fríggjadagur 3. oktober 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 187 - 3. oktober 2003
Nr. 187 - 3. oktober 2003
17
Alt fleiri fátæk í USA
Tey nýggjastu hagtølini í USA vísa, at hetta seinasta
árið eru 1,7 milliónir amerikanarar afturat komnir í
tann bólkin, sum verða roknað sum fátæk, og at nú
eru 34,6 milliónir fátæk fólk í USA. Eftir ameri-
konsku skipanini verða fólk mett at vera fártæk, um
eini hjún við tveimum børnum tjena minni enn
120.000 krónur um árið.
Í teimum góðu árunum í nítiárunum sluppu nógvir
amerikanarar upp um fátækramarkið, men tá vend
kom í búskapin í 2001, fór at ganga hinvegin. Ser-
frøðingar siga, at sjálvt um ein ávís framgongd hevur
verið í búskapinum teir seinastu mánaðarnar, hevur
tann vanligi amerikanarin ikki fingið nakran ágóða av
framgongdini. Nógv fólk hava mist arbeiði, og hagtøl
vísa, at í meðal er inntøkan hjá tímaløntum ameri-
kanarum minkað umleið 3.500 krónur um árið tey
bæði seinastu árini.
Politiskir eygleiðarar í Washington siga, at tey
nýggju hagtølini koma George W. Bush, forseta illa
við, tí tað eru ikki meiri enn trettan mánaðir, til
amerikonsku veljararnir skulu velja forseta, skrivar
Aftenposten..
Lækni veitti deyðshjálp
Ein franskur lækni viðgekk mikudagin, at hann veitti
einum 22 ára gomlum menningartarnaðum manni
deyðshjálp.
Frederic Chaussoy hevur greitt frá, at mamma tann
22 ára gamla hevði roynt at taka lívið av tí menn-
ingartarnaða soninum, men at tað miseydnaðist. Tá
hon síðani vendi sær til læknan at bað hann gera tað
fyri seg, gjørdi hann av at gera eftir áheitanini.
Sjálvur sigur læknin, at hann hugsaði seg væl um,
áðrenn hann tók tað stóra stigið. Myndugleikarnir
hava nú biðið læknan møta til avhoyringar, og hann
kann vænta at verða ákærdur fyri morð, tí deyðshjálp
er ikki loyvd í Fraklandi.
Frederic Chaussoy hevur fyrr verið frammi í
franska orðaskiftinum um deyðshjálp. Fyri einum ári
síðani skrivaði hann Jacques Chirac, forseta bræv, har
hann bað forsetan loyva mammuni at taka lívið av tí
22 ára gamla soninum, sum var vorðin lamin og
blindur og hevði støðuga pínu eftir eina vanlukku.
Kardinalur við rúsevnum
Myndugleikarnir í Meksiko eru farnir at kanna, um
kardinalurin Juan Sandoval Imiguez hevur verið uppi
í handli við rúsevnum. Meksikanski forsetin, Vicente
Fox, er eisini drigin upp í málið, tí hann herfyri sendi
eina av tyrlunum hjá stjórnini eftir kardinalinum, sum
skuldi í veitslu á forsetaborgini.
Roberto Blancarte, sum er serfrøðingur í viður-
skiftum millum meksikanska statin og landsins
katólsku kirkju, sigur, at tað er einki nýtt, at kirkjan
hevur fingið pengar burtur úr handli við rúsevnum.
Herfyri tók blaðið La Reforma evnið upp, og eftir
nakrar avdúkandi blaðgreinar gjørdi ríkisákærin av at
kanna viðurskiftini hjá Juan Sandoval Imiguez,
kardinali.
Tann 70 ára gamli kardinalurin, sum er ovasti í
kirkjuni í næststørsta býnum í Meksiko, Guadalajara,
noktar seg sekan.
ES fordømir brúdleyp
ES-nevndin fordømdi fyrradagin eitt giftarmál
millum eina 12 ára gamla sigoynaraprinsessu og ein
15 ára gamlan drong í Rumenia.
Brúðurin, Ana Maria, royndi at sleppa til rýmingar,
tá hon skuldi giftast seinasta vikuskiftið, men skyld-
fólk hennara fingu fatur á henni og noyddu hana at
gifta seg. ES-nevndin sigur, at gentan er alt ov ung, og
nevndin fýlist á, at rumensku myndugleikarnir als
einki gjørdu fyri at forða giftarmálinum.
