týsdagur 23. mai 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 97 - 23. mai 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 97 - 23. mai 2000
JÁKUP MØRK
B71-B36 1-2 (0-2)
Líkindini vóru ikki av teim-
um bestu, tá árstalsfeløgini
bæði, B71 og B36, tørnaðu
saman á Sandi dýra bið-
judag. Nógvur vindur lá eft-
ir vøllinum, og hetta
darvaði eisini spælinum
rættuliga nógv, soleiðis at
talan sjáldan gjørdist um
nakað væl skipað fótbólts-
spæl, men heldur um langar
bóltar, í vón um at onkur
vandamikil støða kundi
spyrjast burturúr.
Vindurin stýrdi
B36 hevði vindin í ryggin
fyrra umfarið, og hetta við-
førdi eisini, at oddaliðið
kundi leggja stórt trýst á
sandoyarmálið.
Hetta gav eisini úrslit, tá
bert seks minuttir vóru leik-
tir, men málið kom heldur
av ósketnum verjuspælið
hjá vertunum, enn góðum
álopsspælið.
B36 átti fríspark stutt inni
á sandoyarhálvuni. Mikkjal
Thomassen sendi bóltin
hart móti málinum, har
Ronnie Samuelsen var
hægstur og fekk snittað
bóltin til ein púra leysan
Håkan Lundholm, sum ó-
tarnaður kundi leggja gest-
irnar framum.
Ein kundi kanska trúð, at
skjóta málið fekk B36 leik-
ararnar at taka sær meira av
løttum, men so var kortini
ikki. Við hjálp frá veður-
gudunum royndu teir fram-
haldandi at trýsta spælið
oman móti B71 málinum,
men hóast trýstið var nógv,
so spurdust tó ongantíð teir
stóru
málmøguleikarnir
burturúr. Nærmast vóru teir
við, tá Kenneth Jacobsen
royndi seg við einum bleyt-
um skoti, sum fór upp um
Waldemar, men á tvør-
stongina, og so fingu teir á
heimaliðnum ruddað.
Áskoðararnir vóru so-
leiðis um at sláa seg til tols
við, at munurin í hálvleik-
inum skuldi verða eitt mál,
tá ósketni í sandoyarverjuni
enn einaferð kostaði mál.
Bergleif
Sólsker
var
staddur ov langt frá Håkan
Lundholm, tá hesin fekk
bóltin, og í eini roynd at
steðga svianum, togaði ver-
juleikarin í troyggjuna, og
so ljóðaði floytan hjá dóm-
aranum. Jákup á Borg setti
brotssparkið trygt í netið,
og sostatt kundi B36 fara
til hálvleiks við eini hamp-
uliga tryggari leiðslu.
Rok móti endanum
Í seinna hálvleiki hevði B36
vindin í ryggin, og teir
royndu eisini at gera sær
dælt av hesum, eins og B36
hevði gjørt tað í fyrra. Hálv-
leikurin var ikki gamal, tá
skot frá Jón Brekku, varð
ruddað á mállinjuni, og
yvirhøvur
var
bólturin
rættuliga nógv á B36 hálv-
uni frættist av Sandi.
B36 hevði tó góðan møg-
uleika at økja, tá Jákup á
Borg slapp leysur mið-
skeiðis í hálvleikinum, men
enn einaferð gav Waldemar
Nowicki eitt dømi um, hví
hann verður roknaður sum
fremsti málverji í landinum.
Sandoyingar royndu so
framvegis at trýsta, men tá
einir 15 minuttir vóru eftir
at spæla, vórðu teir tó álv-
arsliga skerdir. Í eini roynd
at skumpa Jákup á Borg
burtur, rakti Eli Hentze B36
leikaran í andlitið, og so
noyddust
sandoyingar
brádliga at vera kanska týd-
ningarmesta leikara sín fyri
uttan.
Sjálvur segði Eli eftir
dystin, at reyða kortið helst
var í lagi. - Eg royndi at
skumpa hann burtur við
arminum, men tá hann júst
var á veg niður eftir bólt-
inum, rakti eg hann í and-
litið. Sjálvandi spælir hann
eisini upp á reyða kortið,
við at blaka seg niður, men
tá eg rakti andlitið, so er tað
helst reytt kort, segði lið-
skiparin hjá B71.
