týsdagur 23. mai 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 97 - 23. mai 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 97 - 23. mai 2000
23. mai 1975. Tað er í dag,
og kortini eru tað 25 ár síð-
ani. Kenslur seta síni spor í
minni, og tá ein kensla er
so mikið sterk, setur minnið
hesa kensluna næstan ó-
broytta inn í nútíðina.
Hetta var mín 1. flogferð,
- úr Kirkwall til Vágarnar.
Úr einum óendaligum azur-
bláum himmali setti flogfar-
ið seg í einum mánakendum
gosopi. Luftin møtti ferða-
manninum tey fyrstu fetini
oman trappurnar við einum
heilt óvantaðum frískleika.
Tá eg kom higar 1. ferð,
hevði eg ongantíð ímyndað
mær nakað tílíkt, so nær í
kilometrum, og kortini so
fjart, so ørvísi, at tað næstan
kom sum ein skelkur.
Tá blaðfólk nú bart út
spyrja okkum ferðandi, ið
ikki fóru avstað aftur, hvat
er so áhugavert her, standa
vit næstan málleys, tí listin
av sereyðkennum av tí før-
oyska unisversinum er so
langur og so ørvísi, at tú at
enda stendur og reksar upp
tugdar hugmyndir uttan
týdning. Tá tú lítur aftur um
bak, spyrt tú teg, hvørjum
hesin gandurin stendst av.
Hvussu skalt tú tosa um
hetta, endurgeva tað og
framvegis vera trúgvur móti
"gandinum".
Tað er hetta sum er ar-
beiði hjá teknaranum, rit-
høvundanum, endurskapar-
anum. Landið er eitt ein-
dømi við eini styrki, tú ikki
ímyndar tær. Náttúran sjálv
er listarverkið. Tað kennist
átrokandi at endurskapa
staðið við eini styrki, ið
svarar til staðið sjálvt, so tú
kanst royna at fáa onnur at
kenna tað sama, sum tú hev-
ur kent.
23. mai 1975. Í sjey dagar
skein sólin brennandi heit
av hesum azurbláa Miðara-
havshimmalinum, og hvørt
mannsbarn var úti og neyt
hetta hálvgun fatamorgana,
har tann kvalandi skuggin,
ið vanliga fylgir við slíkum
veðrið, var skiftur um við
fríska, angandi, krystall-
klára luft.
1. juni: Kavarok! Nýlig-
ani minstist eisini ein út-
varpsmaður aftur á hesa
meterologisku serhending-
ina, ið, um ikki skelkaði
ferðamannin, so í hvussu so
er setti síni djúpu spor í upp-
fatan hansara av hesum
nýggja landinum.
Ferðamaðurin var blind-
aður av øllum hesum
nýggja, ið ikki bara kundi
síggjast og kennast, men
sum eisini varð ríkað av
fjálgari menniskansligari
nærveru. Jógvan, Marjun,
Kristian, Edward, Jan, Jens,
Uni, Conny og hini tendr-
aðu ein vinarligan, bróður-
ligan loga, sum ikki slókn-
aði aftur. Vit vóru 20 ár, og
í hesi longu ljósu ikki-nátt-
ini tyktist dimmalættingin
uttan enda. Hetta sunnanfyri
so heilt ókenda fyribrigdi
skapti eldhuga, lat upp eina
nýggja dimensión, tað var
ikki neyðugt at fara til song-
ar, dagurin var jú óendalig-
ur. Í cowboyklæðum livdu
vit sum mitt í einum west-
ern, har tuflurnar hjá gent-
um og dreingjum trampaði
dustið upp uttan fyri Zanz-
ibar.
Oyggjarnar hava ein slíka
atdráttarmegi, at ert tú fyrst
komin higar eina ferð, so
kemur tú aftur ár um ár,
steðgar ein mánað, so tveir,
seinni eitt hálvt ár, so eitt,
og at enda búsetur tú teg og
heldur á at læra landið at
kenna. Tá tú so við og við
fært tann lykilin, sum málið
er, letur aftur ein nýggjur
heimur seg upp fyri tær,
tann innari heimurin. Áður
var tað meira tann fysiski
veruleikin, sum bergtók teg.
Ikki fyrr enn tá skilur ferða-
maðurin rættiliga samleikan
her. Føroyska málið hevur
sama skap sum fjallagrein-
in, vindurin, regnið og ljós-
ið.
Tað var fotograferingin,
sum hevði mín stóra áhuga,
men kortini tyktist tað mær
ikki møguligt at vísa, end-
urgeva, sublimera tað før-
oyska rúmið. Og her var tað,
at eg byrjaði at arbeiða við
kliptum
pappírspettum,
eggjaður av arbeiðinum hjá
William Heinesen. Tann
føroyska dimensiónin er so
mikið serlig, at tað krevur
áralangt rannsóknararbeiði
at vísa hetta og deila tað við
onnur. Listarmaðurin roynir
at endurgeva og víðarigeva
gleðina og undranina, sum
ferðamaðurin hevur av
oyggjunum.
