Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 97 - 23. mai 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 97 - 23. mai 2000 JÁKUP MØRK Talan var um tvey av lið- unum, sum eru frammaliga í jagstranini eftir B36, sum hittust í Gundadali dýra biðjudag. HB liðið, sum er so at siga fullkomuliga umskipað í mun til undanfarna kapp- ingarár, hevur fingið eina rættuliga góða byrjan (on- kur vildi kanska sagt ó- væntað góða), har teir bert hava mist stig í javnleik- inum móti NSÍ. VB meira enn hálvsnáv- aði á heimavølli móti B71, men annars hevur gingið væl hjá teimum. Í mun til í fjør, hevur talan so at siga ikki verið um nakra frá- gongd hjá vágbingunum, meðan teir hinvegin hava fingið styrk úr bæði Pól- landi og Jugoslavia, so vón- ir teirra til inniverandi landskapping eru rættuliga góðar. Harumframt hava vág- bingar ofta havt eitt sera gott tak á júst HB, so tað mundi vera við trimum stig- um fyri eygað, at teir løgdu leiðina til Havnar. HB mundi hinvegin eisini hava sigurin í huganum, tá teir gjørdu seg til reiðar at taka ímóti vágbingunum. Sum sagt, so hava teir, hóast stórar broytingar, havt góð úrslit higartil í ár, og einki er at taka seg aftur í, at teir ikki so fegnir vildu lata gloppið upp til grannarnar í ein landsynning gerast ov stórt. Vandamikil mótálop Sostatt áttu at verið góð lík- indi fyri einum undirhald- andi dysti, har bæði liðini skuldu spæla framrættaðan fótbólt. Fyrstu løtuna av dysti- num løgdu liðini tó nakað varliga fyri. Tað var kanska eisini soleiðis, at leikararnir fyrst ætlaðu at kanna eftir, hvussu sterk mótstøðan var. Serliga sá út til, at gest- irnir vóru varnir, og fyrstu løtuna leiktu teir at kalla 5- 3-2. Skjótt gjørdist tó greitt, at tá vágbingar høvdu bólt- in, vóru teir skjótir at um- stilla seg, tá teir við kvikum mótálopum royndu at spæla HB verjuna tunna. Serliga sá út til, at HB liðið var veikt í vinstra verjuborði, tá gestirnir kontraðu, og tað var eisini júst her, at upptaktin til leiðslumálið hjá kom. VB vann bóltin á miðjum vølli, og eftir skjótt saman- spæl á miðjuni, varð bólt- urin sendur út til Palla Au- gustinussen. Hann sendi ein góðan bólt innfyri, har Ro- bert Cieslewicz skallaði bóltin yvirum til leikandi venjaran, Krzystof Popzyn- zki, sum tó bert fekk eitt hornaspark burtur úr góða møguleikanum. Horna- sparkið skuldi tó vísa seg at gerast vandamikið, tí tá bólturin varð sendir høgt til handara stólpa, kom Jón Pauli Olsen rennandi við fullari ferð, og kundi hann við høvdinum seta bóltin í netið. HB verjan tóktist ógvu- liga passiv í hesi støðu, tí satt at siga var ikki líkt til, at nakar leikari hevði givið sær far um Jón Paula, hóast teir áttu at vita, at hann telist millum vandamestu leika- rarnar í landinum. Málið gav VB uppaftur betri fortreytir at dúva upp á kviku mótálopini, men ofta gekk rættuliga torført við at fáa hesi í lag. Ein orsøk til hetta var, at vág- bingarnir tóktust vera rættu- liga ótryggir í verjuparti- num, har teir fleiri ferðir nølaðu alt ov nógv við at fáa bóltin burtur. Eftir einum korterið, var hetta eisini um at kosta, tá HB vann bóltin í VB-upp- spæli. Andrew varð sendur avstað, men púra leysur við