týsdagur 23. mai 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 97 - 23. mai 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 97 - 23. mai 2000
Fiskikapping verður
í Havn leygardagin
Nú verður aftur kappast um silvurtoskin, sum verður
handaður í Vágsbotni leygarkvøldið
Fyri árum síðan var fiski-
kapping eitt av árligu aftur-
vendandi tiltøkunum hjá
Lions
Club
Tórshavn.
Steðgur hevur verið í nú í
fleiri ár. Men komandi
leygardag verður roynt aft-
ur. Hesaferð í samstarvi við
Bátafelagið í høvuðsstað-
num. Ágóðin av fiskikapp-
ingini fer allur til Bátafe-
lagið, sum hevur brúk fyri
peningi til tess at bøta um
umstøðurnar í felagshúsun-
um í Vágsbotni.
Kappingin er sett at byrj-
að kl. 8 á morgni og skal
vera endað kl. 17. Uppboðs-
søla av fiskinum byrjar
beint sum kappingartíðin er
endað.
Silvurtoskurin
verður
handaður vinnaranum kl.
18. Tá fáa eisini nr. 2 og nr.
3 steyp til ognar.
Allir luttakararnir fáa
flógvar pannukøkur og ein
heitan munn, tá ið teir
leggja at landi.
Kappingarreglur
1. Kappingartíðin er at
rokna frá kl. 8.00 til kl.
17.00.
2. Áðrenn farið verður,
leggur hvør bátur at í
Vágsbotni. Har verður lut-
takaraprógv fingið í hølum
Bátafelagsins.
3. Loyvdur reiðskapur er
snøri, snella og tráða.
4. Fiskurin verður blóðgað-
ur og kruvdur, men ikki av-
høvdaður.
5. Afturkomin verður lut-
takaraprógvið býtt um við
annað prógv, ið sýnir, nær
ið báturin er afturkomin.
Tikið verður ímóti veiðuni
frá kl. 14.00.
6. Veiðan verður teggjað í
hóskiligar teggjur og upp-
skipað við hølini hjá Báta-
felagnum í Vágsbotni.
7. Allur ágóðin av hesari
kapping verður latin Báta-
felagnum.
8. Tann bátur, sum fær
mestu vekt upp á mannin,
fær Silvurtoskin í varð-
veitslu í eitt ár. Manningin
á hesum báti fær steyp til
ognar.
Somuleiðis
fær
manningin á nr. 2 og nr. 3
steyp til ognar. Manningar-
nar á vinnarabátunum verða
bidnar um at møta í Vágs-
botni kl. 18.00, har ið silv-
urtoskur og steyp verða
handað.
Viðmerking
Kongafiskur, seiður og
ónyttufiskur verður ikki
roknaður uppí.
Um onkur bátur, ið hevur
fingið luttakaraprógv, av
eini ella aðrari orsøk ikki
fær tikið lut í kappingini, so
verður lagt viðkomandi eina
við at boða frá hesum, so
ikki óneyðugur ótti kemur
at standast av hesum.
Annað á skránni
Í sambandi við fiskikapp-
ingina skipar Lions Club
fyri øðrum longu kl. 10
fyrrapartin. Umframt at
høvi verður hjá fólki at
keypa sær ein drekkamunn
og okkurt afturvið, verður
møguligt at keypa sær góð-
an ræstan fisk.
Hja børnunum verður
møguligt at royna seg á
hestbaki og hoppiborg verð-
ur eisini í Vágsbotni henda
dagin.
Dramaverkstaðið vísir leikir
Barnasjónleikarafelagið Dramaverkstaðið fer á pall
við tí, ið arbeitt hevur verið við í februar. við eru eini
60 børn og ung
Eini 60 børn og ung mill-
um 9 og 19 ár fara aftur í
ár á pall at vísa fyri for-
eldrum og avvarðandi tað,
ið tey hava arbeitt við á
Dramaverkstaðnum. Byrj-
að varð 17. mai. Møguliga
verða fleiri sýningar og
smærri fæst at vita um
hetta við at ringja 31 60
28.
Skúlin hjá Barnasjón-
leikarafelagnum Drama-
verkstaðnum leggur orku
í at gevaluttakarunuum
innlit í og frálæri í leiklist.
Samstarv er við Tórshavn-
ar Kvøld- og Ungdóms-
skúla. Øll, ið hava hug fyri
drama og sjónleiki, eru
vælkomin at melda seg til.
Talan er um 5 bólkar, ið
einaferð um vikuna hava
vant 4 leikir av útlendsk-
um uppruna, men sum eru
leysliga umsettir ella nýttir
sum íblástur av Hjørdis Jo-
hansen. Hon er lærari og
leikstjóri á skúlanum. Pall-
hjálparfólk eru Ragna
Maja Kruse og Christian
kruse. Hann ansar eisini
ljósunum og ljóðinum.
Tónleikarar hjá bólki 2
eru Oddvør Johansen og
Kanny Samleben og Ed-
vard Nyholm Debess tók
upp. Sanglærari hjá bólki
3 var Malan Thomsen, ið
eisini hevur lagt tónleikin
á fløgu.
Sýningarnar eru ókeyp-
is, men øll eru vælkomin
at lata eit oyra í hattin við
dyrnar.
- do -
Hóast eingi neyv hagtøl eru í Føroyum, so verður mett, at
harðskapur ímóti kvinnum og børnum er eins vanligur
hjá okkum, sum í grannalondum okkara. Um vikuskiftið
var ráðstevna á Hotel Føroyum, har 144 kvinnur úr
øllum Norðurlondum hittust og m.a. komu við felags
yvirlýsing, har mint verður á, at harðskapur er 6. størsta
orsøk til skaðar á heilsustøðuna hjá kvinnum
Kvinnur ímóti
harðskapi
hittust
í Føroyum
DAGFINN OLSEN
Um vikuskiftið var á Hotel
Føroyum ein ráðstevna, har
144 kvinnur úr øllum Norð-
urlondum hittust. Stevnan
er einaferð árliga. Hetta var
7. stevnan undir heitinum
Norðurlendskar kvunnur í-
móti harðskapi. Stevnan
ferðast millum londini og í
ár er so Kreppumiðstøðin í
Føroyum vertur.
Steðgið monnunum
Eitt av ítøkiligu úrslitunum
av ráðstevnuni var ein yvir-
lýsing, har kvinnurnar gera
greitt, at harðskapur mót-
vegis kvinnum og børnum
er ein trupulleiki, ið menni-
nir eiga og sum teir eisini
hava ábyrgdina av. Spælt
verður eitt sindur við orðu-
num, tá spurt verður, hví
harðskapur ímóti kvinnum
er kulturur, tá harðskapur
ímóti monnum er torturur?
Víðari verður komið við
tí rættiliga húgaverdu frá-
greiðing, at harðskapur í-
móti kvinnum er 6. størsta
orsøk til heilsubrek hjá
kvinnum. Henda orsøk er
frammaligari
enn
t.d.
krabbamein, ferðsluskaðar
og kríggj samanlagt.
Hetta er prógvað í kann-
ing hjá WHO í 1993 og eis-
ini hevur granskarin Karin
Helweg-Larsen
viðgjørt
hetta í ætlanini Nor-Vold.
Hon var millum fyrilestr-
ahaldararnar á ráðstevnuni
á Hotel Føroyum.
Í yvirlýsingini, ið gjørd
var um vikuskiftið, spyrja
kvinnurnar
eisini,
um
heilsumyndugleikarnir
framvegis hava í hyggju at
nýta pening til lappaloysnir
innan heilsuverkð, ella um
ætlanin er at seta pening av
til at steðga monnum, ið
fremja
harðskap
ímóti
kvinnum og børnum. Kravt
verður, at myndugleikarnir
í Norðurlondum taka sína
ábyrgd av teimum monn-
um, ið fara harðliga fram
mótvegis konum og børn-
um, so kvinnur kunnu liva í
frælsi, sum sambært ST
mannarættindasáttmálanum
er mannarættur.
Ráðharrin er vakin
Føroyski
heilsumálaráð-
harrin, Helena Dam á
Neystabø, setti stevnuna.
Hon kundi ikki koma við
lyftum, men kom m.a. inn
á børnini, sum gista á
Kreppumiðstøðini og teirra
umstøður.
Hon segði seg vera varug-
an við trupulleikarnar og
segði seg halda vakið eyga
við hesum trupulleikum.
Elin Reinert Planck frá
Kreppumiðstøðini sigur, at
júst børnini eru frammaliga
í huganum á starvsfólku-
num og ynski er um játtan
til fleiri stavsfólk, júst fyri
at veita børnunum dyggari
hjálp.
Børn á Kreppumiðstøð
Tann 7. stevnan undir heiti-
num Norðurlendskar kvinn-
ur ímóti harðskapi, byrjaði
á Hotel Føroyum hósdagin
og helt fram til sunnudagin.
Umframt útferðir og løtur,
Altsamt fleiri
venda sær til
Kreppumiðstøðina
har luttakarar kundu taka
sær av løttum, vóru eisini
fyrilestrar og workshops á
skránni.
Randers Krisecenter og
Nørre Sundby Krisecenter
skipaðu fyri frágreiðing um
børn á slíkum miðstøðum.
Professarin Jóan Pauli Joen-
sen helt fyrilestur um Det
lille øsamfund. Malan Mar-
nersdóttir røddi um kvinn-
una í bókmentum og prest-
urin Sonja Klein um kvinn-
ur og religión.
Karin
Helweg-Larsen
greiddi frá um Nor-Vold
ætlanina og luttakaralondini
høvdu øll stutta framløgu
viðvíkjandi harðskapsraktu
kvinnuni og framtíðarván-
um.
Eingi føroysk tøl
Elin Reinert Planck frá
Kreppumiðstøðini sigur, at
stevnan er fyri starvsfólk og
sjálvboðin á kreppumið-
støðum og incestmiðstøð-
um.
Kvinnuhúsfelagið,
ið
stendur aftanfyri Kreppu-
miðstøðina, hevur 10 ár á
baki.