ES-nevndin finst eisini at sigoynarunum, tí teir
skuldseta eitt nú teir rumensku myndugleikarnar fyri
at geva sigoynarunum eina viðferð, sum er brot á
altjóða mannarættindini. ES-nevndin sigur, at
sigoynararnir eiga fyrst at hugsa um, hvat teir sjálvir
gera, tí teirra egna framferð er eisini í stríð við
mannarættindini.
UTTAN ÚR HEIMI
Ivi hevur tikið seg
upp um nýggja sátt-
málan millum
donsku stjórnina og
A.P. Møller um oljuna
í Norðsjónum. Ivi er
bæði um tað búskap-
arliga og tað løgfrøði-
liga
DANMARK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Danskir serfrøðingar seta
nú spurnartekin við tann
nýggja
sáttmálan,
sum
stjórnin hevur gjørt við A.P.
Møller.
Sambært stjórnini fer
sáttmálin at geva ríkiskass-
anum tvær milliardir krón-
ur afturat um árið hetta til
2012, men hesum ivast ein
av teimum trimum vís-
monnunum, Jørgen Birk
Mortensen, í. Við Politiken
sigur hann, at eykainntøkan
hjá tí almenna er tengd at
oljuprísinum og dollara-
kursinum, sum hækka og
lækka, og tí heldur hann
ikki, at tað ber til at siga,
hvat ríkiskassin fær burtur
úr sáttmálanum.
Eitt annað er tað løg-
frøðiliga í sáttmálanum.
Henrik Zahle, professari í
statsrætti á lærda háskúlan-
um
í
Keypmannahavn,
segði við Jyllandspostin í
gjár, tann nýggi sáttmálin
er kanska í stríð við donsku
grundlógina. Sambært sátt-
málanum skal oljuskatturin
ikki hækka tey næstu 39
árini, og hetta stríðir møgu-
liga ímóti grundlógini, sig-
ur Henrik Zahle, tí hendan
reglan í sáttmálanum forðar
komandi fólkatingum at
hækka oljuskattin.
Stríðið um týska væl-
ferðarsamfelagið er
vorðið so hart, at tað
kann kosta sosial-
demokratunum
stjórnarvaldið. Sam-
stundis hóttir kansl-
arin við at fara frá
fyri jól
TÝSKLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Týska stjórnin hevur sett
sær fyri at nýskipa væl-
ferðarsamfelagið, tí tað al-
menna hevur ikki ráð at
fíggja verandi vælferðar-
skipanir, sum kosta ríkis-
kassanum meiri og meiri,
sum árini ganga. Eitt nú
ætlar stjórnin at skerja al-
mennu veitingarnar, at fólk
skulu rinda ein part fyri
viðgerð í heilsuverkinum
og at hækka pensjónsald-
urin.
Tann 17. oktober skal
tingið atkvøða um eitt upp-
skot, sum skerjir arbeiðs-
loysisstuðulin, men tað er
minni enn so vist, at upp-
skotið verður samtykt. Seks
av tinglimunum hjá sosial-
demokratunum sýta fyri at
taka undir við uppskotin-
um, og teir hava gjørt
greitt, at teir ætla sær ikki
at gera eftir harraboðum frá
floksleiðsluni.
Gerhard Schrøder, kansl-
ari, ávarar um, at atkvøðu-
greiðslan um at broyta
vælferðarsamfelagið kann
enda sum í 1982, tá eitt
stríð um búskaparlig tiltøk
sprongdi
samgonguna
millum SPD og Fríu Demo-
kratarnar við tí úrslitið, at
Helmuth Schmidt, kanslari,
mátti frá eftir eina mis-
álitisatkvøðugreiðslu
í
samveldisdegnum. Ta lagn-
una ætlar Schrøder sær
ikki, skrivar Frankfurter
Allgemeine Zeitung,og tí
hóttir hann við at fara frá
fyri jól, verða nýskipanar-
uppskotini ikki samtykt.
Ivi um nýggjan oljusáttmála
Gerhard Schrøder hóttir
við at fara frá
Gerhard Schrøder hóttir við at fara frá, samtykkir Ríkisdagurin ikki uppskotini um at broyta
vælferðarsamfelagið
Mynd: Reuters
Í sambandi við at 30
ár vóru liðin síðan
virksemi í Kristna-
stovu í Keypmanna-
havn byrjaði, hittust
umleið 250 fyrrver-
andi útisetar í Siloa í
Fuglafirði seinasta
leygardag til eina
samkomu
SAMKOMA
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Leygardagin 27. september
var samkoma fyri fyrrver-
andi útsetar, ið høvdu sína
gongd í Kristnastovu í
Keypmannahavn og komu
har til møti og onnur tiltøk,
meðan tey vóru í Danmark
í lestrarørindum ella fingu
sær aðra útbúgving.
