Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 97 - 23. mai 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 97 - 23. mai 2000 Viðmerking: Tvey áhugaverd lesarabrøv stóðu í Dimmalætting sein- astu viku. Árni Dahl ger eitt súrt og aggressivt álop á Óla P. sum gevur eitt siðiligt, men bítandi ironiskt aftur- svar. Her er tað músin, ið tekur sær rætt at avgera, um elefanturin hevur ta røttu støddina. Tað er altíð so, at tað er samgongan, sum útinnir politikkin og sostatt eisini hon, ið skuldi staðið fyri skotum. Árni er ótrúliga stuttmintur og smásárur, veit hann ikki av, at Óli fylgir hesi meginreglu. Kagar hann í bøkurnar hjá Óla P. 1990-96, sær hann sanniliga, at Javnaðarflokk- urin fekk toyggið. Óli P. er okkara størsti kunstnari og hevur ein gen- ialitet, sum neyvan hevur sín líka í Norðurlondum. Og so hevur hann tað lítillæti, ið eyðkennir ein rættan list- armann. Ikki júst ein egin- leiki, teir eru fongdir við, ið býta um heiðursbrøv og sømdargávur, sum vit børn skiftu um glansbíløt. Í hesum døgum skriva bløðini, at fullveldismaður- in Høgni Hoydal hevur giv- ið fullveldismanninum Carl Jóhan Jensen starvsløn. Grundgeving: Høgni hevur hoyrt, at hesin prísverdi maður »er í ferð við at skriva eina skaldsøgu, ið tykist at vera bæði spennandi og ný- skapandi…«, sitat endað. Er hetta tað altjóða stigið, ið Árni sóknast eftir hjá teimum, hann er ósamdur við og tí ikki eru politiskt korrektir? Tá ið P/F Interrós inklusiv Árna Dahl er grivið og gloymt, fer Óli P. at standa sum ein lýsandi varði saman við Williami Heine- sen, S. J. Mikinesi og øðr- um í okkara mentasøgu. Despotarnir niðri í Eur- opa í 30-árnum skírdu kunstnarar politiskt ókorr- ektar og fíggindar av tí nat- ionala, so tað er óhugnaligt, at Árni Dahl tekur henda táttin upp. Hansara skriving man ikki minna sørt um tað, ið Francosa menn skrivaðu um Picasso á sinni. Og tað fer mær kalt niður eftir rygginum, tá ið blaðstjórin á kommunistablaðnum Fríu Føroyum skrivar um frælsi. Hann má hava etið fimm- tumma. Loysingarflokkurin Tjóð- veldisflokkurin hevur síðani 50-árini haft millum 12 og 24% undirtøku, og tað er ein søguligur frekleiki uttan síðustykki at kroysta hesa hugsjón niður yvir alt Før- oya fólk og krevja, at Javn- aðarflokkurin tigandi skal hyggja at. Men tað verður nei! Árni Dahl, Óli P. og altjóða stigið Javnaðarflokkurin ger onga hatursherferð. Men sjálvsrættvísi er ein vanvirð- isligur eginleiki. Les Úlvsá, Vágfjall, Dalsgarð, Reyn- atrøð, Hjørleifsdóttir og aðr- ar tykkara skutilssveinar, so sært tú hatur, harra Dahl. Eg eri ein av javnaðar- tingmonnunum, og eg kann lova fyri, at vit hava alt ann- að enn ringa samvitsku. Vit nýta okkara demokratiska rætt og gera okkara polit- isku skyldu at berjast ímóti nationalistiskum fantastaríi; men tað verður við blonkum vápnum og ikki a la Tóru Hjørleifsdóttir, sum við greinini 12. mei í Dimma- lætting gjørdi sítt navn syn- onymt við spilliklút. Les hana, harra Dahl, og skamma teg. Dan R. Petersen javnaðarmaður Annars ynski eg Árna Dahl mong góð ár úti í Hattarvík við framhaldandi partvís danskari løn, men ríkisfel- agsskapurin er sjálvandi ein treyt fyri hesum. Er Høgni