týsdagur 23. mai 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 97 - 23. mai 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 97 - 23. mai 2000
EDVARD JOENSEN
Tað legðist alt meira til, sum
klokkan fór av trý seinna-
partin dýra biðidag. Loftið
á gamli turkihúsinum í Leir-
vík, har partafelagið Sjó-
borg nú heldur til, var fult
av fólki, sum komið var til
forvitnisligu listaframsýn-
ingina, ið lat upp hendan
dagin.
Talan var um listaverk,
sum málarar úr Leirvík
høvdu málað. Bæði um
verk,
sum
stigtakarin,
Osmund Justinussen, reið-
ari, hevði keypt, og nýggj
verk hjá leirvíksmálaranum
Sámali Toftanes.
Fólk gingu og hugdu og
tosaðu. Mettu og hugdu aft-
ur, alt meðan ein ungur
maður kom við einum lítl-
um fiskakassa mitt inn í
hetta pyntaða selskapið.
Jú, tygum kollgittu. Tað
var talarastólurin, sum stig-
takarin skuldi standa á, tá
hann setti framsýningina.
Kassin varð vendur upp og
niður, og Ossi fór upp á
botnin, sum nú vendi upp,
at standa. Hann klappaði
einar tvær ferðir, og fekk so
ljóð.
Osmund
Justinussen
segði, tá hann setti fram-
sýningina, at hann vónaði,
at myndirnar hjá Sámali
fóru at verða hangandi. Men
tað vónaði Sámal ikki, segði
Osmund, tí Sámal vildi
sleppa at seja myndirnar.
Osmund
Justinussen
Listaframsýning
á turkihúsloftinum
Loftið á turkihúsinum í Leirvík var stúgvandi fult av fólki, sum komið
var til listafamsýningina, ið lat upp dýra biðidag
segði, at hann hevði havt eitt
sindur av høvuðbrýggi av,
hvørt nú nakar mundi fara
at koma at síggja fram-
sýningina ella ikki. Men her
var fult, og tað gleddist hann
ómetaliga nógv um, segði
hann.
Tá hann var smádrongur,
segði Osmund Justinussen,
hevði hann trý stór ynski.
Hann vildi verða stjørnu-
frøðingur. So vildi hann
verða veðurfrøðingur. Og at
enda vildi hann verða mál-
ari.
Hetta seinasta komst av,
at hann einaferð sum smá-
drongur hevði sæð bygdar-
mannin Jóannes Kristiansen
standa í Leirvíkstúni og
mála.
Men einki av hesum trim-
um varð hann til. At mála
dugdi hann ikki, og úr Leir-
vík mundi fara at verða ringt
at fáa ein stjørnufrøðing,
helt hann. Tó, segði Os-
mund, kom hann nokk so
nær at tí at verða veður-
frøðingur. Hann helt í
hvussu er sjálvur, at hann
hevði nøkulunda skil á
veðrinum.
Osmund Justinussen tos-
aði eisini um annað enn
bara málningar. Hann hevði
kenslur fyri hesum húsi-
num, listaframsýningin var
í, skiltist. Her hevði hann,
sum so mangur leirvíkingur,
vunnið síni fyrstu oyru, tá
fiskaarbeiði var her.
Hann segði seg minnast,
at hann keypti sær eitt súr-
epli og eina maltøl burtur
av fyrstu avrokningini.
Honum dámdi so ómetaliga
væl maltøl sum smádrong-
ur. So væl, at hann gekk og
ynskti at fáa influensu, tí so
mátti mamman geva honum
heitt maltøl, soleiðis, sum
tey mangan gjørdu tá.
Framsýningin í turkihúsi-
num verður ein permanent
framsýning, segði Osmund
Justinussen. Framsýningin
er ætlað bygdarfólkinum í
Leirvík. Er tað soleiðis, at
tey til dømis hava hug at
vísa fremmandafólki fram-
sýningina, fer tað altíð at
bera til.