málverjanum megnaði hann ikki at skora. Tíggju minuttir seinni var vandi aftur á ferð. Verju- leikari hjá VB heilkiksaði, tá bólturin skuldi beinast burtur. Bólturin rullaði í- staðin til Andrew, sum legði bóltin upp á tvørs til vág- bingin í HB, Rúna Nolsøe. Staddur nakað í høgru á brotsteigarmarkinum, sendi hann eitt hart og flatt skot móti handara stólpa, sum Bjarni í VB-málinum ongan møguleika hevði at verja fyri. Eftir at teir soleiðis vóru komnir upp á javnt, fekk HB rættuliga takið á dyst- inum. Seinastu 20 minutt- irnar av fyrra hálvleiki var bólturin so at siga alla tíðina á VB hálvuni. Mál komu tó eingi, men fleiri ferð stóð rættuliga nógv á. VB verjan tóktist yvirhøvur rættuliga óskipað fyrra hálvleikin, og eitt nú hevði Bárður Mortansson tvær vandamiklar royndir, tá hann púra leysur slapp at seta høvdið á bóltin, men báðu ferðirnar fekk Bjarni vart fyri. Aftur ein deyðbóltur Liðini vóru ikki meira enn komin á vøllin til seinna umfarið, so lá bólturin aftur í málinum, og aftur hesu ferð var atvoldin til málið ein deyðboltsstøða. Einar 20 metrar inni á HB hálvuni varð fríspark sent innfyri úr høgru, og við handara stól- pa stóð VB venjarin púrasta leysur, soleiðis at kundi temja bóltin, áðrenn hann varð sparkaður í HB málið. Undanfarin ár hevur tað annars verið soleiðis, at júst høgir bóltar hava verið styrkin hjá HB verjuni, men onkursvegna tykist hetta vera broytt. Ikki tí, bæði Hans, Florin og Jóhannis eru leikarar, sum eru rættu- liga sterkir í luftini, og har- umframt verður Símun E- liasen vanliga tikin aftur at verja í frí- og hornasparks- støðum.. Kortini var tað júst við deyðbóltum og sendingum innfyri, at vágbingarnir høvdu vandamestu roynd- irnar, og einar tríggjar ferðir var um reppið at teir so- leiðis øktu um leiðsluna. Størsta møguleikan mun- di Milan Kuljic hava, men hann gjørdist akkurát ov stuttur, tá Krzystof slapp at senda innfyri úr vinstru. Tað at VB ikki megnaði at skora uppá hesar møgu- leikar kostaði í seinasta en- da sigurin, tí tá einir fimm minuttir vóru eftir av van- ligu leiktíðini, fekk HB aft- ur skotið seg upp á javnt. Málið kom eftir at bólturin varð sendir innfyri úr høgru síðu. Bjarni kom út eftir innlegginum, men beint áð- renn hann skuldi lofta, stakk Andrew beinið fram, so- leiðis at hann tamdi bóltin fram við málverjanum, og hareftir kundi rulla bóltin inn í tóma málið. HB hevði tá í einar 20 minuttir roynt at trðst VB verjuna, og orsøkin til hetta tóktist vera eyðsðnd. Um miðjan seinna hálvleik noyddist Tórður Holm nevnliga at fara av vølli- num, eftir at hann hevði fingið ein snudd í beinið. Hetta viðførdi, at samband- ið millum miðvøll og álop so at siga hvarv hjá vág- bingum, og hóast VB leik- ararnir royndu seg við lang- um bóltum til álopsleika- rarnar, so hvarv broddurin av kontraspælinum. HB royndir eisini útjavn- andi málið at trýsta VB lið- ið, men hóast teir høvdu einstakar góðar møguleikar, so var tað um reppið, at Ro- bert avgjørdi alt til fyrimuns fyri gestirnar. Eitt langt út- spark frá Bjarna endaði við, at pólverjin gjørdist púra leysur, men Bárður Johan- nesen fekk tó vart fyri, tá bólturin skuldi prikast fram við honum. Mugu arbeiða