Hoydal drápsmaður? “Fasist! Nazist! Kommunist! Stalinist!” — Javnaðarmenn skrála sítt hatur eftir Høgna Hoydal og royna at seta hann í bás við heimsins ringastu hóp- drápsmonnum. Teir royna at fremja politiskt karaktermorð. Men hetta rakar bert teir sjálvar. Tað er nevniliga vorðið trupult at taka bæði Strøm, Dam, Eidesgaard og allan Javnaðarflokkin fyri fult Fleiri nýggjar bøkur prógva nú, at málið um sambandið millum Monicu Lewinsky og Bill Clinton var væl skip- að og tilrættalagt. Sakførarar, politikarar, journalistar og vinnulívs- menn á ytsta høgraveingi- num í USA høvdu sett sær fyri, at fremja eitt “karak- termorð” á Bill Clinton. Hesar kreftir leitaðu við ljós og lykt eftir persónligum mistøkum hjá forsetanum, og tá teir frættu um sam- bandið til Lewinsky, settu teir eitt risastórt arbeiði í gongd: Málið skuldi brúkast til at fella Clinton! Karaktermorð í Føroyum Við eru ikki von við slíkar mannagongdir her í Føroy- um — men farnu mánaðir- nar hava vit verið vitni til eina miðvísa roynd at fremja Føroya fyrsta, skip- aða karaktermorð. Menninir, sum standa á odda í royndunum at fremja hetta, eru serliga Jóannes Eidesgaard, Atli Dam, Hans Pauli Strøm, Bergur Dam og Virgar Dalsgaard. Aðrir — t.d. Rolf Guttesen og Dan Petersen hava eisini roynt at hildið seg framat. Hesir menn hava tað til felags, at teir allir eru javn- aðarmenn. Teir hava eisini tað til felags, at í teirra hjørtum brennur eitt inniligt hatur til Høgna Hoydal. Hann er tað, karaktermorðið skal raka. Ikki eitt orð um politikk Tað er eitt eyðkenni fyri fólk sum fremja politisk karaktermorð, at tey als ikki nýta politisk argument. Clinton skuldi ikki fellast við politiskum argument- um. Hann skuldi rakast per- sónliga. Tí fellur maðurin, fellur allur hansara poli- tikkur av sær sjálvum. Teir umrøddu javnaðar- menninir nýta somu fram- ferð. Tað er syndarliga lítið, teir hava at siga um ítøki- ligar politiskar ætlanir. Nei, tað er mannin, teir vilja raka. Men teir hava ikki nógv at leggja eftir Høgna Hoy- dal við, og tí eru teir farnir undir eina desperata roynd at seta hann í bás við heims- ins allar ringastu einaræð- isharrum og hópdráps- monnum. “Førari”, “fasist”, “diktat- or”, “propagandaministari”, ”Høgni-jungen” eru heiti, teir aftur og aftur nýta í um- røðuni. Endamálið er greitt: Høgni Hoydal skal setast í samband við sjálvan Hitler og hansara sameindu, Fran- co og Mussolini. Sjálvt tingsins røðarapallur verður nýttur til at varpa út hetta blinda hatur. Hetta er so sjúkt, at ein hevur ilt við at finna orð fyri tí. Men bølmenni vóru eisini í kommunistisku stýrunum eystanfyri — og so verður tað eisini brúkt aftur og aft- ur. Seinast var tað Eides- gaard, sum roynda at tengja Høgna saman við ræðslu- stýrinum í m.a. Tiräna. Politisk ómegd Høgni Hoydal er eingin ein- aræðisharri. Hann er ein demokratiskt valdur politik- ari — og helst tann evnarík- asti politikari, vit hava átt í Føroyum í nógv ár, og tað pínir teir. Hann hevur (í mun til fleiri javnaðarmenn!) aldrin verið hvørki fasistur ella kommunistur, ella hoyrt til nakra slíka politiska “sekt”. Hann hevur, tað eg veit um, heldur ongantíð dripið nakran. Men hann hevur