Framsýningin er í somu
hølum, sum skrivstovan hjá
Sjóborg, so sjálvandi ber
helst ikki til at hava fólk
gangandi allan dagin og
hyggja at málningum. Men
verður tað so, at tað verður
alment opið, verður lýst við
tí, segði Osmund Justinus-
sen.
Osmund Justinussen
hevur keypt
fleiri málningar,
sum málarar úr Leirvík
hava málað.
Ætlanin er,
at teir skulu hanga
á eini permanentari
framsýning í hølunum
hjá P/F Sjóborg
á loftinum
í gamla turkihúsinum
í Leirvík.
Osmund Justinussen
setti framsýningina
dýra biðidag.
Samstundis lat eisini
Sámal Toftanes,
málari úr Leirvík,
upp eina søluframsýning
í somu hølunum
( Mynd: Edvard Joensen)
Nýggjur Viti í Fuglafirði
EDVARD JOENSEN
Nýggi Vitin, sum kom á
Fuglafjørð dýra biðidag,
lastar umleið 1.200 tons,
sigur
reiðarin,
Gordon
Martin
Midjord.
Hann
myndar saman við pápa-
num, Peturi Midjord, Sand-
grevstur.
Sandgrevstur er gamalt
felag. Tað er farið um ta
hálvu øldina. Tað var
Gordon Midjord í Fugla-
firði, abbi núverandi reið-
aran, sum byrjaði hetta virk-
semið við sandbátunum. Nú
annað og triðja ættarlið
standa fyri, hava teir keypt
tann 10. bátin hjá felagnum.
Gordon Martin Midjord
sigur, at skipið væntandi
verður brúkt til annað enn
at føra sand við. Til dømis
var tað fult av korni, sum
Havsbrún skal brúka til fóð-
urframleiðslu, nú tað kom
á Fuglafjørð. Og soleiðis
fer skipið helst at verða
brúkt til slíkt, sum førast
skal, sigur reiðarin.
Talan er um eldri skrokk,
sum er umvældur. Maskin-
an er nýggj. Reiðarin,
Gordon Martin Midjord,
leggur ikki í at siga, hvat
skipið kostar.
Fuglfirðingar
komu dýra biði-
dag úr Noreg við
enn einum sand-
báti, sum hevur
fingið navnið Vit-
in. Tað er Sand-
grevstur, sum eig-
ur henda stóra
sandbátin
Nýggi Vitin
kom á Fuglafjørð
dýra biðidag
(Mynd: Edvard Joensen)
ÓLAVUR Í BEITI
Tað var Jóannes Eides-
gaard,
løgtingsmaður,
sum bað Anfinn Kallsberg
geva eina meting av saml-
aðu nýtsluni, innan § 2 á
fíggjarlógini (Løgmans-
fyrisiting v.m.) fyri ár
2000, á øllum konti, har
mett verður at játtanin
ikki kemur at halda. Og
um løgmaður ikki metir,
at játtanir koma at halda,
hvørji stig ætlar hann so
at taka fyri at tryggja, at
hesar halda? spurdi Jó-
annes Eidesgaard.
Í svarinum, sigur An-
finn Kallsberg, at vænt-
andi verður tørvur á eini
meirjáttan til umboðan
uppá umleið 300.000 kr.
orsakað av drotningavitj-
an. Harumframt ætlar løg-
maður at søkja um umleið
400.000 kr. í eykajáttan til
framhaldandi hernaðar-
kanningar
Og viðvíkjandi við-
skiftastovuni í Keyp-
mannahavn, upplýsur An-
finn Kallsberg, at møgu-
liga verður tørvur á eyka-
játtan, orsakað av, at leig-
ararnir á Viðskiftastovuni
í Keypmannahavn hava
sagt leigumál teirra upp.
Nýggjur
landsstýrismaður
Viðvíkjandi arbeiðinum
av nýggjum kommunu-
bygnaði, sigur Anfinn
Kallsberg, at tørvur verð-
ur á at gera eina útreiðsl-
uneutrala flyting uppá
umleið 50.000 kr. frá
rakstri til lønir. Harum-
framt umhugsar løgmað-
ur at søkja um umleið
250.000 kr. í eykajáttan til
at styrkja fíggjarliga eft-
irlitið í sambandi við
nýggju kommunustýris-
lógina, sum liggur í Løg-
tinginum til viðgerðar og
arbeiðið við nýggjum
kommunubygnaði.
