fríggjadagur 8. november 1996síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nf/216 + 8: NOVEMBER 1996
tíðindablaðið
19
Eru sambandssinnað
føroyingar?
Sjónarmið i
Jåkup Magnussen
skrivar
Henda spurning må eg
svara við einum NEI-svari
Les niðanfyri, so skilir tú
mína greiðu steðu
Orsøkin til at norðbúgvar
búsettust í Føroyum var
vantandi frælsi eystan hav
Hetta frælsi funnu tey í
Føroyum og hóast tað var
rænt frá teimum aftur, hevur
frælsisandin altíð livað í
oyggjunum
Sambandssinnað hava
altíð roynt at kúga hugsjón
ina um eitt frælst Føroya-
land; ein samansverjing við
danir, sum tóku yvir eftir
norðmenn. Í veruleikanum
er tað undirgravingarvirk-
semi av grovasta slag
Brestisson
Sigmundur Brestisson er
ein svullur í okkara frælsis-
søgu. Tann romantiseraða
og bert partvist rætta Før-
oyingasegan fjalir út yvir
sendiboðið hjá norðmonn-
um, ið rændi nógv frá før-
oyingum. Hann gjørdi okk-
um til tað, sum sambands-
sinnað fólk eru í dag; nevni-
liga undirbrotligar sálir á
einum rillandi samleika-
grundarlagi (identitetstrup-
ulleikar)
Vit siggja hvønn dag i
Havnar gøtum taskudyrini
í síðum yvirfrakka - polit-
ikararnir í dagsins Føroy-
um. Hesi gera tad sama sum
Brestisson. Hverja ferð
okkurt er á våsi i Føroyum,
ið stórabeiggja ikki hóvar,
fara tey við flúgvara/skipi
til hansara. Eins og Sig-
mundur koma tey hverja
ferð heimaftur við nýggjum
sverði frá imperialistinum;
nýhvest til at kuta burtur
allan iva um, hver ið hevur
ræði í hesum sokallaða
landi
Tey sambandssinnaðu
góðtaka lokabrøgdini, seta
ikki spurning við loysnirnar,
sum danir og sendiboðini
siga vera góðar fyri føroy
ingar. Hesi fólk eru mangan
ikki før fyri at hugsa sjálv
stødugt, ella tey hava
ymiskt vinnurekandi virk
semi, sum tey halda vera í
vanda, um vit sjålvi knapp
liga eiga sjálvsavgerðar
rættin. Hetta eru fólk. sum
ikki tora at vága eitt sindur
fyri so nógv
Hver er so hesin persónur
føroyingurin ? Ikki veit eg
men hann eigur í hvussu so
er ikki húsini, hann býr í og
landið eiga danir. Antin
dugir hann íkki at hugsa
sjålvstødugt, ella vil hann
ikki annað enn at sita fjálgt
undir Danmarkar regn
skjóli. Hann ræðist eitt
møguligt æl. Ussaligt
Samleikin omeidur
Hesin sami »føroyingur«
veit, hvussu systkinabarn
Mar grethu drotning eitur,
men hann veit ikki hvussu
kona løgmans eitur Og
hann kennir nógv til sosialu
skipanina f Danmark, men
føroysku hevur hann stórar
trupulleikar vid
Føroyski samleikin er eitt
ógvuliga flaksandi fyri
brigdi. Við góðari hjálp frá
fjølmiðlum og politikarum
heldur føroyingurin sera lít
ið um seg sjálvan. Men tað
er kanska ikki so legið, tá
vit dag og dagliga fáa at
vita, hvussu lítið ment vit
eru. Vit eru ikki før fyri at
reiða okkara egnu sogn og
tí ger »Mamma« tað fyri
okkum
I journalistiskum faklesn-
aði er mangt, vit ikki hugsa
um dagliga, millum annað
hverjum vit hyggja eftir í
sjónvarpi
Felags fyri flestu lond er
tað mannminkandi tilfarið,
sum sent verður í okkara
stovur. Eftir strævnan ar-
beiðsdag sessast vit framm
an fyri sjónvarpinum og fyri
ein stóran part velja vit
sendingar, har vit kunnu
flenna. Vit flenna ótilvitað
eftir menniskjum, sum oft-
ani eru í júst somu støðu
sum vit sjálvi, hóast vit
heldur áttu at grátið
Vit eru oftani í somu
stóðu sum persónurin í New
York ella Paris, men har-
aftrat síggja myndugleik-
arnir í Føroyum til, at Dan-
mark verður væl lýst og hå-
lovað. Trúgv ikki, at tað er
tú sjálvur, sum velur tað, tú
hyggur eftir. Í sanginum
Woman Ís The Nigger Of
The World lýsir John Len-
non væl, hvussu vit nýta og
misnýta kvinnuna. Hann
sigur millum annað, at vit
hvønn dag gera okkum inn
á hana í sjónvarpi, at:vit fáa
hana at mála andlitið og síð
ani dansa fyri okkum
Lýsingin er eisini sera
væl hóskandi til féroyingin
sum heild
Sambandssinnað
vaknið!