arbeitt meira og fingið meira burt- urúr enn flestu aðrir polit- ikarar. — Og tað er tað, javnaðarmenn hata hann fyri! Tær samanberingar, sum teir umrøddu menninir royna at gera, siga einki um Høgna Hoydal. Men tær siga ógvuliga nógv um Eid- esgaard, Dam & Dam, Strøm, Guttesen og allar hinar. Tær siga, at hesir menn eru í uppisetri fyri politisk argument. Teir eru desper- atir. Tað einasta teir eiga at føra fram, er blint hatur. Slíkum kemur eingin langt við. Tað rakar ongan uttan teir sjálvar. Og tað hevur tað longu gjørt. Tað er vorðið trupult at taka bæði Strøm, Dam, Eidesgaard og allan Javn- aðarflokkin fyri fult. Ikki minst tá hugsað verð- ur um, at Rolf Guttesen, Hans Pauli Strøm og Bergur Dam vóru berandi kreftir í víðgomdu vinstravendu rørsluni “Føroyskir Sosial- istar” (FS), sum serliga var virkin í 70‘unum og byrj- anini av 80‘unum. Nú er líkt til at hesir menn eru bodnir til háborðs í javn- aðarflokkin, men framferð- og orðalag teirra er júst tað sama, sum á ytsta vinstra- veinginum í farnum tíðum. Men at teir eisini skuldu megna at fáa „hin føroyska javnaðarflokkin“ til at kop- iera framferðarháttin hjá ytsta høgraveinginum í USA - tað vardi meg ikki, fyrr enn eg sá hetta á prenti í sosialinum. Kai Vágfjall Kvinnufelagssamskipan Føroya er á ársfundi á Glyvrum dýra biðidag kunnað um, at steðgur er komin í nevndararbeiðið viðvíkjandi almenna barnsburðargrunninum. Kvinnufelagssamskip- an Føroya harmast um støðuna og heitir á avvar- andi myndugleikar um at bera so í bandi, at arbeiðið Kvinnufelagssam- skipanin harmast Í yvirlýsing harmast Kvinnufelagssamskip- an Føroya, at arbeiðið við barnsburðar- grunninum er steðgað verður tikið uppaftur sum skjótast. Barnsburðargrunnurin hevur leingi verið hjarta- mál hjá føroysku kvinnu- rørsluni, og tí má málið, saum hevur skund, undir ongum umstøðum detta niðurfyri, sigur Kvinnu- felagssamskipan Føroya í yvirlýsing SVEINUR TRÓNDARSON Útvarpið visti gjáramorg- unin at siga frá, at danskir serkavarar nú eru komnir til Føroya at kava eftir jól- askipinum, sum sakk í vestfalsstronginum mill- um Fugloynna og Við- oynna í desember 1941. Tað er Heri Andreasen, kavari, sum hevur fingið donsku kavararnar hend- avegin. Heri hevur fingið einarætt frá landsstýri- num at kava eftir jólaskip- inum, og tað var eisini hann, sum í august mán- aði í fjør fann jólaskipið. Fara nú at kava eftir jólaskipinum Serkavarar úr Danmark eru nú komnir til Føroya fyri at kava eftir jólaskipinum, sum sakk í Fugloy- arfirði í 1941 Av tí at jólaskipið liggur á 100 metra dýpi, er tað ikki bara sum at siga tað at kava niður til tað. Tí hevur Heri Andre- asen fingið sær serkavarar úr Danmark at hjálpa sær. Kavararnir fara til arbeið- is mikumorgunin klokkan sjey og teir fara at kava tvær ferðir um dagin og hvørt tørnið fer at vara í tveir tímar. Tá jólaskipið sakk, hevði tað eina rúgvu av myntum við til Føroya. Men um myntirnar liggja við skipið enn veit eingin. SVEINUR TRÓNDARSON Sunnukvøldið um hálvg- un tíggju tíðina tók Gorm trolbátin Hvíthamar av Strondum, við ov smáum meskum. Hvíthamar lá á innaru landleiðini, tá manning av Gormi fór umborð at kanna reiðskapin. Henda leiðin