týsdagur 23. mai 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 97 - 23. mai 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 97 - 23. mai 2000
Byggja upp nýggja vinnu
Sum starvsfólk í Kaupthing Føroyar hevur tú møguleikan
fyri at verða við til at byggja upp eina nýggja vinnu í
Føroyum. Vit luttaka hvønn dag á altjóða fíggjarmarknað-
unum innan handil og ráðgeving á lánsbræva- og parta-
brævamarknaðunum. Okkara kundar eru føroyskir
stovnar, virkir og privatfólk.
Áhugin fyri hesum virksemi hevur síðan byrjanina verið
sera stórur, og Kaupthing Føroyar er longu nú størsti
útbjóðarin av hesum tænastum í Føroyum. Hetta merkir
samstundis eisini, at okkum skjótast gjørligt tørvar fleiri
fólk.
Umsitingarleiðari
Virksemi okkara er vorðið so umfatandi, at neyðugt er við
einum ábyrgdarfólki at hava ábyrgdina av:
Fíggjarstýring og roknskapi felagsins
Uppbygging og viðlíkahaldi av mannagongdum
Backoffice — t.e. avgreiðslu av virðisbrævahandlum
Stýring av gjaldføri
Felags við stjóran at hava ábyrgdina av umsiting
felagsins annars
Førleikakrøv
Umsitingarleiðarin skal hava eina hóskandi útbúgving og
hartil starvsroyndir, men tað hevur størst týdning, at tú
hevur:
Evnir at samskipa og raðfesta arbeiði
Ein sjálvstøðugan arbeiðshátt
Góð samstarvsevnir
Virðisbrævahandlari/ognarrøkil
Áhugin at handla virðisbrøv í Føroyum er so stórur, at vit
hava brúk fyri einum fólki til:
Ráðgeving og handil av virðisbrøvum fyri privatar og
vinnuligar kundar
Uppsøkjandi sølu mótvegis størri kundum
Røkt av verandi avtalum við kundar
Førleikakrøv
Tú skalt helst hava eina hægri búskaparliga útbúgving og
hartil starvsroyndir innan virðisbrævaøki, men tað hevur
størst týdning, at tú hevur:
Royndir við kundarøkt
Ein sjálvstøðugan arbeiðshátt
Góð samstarvsevnir
Fólk til umsitingina
Saman við umsitingarleiðaranum verða dagligu ábyrgdar-
øki tíni:
Backoffice — t.e. avgreiðsla av virðisbrævahandlum
Avgreiðsla av posti og telefon
Stýring av gjaldføri
Fyrisiting av bókhaldi felagsins
Førleikakrøv
Skrivstovuútbúgving ella líknandi
Verða vanur KT-nýtari
Ein sjálvstøðugan arbeiðshátt
Góð samstarvsevnir
S t a r v s f ó l k t i l
K a u p t h i n g F ø r o y a r
Hin 1. mars 2000 varð Kaupthing formliga virkið í Føroyum. Síðan hava Føroya Sparikassi og Kaupthing hf. í felag
stovnað felagið Kaupthing Føroyar. Kaupthing Føroyar bjóðar fram tænastur innan handil og ráðgeving á
virðisbrævamarknaðunum. Ætlanin er eisini at luttaka í uppbyggingini av einum føroyskum virðisbrævamarknaði
og við tíðini luttaka í eini væntaðari privatiseringstilgongd í Føroyum.
Øll størvini verða sett skjótast gjørligt. Fyri
størvini verður lønin ásett eftir avtalu.
Umsókn við prógvum, CV og hartilhoyr-
andi skjølum skulu verða okkum í hendi í
seinasta lagi 27. mai 2000. Umsóknirnar,
sum verða viðgjørdar í trúnaði, skulu
sendast til:
Kaupthing Føroyar
Postboks 3090
110 Tórshan
ella á e-mail: peter@kaupthing.com
Nærri upplýsingar fáast um størvini við at venda
sær til Peter Holm á telefon 351500.
Postverkið og Strandferðlslan
skulu samansjóðast
Fyri at sleppa undan dupultfunktiónum skal nú arbeiðast
fyri at leggja saman parar av virkseminum hjá
Strandferðsluni og Postverkinum
JOHN JOHANNESSEN
Postverkið verður ein sjálv-
støðug almenn fyritøka trý
tey næstu árini. Men fyri at
sleppa undan dupultfunk-
tiónum skulu partar av
virkseminum hjá Strand-
ferðsluni og Posverkinum
samansjóðast. Harafturat
fer landsstýrismaðurin í
Vinnumálum at biðja løg-
tingið um heimild at veita
Postverkinum eina eykajátt-
an á 10 milliónir krónur, so
virksemið ikki steðgar upp.
Hetta var úrslitið av
landsstýrisfundinum í gjár,
har støðan hjá Postverkið
Føroya stóð ovast á fundar-
skránni.
Fyri góðari viku síðani
kom alment fram, at kassin
hjá Postverkinum er púra
tómur, og at virksemið hjá
stovninum steðgar innan
tríggjar mánaðir, fær Post-
verkið ikki hjálp frá al-
menna myndugleikanum.
Lansstýrismaðurin
í
vinnumálum,
Finnbogi
Arge, gjørdi tá greitt, at
hann ikki ætlar sær at biðja
tingið um eykajáttan, fyrr
enn hann er vísur í, at bygn-
aðurin fyri stovnin verður
broyttur, so Postverkið gerst
alment partafelag. Hesum
var
Tjóðveldisflokkurin
harðliga ímóti og vísti í
staðin á eina millumloysn,
ið innibar at gera Postverkið
til sjálvstøðuga almenna
fyritøku, eins og Post Dan-
mark.
Gjørdist Post
Danmark loysnin
Tjóðveldisflokkurin fekk
sín vilja, tí nýggi bygnað-
urin hjá Postverki Føroya
kemur at verða snikkaður til
eftir tí hjá Post Danmark.
Men orsøkin til, at Finnbogi
Arge hevur tikið undir við
hesi loysnini er, at Postverk-
ið fyribils bert skal hava
hendan bygnað í trý ár.
Hesi trý árini skal ein
nevnd hava evstu ábyrgdina
av Postvekið Føroya, eins
og vanligt er fyri partafeløg.
Men tá tey trý árini eru lið-
in, skal nevndin avgera
endaliga
bygnaðin
hjá
Postverkinum. Og Finnbogi
Arge hevur góðar vónir um,
at nevndin tá fer at gera av,
at Postverkið skal umskip-
ast til partafelag.
Tað er tó ikki nóg mikið
at hava funnið eina loysn á
spurninginum um bygnaðin
hjá Postverkinum. Neyðugt
var eisini finna semju um,
hvussu akutti peningatørv-
urin hjá Postvekinum skal
loysast. Tí fer løgmaður í
næstum at kalla tingið sam-
an at viðgera eina umbøn
frá Finnboga Arge, lands-
stýrismanni í Vinnumálum,
um geva Postverkinum eina
eykajáttan á 10 milliónir
krónur.
At fáa hesa játtan roknar
Finnbogi Arge ikki við fer
at verða nakar trupulleiki,
tí tingmenn vita av, at fær
Postverkið ikki peningin,
steðgar virksemið upp.
Skera burtur
dupultfunktiónirnar
Sambært Finnboga Arge er
landsstýrið samt um, at tað
eru alt ov nógvar dupult-
funktiónir í almenna flutn-
ingskervinum í Føroyum.
Strandferðslan og Postverk-
ið røkja í mongum førum
somu uppgávur.
Tí skal nú arbeiðast fram
ímóti at samansjóða hesar
uppgávur. Til at gera hetta
verður settur ein arbeiðs-
bólkur mannaður við fólki
frá Strandferðsluni, Post-
verkinum og Vinnumála-
stýrinum.
Berg-hestar byggja ríðihøll
Gongst sum ætlað, flyta Berg-hestar
inn í stásiliga ríðihøll seint í heyst.