Ikki fyrr enn tú ert trúgvur
ímóti upprunaliga endamál
inum við at búsetast í Før
oyum, er tú førovingur
Húðalitin kunnu vit ikki
brúka til nakað, tað má
koma innanífrá
At taka undir við førda
politikkinum í Føroyum
hesi nógvu síðstu árini, er
ein ússalig gáva til danska
valdið í Féroyum. Tú heldur
kanska, at tá borgarligu pol
itikararnir taka undir við
verandi stóðu, kann tað ikki
vera so galið, tí fólkini eru
jú múgvandi. Og tað er júst
tað sum er so syndarligt
Tey múgvandi og ráðandi
(løgmadur og onnur) hava
íkki nógmikið av stórbæri
til at taka eina avgerð før
oyska fólkinum at frama
Hesi hava teirra haga væl
røktadan og tey kundu ikki
funnið uppá at latið tín seyð
bitið gras í teirra vegjaðara
Við ødrum orðum; tey eru
ov lítið føroyingar, til at tik-
ið eitt tak, ið møguliga
hevði verið neyðugt við ein
ari yvintøku av landinum
Oljan verður met sum bú
skaparliga bjargingin, men
sum vit síggja, eru dansk-
arar framvið og nógv meira
enn tú ert varugur við. Tá
Mærsk og A.P. Møller hava
spytt nakrar milliardir inn i
hetta skuldarbundna sam
felagið, sita vit eftir við
molunum. Tá fert tú sam
bandssinnaði at hugsa um
hesa grein við ógvuliga
blandaðum kenslum. Ger
tær greitt, at okkum yvir
hevur ikki nýtist at verða
eitt hjáland
Føroyska loysnin
Næstan allir íslendingarnir
vóru fyri loysing í 1944 og
hverja ferð eg vitji Ísland,
eri eg øvundsjukur. Tað sum
eg serliga øvundi teimum,
er stoltleikan, erpni og gleð-
ina yvir sítt land, og at tey
kunnu síga, at hetta er land
mitt - vælkomin!
Føroyska loysnin eigur at
vera tann sama, nevniliga at
vit loysa. Tú sigur kanska,
at vit ikki kunnu samanbera
okkum við íslendingar, men
tað kunnu vit gott. Íslend-
ingarnir eru fleiri í tali, men
harafturímóti eiga teir eitt
land, sum er nógvar hundr-
að ferðir dýrari at reka. So
har sleppa vit lætt. Um olja
er við Føroyar, verður tað
eitt spæl, hóast tað ikki
eigur at vera nøkur treyt
Í føroysku loysnini mugu
vit eisini gera okkum óheft
í aðrar mátar. Tað slóð mær
fyri hjarta henda dagin, at
Heðin Mortensen fer at seta
danskar veddingarstødir
upp i Føroyum. Hann hugs
ar ikki um allan peningin,
sum hann við hesum sendir
av landinum. Men Heðin
heldur kanska, at hann er í
Danmark, so tað ger einki
Og tað er jú rætt, at hann er
í Danmark, men tiltakið er
undirgravandi fyri føroyska
samfelagið. Millum annað
fer tað at ávirka virksemið
hjá Sjónvarpinum í framtíð
ini. SVF fær minni inntøk
ur, men tað ger kanska
einki, tí man kann jú altíð
senda ein film aftrat um
drotningamammuna?