lat upp fyri tveim- um døgum síðani, so tað var ikki leingi, Hvíthamar fekk loyvið at liggja ó- tarnaður. Av Vaktar- og Bjarging- artænastuni verður sagt, at tað vóru meskarnir í ovara posanum, sum vóru ov smáir. Tann 16. mai var lýst ein nýggj kunngerð um troling innanfyri 12 fjórð- ingar. Í hesi kunngerðini Hvíthamar tikin við ov smáum meskum Trolbáturin Hvíthamar, av Strond- um, varð tikin á innaru landleiðini sunnukvøldið stendur, at trolbátarnir, sum fiska innanfyri 12 fjórðingar, skulu brúka flatfiskatrol, sum hevur meskar størri enn 120 mm. Eisini skal trolið hava eina rist, har tað eru í minsta lagi 40 mm. mill- um rimarnar. Brúkar bátur trol við tveimum posum, skulu meskarnir í ovara posa- num vera størri enn 180 mm, og tað var hesa reglu, sum Hvíthamar hevði for- brotið seg ímóti. Sambært Finni Ou- gaard, varafúta, fær Hvít- hamar eitt sektaruppskot. Verður tað góðtikið, er málið endað. Verður upp- skotið ikki góðtikið, skal málið í rættin. Ólógligi posin verður konfiskerað- ur. Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo Kanna viðurskiftini hjá teimum eldru í Suðuroy Allir suðuroyingar yvir 50 ár eru í hesum døgum við í eini kanning, ið m.a. skal verða grundarlagið undir einum meiri miðvísum eldrapolitikki í Suðuroynni ÁKI BERTHOLDSEN Nú skulu viðurskiftini hjá teimum eldru í Suðuroynni kannast. Tað er stýrið fyri Suður- oyar Ellis og Røktrheim sum hevur tikið stig til kanningina. Í farnu viku fingu allir suðuroyingar yvir 50 ár eitt spurnarblað sendandi við postinum. Ellis- og røktarheimð hevur heitt á tveir lærarar í Miðnámsskúlanum í Vági um at gera sjálva kanning- ina og at útgreina svarini. –Tey, sum svara spurn- ingunum skulu ikki seta navnið á sær nakrastaðni, tí kanningin er 100% loynilig, sigur John Mortensen, sum er annar lærarin, sum stend- ur fyri kanningini. Hann sigur, at av tí sama kunnu fólk trygt vera púra erlig, tá ið tvey svara, tí tað er ómøguligt at finna tann einstaka svararan aftur. – Tað er heldur ikki hvør einstakur svarari, ið hevur nakran sum helst áhuga. Tí tað einasta vit vilja, er at fáa eina heildarmynd, leggur hann afturat. Men hann leggur eisini dent á, at skal kanningin føra til eitt brúkiligt úrslit, er tað av alstórum týdningi, at spurnarbløðini verða send aftur. Tey, sum skipa fyri kanningini heita tískil á fólk um at svara spurningunum. Tey, sum ikki svara sjálvi, kunnu fáa onkran at hjálpa sær, eitt nú børn, heimahjálp ella onkun annan, sum tey hava álit á. Kann loysa seg Í farnu viku skuldu næm- ingar á Miðnámsskúlanum ganga runt og heinta spurn- arbløðini innaftur. Men tað ber eisini til hjá fólki at senda tey innaftur sjálvi, tí brævbjálvi fylgir við, har móttakarin longu er skrivaður á. Tað er bara at seta frímerki á og at fáa brævið í postin. Og tað er onki at ivast í, at tað kann loysa seg hjá tí einstaka at senda svarini innaftur, tí ætlanin við hesi kanningini er ikki bara at lýsa tørvin á bústaðum til tey eldru, sum hann er nú. – Ætlanin er eisini at kanna, hvussu tey, sum enn eru eitt sindur yngri, kundu hgsa sær at búð í eldri árum. Tí hava øll, sum eru 50 ár og eldri, fingið spurnarblað sendandi. Ætlanin er nevniliga, at