Eg vil nýta hetta høvi at
bera ein stóra tøkk til øll
tykkum sum við tykkara
vinsemi, stórtøkni og áhuga
hava stuðlað mær í mínum
arbeiði og hava loyvt mær
at halda á at realisera hend-
an dreymin um at avmynda
Føroyar, - býir og bygdir.
Í dag tann 23. mai kl. 17 í
samband við 25 ára dagin
spælir Kári Sverrison í
Adieux Paris - et sans
regrets Bonjours les Féroé
Smiðjuni í Lítluvík, og øll
eru hjartaliga vælkomin.
Framsýningin "Á bygd"
heldur á til 24. mai kl 20.
Í sambandi við, at tað í dag eru 25 ár
síðani, at franski listarmaðurin, Phil-
ippe Carré, vitjaði í Føroyum, hevur
hann skrivað hesa takkarkvøðu
Philippe Carré
Onkur kennist kanska við onkran á hesum myndunum, sum Philippe Carré tók í 1975
Áskoðari slerdi linjuverjan
Annar av linjuverjunum í dystinum millum KÍ o g B68 varð sligin íbúkin av áskoðara, tá farið varð til
hálvleiks
JÁKUP MØRK
At tað ikki hevur gingist
eftir vild hjá klaksvíkingum
í fótbóltshøpi hetta kapping-
arárið man ikki vera nøkur
loyna.
í landskappingini hevur
gingið av skriðuni til, og
undan dystinum móti B68
átti besta mansliðið fram-
vegis fyrsta sigurin til
góðar.
Hesin kom so til høldar
fríggjadagin, men undir
dystinum tók ein hending
seg upp, sum væl kann vísa
seg at fáa avleiðingar fyri
KÍ.
Østust móti endanum
Stutt fyri hálvleik tóku tvær
støður seg upp, sum við-
førdu, at lagið á áskoðaru-
num var alt annað enn gott,
tá dómarin bríkslaði fyri
teimum fyrstu trimum kort-
erunum.
Støðan var 2-0 til heima-
liðið, tá dómarin í 39. min-
utti bríkslaði fyri brots-
sparki til B68, soleiðis at
gestirnir fingu møguleika at
minka um munin, og bert
tveir minuttir undan steðg-
inum, kom dómarabólkurin
aftur í fokus, tá Andrzej Pa-
cek, varð rikin av vølli.
Hetta var heldur meira
enn nakrir av áskoðarunum
orkaðu at síggja, og tá leik-
arar og dómarar ætlaðu sær
inn at halda hálvleik, var
greitt at fleiri vildu hava
fatur á dómara og hjálpar-
dómarum, so teir kundu sig-
a sína hugsan um avrik teir-
ra.
Fyri at forða fyri hesum,
varð manngarður gjørdur
um dómarabólkin, men sum
skilst, so eydnaðist tað kort-
ini einum av áskoðarunum
at fáa sent ein neva í búkin
á
øðrum
hjálpardóma-
ranum, Arna Gunnarssyni.
Fordømi eru
Vit hava frætt, at tilburðurin
verður fráboðaður FSF, sum
so skal gera av, um og
hvussu klaksvíkingar verða
revsaðir fyri tilburðin.
í hvussu so er tvey for-
dømi eru fyri slíkum til-
burðum. Í 1977 varð rok í
Klaksvík, tá áskoðari leyp
inn á vøllin og tók flaggið
hjá linjuverjanum, og hetta
viðførdi, at KÍ mátti leika
næsta dystin á uttanveltað-
um vølli. Ta ferðina varð
dysturin leiktur í Gøtu, har
klaksvíkingar og tvørámenn
leiktu málleysan javnleik.
Í 1986 noyddust leirvík-
ingar at leika avgerandi dyst
um framhaldandi tilveru í
bestu deildin inni á Skála,
eftir at rok hevði verið um
dómarabólkin eftir heima-
dyst. Valið av vøllinum
nervaði tó ikki leirvíkingar,
sum við sigri á GÍ megnaðu
at varveita sessin í deildini,
meðan B36 ístaðin noyddist
tungu leiðina í aðru deild.
ikki fingið málið enn
Ísak Mikladal, aðalskrivari
hjá FSF, sigur við Sosialin,
at enn hava teir ikki fingið
frágreiðingina frá dómara-
bólkinum, og at hann tískil
ikki fær gjørt nakrar við-
merkingar til hetta málið.
Spurdur um, hvørjar av-
leiðingar atburðurin fær, og
um roknast kann við somu
revsing, sum í teimum báð-
um áður nevndu førunum,
sigur hann, at hetta veldst
um tær frágreiðingar, sum
FSF fær frá innblandaðu
pørtunum.
- Mannagongdin er tann,
at kappingarnevndin tekur
málið upp, og verða inn-
blandaðu partarnir síðani
bidnir um at geva eina frág-
reiðing um tilburðin, sigur
Ísak Mikladal.
