týsdagur 23. mai 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 97 - 23. mai 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Sjálvstýrisgongdin
uppsteðgað
Tað er hugtyngandi, sum
føroyskur útiseti, at vera
vitni til, at tað føroyska
samfelagið verður alt meira
merkt av religiøs- funda-
mentalistikum hugburðum.
Tað er skelkandi, at tað eru
fleiri ambitiøsar kreftir, ið
vilja førka Føroyar nærri
eini religiøsari, kúgandi
mentan, eins og vit kenna
tað nógva aðrastaðni frá úti
í heimi. Tað, sum eyðkennir
tey mest fundamentalistisku
londini er, at fólkið verður
hildið niðri við áhaldandi
religiøsari heilavasking, og
hesi vanlukkustýri hava
sum oftast, tíverri, eisini
tann fyrimun, at fólkini eru
illa upplýst, hava vánaligan
lærdóm og tí eru løtt at man-
ipulera við. Fyri at nevna
nøkur av hesum londum,
kunnu nevnast Afganistan,
Pakistan, Iran, Irak og Ind-
onesia.
Nú situr tú óiva og sigur,
at hesi lond hava einki við
okkum og kristindóm at
gera - men tað hava tey
nevniliga. Fara vit nøkur
hundrað ár aftur í tíðina, so
hevði kristindómurin mein-
líkan atburð, eins og islam
hevur í dag. Harafturat eru
kristindómur og islam tvær
alin av somu longd, okkara
Gamla Testamenti og teirra
Koran eru stórt sæð meinlík,
og Jesus hevur í koranini sín
leiklut sum profetur. Tað eru
bert tulkingar og meira ella
minni týdningarloysi, sum
skilir hesar báðar religiónir.
Men har vit í dag merkja
munin, er tann háttur hesar
báðar religiónir verða prakt-
iseraðar uppá. Flestu kristin
lond í dag eru høgt sivili-
serað, og eru í takt við at
kristindómurin stigvíst hev-
ur fingið minni og minni
týdning fyri samfelags-
gongdina vorðin betri og
rættvísari samfeløg at liva
í. Argumentatión, opinleiki
og logikkur er vorðið
grundarsteinurin undir tí
demokatisku skipanini. Og
ikki sum fyrr, religiøs into-
leransa og fanatisma.
Møguliga er grundin fyri,
at tey islamisk fundament-
alistisku londini eru fleiri
hundrað ár aftan fyri okk-
um, tá tað snýr seg um at
virða menniskjarættindir og
demokrati, tann, at Muha-
med livdi 600 ár aftaná Jes-
us, og at teirra religiøsitetur
av teirri grund nústani kul-
minerar eins og okkara
gjørdi tað fyri nøkrum
hundrað árum síðani.
Men tit vilja eftir øllum
at døma halda fast við fund-
amentalismuna og stramma
hana uppaftur meira, um tit
fáa møguleika fyri tí; og
hetta hevur við sær, at Før-
oyar verður eftirbátur og
undirútviklað í mun til okk-
ara grannalond.
Nú til fyrispurningin.
Eg vil biðja tykkum um at
gjøgnumhugsa, at tá tit siga,
at bíblian skal takast bók-
staviliga, og at hon er
SANNLEIKIN - og tí skulu
samkynt
diskriminerast,
sambært Rómverjabrævi-
num 1. vers 24 og út - um
vit so ikki eisini skulu inn-
føra avhøgging av hondum
og fótum, og útslíting av
eygum hjá fólki, tá ið vit
neyðars syndugu skapning-
ar verða freistað (og hvør
hevur ikki onkuntíð verið
tað í lívi sínum). Tí skal
bíblian takast bókstaviliga
(altso fundamentalistiskt),
so eiga hesi omanfyri
nevndu ting eisini at verða
praktiserað.
Í hesum sambandi, sí:
Matteusarevangeliið 5. vers
29-30, Matteusarevangeliið
18. vers 8-9, og Markusar-
evangeliið 9. vers 43-47.