tey svarini, sum koma inn, skulu verða grundarlagið undir einum meiri miðvís- um og betri skipaðum eldra- politikki í Suðuroynni. Tað er onki at ivast í, at tað er ein stórur tørvur á eldrabústaðum í Suðuroy. Eini 50 fólk standa á bíði- Endamálið við kanningi er at gera umstøðurnar hjá teimum gomlu í Suðuroynni betri. Tí hevur tað hevur stóran týdning, at fólk senda spurnarblaðið innaftur. Myndin vísir Eldrasambýlið i Hvalba listanum hjá Suðuroyar ell- is- og Røktarheimi og mangan tekur tað fleiri ár at sleppa inn. Harumframt hava eini 30 fólk biðið um umsókn- arblað til eldrasambýlið í Vági, har pláss er fyri 10- 11 fólkum, tað fer at taka fólk inn í september. Og í Hvalba verður eisini sambýlið til eini 4-5 fólk skjótt tikið í brúk. –Men tað er onki at ivast í, at tørvurin er nógv størri enn so, tí tað er so ringt at sleppa inn, at tað eru helst mong, sum tíma at søkja, tí tey sleppa ikki inn kortini, heldur John Mortensen. Hann sigur, at tilboðini eru eisini ógvuliga eintátt- að, talan er bara um ellis- og røktarheim, ella sambýli. Tí verða fólk eisini spurd í kanningini, um tey kundu hugsað sær fleiri møguleik- ar, sum t.d. at flutt í serstak- ar eldraíbúðir, eldrahús, ella vardar íbúðir, tá ið tey komu upp í árini. Men skal tað bera til hjá eldri fólki at kunna flyta í eldraíbúði, ella eldrahús av onkrum slag, er tað ein for- treyt, at tey sleppa av við tey gomlu húsini. –Tí má tað verða ein set- húsamarknaður í Føroyum, soleiðis, at fólk keypa tey gomlu húsini, ístaðin fyri at hvørt ættarlið byggir nýtt hvørja ferð. John Mortensen sigur, at ein máti kundi verið at gjørt onkrar skipanir, t.d. ígjøgn- um húsalánsgrunnin, sum gjørdi tað lættari at yvirtaka gomul hús og at gera nakað við tað. Fara at biðja SEV um vatn ÁKI BERTHOLDSEN Tá ið tað er liggjandi turr- veður, hava vágbingar av og á trupulleikar við vatn- inum. Vatngoymslurnar hava víst seg at vera nak- að lítlar og tí kemur tað meiri enn so fyri, at tað er vatneyð í Vági, tá ið tað hevur verið turt í veðr- inum eina tíð. Og tað kemur illa við hjá húsar- haldunum, fyri ikki um at tala hjá fiskavirkjunum, sum krevja rættiliga nógv vatn. Men hendan trupulleik- an ætlar Býráðið nú at gera nakað við. Á Bý- ráðsfundi hóskvøldið samtykti býráðið at seta seg í samband við SEV við einum fyrispurningi um at fáa vatn frá elfel- agnum, tá ið turringur er og tað er ov lítið av vatni. Tað, sum býráðið ætlar, er at kanna møguleikar- nar fyri, um tað ber til at fáa eitt samstarv við SEV, so at Vágs Kommuna kann taka vatn úr Mið- vatni omanfyri Botn, teir dagar, vatntrot er í Vági. Fæst ein avtala í lag við SEV, er ætlanin at leggja rørleiðing úr Miðvatni í vatngoymslurnar í Vági, so at vatn kann fáast hið- ani, tá ið turringur og tað annars er ov lítið vatn. Vágbingar ætla at leggja 2,5 km. av vatnveiting úr Miðvatni omanfyri Botn fyri at sleppa undan vatntroti hevur verið. Nú verður tað, sum er mest átrokandi tikið fyrst, og roknast kann so við longri bíðilistum til aðra viðgerð. Annars sigur Ronnie Midjord, at støðan er so ó- viss, at hann er sera varin við, tí hann ger. Og tað kann kom a at ganga ein tíð enn, áðrenn sigast kann við vissu, hvussu