Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-11-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. november 1996síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Asa Johannessen = 136.1909 tt 3.1il.1996 Tað tykist so undarligt - tómt at vita sær, at tú ert farin Vit steðga á Lítil, líullátin - to av teim størstu - stendur tå fyri mær At tad gekst tinum væl, lå tær næst å hjarta - og fegin greiddi tú frå Alsk til alt skapandi - varð tær í beinið givið Tú orkaði ikki longur alt, tú vildi - fylgdi tó við øllum - vart takksom fyri alt Titt skeið er runnið - nógv legði tú eftir teg - lívsvirði - varandi minni Nú nýtist tær ikki at stúra fyri vetraródn har tú ert, er logn. Vit unna tær hvíld - fara at minnast teg við virðing og takksemi Stórlosjufundur Lýsti Stórlosjufundurin verður á Fjalsgarði í Oyndarfirði leygardagin kl. 15.00. Skrá: Sambært lógini Stórlosjuráðið Kvinnurnar fegnar um fyribyrgjandi kanningina - Higartil hava umleið 83 prosent av føroysku kvinnunum tikið av tilboðnum um fyribyrgjandi kanning móti krabbameini í lívmóðurhalsinum. Tað er nógv í mun til onnur lond og sigur okkum, at tær eru væl upplýstar um týdningin av kanningini, sigur Bjarne Beck, patalogur, sum stendur fyri kanningini RANDI JACOBSEN Tað gongur væl við ar beiðinum at kanna allar kvinnur yvir 25 ár fyri krabbamein í lívmóðurháls inum Allar kvinnur hava fingið tilboðið. og tær sum hava gjørt vart við seg, eru eisini allar kannaðar Bjarne Beck, patologur, sum stendur fyri kanningini og ger arbeiðið saman við tveimum laborantum og einum skrivara, letur væl at undirtøkuni, sum henda kanning hevur fingið mill um føroyskar kvinnur Sein asta uppgerðin sigur, at bara 17 prosent av kvinnunum ikk: hava verið til kann ingar Tað er nógv í mun til onnur lond, tá tey hava bjóðað kvinnum slíka kann ing. sigur Bjarne Beck Hann hevur góðar vónir um, at nakrar teirra. sum ikki hava latið seg kanna, fara at gera tað, tá tær í næstum fáa eina áminning - Ég vænti, at vit tá koma niður á 10-12 prosent, sum ikki lata seg kanna Skilagóðar konur Hetta vísir, at flestu før oysku kvinnur skilja týdn ingin av kanningini, sum hevur við sær, at tær sjúku og tær við sjúkueyðkennum kunnu viðgerast í rættari tíð Bjarne Beck heldur, at nú hava kommunulæknarnir allastaðni í landinum somu orku til at kalla kvinnur inn til kanningar Tær kvinnur, sum hava verið kannaðar og ikki høvdu nakrar Óvanligar kyknur í lívmóðurhálsinum, verða innkallaðar aftur try ár efur fyrstu kanningina So leingi einki óvanligt er, ganga trý ár millum hverja kanning. Tað er ikki neyð ugt at kanna tær oftari, held ur patologurin Í nøkrum førum hevur kanningin víst kyknubroyt ingar av ymsum slag. Tær kvinnurnar verða kallaðar inn oftari Í hesum kanningum er krabbamein í lívmóðurháls inum higartil ávíst hjá 15 kvinnum, sum sjálvar ikki vístu av, at tær vórðu sjúkar Hjá fleiri eru eisini funnin óvanligar kyknur, sum kundu bent á byrjandi krabbamein Av teimum 4517 kann Bjarne Beck rósar kvinnunum fyri, at tær skilja tydningin av hesi kanning sum fyribyrging aðu, eru 102 innkallaðar til uppfylgjandi undirlívskann ing á Landssjúkrahúsinum I 750 fórum helt patologurin kanningina ikki vera nóg væl eydnaða og mælti til at gera nýggja kanning Tær sjúku eru allar beinanvegin kallaðar inn til nærri kanningar og síðani viðgerð Halda eyga við teimum Hinar við óvanligum kykn- um, verða kallaðar inn til eina nærri kanning. og síðan verða tær kannaðar eina ferð um árið fyri at fylgja við, um tað verður til krabbamein. Tað kann byrja sum ein infektion ella virus Summar fáa ikki bræv frá Landssjúkrahúsinum við tilboðnum um kanningina Hetta merkir ikki, at tær ikki eru kannaðar, men tí tær antin sjalvar hava biðið um at fáa royndina gjørda, ella hon er gjørd, tå tær í ðrum sambandi hava verið til undirlívskanning hjá lækna sínum ella á sjúkrahúsi Bjarne Beck heldur, at nú so nógvar kvinnur eru kann- aðar, er funnið fram til tær flestu, sum hava krabba- mein. Onkur kann tó koma aftrat Tað kunnu vera fleiri or- sækir til, at allar ikki hava gjørt vart vid seg, tå tær hava fingið brævið frá pato- logisku deildini við tilboð- num um at fara til kanningar hjá kommunulæknanum Summar hava kanska ikki fingið tað í lag. Aðrar hveppa seg við at fara til sín egna lækna, sum tær kenna væl, at fáa gjørt eina slíka kanning Hetta seinasta byggir hann m.a. á, at fleiri heldur vilja fara til kvinnlækna á Landssjúkrahúsinum at fáa gjørt royndina, og summar þerna; hdl. SØTArF RD! loysari er í hansara stað Tílíkum hevur Bjarne Beck forstáilsi fyri Millum kvinnur ganga søgur um, at tær ikki hava fingið rætta úrslitið av kanningini at vita. Eitt nú eru dømi um, at kvinnur frá læknanum hava fingið at vita, at alt var í lagi, men so fáa tær seinni bræv frá pa- tologisku deild á Lands- sjúkrahúsinum bræv um, at kanningin má gerast um aftur Onkrar Bjarne Beck veit um onkur slík mistøk Summi mistøk kunnu vera menniskjalig. tí øll, eisini læknin, kann mis- taka seg. Hann mælir kvinn unum til, tá tær spyrja lækn- an eftir úrslitinum av kann ingini, um ikki at spyrja læknan, tå tær td. meta honum á vegnum, men heldur at venda sær til lækn an í viðtalutíðini, soleiðis at hann kann svara út frá papp- írunum Demi eru eisini um, at kvinnur langa tíð aftaná hava fingið at vita, at kan.- ingin var miseydnað. Tað hevur eisini sína søgu, sigur Bjarne Beck. Ein orsøk er, at patologiska deild hevur lagt um til aðra edv-skipan til hesa kanningina. Haraf- trat hevur Bjarne Beck broytt mannagongdina, síð an hann tók við eftir und anfarna patologin Vælkomnar at ringja - Tær, sum eru f iva, eru allar vælkomnar at ringja higar, og mær dámar best, at tær tosa beinleiðis við meg og ikki gjøgnum nakr an annan fyri at sleppa und an misskiljingum, sigur Bjarne Beck Hann heldur, at arbviðs- gongdin við at kalla kvinnur inn til kanningar fyri krabbamein í lívmóður hálsinum. nú er komin í fasta legu Og so heldur hann tað bara vera at vóna, at henda kanningin ikki verður rakt av teimum sparingum, sum alla tíðina verða gjørdar á Landssjúkrahúsinum