við verjupartinum Sostatt gjørdist javnleikur úrslitið, og samanumtikið var hetta kanska ikki av eini leið. HB var helst liðið, sum hevði bóltin meira, men høvdu vágbingarnir kent sína vitjunartíð, kundu teir uttan stórvegis hóvasták av- gjørt dystin til egnan fyri- mun. Einki er tó at taka seg aftur í, at tað mundi vera grannarnir hjá HB, B36, Báðir partar mundu iðra seg 1. deild: Verjuspælið og styrkin í luftrúminum hevur verið eitt av vørumerkjunum hjá HB seinnu árini, men fríggjadagin kostaði hetta sigurin, og kendu vágbingar sína vitjunartíð fóru teir suður aftur við øllum trimum stigunum sum vóru fegnastir um úr- slitið, tí við javnleikinum mistu tveir av kappingar- neytunum stig, sum kunnu vísa seg at verða týdning- armikil. Vágbingar fingu tó enn einaferð prógvað, at teir helst ikki verða lættir at syfta hjá nøkrum av hinum liðunum í bestu deildini. Til tíðir gekk álopsspælið sera skjótt fyri seg, og serliga megnaði Jón Pauli væl at skapa yvirtal, tá hann kom fram við í vinstru. Harum- framt tóktist tað tíðir at rigg- a rættulga væl, tá Janus Kjærbo kom niðan móti miðjuni, tá VB fór í álop, soleiðis at Tórður gjørdist meira frígjørdur í álopssæl- inum. Skal liðið gera sær vónir um eitt pláss í odd- inum, er tó neyðugt, at ver- juspælið verður betri skip- að. Ikki minst er neyðugt, at bóltførleikin hjá verju- leikarunum skal betrast, so- leiðis at uppspælið til mót- álopini gerst neyvari og skjótari. HB liðið vísti, eins og teir hava gjørt í undanfarnu dystunum, at ungu leikarar- nir avgjørt eru gjørdir úr tilfarið, sum til ber at byggja framtíðina á. Sum omanfyri nevnt, so tóktist tað tó un- drunarvert, at teir í verju- partinum vóru so veikir mótvegis deyðbóltsstøðum og innleggum, tí hetta hevur jú verið stóra styrkin hjá teimum seinnu árini. Tað mundi tó kennast sum dyggur smeitur, tá Jan- us Joensen miðskeiðis í seinna hálvleiki varð borin av vølli. Høvdið tók fyrst, eftir at hann datt í einum nærdysti, og efitr dystin varð hann beinanvegin fluttur á sjúkrahúsið. HB-VB 2-2 (1-1) 0-1: Jón Pauli Olsen 7. 1-1: Rúni Nolsøe 26. 1-2: Krzystof Popzynzki 50. 2-2: Andrew av Fløtum 85. Dómari: Birgir Sondum HB: Bárður Johannesen - Jóhan- nis Joensen, Florin Mihá- escu, Hans á Lag, Janus Jo- ensen - Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Símun Elia- sen, Pætur Dahl - Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum VB: Bjarni Johansen - Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen - Predrag Zivkovic, Palli Augustinus- sen, Tórður Holm, Milan Kuljic, Jón Pauli Olsen - Krzystof Popzynzki, Robert Cieslewicz Kviku álopsleikararnir hjá VB vóru ein støðug hóttan móti HB verjuni, sum sýndi stórar veikleikar í luftspælinum Mynd: Álvur Haraldsen Tað er ikki nakar eyðsýndur fyrimunur at hava heima- vøll í steypakappingini. Tað varð staðfest sunnudagin, tá fjórðingsfinalurnar vóru á skránni. KÍ, GÍ, B68 og B36 vóru á heimavølli, tí tey høvdu staðið seg best í bólkaumfarinum, men tað var bara GÍ sum uttan nak- ran sum helst slingur í vals- inum spældi seg í hálvfi- naluna. FS Vágar er aftast í 1. deild, men teir megnaðu at koma úr Klaksvík við at- gongumerkjunum til hálv- finaluna