Og
verður
verður
nýggjur landsstýrismaður
tilnevndur
innan
1.9.2000,verður talan um
øktar útreiðslur uppá um-
leið 50.000 kr. um mán-
aðin til samsýning v.m. í
tíðini frá tilnevningardeg-
num til 1.10.2000.
Til seinna spurningin,
sigur Anfinn Kallsberg, at
vísir tað seg, at játtanir á
ávísum høvuðskonti ikki
fara at halda, verður løg-
maður fyrst atkanna, um
til ber at tillaga virksemið
ella finna sparingar á hes-
um økjum til tess at halda
játtanina. – Um hetta ikki
verður hildið at bera til,
verður uppskot um eyka-
játtan lagt fyri tingið, sum
í mest møguligan mun er
útreiðsluneutral,
sigur
løgmaður m.a. í svari-
num.
Styrkja fíggjarliga
eftirlitið við komm-
unustýrislógina
Løgmaður umhugsar at søkja um
umleið 250.000 kr. í eykajáttan til
at styrkja fíggjarliga eftirlitið í
sambandi við nýggju kommunu-
stýrislógina, sum liggur í Løgtingi-
num til viðgerðar og arbeiðið við
nýggjum kommunubygnaði, sigur
Anfinn Kallsberg í svari
SVEINUR TRÓNDARSON
Klokkan hálvgun ellivu
fyrrapartin fekk løgreglan
í
Havn
boð
um
alarmsentralin, at eldur
var í á deild tvey á
Landssjúkrahúsinum.
Fólk varð sent á staðið
alt fyri eitt, men tíbetur
var eldurin sløktur áðrenn
hann fekk fastatøkur.
Eldur á deild
tvey á Lands-
sjúkrahúsinum
Fyrrapartin fekk løgreglan fráboð-
an um, at tað var eldur í á deild
tvey á Landssjúkrahúsinum
Vakthavandi
á
løgreglustøðini í Havn
sigur við Sosialin, at tað
var eitt skamlop í einum
málaraskápið, sum var
orsøkin til eldin.
Av tí, at tað var so skjótt
borið at, var so at siga
eingin brandskaði, men
eitt sindur av roykskaða
var kortini.
EDVARD JOENSEN
Nótaskipið Norðborg, sum
leitaði eftir sild norðan fyri
Føroyar, misti ein mann
dýra biðidag.
Av politistøðini í Klaks-
vík verður sagt, at tey fingu
fráboðan um, at Norðborg
hevði mist ein mann norðan
fyri 64 stig og umleið 4 stig
vestur.
Norðborg fekk ein sjógv,
meðan menn arbeiddu á
dekkinum, og ein av mann-
ingini varð tikin út. Tað
eydnaðist ikki at fáa mannin
aftur
Skipini hjá Vaktar- og
Bjargingartænastuni vóru
stødd so mikið langt frá
vanlukkustaðnum, at tey
fingu ikki verið við í leit-
ingini eftir manninum. Men
onnur fiskiskip á leiðini,
føroysk, donsk og íslendsk,
leitaðu uttan úrslit.
Norðborg misti ein mann
Norðborg úr Klaksvík misti ein mann norðan fyri Føroyar dýra biðidag
Maðurin, sum Norðborg
misti, er ein 33 ára gamal
føroyingur, sum býr í Dan-
mark, verður sagt av politi-
støðini í Klaksvík.
Norðborg kom á Klaks-
vík leygarkvøldið, og sjó-
frágreðing verður í Klaks-
vík mánadagin.