Munurin í manntalinum
varð tó skjótt javnaður, tí
minuttin eftir var tað Jákup
á Borg, sum noyddist út.
Eftir nærdyst og eftirfylgj-
andi orðadrátti við Alex
Nielsen, skumpaði Jákup til
danan, og so fall dómurin.
Eins og Jákup hevði gjørt
tað áðrenn, so royndi Alex
eisini at fáa sum mest burt-
ur úr støðuni, og hetta eyd-
naðist eisini til fulnar.
Beint eftir hetta kom enn
meira dramatikkur í dystin,
tá tað eydnaðist B71 at
minka um munin. B71 átti
fríspark stutt uttan fyri
brotsteigin. Tróndur Vatn-
hamar, sum annars stóð ein
góðan dyst, megnaði ikki at
halda skotinum, sum um-
vegis hendurnar á málver-
janum fór á stongina, og so
var Jógvan Jón Petersen
fyrstur á.
Vandamikil
hornaspørk
Eftir málið royndu sand-
oyingarnir at trðsta enn
meira, men tað eydnaðist
ongantíð at fáa enn eitt mál,
og harvið annað stigið.
Sum so høvdu teir ongar
upplagdar møguleikar, men
av Sandi siga tey, at talan
fleiri ferðir varð um vand-
amiklar støður. Serliga vóru
tað hornaspørkini hjá Julian
Florescu, sum elvdi til
spentar løtur inni í brots-
teiginum, men hvørja ferð
megnaði Tróndur at beina
bóltin burtur frá málinum.
Samdi Julian hevði eisini
eina vandamikla frísparks-
roynd, sum Tróndur eisini
fekk jústað út til horna-
spark.
Nógv hevur annars verið
tosað um, at B36 hevur leit-
að eftir málverja til besta
liðið, men á Sandi siga tey
seg ikki skilja, at so skal
vera, tí Tróndur stóð enn
einaferð ein góðan dyst í
málinum.
Annars frættist av Sandi,
at fleiri leikarar vóru um at
gerast rættuliga heitir móti
endanum av dystinum, men
at tað tíbetur ikki gjørdist
neyðugt hjá dómaranum at
fara í reyvalumman nakra
ferð aftuat.
Eftir dystin vóru sand-
oyingarnir rættuliga vón-
brotnir um tapið, sum teir
hildu vera meira ella minni
óneyðugt. Eli Hentze á-
sannaði tó samstundis, at
tað var teimum sjálvum at
takka, at so var. - Spælið í
fyrra hálvleiki var langt ífrá
nóg gott frá okkara síðu, og
serliga eftir góða avrikið á
Toftum sunnudagin, var
hetta skuffandi hjá okkum.
Ungur aldursforseti
Dysturin fríggjadagin var
fyrsti dysturin hjá B36, síð-
ani John Petersen varð sel-
dur av landinum. Harum-
framt noyddust havnar-
menninir eisini at vera stuð-
ulsleikarar sum Bjarna Pri-
or og Jens Kristian Hansen
fyri uttan, og tí er einki at
siga til, at teir vóru sera
fegnir um sigurin.
Ístaðin fyri hesar leikarar,
var pláss til Håkan Lund-
holm, Carl Herup Høgne-
sen og Kenneth Jacobsen.
Allir ungir leikarar, og at
talan í stóran mun er um
ungar leikarar á liðnum,
verður undirstrikað av, at
Magni á Lakjuni við sínum
26 árum var aldursforseti á
B36 liðnum.
Ungu leikararnir stóðu tó
royndina, og harumframt
lagaðu úrslitini í hinum
dystinum seg júst soleiðis,
sum oddaliðið kundi ynskt
sær. Sostatt betraði B36 um
støðuna á stigatalvuni, har
teir nú eru seks stig fram-
man fyri næstu kappingar-
neytararnar. HB kann tó
minka nakað um munin,
um teir vinna útsetta dystin
móti FS Vágum.
Hóast fegin um sigurin,
so var tað tó ein sera vón-
brotin Jákup á Borg, sum
vit tosaðu við eftir dystin.
Hann var fult greiður um,
at reyða kortið, sum hann
fekk, var ein bæði býtt og
óneyðug útvísing. Harum-
framt hevði reyða kortið við
sær, at B36 eisini má vera
toppskjúttan tey bæði sein-
astu árini fyri uttan, tá teir
sunnudagin skulu leika
móti grannunum úr HB í
kappingini um Løgmans-
steypið.