í steypakappingini. VB kom av Svangaskarði við sannførandi sigri, og harvið hava teir vunnið allar tríggjar ferðirnar, sum teir hava verið norðanfyri og spælt í steypakappingini (í bólkaumfarinum vunnu teir bæði í Runavík og í Klaks- vík). Umframt KÍ og B68 so snávaði B36 eisini á heima- vølli. Teirra fyrimunur var ikki so stórur, tí HB var eis- ini á heimavølli. Undir- haldsvirði í Gundadali var so mikið stórt, at viðhalds- fólkini hjá báðum havnar- feløgunum eru farin at gleða seg til 10. juni. Hesin dagur er leygardagur og hvítu- sunnuaftan, og sambært skipanina verður áttanda umfarið í landskappingini spælt henda dagin (hetta sama kvøldið er fyrsti dyst- uirn í EM endaspælinum á skránni). 2. hvítusunnudag eru seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini á skránni. Fyrru dystirnir verða spæl- dir hósdagin 1. juni. Tá skulu GÍ og FS Vágar, sum longu hava spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum í bólk- aumfarinum, hittast í Gøtu, og HB og VB skulu spæla í Gundadali. Søgan HB er besta steypafelagið í landinum. Tá teir í 1998 vunnu løgmanssteypið, vunnu teir tað til ognar. Navnið á GÍ stendur tvær ferðir inngrivið í tað steyp- ið, tí gøtumenn vunnu fin- alurnar bæði í 1996 og í 1997. Vágbingar hava bara vunnið steypakappingina eina ferð – í 1974. Tað long- sta, teir eru komnir í kapp- ingini um løgmanssteypið, var í 1997. Tá komu teir í finaluna móti GÍ, men vág- bingar vórðu avhølvaðir. GÍ vann 6–0. Nú hava vágbing- ar eitt lið við fleiri royndum og við fleiri dygdum, enn teir høvdu ta ferðina, og tað er møguleiki fyri, at teir enn eina ferð fáa møguleikan móti gøtumonnum. FS Vágar hevur í sínum seks ára langa lívið ikki ver- ið í nánd av steypafinaluni. Úrslitini hjá teimum í bólkaumfarinum móti GÍ vóru góð, og tí er ikki ó- møguligt at ímynda sær, at teir fara at røkka finaluni. Undir øllum umstøðum er tað greitt, at tað vera tvey onnur lið, enn tað vóru í fjør, sum skulu spæla í steypafinaluni, sum verður sunnudagin 2. juli. Í fjør vann KÍ fyrstu aktiuna í nýggja løgmanssteypinum. Teir vunnu á B36. B36 bara økir Dýra biðjudagsumfarið í landskappingini var rok- mikið á tann hátt, at bæði í Klaksvík og á Sandi sóu tveir spælarar – ein frá hvør- jum liði – reyða kortið. B36 fekk øll stigini á San- di. Oddaliðið tykist vinna øll stigini, tá tað ríður um snarið, og at teir endaðu omaná í fyrstu royndini eftir at John Petersen var farin, og tá Jens Kristian Hansen eisini var burturfrá, ber boð um, at tað verður ógvuliga torført hjá hinum liðunum at fáa meistararnar frá 1997 aftur. Munurn niður til hini lið- ini øktist, tí tað var felags fyri tey, sum royna at hanga í toppinum, at tey heil– og hálvkiksaðu. Toftamenn taptu í Klaksvík, og HB, sum framvegis ikki hevur tapt, noyddist enn eina ferð at ásanna, at vágbingar eru torførir at spæla ímóti. Javn- leikirnir móti NSÍ og VB hava verið kostnaðarmiklir. Onnur ár hava vágbingar lagt bragdliga fyri, men so eru teir farnir niður við nakkanum. Í ár tykist støðan vera øðrvísi. Burtursæð frá málverjanum, so búgva allir hinir spælararnir í Suðuroy, og um teir sleppa undan skaðum, so sigst at allir spælararnir vera við alt