verður, so hini fólkini, sum eru søgd upp, verða so ikki sett aftur enn. Bæði fysioterapeuturin og teknikarin eru longu farnir av sjúkrahúsinum, so tað kann vera trupult at fáa teir aftur, hvussu so víkir og vendir. Men annars sigur fyri- støðumaðurin, at hóast hann hevur fingið heimild at flyta 700.000 av rakstrinum til lønir, hveppir hann seg við at gera tað. –Rakstrarútreiðslurnar eru so lágar, at tað skal ó- Enn manglar ein millión Midjord, sjúkrahúsleiðari. –Men sostatt er niður- støðan, at vit enn mangla eina millión fyri at kunna reka sjúkrahúsið á sama støði í ár, sum tað var á í fjør. Tvey sett aftur Eykajáttanin, sum nú kom, hevur ført við sær, at tvey fólk, sum vórðu uppsøgd, eru sett aftur. Talan er um fólkið í leið- beiningini og annar fysio- terapeuturin. Men eftir eru so framveg- is ein fysioterapeutur, ein teknikari og eitt hálvt fólk í køkini, sum ikki eru sett aft- ur. Sostatt er tað greitt, at hetta fær avleiðingar fyri, eitt nú fysioterapiina. Talan var um at leggja ta ambulantu viðgerðina nið- ur, men tað verður ikki gjørt, tó at tænastan ikki verður líka góð, sum hon ÁKI BERTHOLDSEN Støðan á Suðuroyar Sjúkra- húsi er framvegis ógreið, hóast Løgtingið herfyri játt- aði sjúkrahúsinum eyka pening til raksturin í ár. Tá ið fíggjarlógin var til viðgerðar, gjørdi leiðslan á sjúkrahúsinum greitt, at tað kom at mangla 1,5 millión í, til at kunna varðveita Sjúkrahúsið á sama støði í ár, sum tað var á í fjør. Fyribils bar hendan spar- ingin í sær, at fimm fólk vórðu søgd upp, eitt hálvt fólk í køkini, tveir fysio- terapeutar, eitt fólk í leið- beiningini og ein teknikari. Men herfyri samtykti tingið at lata sjúkrahúsinum eina eykajáttan, sum bøtir eitt sindur um støðuna. – Vit fingu 500.000 krón- ur afturat. Men harafturat fingu vit heimild at flyta 700.000 krónur frá rakstr- inum til lønir, sigur Ronnie metaliga lítið til at spreingja fíggjarætlanina, so tað er ein stórur spurningur, um rakst- urin ber, at peningur verður fluttur frá honum til lønir. –Talan er mangan um dýr tól og fer nakað, kann tað skjótt spreingja fíggjar- karmin, um ov lítið er sett av til rakstur. Tí veit hann ikki enn, hvussu nógvar av teimum 700.000 krónunum verða fluttar til lønir. Hann skal hava heimild til at flyta pening frá rakstr- inum til lønir, men ikki hin- vegin. –So hóast peningurin verður fluttur frá rakstrinum til lønir, kann tað hendan at vit verða noydd at flyta hann aftur, um okkurt dýrt tól skuldi farið, sum tað er neyðugt at skifta út, sigur Ronnie Midjord. Tí er tað ivasamt, hvat hendir, fyrr- enn tað er liðið longur út á árið. Tveir nevndarlimir afturvaldir ÁKI BERTHOLDSEN Føroya Reiðarafelag hevði aðalfund hósdagin. Men har hendi ongar broytingar í nevndini. Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, teir vóru tvøra- menninir Gudmund Mort- ensen og Viberg Sørensen og teir vórðu báðir aftur- valdir. Í nevndini sita annars Ejl- er Jacobsen og Poul Hansen úr Havn, Jónsvein Knudsen í Runavík og Ólavur Pet- ersen í Sørvági. Sjeyndi nevndarlimurin er Jákup Sólstein úr Klaks- vík, sum er formaður. Í blaðnum í morgin fara vit at hava meiri frá aðal- fundinum í Føroya Reið- arafelag.