B71-B36 1-2 (0-2)
0-1: Håkan Lundholm 6.
0-2: Jákup á Borg 39.
1-2: Jógvan Jón Petersen 77
Dómari: Suni Johansen
B71:
Waldemar Nowicki - Bern-
hard Petersen, Jón Brekku,
Bergleif Sólsker - Høgni
Hansen, Eli Hentze, Julian
Florescu, Kári Nielsen,
Jógvan Jón Petersen - Alex
Nielsen, Kristian Nielsen
B36:
Tróndur
Vatnhamar
-
Mikkjal Thomassen, Egil
Zachariasen, Herbert í Lon
Jacobsen - Carl Herup
Høgnesen, Jan Guttesen,
Jákup á Borg, Magni á
Lakjuni
-
Kenneth
Jacobsen,
Ronnie
Samuelsen,
Håkan
Lundholm
Reyðu kortini fuku í vindinum
JÁKUP MØRK
TB-HB 7-4 (3-0)
Avrikini hjá næstbesta
HB liðnum hava higartil
í ár verið sera óstøðug,
og tí var tað kanska við
blandaðum vónum, at
hópurin leygardagin fór
um suðuroyarfjør, har
dystur móti TB stóð á
skránni.
Undan kappingin var
TB av mongum metta at
vera eitt gott boð um ein
møguligan uppflytara, og
við sigrinum á HB otaðu
teir seg fyri fyrst heilt upp
í oddin.
Alt skrædnaði
Fyrstu løtuna av dysti-
num, stóð HB liðið seg
tó sera væl, og eingin
mundi helst gruna, at tal-
an skuldi gerast um stór-
sigur av nøkrum slag.
Brádliga var tað tó sum
um at alt skrædnaði, og
áðrenn teir rættuliga vóru
komnir fyri seg, hevði
heimaliðið lagt seg á
odda við málum frá Sum-
ba-venjaranum, Milan
Cimburivic, landsliðs-
leikaranum, Óla Johan-
nesen og Dan Mortensen.
Skil kom tó aftur á
spælið hjá gestunum,
men flestu áskoðararnir
mundu helst vera eitt sin-
dur róligari, nú TB hevði
vunnið sær eina somikið
trygga leiðslu.
Í seinna hálvleiki fekk
TV tað betur byrjanina,
og onkur fór kanska at
óttast
eitt
rættuligt
skrædl, eftir at Óli Jo-
hannesen, Andre Dalfoss
og Bárður Dimon høvdu
økt upp í 6-0.
HB formaðurin, Gunn-
ar Mohr, hevur tó ongan-
tíð verið leikarin, sum
hevur givið skarvin yvir,
og soleiðis var heldur
ikki hesu ferð. Við trim-
um málum á rað syrgdi
hann einsamallur fyri, at
spenningur aftur kom í
dystin, og brádliga var
líkt til at nervar eisini
komu upp í leikin hjá
heimaliðnum.
Umframt tey trý mál-
ini, hevði HB nevnliga
fleiri góðar málmøgu-
leikar hesa løtuna, og
brádliga tóktist tað als
ikki ósannlíkt, at tvørá-
menninir skuldu vera
fangaðir aftur.
Bárður Dimon fekk tó
sett alt endaliga upp á
pláss, tá hann økti upp í
7-3, og so kundi tað
meira ella minni vera tað
sama, at Uni Mortensen
móti
endanum
setti
fríspark
beinleiðis
í
málið.
Krevur styrk
Við sigrinum tók TB seg
upp á ovastu rók á stiga-
talvuni, har teir eru ájavn-
ir sundalagsmonnum við
9 stigum.
Einki er tó at taka seg
aftur í, at við núverandi
manning verður tað sera
trupult hjá tvørámonnu-
num at standa seg í bestu
deildini, um teir megna at
halda fast um oddasessin
alt árið.
Í løtuni er Óli Johan-
nesen heima og hjálpir til,
men eftir fyrru helvt av
kappingarárinum
fer
hann aftur til Danmarkar.
Fleiri aðrir góðir leikarar
eru á liðnum, men í flestu
førum er talan um leik-
arar, sum lítlar og ongar
royndir hava við fyrstu-
deildarfótbólti, og tí er
vandi fyri stórtapum, um
teir skulu royna seg móti
bestu liðunum í landi-
num, og hetta kom eisini
greitt til sjóndar í steypa-
kappingini.
Hinvegin kann helst
roknast við, at tvørámenn
vilja styrkja liðið við
fremmandum leikarum,
um teir vinna upp í 1.
deild, og so er støðan
brádliga ein heilt onnur.
Fyri fyrst ræður tó um
at standa seg nóg væl í
næstbestu deildini, har
ungu leikararnir helst
hava nógv betri umstøður
at mennast, bæði leikliga
og kropsliga.
TV-HB 7-4 (3-0)
1-0: Milan Cimburivic
2-0: Óli Johannesen
3-0: Dan Mortensen
4-0: Óli Johannesen
5-0: Andre Dalfoss
6-0: Bárður Dmon
6-1: Gunnar Mohr
6-2: Gunnar Mohr
6-3: Gunnar Mohr
7-3: Bárður Dimon
7-4: Uni Mortensen
Málrok á
Tvøroyri
2. deild: HB formaðurin skeyt
hat-trick, men mátti kortini
taka til takkar við greiðum
tapi
1. deild: Tvey reyð kort vórðu havd á lofti, tá B36 fríggjadagin styrk-
ti um oddastøðuna, og yvirhøvur var talan ikki um nakran vakran
fótbóltsdyst
Ronnie Samuelsen skoraði ikki fríggjadagin, men nýggi liðskiparin kundi
fegnast um enn ein sigur, umframt at øll hini oddaliðini mistu stig
Mynd: Emil Simonsen
Klaksvíkingar sóu dýra bið-
judag teirra fótbóltsflagg-
skip vinna fyrsta sigurin í
hesum kappingarárinum. KÍ
basti toftamonnum, sum
ikki vóru væl fyri. Hvørki
Fróði Benjaminsen ella
Súni Fríði Johannsen vóru
við, og sjálvt um avloysa-
rarnir á ongan hátt dump-
aðu, so kendist tað meint,
at tveir av stuðulsspælaru-
num restaðu.
Serliga meinur var sakn-
urin av Fróða Benjaminsen.
Jóannes Jakobsen hevði
ætlað at brúka høvuðssterk-
amannin í miðverjuni, har
hann skuldi havt stutt tjóður
á Ova Nysted.
Ikki samanspældir
Klaksvíkingar hava meiri
fólk nú, enn teir hava havt í
langar tíðir. Arnold Joensen
og Símun Waag Høgnesen,
sum vóru við í landskapp-
ingardystinum í Gøtu, vóru
báðir skaddir, men kortini
helt Toimislav Sivic, at Ma-
rek Wierzbicki skuldi sita á
beinkinum. Pólverjin hevði
verið heima í eina viku, og
so royndi hann – ivaleyst
fyri fyrstu ferð síðani hann
kom til Føroya at spæla fót-
bólt síðst í áttati árunum –
at sita á beinkinum allar 90
minuttirnar.
Klaksvíkingar
vóru
spentir at síggja teir báðar
nýggju jugoslavarnar. Mál-
verjin tóktist tryggur í ver-
jupartinum, men hann hevði
stórar trupulleikar við mál-
spørkunum á graslíkinum.
Álopsmaðurin gjørdi ikki
nógv um seg tann tíman
hann var á vøllinum. Hann
hevði sjálvsagt ilt við at
finna saman við liðfeløg-
unum.
John Ryan, sum hevði
verið skaddur í fleiri vikur,
tykist resta nógv í at røkka
venjingarstøðuna, sum áður
hevur verið við til at gera
hann ein av týdningarmik-
lastu spælarunum hjá KÍ.
Men kortini var vongverjin
í vinstru tann mest eyðsýndi
á heimaliðnum. Hann vann
nærdystirnar, tað var tyngd
í, tá hann bjóðaði seg til í
álopsspælinum, og fleiri
innlegg vóru vandamikil.
Kortini stóran týdning
Umstøðurnar at spæla í vór-
u hampuliga góðar, men
kortini var nógv sparkarí.