Um vikuskiftið gekk slat-
urin annars um, at KÍ skuldi
spæla teir báðar komandi
heimadystirnar í Eiði, men
hetta er so í øllum førum
ikki avgjørt frá Fótbólts-
sambandinum, sigur Ísak
Mikladal at enda.
Arni Gunnarsson fekk
av at vita, tá hann
fríggjadagin var
partur av dómara-
bólkinum í Klaksvík
Mynd: Jonhard
Hammer
Fótbóltsfepurin í Klaksvík
er høgur. KÍ er illa spert.
Sunnudagin vóru teir fyri tí
eyðmýking
frammanfyri
heimaáskoðarunum at verð-
a sendir úr steypakappingini
av vágamonnum. Vága-
menn hava lítil og eingi fót-
bóltsavrik í fremstu røð at
vísa á. Tað hava klaksvík-
ingar, og tí var eyðmýkingin
so mikið størri.
Komandi sunnudag skal
KÍ fyri aðru ferð í Gundadal
at royna seg í landskapp-
ingardysti. Teir skulu spæla
móti fyrrverandi felagnum
hjá KÍ venjaranum, Tomi-
slav Sivic. B36 er oddalið.
Í fjør vann B36 2–0 á KÍ í
Gundadali. Tað var í seytj-
anda og næstsíðsta umfar-
inum. Smyril sigldi bein-
leiðis av Klaksvík og til hø-
vuðsstaðin, og tað varð
mett, at í hvussu so er einir
tólv hudrað klaksvíkingar
vóru í Gundadali ta ferðina.
Komandi sunnudag fara
so langt í frá eins nógvir
Klaksvíkingar ætla at gera
innrás í Herfølge
Stórur áhugi er í Klaksvík at fara til Danmarkar komandi sunnudag at síggja Jákup Mikkelsen takast við Toda
Jónsson fyri at gerast danskur meistari
klaksvíkingar til Havnar.
Spennandi
danmarkarferð
Men sjálvt um tað higartil
hevur gingið meiri enn illa
hjá KÍ, og sjálvt um møgu-
leikin at endurvinna løg-
manssteypið er fokin, og
sjálvt um tað í løtuni sær
svart fyri møguleikanum at
endurvinna FM heitið, so
hava tey har norðuri ein fót-
bótsmeistaraskap at ganga
uppí í hesi vikuni.
Jákup Mikkelsen og Her-
følge eru framvegis væl fyri
í stríðnum um danska
meistaraskapin. Um tað fer
at eydnast at vinna gull ella
ikki verður endaliga avgjørt
komandi sunnudag, og tá
ætla fleiri klaksvíkingar sær
at vera staddir á Herfølge
stadion.
– Fleiri í familjuni og ikki
sørt av vinfólkum hjá okk-
um hava ringt til mín og
biðið meg skaffa teimum
atgongumerki til dystin. Tað
havi eg gjørt, men eg havi
eisini hoyrt um fleiri onnur,
sum ætla sær niður at hyggj-
a at dystinum. Tað er sjálv-
andi hugaligt at frætta, at
tey í Klaksvík ikki hava
gloymt Toda og meg, og eg
vóni, at tað fer at eydnast
hjá okkum í Herfølge at
vinna meistaraskapin, sigur
Jákup Mikkelsen úr Her-
følge.
Tað er ikki møguleiki hjá
Jákupi at fáa fleiri atgongu-
merki, og vit skilja á lag-
num, at spurningurin, sum
greiða skal fáast á, áðrenn
fleiri aðrir enn teir, sum
Herfølge málverjin longu
hevur fingið atgongumerki
til fara av landinum, er, um
møguleiki er at fáa atgongu-
merkir til dystin.
Vanliga plagar áskoðara-
talið í Herfølge at liggja
onkra staðni millum 1500
og 2500. Sunnudagin, tá teir
høvdu vitjan av OB, vóru
omanfyri hálvt fimta túsund
og hugdu at. FCK eigur
nógv viðhaldsfólk, so tað er
einki at ivast í, at flokkurin
verður stórur í Herfølge
sunnudagin – eisini føroy-
ingar sum eru búsitandi í
danska
høvuðsstaðarøk-
inum.
Sjálvsagt verður tað hø-
vuðsuppgávan hjá Jákupi
Mikkelsen og Toda Jónsson
í hesi vikuni at fyrireika seg
til stóru avbjóðingarnar
hóskvøldið og sunnudagin,
men um tað skuldi eydnast
hjá Herfølge at vunnið
meistaraskapin sunnudagin,
so verður tað ivaleyst
møguligt at heilsa bæði
uppá hann og Toda aftaná
dystin.
Lesið inni í ítróttar-
blaðnum um avrikini hjá
føroysku fótbóltsútisetu-
num í Noregi, Danmark
og í Íslandi, har sera væl
upplagdi Uni Arge var so
óheppin, at hann ikki
verður førur fyri at spæla
fótbólt næsta mánan.
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo