Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 3. oktober 2003 19 VÍF kvinnurnar fáa nýggjar útlendingar Afturat Ioanu Rápa verða tvær nýggjar rumenskar kvinnur við á liðnum hjá VÍF í vetur HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Einki er at taka seg aftur í, at VÍF seinnu árini hevur verið í avgjørda oddinum í føroyskum kvinnuhond- bólti. Eftir tvær greipur á rað vóru VB teimum tó ov boysnar í fjør, men nú verð- ur so aftur ein nýggj roynd gjørd eftir gullinum í Vest- manna. Í mun til liðið í fjør er tó talan um nakað av frá- gongd. Manuela Stan er við barn, og fær tí ikki vart málið í vetur, meðan ein heilur flokkur av leikarum er farin vestur gjøgnum tunnilin til Sóljuni. Hertha Simonsen, sum undan árin- um í fjør eisini spældi við Sóljuni, er ein teirra, og hartil hava Nicoleta Radu og Hallfríð Isaksen gjørt av, at tær eisini fara at spæla við Sóljuni komandi árið. Men maður kemur í mans stað (M/K) verður sagt, og soleiðis tykist eisini vera í Vestmanna. Felagið hevur í øllum førum gjørt avtalu við tvær rumenskar kvinn- ur, og í løtuni verður bert bíða eftir at pappírsarbeiðið verður avgreitt, áðrenn tær seta kós móti Vestmanna. Higartil hevur pappírsar- beiðið tó tikið einar tríggjar mánaðir, so formaðurin í felagnum, Jógvan Sigurd Poulsen, tykist ikki vera sannførdur um, at tað fer at bera til at hava tær við longu frá fyrsta dystinum. Nýggju leikararnir eita Ad- ela Burcea, sum er mál- verji, og Irina Rodevici, sum er strikuspælari. Hartil roknar felagið eisini við nakað av tilgongd úr egnum røðum. Eitt ar- beiði, sum VÍF seinnu árini hevur lagt nógva orku í, og sum seinastu tvey árini eis- ini givið úrslit í, at nakrar blaðungar gentur so smátt eru um at troka seg framat besta liðnum. Hvussu er og ikki, so verður tað aftur meldað út í Vestmanna, at gull í bæði lands- og steypakapping er málið, men tað verða tær so einsamallar um at gera av, so svarið til tann spurningin má bíða til einaferð á vári næsta ár. VÍF hevur sett sær sum mál at afturvinna gullmerkini, sum tær í fjør mistu til VB Føroysku U-19 kvinn- urnar vunnu ein og taptu tveir dystir í EM-undankappingini í Slovenia FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ein sterkur bólkur, sum føroysku kvinnurnar endaðu í, tá lutakastið til hesa EM-undankappingina var. Bosnia, Spania og Belgia vóru mótstøðuliðini, og serliga hesi bæði sein- astu vórðu undan fráferðini roknað sum sera stórir gloypibitar. Bosnia hevur føroyska liðið áður leikt ímóti, og tó at talan tá var um tap, so var hetta av tí heilt tepra slagnum, og tí vóru vónirnar ikki heilt ongar undan hesm. Mál í føðingardags- gávu Fyrsti dysturin á ferðini varð leiktur leygardagin ímóti Bosnia. Og føroysku kvinnurnar løgdu hart út. Talan gjørdist um ein tepran 1-0 sigur, men á landsliðsvenjaranum skilt- ist eftir dystin, at hetta var væl og virðiliga uppiborið. Við Útvarpið segði venjarin tá, at talan sum so var um ein sera javnan dyst, men at føroyska liðið hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, uttan at tikið varð av hesum. Einsamallið í málið í dystinum stóð Ása á Neystabø fyri, tá hon miðskeiðis í fyrra hálvleiki setti brotsspark í netið. Hon hevði eisini føðingardag hendan dagin, og tá eingin onnur vildi átaka sær ábyrgdina sum brotssparks- skjútti, so avgreiddi hon hetta uttan stórvegis hóva- sták. Sama dag leiktu Spania og Belgia sínamillum dyst, og her vann Spania greiðan 4-0 sigur. Tí kundi onkur á føroyska liðnum gerast heldur bangin, tá Føroyar í næsta umfarinum taptu 5-0 fyri Belgia, eftir at støðan annar fram til 72. minutt hevði verið 1-0. Men móti spanska liðn- um gekst tó betur hjá okkara. Talan varð aftur um greitt tap, tá Spania eftir 2- 0 í steðginum vann dystin 4-0, men hóttandi sorlið kom so ongan tíð upp á tal, og yvirhøvur má sigast, at føroyska liðið aftur hesa- ferð stóð seg framúr væl. Tað hevur eisini fleiri ferðir verið havt á munni, at talan her er um ein hin besta árgangin, sum før- oysku kvinnufótbóltur hev- ur havt, og eitt nú vóru tær í fjør sera nær við at koma víðari úr bólkaspælinum í undankappingini. Tær, sum mannaðu før- oyska liðið, vóru Asta Magnussen, Elin Katrina Haraldsen og Jytta Dranga- stein úr AB. Lív Horsdal, Unn Kragesteen, Selma Dahl Erol, Ása Christian- sen, Elsa Maria Olsen og Ása á Neystabø úr B36. Randi S. Wardum, Malan á Dunga, Ása úr Dímun, Kristina D. Simonsen og Linda Weihe úr HB. Anja Klæmintsdóri úr GÍ. Doris í Garði Joensen úr EB. Mary-Ann Isaksen og Maibritt Svalbard úr B68. Venjari hjá liðnum var Álvur Hansen og hjálpar- venjari var Jón Harald Poulsen. Hartil v´rou Sonja Skúvadal, fysioterapeutur, Elin Christiansen, liðleiðari og Guðrið Joensen, ferða- leiðari, við á ferðini. Endaðu á triðja plássinum Nýggj talv-nevnd Talvsamandið hevði aðalfund leygardagin, og nú hevur nýggja nevndin skipað seg Tað var longu greitt undan fundinum, at Rani Nolsøe fór at siga seg frá sum formaður, og at okkurt skifti tí fór at verða. Nýggja nevndin hevur nú skipað seg, og sær hon soleiðis út: Andrias Ziska, formaður, Sámal Christiansen, næst- formaður, Jógvan Joensen, kassameistari, Jóhannes El- lefsen, skrivari, Rúni Dragaberg, nevndarlimur. Eyka- limir eru Jógvan Martin Joensen og Tórhallur Thomsen -jm Nr. 187 • fríggjadagur • 3. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Berlingo vøruvognur 8 mðr. gamal Berlingu HDI vøruvognur til sølu. Tlf. 210298 Svimjihylurin í Gøtu Søkt verður eftir ansingarfólki (m/k) til svimji- hylin í Gøtu. Svimjihylurin er opin: Mikudag kl. 17–21 Fríggjadag kl. 17–19 Leygardag kl. 9–10 – kl. 15–18 Sunnudag kl. 8.30–10 Spulast/takast upp skal eftir almennu svimjing- ina. Roknast kann við, at tann/tey, ið sett verða, skulu taka bjaringarroyndina. Skrivlig umsókn við upplýsingum, viðmælum og møguligum prógvum skulu vera kommunuskriv- stovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 13. oktober kl. 12.00. Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja ímillum umsóknirnar ella onga at taka. FR-510 Gøta · Tlf. 441012 · Fax 441874 Limafundur MBF skipar fyri limafundi í høllini á Sjómansskúl- anum mikudagin 8. oktober kl. 19.00. Elspa Olsen, deildarleiðari á Almannastovuni, greiðir frá um »Brekaðtoymi«. Allir limir eru vælkomnir. Møtið fjølment. FFA. A.G R A R AVSTEINAR VSTEINAR Velbasta¶vegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opi∂: mánadag - fríggjadag 900-1700 annars sambært avtalu. Sj nband - 31 77 74 Vøruskrá kann fáast! Tofta kvøldskúli veturin 2003/2004 Almenn frítíðarundirvísing Handarbeiði Jap. kunstbroderi/broderi til før. búnan/hedebo/hvítseyming/svartseyming/nálabinding Mánadag kl. 16.00–19.20 Jessie Høgagarð Tlf. 447290 Týsdag kl. 16.00–19.20 Jessie Høgagarð Tlf. 447290 Hósdag kl. 18.45–22.00 Jessie Høgagarð Tlf. 447290 _________________________________________________________________________________ Seyming 4 vikuskifti fyri jól og 5 eftir jól Fríggjadag kl. 19.00–22.00 Maria Rasmussen Tlf. 447833 Leygardag kl. 13.00–18.00 _________________________________________________________________________________ Datalæra, tekstviðgerð á byrjanarstigi Hósdag kl. 19.00–21.35 Ragnar Joensen Tlf. 219841 _________________________________________________________________________________ Klaver og orgul Eftir avtalu John Mortensen Tlf. 448272 _________________________________________________________________________________ Guittarspæl Fríggjadag eftir avtalu Heri Joensen Tlf. 447332 _________________________________________________________________________________ Postalínsmáling Mánadag kl. 19.00–22.00 Maria Rasmussen Tlf. 447833 _________________________________________________________________________________ Heilsa og kostur – og hvussu nýta vit føroyskar urtir í matgerð Mikudag kl. 18.00–21.00 Olga Hentze Tlf. 448659/224258 _________________________________________________________________________________ Fimleikur fyri rørslu- og menningartarnað Mikudag kl. 18.00–19.40 Frida Andreassen Tlf. 224264 _________________________________________________________________________________ Undirvísingin er treytað av nóg góðari undirtøku og av góðkenning frá myndugleikunum. Undirvísingin byrjar í viku 43. Luttøkugjaldið er 300 kr. fyri 1. lærugrein 200 kr. – 2. lærugrein 100 kr. – 3. lærugrein Í lærugreinum, har nógv verður kopierað – 50 kr. kopigjald. Datalæra kostar 50,- kr. eyka fyri prenting og pappír. Goldið verður tað fyrsta kvøldið. Upplýsingar fáast frá kvøldskúlaleiðaranum, tlf. 447332 Tofta kvøldskúli Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3222, P/F DONG Føroyar, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Per Mørch Sørensen, Tunet 9, DK-3450 Allerød (næstformaður). Innkomin sum næstformaður: Mads Peter Arndal Lauritzen, Skovvej 21, DK-2950 Vedbæk. Skráseting Føroya tann 1. Oktober 2003 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 544, P/F Smyril-Line, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Hans Mortensen, Gróthúsvegur 6, 188 Hoyvík (formaður). Innkomin í nevndina: Jens Kári Vilhelm, Gróthúsvegur 19, 188 Hoyvík. Innkomin sum formaður: Heðin Klæmint Weihe, Marknagilsvegur 64, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 1. Oktober 2003 Kristin Balle _______________________ C M Y K 19 18 Velbastaðvegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opið: mánadag - fríggjadag 900-1700 annars sambært avtalu. Sj nband - 31 77 74 Vøruskrá kann fáast! FA.GRAVSTEINAR FA.GRAVSTEINAR