Nærdystirnir vóru nógvir,
og tøvandi dómarahugburð-
urin gjørdi, at teir vórðu ofta
ófantaligir. Hýrurin var ikki
nakað serligur, og at Pazek
leyp framav og fekk reyða
kortið, mundi vera greið á-
bending um, at teir á heima-
liðnum kendu stórt trýst á
sær.
Tá KÍ gjørdist undir-
mannað, noyddust teir at
broyta liðið. Kristian á
Lakjuni, sum hesa ferð ikki
var so eyðsýndur sum móti
GÍ, fór í miðverjuna, og har
var hann, inntil Niclas Nic-
lassen kom á vøllin.
B68 var aftanfyri 2–1, tá
Pazek sá reytt, og sjálvt um
B68 einki mál fekk fyrra
partin av seinna umfarinum,
so hevði tú eina kenslu av,
at teir vóru sinniliga omaná,
og at teir høvdu góðan
møguleika í hvussu so er at
fáa eitt stig.
Fyritreytirnar broyttust
fullkomuliga, tá Jan Peter-
sen, sum mótstøðumenninir
tvær ferðir stutt framman-
undan høvdu fingið gul kort
fyri at bróta seg ímóti, leyp
framav. Tá liðini spældu
tíggju móti tíggju, glapp hjá
KÍ, sum økti til 3–1.
Jan Joensen hevði sum
einastu uppgávuna at syrgja
fyri, at Øssur Hansen ikki
slapp at spæla við. Tað toldi
B68 liðið ikki, og KÍ fekk
fult tamarhald á. Síðstu løt-
una vaknaðu bæði heima-
menninir og stuðlarnir kring
vøllin. Hesa løtuna glógvaði
tað rættuliga í hjá annars
lítið eyðsýndu Heðini á
Lakjuni og Rógva Jacob-
sen, og um Magnus Poulsen
ikki hevði staðið so væl í
B68 málinum kundi sigurin
verið størri, enn hann varð.
Málini
Ove Nysted setti hol á, tá
hann stútaði í bleytan boga
upp um B68 málverjan, sum
var á veg úr málinum. Inn-
leggið kom úr høgru frá
Harley Bertholdsen, eftir
eitt tað besta KÍ álopið í 1.
hálvleiki.
Ove Nysted økti til 2–0,
tá hann sendi bóltin uppum
seg sjálvan og æi síðunetið.
B68 verjan iðraði seg, tí
sjálvt um teir høvdu fleiri
møguleikar, so eydnaðist
teimum ikki at fáa bóltin
burtur.
KÍ sannførandi í
tjúgu minuttir
Sigurin á toftamonnum kom væl og virðiliga til høldar, tá bæði lið-
ini spældu við tíggju monnum
Øssur Hansen minkaði
um munin við brotssparki,
sum var so mikið tepurt, at
tað tók í stólpan. Um brots-
teigarmarkið tók Jan Andre-
asen beinini undan Marlon
Jorge, sum var vorðin leys-
ur, eftir at Rógvi Jacobsen
hevði mist í uppspælinum í
vinstru.
Jákup Eli Olsen var akku-
rát ov seinur við taklingini,
og so var Heðin á Lakjuni
feldur. Harley Bertholdsen
skoraði trygt úr ellivu met-
rum, og veteranurin mundi
gerast dagsins maður, tá
hann ur fimtan metrum og
við vinstra beini sendi tvør-
bóltin úr vinstru frá Rógva
Jacobsen,
sum
hevði
smoygt sær framvið Jan
Dam, upp í málhornið.
JH
KÍ:
Zoltan Kujundzic – Harley
Bertholdsen, Andrzeh Pa-
cek, Jan Andreasen, John
Ryan – Kristian á Lakjuni,
Jan Joensen, Rógvi Jacob-
sen, Heðin á Lakjuni – Ove
Nysted, Srecko Milicevic
B68:
Magnus Poulsen – Jan Pe-
tersen, Jan C. Dam, Arn-
bjørn Danielsen, Jákup Eli
Olsen – Marlon Jorge, Eyð-
stein Skipanes, Øssur Han-
sen, Mannbjørn Nesá –
Marcello Marcellino, Øssur
Jacobsen
JÁKUP MØRK
B36-ÍF 2-2 (1-1)
Oddauppgerð
stóð
á
skránni, tá fuglfirðingar
leygardagin løgdu leiðina
til Havnar. ÍF, sum undan
dystinnum var ósigrað,
setti frá fysta leikdegi kós
upp móti bestu deildini,
og hóast málleysa javn-
leikin seinasta vikuskifti,
var einki at ivast í, at teir
ætlaðu sær øll stigini frá
teimum næstbestu B36
monnunum.