Samkoman byrjaði kl.
11.00 við at Terji á Lakjuni
í Fuglafirði, vegna sam-
komuna í Siloa, beyð øllum
at vera vælkomin.
Síðan
greiddi
Henry
Olsen, sum leiddi dagin, frá
skránni fyri dagin. Susan
og Øssur Berghamar, leið-
arar í Kristnastovu, byrjaðu
við at siga nakað um upp-
runan til verkið í Kristna-
stovu.
Har var annars nógv
ymiskt á skránni, so sum
felagssangur og fyrrverandi
útisetar sungu í smærri
bólkum. Eisini varð greitt
frá, hvussu tað var at vera
útiseti í teimum ymisku
tíðarskeiðunum frá 70-
unum til aldarskiftið. Tey
sum greiddu frá vóru:
Marjun Poulsen, úr Havn,
Dagny
Tróndheim,
úr
Klaksvík, Høgni Hansen úr
Fuglafirði,
og
Kristian
Hansen, úr Klaksvík.
Andrew Berghamar, son-
ur Susan og Øssur, segði
frá, hvussu tað var at vera
barn og vaksa upp í
Kristnastovu.
Símun Pætur á Torkils-
heyggi og Poul Jóhan Djur-
huus, sum í fleiri førum
hava hjálpt til í Kristna-
stovu, greiddu frá ymiskum
hendingum har niðri. Sam-
røða var við Jóannes Han-
sen um sjónvarpsendingina
"Sjónarringurin",
sum
Kristnastova stóð fyri í
áttatiárunum og varð sædd
av nógvum útisetum. Prát
var
eisini
við
Jóhan
Restorff, sum hevur verið í
Kristnastovu-nevndini
síðani byrjan. Nógv annað
áhugavert kom fram henda
dagin, har eisini góða
veðrið setti sín dám á.
Ymisku tíðarskeiðini
Myndir, ið vórðu tiknar
gjøgnum hetta 30 ára
tíðarskeiði, vórðu vístar á
stórskýggja.
Tá tað leið móti endanum
greiddi Øssur Berghamar
frá tí sum hevði eyðkent
hesi farnu 30 árini fram til
dagin ídag.
Sjeytiárini fingu yvir-
skriftina "Ein avbjóðing í
einari uppreistrartíð": Tey
árini vóru merkt av tí
mótmælisanda sum sokall-
aða 68-generatiónin hevði
skapt og ávirkaði nógvar
lesandi føroyingar.
Áttatiárini fingu yvir-
skriftina "Virksemið veksur
og flokkurin við". Hesi
árini vaks virksemið nógv,
og flutt varð í nýggju
Kristnastovu í 1979.
Nítiárini fingu yvirskrift-
ina "Ein lívd í kreppu-
árunum". Hesi árini var
Kristnastova kanska serliga
ein andalig lívd hjá mong-
um føroyingum, sum vóru
komnir til Danmarkar í
kreppuárunum.
Nýggja øldin fekk yvir-
skriftina, "Nýggj øld við
nýggjum avbjóðingum"
Ein tíð við góðum
minnum
At enda talaði Klæmint
Eliasen, búsitandi í Fugla-
firði, um týdningin av at
spyrja seg sjálvan, hvar ein
er staddur nú. At vit mugu
støðugt rætta okkara anda-
ligu kumpass, soleiðis at vit
vissa okkum um, at vit eru
á rættari leið.
Eini 180 fólk vóru við til
hesa samkomuna - og við
sær høvdu tey eini 50-60
børn. Meðan tey vaksnu
vóru í Siloa, vóru børnini í
Mentunnarhúsinum, sum er
hinumegin gøtuna, og har
varð skipað fyri ymiskum
til undirhalds.
Tiltakið endaði kl 19.00.
Fyrrverandi útisetarnir var
væl umboðaður av fólki,
sum høvdu verið niðri í
Danmark í teimum ymisku
tíðarskeiðunum - og fegin
um at fáa høvi at vera sam-
an aftur og minnast aftur á
eina farna tíð við nógvum
góðum minnum.
Fyrrverandi
útisetar
hittust í
Fuglafirði
Nógvir fyrrverandi útisetar møttust seinasta leygardag
Sara og Andrew Berghamar og Susan og Øssur Berghamar frá Kristnastovu í Keypmannahavn
Marjun Poulsen í Havn, sum búði í Keypmannahavn tá
Kristnastova byrjaði, greiddi frá hvussu hon upplivdi hesa
tíðina
Klaksvíkingurin, Henry Olsen, sum býr í Havn og Erling í Liða, sum býr á Argjum
C
M
Y
K
17
16