-
taldi hann hesa fittu søgu:
Ein morgunin, tá hann
kom til arbeiðis, kom eitt
av starvsfólkunum koyr-
andi við einum av búfólk-
unum. Tordur heilsaði og
spurdi: "Hvat siga leir-
víkingar í morgun?"
Við sínum mildu eygum
hugdi konan uppá hann og
svaraði: "Tú ert fittur!".
"Hatta var vakurt sagt",
hoyrdi Tordur starvsfólkið
siga við konuna, tá tær fóru
víðari.
"Okkurt skal man siga",
læt tá í hesi gomlu.
Eysturoyar Røktar- og
Ellisheim er kent fyri at
vera ein serstakliga hugna-
ligur bústovnur, har trivn-
aðurin verður settur høgt.
Hesum gav Tordur starvs-
fólki sínum æruna fyri.
Hann segði, at hóast
leiðarin er stavnamaður, so
er tað manningini fyri at
takka, at trivnaðurin er í
hásæti.
- Trivnaður er ikki ein
knøttur, tú kanst trýsta á -
trivnaður er nakað, tú skap-
ar, segði hann.
Tað var stúgvandi fult av
fólki á røktarheiminum
henda
dagin.
Millum
mongu gávurnar og blóm-
urnar, fekk Tordur frá stýr-
inum fyri heimið ein máln-
ing av heimbygd síni, Sør-
vági.
Eftir tónleik og røður
varð borðreitt við pinna-
mati og køkum.
Avhildin
leiðari
Tað var ringt at finna eitt stað at seta bilin uttan fyri Eysturoyar Røktar-og Ellisheim miku-
dagin. Veðrið var gott; merkið veitraði í fullari stong, og inni á heiminum var stúgvandi fult av
fólki komið at heiðra Tordi Niclasen á 20 ára starvsdegnum
Tað var ikki frítt, at Tordur
Niclasen varð rørdur av
øllum rósandi orðunum,
hann fekk á 20 ára
starvsdegnum.
Her er hann avmyndaður
saman við stýrisformann-
inum, Sæunn Ó. Hansen
C
M
Y
K
14
CPU: 2000 Mhz mobile celeron
RAM: 256 MB DDR Ram
Modem: 56k
Netkort: 100 Mbit
Windows XP
Harðdiskur: 20 Gb
Skermkort: SiS
Skermur:
Hátalarar: Innbygdir
DvD-Støð/Cd-Brennari Combo Drev
14.1" XGA
8677
8677
Mitac eru kendir fyri at vera
teir bestu, tá ið tað ræður um
at bjóða tær bestu teldurnar, í
mun til prís. Og hendan teldan
er onki undantak. Hon er enn
ein góð útgáva, í røðini av
dygdargóðum og
prískappingarførum Mitac
farteldum. Hon hevur ivaleysa
nokk av ferð, DvD
afspælara/Cd-brennara og fæst
fyri ein sera góðan prís.
9995,-
Ótrúligur prísur!
Ótrúligur prísur!
Eykakostnaðir:
20 Gb meira
: 395,-
Beritaska: 495,-
Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum og prentvillum
Postbox 49
600 Saltangará
Tlf. 448888
info@tera.fo
www.tera.fo