Grein 13 og ferðkanningar í Eysturoynni
Tveir bilførarar eru í vanda fyri at missa koyrikortið eftir ferðkanningarnar,
sum løgreglan í Eysturoynni gjørdi um vikuskiftið
SVEINUR TRÓNDARSON
Løgreglan í Eysturoynni
nýtti arbeiðsfriðin um vik-
uskiftið til at gera grein 13
kanningar og ferðmátingar.
Leygardagurin varð í
høvuðsheitum brúktur til
grein 13 kanningar, og út
við 70 bilar vórðu kannaðir.
Í 15 førum mátti løgreglan
skrivað frágreiðing. Eisini
vórðu fýra bilar steðgaðir
fyri at koyra ov skjótt, og
ein teirra er í álvarsligum
vanda fyri at missa koyri-
kortið eina tíð.
Brotini, sum løgreglan
staðfesti leygardagin vóru
serliga gloymdir trygdar-
selar og gloymd koyrikort.
Onkur døglingur var eisini
ímillum.
Hesin koyrdi meiri enn 80
kilometrar um tíman í bygd-
um øki, og tað er meiri enn
30 kilometrar ov nógv.
Sunnudagurin varð ser-
liga brútkur til ferðmáting-
ar. Kappróðurin var á Skála,
og hóast hann var lýstur at
vera klokkan trý, so var
onkur, sum var farin ov
seint heimanífrá. Ellivu bil-
førarar vóru steðgaðir fyri
at koyra ov skjótt gjøgnum
Skálabotn, og aftur sunnu-
dagin var ein, sum koyrdi
so nógv ov skjótt, at koyri-
kortið er í vanda.
Friðarligir suðuroyingar
Bygdastevna var eisini í Hvalba um vikuskiftið og eins og á Skála gekk alt
friðarliga fyri seg
SVEINUR TRÓNDARSON
Stevnuhýrurin er við at
leggja seg yvir landið.
Summar nærkast og veðrið
hevur verið av tí heilt fræga
í langa tíð.
Um vikuskiftið vóru tvær
bygdastevnur og hóast fitt
av fólki var í býnum, so var
lagið gott, og bara gott.
Løgreglan sigur av Tvør-
oyri, at tað var serstakliga
friðarligt sunnanfjørðs um
vikuskiftið. – Vit koyrdu eitt
sindur runt við bilinum,
men funnu tíbetur ongan,
sum koyrdi við kenning.
Okkurt annað smávegis var.
Onkur koyrdi við píkum og
onkur annar koyrdi ov
skjótt, men tað var alt, sigur
vakthavandi á Tvøroyri.
So er at vóna, at góði hýr-
urin fer at halda sær summ-
arið av.
Havbúnaðarfelagið hevur
fleiri ferðir víst á, at skatt-
areglurnar eru munandi
lagaligari í grannalondu-
num, t. d. í Noregi. Á hes-
um økið er kappingin tí
ikki á jøvnum føti, skrivaði
Vinnuhúsið herfyri í tíð-
indaskrivi.
Víst var til kanning, og
varð mælt til, at »carry
back« reglur koma inn í
føroysku skattalógina, á
sama hátt sum í Noregi, t.
v. s. at skattur goldin eitt
ár kann í tvey ár verða
goldin felagnum aftur, um
tað vísir seg, at felagið fær
undirskot innan fyri hetta
tíðarbil, og at tíðarbilið,
har hall kann førast fram
og dragast frá skattliga úr-
Skattareglurnar munandi
lagaligari í grannalondunum
slitinum, verður longt upp
í 10 ár.
Her er vert at viðmerkja,
at
Endurreisingarnevnd
landsstýrisins í áliti sínum
í 1994 vísti á hesi viður-
skiftir. Skattalóg okkara
tekur í hesum viðurskiftum
støði í tí donsku, ið er til-
lagað donskum samfelags-
viðurskiftum og ikki ein-
um samfelag, sum tað før-
oyska. Bæði ali- og fiski-
vinnan eru tengdar at nátt-
úruviðurskiftum og kunnu
tí hava stórar og óvæntaðar
broytingar frá ári til árs. Og
hetta eigur skattalógin at
leggja upp fyri.