Elin Reinert Planck sigur,
at ein trupulleiki er, at eingi
neyv tøl eru í Føroyum yvir
kvinnur, ið eru fyri harð-
skapi.
Á
Kreppumiðstøðini
hava tey tøl yvir gistingar
og yvir hvussu nógv venda
sær til støðina at fáa hálp.
Men t.d. siga hagtølini hjá
løgregluni ikki so nógv, tí
eittnú húsaófriður hevur alt
við. Har verður ikki greinað
nærri. Tað
kann
vera
kvinna, ið verður illa við-
farin av manninum, men tað
kann eisini vera tveir mans,
ið eru farnir til hendurs.
Hóast eingi hagtøl eru í Føroyum,
ið vísa hvussu umfatandi harðskap-
urin er í móti kvinnum og børnum,
so gevur uppgerðin hjá Kreppumið-
støðini eina mynd. Har kann eisini
staðfestast, at tølini eru ikki mink-
andi
DAGFINN OLSEN
Hyggja vit at tølunum,
so var árið í fjør (1999)
árið við hægstu tølu-
num. 540 vendu sær til
Kreppumiðstøðina og 21
kvinnur og 28 børn gistu.
Í januar 1989 varð
Kvinnuhúsfelagið set á
stovn og 1. oktober í
1990 lat Kreppumið-
støðin upp. Ráðgevingin
byrjaði í 1991 og í dag
eru 6 fólk knýtt at hesi. Í
Norsk ráð-
harravitjan
Í gjár komu Dagfinn Stenseth og
Frú Raili Stenseth á vitjan í Før-
oyum, her tey m.a. hitta lands-
stýrismenn
Luttakarar komu úr øllum Norðurlandum at luttaka á
stevnuni í Føroyum, sum var tann 7. í røðini
Nøkur av føroysku um-
boðunum og vertunum á
ráðstevnuni Kvinnur ímóti
harðskapi. Jane Hoydal,
Elin Reinert Planck og
Winny í Pætursastovu
Myndir: Jan Müller
DAGFINN OLSEN
Í gjár kom norski sendi-
harrin í Keypmannahavn
á vitjan í Føroyum. Við
á ferðini er konan Raili
og sendistovuskrivarin
Lars Petter Heine.
Í Føroyum skal Dag-
finn Stenseth hitta An-
finn Kalsberg, løgmann,
ríksumboð Vibeke Lar-
sen,
borgarstjóran
í
Havn, Leiv Hansen,
landsstýrismann Høgna
Hoydal, Kjartan Hoydal
fyri norðurlendskt sam-
starv, oljumálaráðharran
Eyðun Eltør, ferðavinnu-
stjóra Hera Niclasen ,
Fiskimannafelagsfor-
mann Óla Jacobsen,
Frá 1.10.1990 til 30.04.2000:
Henvendelser Beboerdøgn
Beboere
kv.
børn
kv.
børn
1990
5
5
2
3
1
1991
104
114
17
12
5
1992
372
290
68
18
12
1993
261
242
182
13
16
1994
316
234
148
12
7
1995
518
396
612
18
24
1996
434
435
288
17
14
1997
387
445
960
12
11
1998
383
423
407
14
13
1999
540
711
915
21
28
2000
174
116
77
6
2
Ialt
3164
3023
3401
133
124
bankastjóra Jørn Astrup
Hansen. Eisini verður
vitjað í Norðurlanda-
húsinum, Listaskálanum
og útferð er á skránni.
Dagfinn Stenseth er
føddur í 1936. Hann
byrjaði í Uttanríkistæn-
astuni 10. oktober 1960.
Síðani hevur hann starv-
ast í Moskva, Uttanríkis-
ráðnum, Bonn, Ulan Ba-
tor, Tiblisi, Alma-Ata,
Bisjkek, Tasjkent, Ask-
habad, Jerevan, Helsinki
og nú Keypmannahavn.
Hann hevur verið sendi-
harri, skrivstovustjóri,
politiskur samskipari og
ráðgevi.
Ráðharrin vitjar í Før-
oyum hesa vikuna.
1991 varð fyrsta lønta
starvsfólk sett í starv. Í
dag eru 1,3 størv í húsi-
num og umframt eru 35
sjálvboðin. Fíggjarliga
grundarlagið
undir
K v i n n u h ú s i n u m /
Kreppumiðstøðini
er
stuðul frá tí almenna og
øðrum.
Fólk úr nærum øllum
kommunum í landinum
venda sær til Kreppu-
miðstøðina, fyri at fáa
hjálp og ráðgeving.
Líka galið í Føroyum
Men Elin Reinert Planck
metir útfrá tølunum frá
Kreppumiðstøðini, og útfrá
sínum kunnleika annars, at
vit í Føroyum liggja á sama
støðið, sum grannalondini,
tá tað ræður um harðskap
ímóti kvinnum og børnum.
«
Harðskapur ímóti kvinnum er 6.
størsta orsøk til heilsubrek hjá
kvinnum. Henda orsøk er framma-
ligari enn t.d. krabbamein, ferð-
sluskaðar og kríggj samanlagt
»