Tað er nú
Eg tosadi ein dagin við ein
politikara á høgraveingin
um, sum er byrjadur at
hugsa um stóðu Føroya og
føroyinga. Hann segði, at
hann ikki hevði verið ser
liga = tjóðskaparsinnaður,
men nú var ødrvisi. Hann
ætlar sær at stilla upp aftur
fyri teir borgarligu og vónar
at kunna ávirka politikar-
arnar innanhýsis. Hesin pol-
itikari, sum hevur hálsað
um sigur, at um vit ikki fara
at ráða okkum sjálvi, hugsar
hann um at flyta til Íslands,
tá hann verður eldri. - So
kann eg kenna meg sum ein
frælsan mann, sum verður
grivin í frælsa jørð, tá id eg
einaferð fari higari, segði
politikarin
Eg haldi meiningina hjå
hesum manni siga alt. Hann
hevur ikki allarminsta álitið
á dønum, sum jú ikki hava
áhuga í føroyingum. Dansk-
arar hugsa bara um hvussu
teir kunnu fáa mest burturúr
við at hava eitt hjáland her
úti í Atlantshavi. So leingi
vónin er um eitt oljuævin-
týr, sleppir Danmark okkum
ikki av hondum vid løttum
Ti mugu vit standa saman
og gera bart. Tað er nú!
Loysingin fer møguliga
álvarsligar avleiðingar fyri
sålarfrødingarnar, sum fáa
nógv minni at gera, men teir
mugu vit bara spesialisera
enn meira
Jákup Magnussen
Lesarabrøv og líknandi tilfar, ið verður sent okkum, skal hava avsendara,
Lv.s. navn, adressu og telefonnr. Blaðstjórin skal vita, hver skrivað hevur eisini um
brøv ynskjast dulnevnd í blaðið.
Vit kunnu annars ikki geva tykkum, id skriva, vissu fyri, at lesarabrøv viðmerkingar 0.1. koma í blaðið
sama dag, sum tað er móttíkið. Tað veldst um tøka setiorku og pláss.
Blaðstjórin
VIKARUR
Vegna lærara í barnsburðarfarloyvi verð-
ur søkt eftir vikari í 24 tímar frá 15. de-
sember 1996 at undirvísa 27 tímar um
vikuna við Porkeris skúla.
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin
kann undirvísa í gentufimleiki.
Umsóknir mugu vera skulanevndini í Por-
keri í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
25. november 1996.
Porkeris skúlanevnd
Anna Djurhuus,
skúlanevndarformaður
LANDSTINGIÐ
hjá Fråhaldsrørsluni
Lýsta landstingið hjá Fráhaldsrorsluni er
útsett til í februar 1997.
Felagsnevndin
hjá Fråhaldsrørsluni
— vit seta út í kortið
ÓKEYPIS
tíðindablaðið
SOSIALURI
BOX 76 - 110 Tórshavn
Sosialurin
rindar
postgjaldið
Undirritadi teknar seg sum haldara av
Sosíalinum — og fái blaðið 5 ferðir um
vikuna.
[] Haldarar í Føroyum:
[] Haldarar í Danmark:
{} Haldarar í Danmark:
(5 bl. í senn):
[] Onnur lond:
235,-Jársfj.
425,-Jársfj.
340,-/ársfj.
Ymiskir prísir
Til ber altíð at gerast haldari og goldið
verður bert fyri blødini, ið eftir eru av
ársfjórðinginum