kappingarárið. Higartil hav- a vágbingar fingið stig í tor- føru útidystunum móti KÍ og HB, og um teir komandi sunnudag vinna í Sørvági, eru teir heilt væl fyri, áð- renn GÍ kemur suður. VB hevur bara tapt á heimavølli móti B71. Tað tapið iðra teir seg um, og tað kann hugsast, at tann snuddurin fer at kenna ser- liga meinur seinni á árinum. Gøtumenn tykjast hava fótað sær, meðan NSÍ ikki hevur megnað at liva upp til sannførandi fyrsta um- farið, tá teir vunnu í Klaks- vík. Síðani tá hava teir bara fingið eitt stig – á heima- vølli móti HB. Botnurin lætti sær á Munurin millum tey í mið- juni og tey aftastu minkaði dýra biðjudag. Sumbingar, sum næstsíðst vóru avhølv- aðir í Gundadali, vunnu á FS Vágar. Í fjør vann Sum- ba tveir dystir, og tað var nóg mikið at sleppa undan beinleiðis niðurflyting. Komandi sunnudag kemur B71 suður á Krossin, og tað kann fara at vísa seg, at úr- Tvey nýggj lið í steypafinaluni Í landskappingini tykist tað ikki vera nakar trupulleiki hjá B36, at lyklaspælarar eru burtur frá. Frástøðan til kapp- ingarneytarnar øktist dýra biðjudag slitið av tí dystinum fer at hava altstóran týdning fyri, hvussu kappingarárið fer at laga seg. At FS Vágar er aftast, er ikki sambærtligt við tað, teir høvdu ætlað sær, tá teir fingu fleiri útlendskar spæl- arar og útlendskan venjara. Eftir at nevna eru bara klaksvíkingar. Teirra støða er heilt margháttlig og vísir, at fótbóltur snýr seg um so nógv. Umframt alt tað fólkið, sum í fjør vann FM (Kurt Mørkøre kann ikki roknast uppí longur, tí hann hevur ikki verið við síðani í tólvta umfarinum í fjør), so hava teir fingið tríggjar jugoslavar og fleiri ungan spælarar, sum bjóða teimum eldru av í kappingini um plássini á besta liðnum. Men kortini gongur tað av skriðuni. Komandu sunnudag skal KÍ í Gundadal at spæla móti oddaliðnum úr B36. Talan er um tey bæði liðini sum í fjør so at siga alla tíðina kappaðust um FM. Síðani tá hevur B36 mist nógvar lyklaspælarar, men teir eru oddalið. KÍ hevur fingið nógv fólk at styrkja seg við, og teir eru botnlið! JH Frøin á vágamonnunum var ovurstór, tá tað eftir brotssparkskapping varð greitt, at teir høvdu staðið fyri mesta ó- væntaða úrslitinum í fjórðingsfinalunum, sum vórðu leiktar sunnudagin Mynd: JH Umframt vinnararnar í fjør, KÍ, mátti B36 eisini takka fyri seg í steypakappingini, so nú skulu tvey nýggj finalu- lið finnast Mynd: Álvur Haraldsen Sunnudagin fingu sum- bingar fyrstu stigini til høldar. Teir vunnu kær- komnan 1–0 sigur á FS Vágum, sum harvið datt aftur á aftasta plássið Einasti málskjúttin var Sasa Tomajék. Hann er jugoslavi. Merkisvert er, at Sasa býr í Klaksvík, har hann arbeiðir á Kósini. Hann venur við besta lið- num hjá KÍ, men hann spælir við Sumba, har tað frammanundan eru fleiri aðrir jugoslavar. Í Klaksvík eru fleiri jugoslavar, men KÍ hevur ikki pláss fyri málskjútt- Málskjúttin hjá Sum- ba býr í Klaksvík anum hjá Sumba. Sasa er beiggi til mannin hjá Ves- nu Tomajék. Vesna var ársins kvinnuligi hond- bóltsspælari í fjør. Nú er hon heima í Jugoslavi, men seinni í summar koma hon og maðurin aft- ur til Klaksvíkar. JH Tað er ikki bert í hondbóltshøpi at navnið Tomajék er at hoyra her heima