Århus 20/5-00
Hilmar Simonsen
E-mail:
Hilmars@mobilixnet.dk
Í einum Frama, sum tit fyri
tjúgu árum síðan, allir trígg-
ir høvdu ábyrgdina av, stóð
ein sera sjónlig lýsing, har
ein knýttur stálnevi bukar
stavirnar FS fram. Undir
hesum stendur:
”Føroyskir Sosialistar”
virka fyri stovnseting av
føroyskum sosialistiskum
tjóðveldi, sum er tann
grundvøllur
klassaleysa
kommunistiska samfelagið
skal byggjast á.
Spurningur mín er, um tit
enn standa á hesum grund-
vøllinum. Tað kundi óivað
eisini havt áhuga fyri javn-
aðarfólk at fingið at vita, nú
onkur teirra so javnan legg-
ur aðrar politikarar undir
bæði líkt og ólíkt.
Fyri tjúgu árum síðan
vóru tit væl og virðiliga
komnir til mans, og tí kann
skriving tykkara tá neyvan
kallast ungdómslótir.
Um tit hava skift hugsan,
sum ikki er nakað ónattúr-
ligt, hví valdu tit so júst tann
flokkin, sum tit í vælskriv-
aðum greinum og 1. mai
dags røðum húðflettu. Javn-
aðarflokkurin
er
einki
broyttur, annað enn at hann
- eins og aðrir Javnaðar-
flokkar- er farin til høgru.
Longur burtur frá grund-
vølli tykkara.
Onkur heldur tykkum
hata tjóðskaparkensluna, tí
tað var hon, sum gjørdi av
við stýrini í Sovjetsamveld-
inum og eysturevropu.
Eg vænti mær svar frá
tykkum.
Bergur Dam og Hans
Pauli Strøm skylda óivað
eisini veljarunum í Streym-
oynni eina frágreiðing.
Manne Persson
Fyrispurningur til Gimme
Olsen og Bill Justinussen
- í sambandi við greinir tykkara í bløðunum herfyri -
Viðmerking:
Ein vanærulig skomm
Noktað verður donskum
biskupum at prædika í før-
oyskum kirkjum.
Biskupar innan okkara
egnu Fólkakirkju, bjóðaðir
av Føroya hægsa kirkjuliga
myndugleika, okkara egna
biskupi, vigaðir og funnir
ov lættir av nøkrum prest-
um, ið vegna klandursemi
og fávitsku halda seg hava
fingið einkarrætt, bæði upp
á bíbliu og kirkju.
Orðaskvaldrið um, hvør
ið er bíblitrúgvur, ella hvør,
ið tulkar bíbliuna rætt, er á
so lágum støði, at tað ikki
er vert at skifta orð um.
Jesus segði: »Tann av
tykkum, sum syndaleysur
er, kasti fyrstur steinin á
hana«. (Johs. 8,7). Mær vit-
andi var eingin í tí fylgi-
num, sum helt seg vera nóg
syndaleysan.
Nicolina Jensen Beder
Fagnaðarhaldið og biskupavitjanin
Yvirlýsing til Føroya
kirkju.
Høvuðsstýrið fyri Kirkj-
uligu Heimamissiónina á-
talar, at norðurlendskir bisk-
upar, sum alment hava góð-
tikið samkynt paralag, eftir
ætlan skulu prædika í kirkj-
um okkara 2. hvítusunnu-
dag í ár.
Høvuðsstýrið er, grundað
á Bíbliuna, sannf.rt um, at
hjúnalag millum mann og
konu er hin einasti rætti og
besti samlívshátturin. Sam-
kynd paralgø eru ímóti
Skriftini og hjúnalagnum.
Í nøkrum norðurlendsk-
um londum er stór ósemja
innan kirkjuveggja um sam-
kynd paraløg, og hvørt tey
skulu fáa kirkjuliga signing
ella ikki. Í finsku kirkjuni
og íslendsku kirkjuni er
spurningurin til umrøðu. Í
norsku kirkjuni eru biskup-
arnir í tvíningum, har meir-
ilutin - teirra millum Øy-
stein Larsen - er ímóti sam-
kyndum paralag. Svenska
kirkjan hevur við biskupum
sínum longu gjørt forbøn-
arritual fyri samkynd, og
danska kirkjan hevur við
biskupum sínum - undan-
tikið okkara egna - hin 28.
oktober 1997 givið loyvi til
dugstænastu ella andakt at
boða frá (markera) sam-
kyndum paralag.
Høvuðsstýri fegnast á ein
serstakan hátt í ár saman við
kirkju okkara og øðrum
samkomum, at Harri okk-
ara, Jesus Kristus, lat seg
føða og varð boðaður fólki
okkara, men vit harmast, tá
ið orð hansara ikki verður
virt og hildið.
Nesvík hin 29 apríl 2000
Vegna Høvuðsstýrið fyri
Kirkjuligu Heimamissiónina
Hilmar Danilesen,
formaður
Tom Skaale, aðalskrivari
Einfaldur spurningur til Hans Paula, Rolf og Berg
Stóra fjøldin av føroyingum, ið vil ganga sjálv-
stýrisleið fer nú at ótolnast. Einki er hent á
hesi leið síðani bankakervið bleiv føroyskt í
1993. Edmundsa landsstýri blokeraði opinlýst
alla gongd á sjálvstýrisleið og hetta lands-
stýrið, ið nú situr, hevur líka so effektivt steðg-
að einari náttúrligari við at gera fullveldis-
loysning til ein ultimativan kardinalspurning.
Fólkið hevur higartil víst tol og latið landsstýrið
arbeitt við sínari loysn. Framferðin sá í ávísan
mun skilagóð út og ikki minst okkara sym-
patiski landsstýrismaður í sjálvstýrismálum
hevur heiðurin av, at tann tigandi meirlutin
hevur verið friðaligur, og at tjakið hevur verið
á einum rímuligum støði.Nú tvey umfør av
samráðingum við Danmark hava verið, so
sæst at ætlaninar hjá Landsstýrinum hava
verið órealistiskar - ja, onkur vil kalla tær
luftkastellir og okkurt týður uppá, at fullveldis-
viðhaldsfólkið í ávísan mun er við at fara í
panik, tí kjakið er í seinastuni púrasta av-
skeplað. Vit hava lagt merki til, at tey, sum
hava eina aðra meining enn tey „frelstu“ verða
hongd út fyri farna lívsleið,útsjónd,uppruna -
snøgt sagt „terror“ so eingin skal ditta sær at
opna munnin ímóti teimum „ortodoksu“ og
rætthugsandi. Hetta er ógvuliga stórt spell og
skaðar bæði so og so. Tað er einki so týdn-
ingarmikið í einum samfelag sum talufrælsi -
innan ella uttan fyri ein ríkisfelagsskap. Duga
vit ikki at respektera tað, so eru vit ikki búgvin
til politiskt frælsi. Tað er tó ikki bara hesin
parturin av fullveldisprocessini, ið er broyttur.
Upplýsingarnir, ið vit fáa um framtíðarútlitini,
eru eisini versnaðir á tann hátt, at teir eru alt
ov „ullintir“ - hettar hóast vit í dag vita nógv
meira enn tá hvíta bók kom fram. í dag vita
vit, at skiftistíðin verður 4 ár, og at danski
stuðulin verður skerdur við 300 milliónum um
árið, so her skuldi verið lætt at rokna út, hvørj-
ar avleiðingarnar verða. Ístaðin verður fram-
haldandi tosað um 15 ára skiftistíð, og eks-
pertarnir hjá landsstýrinum, ið fyri nøkrum
mánaðum síðani ferðaðust landið runt og
greiddu frá, hvar eru teir? Á sama ullinta borð
ber svarið hjá Høgna Hoydal uppá fyrispurn-
ing um lestrarmøguleikar í framtíðini hjá føroy-
ingum í Danmark. Svarið var, at vit fáa somu
rættindi sum aðrir norðbúgvar. Tað inniber,
at føroyingar missa rættin til S.U. og sokallaða
Føroyafrádráttin. Teir missa rættin til eina røð
av ókeypis útbúgvingum, ið ikki eru aka-
demiskar. Samanumtikið rættindi, ið tey, ið
ikki hava haft tær stóru fíggjarligu fyritreytirnar,
hava notið gott av. Tað vildi verið meira heið-
urligt at upplýst um hetta, tá ið svarið í ting-
inum bleiv givið. Fullveldisætlanin hevur fingið
sítt pláss í føroyska samfelagskjakinum og
sín møguleika bæði so og so men nú sær út
til, at „processin“ er við at koyra føst. At blíva
við at troðsa ímóti fólksins vilja førir ongantíð
til nakað positivt. Løgmaður kann væl heldur
ikki liva við, at hann ikki gekk nakað stig á
sjálvstýrisleið tey árini hann sat. Sjálvstýris-
sinnaðir føroyingar spyrja : Hvussu leingi kann
Tjoðveldisflokkurin sleppa at seinka sjálvsstýr-
isgongdini?
Alivinnan er komin heimaftur
P/F Vestlax hevur gjørt avtalu við altjóða alifyritøkuna Pan Fish ASA um samstarv í føroysku alivinnuni. Avtalan
merkir, at tey alibrúkini, Pan Fish ASA herfyri keypti frá føroyingum, aftur koma undir føroyska leiðslu. Talan er
millum annað um alt Sundalagið
EDVARD JOENSEN
Vestlax er nú vorðið ein
rættiligur risi. Bæði innan
alivinnu, og sum felag sum
heild.
Mánadagin gjørdi Vestlax
avtalu við altjóða alifyri-
tøkuna Pan Fish ASA, sum
norðmenn eiga, um sam-
starv í alivinnuni í Føroy-
um. Avtalan ber í sær, at tær
alistøðirnar, sum Pan Fish
herfyri keypti í Føroyum, nú
verða lagdar undir nýggja
felagið, sum fer at eita
Vestlax.
Frímund Hansen, stjóri í
Vestlax, sigur, at tað merkir,
at føroyingar nú aftur hava
avgerðarrættin yvir hesum
alibrúkunum.
Talan er um alibrúkini í
Sundalagnum og í Oyndar-
firði. Smoltstøðina Laksá
og sláturvirkið í Oyndar-
firði.
Norðmenninir hava keypt
ein part av Vestlax, men lat-
ið avgerðarrættin yvir ali-
vinnuni í Føroyum til føroy-
ingarnar. Býtið í felagnum
er soleiðis helvt um helvt,
sigur Frímund Hansen, sum
tó ikki vil upplýsa, hvussu
nógvir pengar eru ímillum,
nú selt og keypt er.
Samanleggingin merkir
eisini, at Vestlax fær ein av
Av Vestsalmon í Kollafirði, har leiðslan í Vestlax heldur til, fer umleið helvtin av før-
oysku alivinnuni at verða stýrd í framtíðini
( Savnsmynd)
fýra føstum nevndarlimum
í Pan Fish.
Tað er við rationaliseri-
ngum fyri eyga, at teir eru
farnir í hetta samstarvið,
sigur Frímund Hansen. Og
tann rationaliseringin fer so
at merkja, at eitt nú kryvji-
virkið í Oyndarfirði helst fer
at lata aftur. Tó verður tað
nokk ikki beinanveg, sigur
Frímund Hansen, stjóri á
Vestlax.
Hinvegin fer samstarvið
at merkja, at umsetningurin
hjá felagnum verður nógv
størri, enn hann er hjá báð-
um fyritøkunum í dag.
Frímund Hansen sigur, at
teir vænta at kunna umseta
fyri umleið tað sama, sum
øll
føroyska
alivinnan
gjørdi í fjør. Hann nevnir
eitt tal, sum nærkast teimum
800 milliónunum.
Frímund Hansen, stjóri í
Vestlax, sigur, at hóast tað
kanska endar við eini niður-
legging av virkinum í
Oyndarfirði, fer nýggja fel-
agið at gjalda fleiri arbeiðs-
tímar út árliga, enn bæði tey
gomlu gjørdu tilsamans.
Eisini eginpeningurin er
stórur í nýggja felagnum.
Góðar 100 milliónir krónur,
sigur stjórin.
Í grundini er hetta ikki
nakað nýtt, at hesi bæði fel-
øgini samstarva. Nú verður
samstarvið bara betri út-
nyttað fíggjarliga, sigur Frí-
mund Hansen.
Fyrr hava hesi bæði fel-
øgini samstarvað um so
mangt, sum er felags í ali-
vinnuni. Millum annað flut-
ning millum alistøðirnar og
sláturvirkini.
Hendan samanleggingin
ger eisini felagið so mikið
stórt, at nú ber til at seta eitt
nú leverandørunum treytir.
Frímund Hansen sigur, at
samanleggingin merkir, at
Vestlax nú eigur eina
knappa helvt av føroysku
alivinnuni. Talan er um eini
40-45% av samlaðu nøgdini
í føroysku alivinnuni. Í
loyvum er talan um ein
fjórðing, sigur hann.
Hetta ber eisini í sær, at
betri ber til at stýra vinnuni,
og sostatt fer hetta eisini at
koma umhvørvinum til góð-
ar, tí nú eru tað færri alarar
á hvørjum firði.
Frímund Hansen sigur, at
norska felagið Pan Fish,
sum er skrásett á børsinum
í Oslo, alir eini 80.000 tons
av laksi árliga um allan
heim.
Nýggja Vestlax felagið
fer at ala umleið 30.000 tons
av sílum og laksi árliga.
EDVARD JOENSEN
Sum vanligt hevur verið í
35 ár, varð musikstevnan
hildin dýra biðidag. Tvør-
oyrar Hornorkestur skuldi
skipa
fyri
stevnuni
á
Tvøroyri, men tað varð
broytt soleiðis, at talan
gjørdist um eitt felagstiltak
á Oyrarbakka ístaðin.
Vanligt er, at orkestrini
skiftast um at skipa fyri
stevnuni. Men nú Smyril fór
í dokk, fór alt tiltakið, sum
tvørafólk høvdu skipað fyri,
í vaksið, so at siga. Tað var
rætt og slætt ómøguligt at
Musikstevna á Oyrarbakka
Árliga musikstevnan varð í ár hildin á Oyrarbakka, hóast ætlanin var, at hon
skuldi vera á Tvøroyri. Men ferðamøguleikarnir til Suðuroyar oyðiløgdu hetta
flyta fólk og útgerð um Suð-
uroyarfjørð við Claymore.
Og tað siga suðringar fyri
púra vist, at hetta verður
ikki aftur. »NO MORE«
hava teir doypt skipið.
Anna Kirstin Thomsen
segði, tá hon setti stevnuna
í Felagsskúlanum á Oyrar-
bakka, at var tað ikki við
góðari hjálp norðaneftir og
onkrum ljósum høvdi í
Klaksvík, varð als eingin
stevna í ár. Og hon beyð í
setanarrøðu síni øllum væl-
komnum til musikstevnu á
Tvøroyri
dýra
biðidag
næsta ár. Tá varð klappað í
fimleikarhøllini í Felags-
skúlanum á Oyrarbakka.
Ikki tí. Áhoyrararnir vóru
alt ov fáir, sum høvdu leitað
sær til hesa konsertina, sum
Tvøroyrar
Hornorkestur
byrjaði. Tá konsertin byrj-
aði vóru bara nøkrir heilt
fáir áhoyrarar uttaneftir,
umframt spælararnar úr hin-
um orkestrunum, á áhoyr-
araplássunum. Men tað
vaks tíbetur eitt sindur, sum
út leið.
Átta vóru orkestrini, sum
fingu 15-20 minuttir í part.
Onkuntíð hava orkestrini
verið fleiri til musikstevn-
urnar, sum verið hava.
Vanligt er at enda musik-
stevnukonsertirnar við ein-
um felagslagi. hesaferð var
tað ein sonevnd »Tvøroyr-
arpotpourri« við løgunum
»Eitt fótbóltslið sum TB -
Eg hitti fólk, sum siga, at
eg droymi - Í summarskrúð
bjørt Suðuroyggin lá«. Og
tað ljóðaði bara heilt væl.
Musikstevnan eigur at
vera dýra biðidag, og tað
ætla tvørafólk eisini, at hon
skal vera komandi ár. Á
Tvøroyri. Um Guð vil, og
Smyril siglir.
Anna Kirstin Thomsen setti musikstevnuna á Oyrar-
bakka
( Mynd: Edvard Joensen)