Hetta fer at betra munandi um
umstøðurnar hjá brekaðum at ríða
JOHN JOHANNESSEN
Byrjað er at grava út, og
gongst arbeiðið sum ætlað,
verður fyrsta føroyska ríði-
høllin reist um ikki so langa
tíð.
Ríðihøllin hevur nógvar
fyrimunir við sær. Um-
framt, at umstøðurnar hjá
limunum í Berg-hesum vera
munandi betur, fáa eisini tey
mongu brekaðu, ið regluliga
ríða fyri at fáa heilsubót,
nógv betri umstøður.
Í ríðihøllini vera lyftir, so-
leiðis, at tey, sum sita í
koyristóli sleppa upp á hest-
bak uttan nakað hóvasták.
Hetta heldur Leif Berg, dag-
ligur leiðari, fer at økja
munandi um áhugan og
møguleikarnar hjá brekað-
um fyri at ríða.
Eisini vísir felagið á, at
ríðihøllin
fer
at
gera
umstøðurnar hjá teimum
mongu ferðafólkunum, ið
bæði vetur og summar ríða
við Berg-hestum, munandi
betur.
Umframt ríðihøll skal
fjós eisini vera í bygningin-
um. Fjósið skal hýsa øllum
hestunum hjá felagnum.
Fáa tvær hallir
Fyri tveimum mánaðum
síðani bórust tíðindini um,
at Føroyskt íslandsrossafel-
ag hevur fingið játtað eina
millión krónur í stuðuli frá
Tórshavnar býráð at byggja
ríðihøll og felagshøli í
Havnadali. Hetta merkir, at
tað um ikki so langa tíð vera
tvær ríðihallir í høvuðsstað-
arøkinum.
Berg-hestar hava eisini
fyri nøkrum árum síðani
søkt um stuðul til sína ríði-
høll. Men býráðið játtaði
ikki umsóknini. Grundgev-
ingin var, at Berg-hestar
reka handilsvinnu. Føroyskt
íslandsrossafelag er haraft-
urímóti eitt áhugafelag, ið
virkar fyri at stimbra áhuga
fyri íslandsrossum í Føroy-
um, og tí kann felagið fáa
stuðul.
Kortini er Berg-hestar
einasta felagið í Føroyum -
burtursæð frá onkrum ein-
staklingi í Norðoyggjum -
ið bjóðar ríðing fyri brekað.
Tí fekk felagið viðmælli frá
MBF, tá tað søkti um stuðul,
Eftir ætlan skal arbeiðið
ganga so mikið skjótt fyri
seg, at farast kann undir eina
politiska viðger av hesum
longu í heyst.
Finnbogi Arge sær møgu-
leika fyri, at Strandferðslan
og Postverkið gera eitt
partafelag, ið skal røkja
farma og postflutning kring
oyggjarnar. Tí er eisini í
nýggja bygnaðinum fyri
Postverkið eisini syrgt fyri
at geva Postverkinum heim-
ild til at stovna partafelag
við síðuna av almenna post-
verkinum.
Landsstýrismaðurin
í
Vinnumálum heldur ikki, at
neyugt verður við fleiri upp-
sagnum, um Strandferðslan
og Postverkið leggja saman
partar av virkseminum.
Hann vísir á, nýggja parta-
felagið kann skapa fleiri
vinnumøguleikar og tískil
eisini varðveita arbeiðs-
plássini.
Postflutningurin skal rationaliserast og tí verður arbeitt við at leggja saman partar av
virkseminum hjá Strandferðsluni og Postverkinum
men hetta hjálpti einki.
Mugu byggja kortini
Hóast Berg-hestar ikki fekk
stuðul til sína ríðihøll, er
kortini neyðugt hjá felag-
num at byggja hana. Felagið
heldur í løtuni til við
Marknagilsvegin á einum
øki hjá býráðnum. Men áðr-
enn juni næsta ár skal fel-
agið vera burtur av hesum
øki, tí tað skal nýtast til ann-
að endamál.
Leif Berg, dagligur leiðari
í Berghesum, er sjálvur
farin at grava út fyri
nýggju ríðihøllini
Mynd: Jens Kristian Vang