Í gávuhýri
Hetta var tó á onga hátt
sjónleigt fyrstu trý kort-
erini av dystinum í Gun-
dadali. Besta liðið hjá
B36, hevur fleiri skaðar
at dragast við, og hetta
viðførir so aftur, at leika-
rar fell burtur av á næst-
besta liðnum, men kortini
hevði B36 eitt støðugt
trýst á ÍF málið allan
fyrra hálvleik.
Somikið illa stóð til, at
fyrrverandi ÍF venjarin,
sum nú er hjálparvenjari
í B36, Piotr Krakowski,
sjálvur noyddist at spæla,
og frá sweepara plássi-
num stýrdi hann ungu
leikarunum við hepnari
hond. Fleiri góðir mál-
møguleikar spurdust eis-
ini burturúr, men tá
heimaliðið slapp fram-
um, var tað við góðari
hjálp frá ÍF málverjanum.
Allan Joensen ætlaði
sær helst at lofta bólti-
num, tá hornaspark varð
sent innfyri, men onkurs-
vegna fekk hann ikki fat-
ur á, og ístaðin datt bólt-
urin inn í málið.
Um tað var fyri at siga
takk, skulu vit lata verða
ósagt, men í øllum førum
var B36 verjan skjót at
svara aftur. Karl Leons-
son var ósketin í verju-
partinum, og tá bólturin
varð rullaður upp á tvørs,
fekk Bárður á Lakjuni
fatur á, og eftir at hava
drigið framvið tveimum
verjuleikarum, setti hann
bóltin í netið aftan fyri
Rene Torgarð til hálv-
leiksstøðuna 1-1.
ÍF betri við
Í seinna hálvleiki komu
fuglfirðingar nógv betri
við í dystin, og fleiri ferð-
ir var eisini talan um heilt
góðar møguleikar, men
Rene Thomsen bjargaði
einar tvær ferðrir í stórum
stíli, soleiðis at vónin um
stig framvegis varð var-
veitt hjá høvuðsstaðarfe-
lagnum.
Javna støðan helt sær
eisini nakað væl inn í
seinna hálvleik, men burt-
ur úr so at siga ongum
fekk Eyðolvur Petersen
brádliga lagt gestirnar á
odda. Hetta hendi eftir at
bólturin í fyrstu atløgu
varð skallaður úr brots-
teiginum, men við einum
dundurskotið sendi Eyð-
olv bóltin upp í handara
málhorn. Eitt sera vakurt
mál, sum B36 málverjin
einki fekk gjørt við.
Sostatt var líkt til, at
Fuglfirðingar skulu var-
veita oddasessin, men
móti endanum av dyst-
inum eydnaðist tað kort-
ini Johnny Samuelsen at
javna, eftir at ÍF málverjin
ikki fekk fatur í einum
innleggi.
Javnleikur
gjørdist
endaliga støðan, og hóast
teir vóru nær við sigri-
num, so tóktust fuglfirð-
ingarnir ikki so øgiliga
vónsviknir av hesum.
B36 vísti fyri viku síðani,
at teir ikki verða lættir at
syfta á heimavølli, og
kanska var tað hetta, sum
fuglfirðingar høvdu í
huganum, áðrenn teir fóru
á vøllin.
Skulu teir gera sær nak-
ra vón um at vinna seg
uppaftur í oddin, er tó
neyðugt, at teir serliga í
álopspartinum verða betri
skipaðir. Málini hesuferð
vóru úrslit av einmans-
avrikinum heldur enn
góðum álopsfótbólti, og í
longdini er spurningurin
helst, um hetta er nóg
mikið til at vinna sær sæt-
ið aftur í bestu deildini.
B36-ÍF 2-2 (1-1)
1-0: Sjálvmál
1-1: Bárður á Lakjuni
1-2: Eyðolvur Petersen
2-2: Johnny Samuelsen
Fullu aftur
2. deild: Javnleikur í oddaupp-
gerðini viðførdi, at bæði ÍF og
B36 noyddust nakað niður á
stigatalvuni
Hevði Magnus Poulsen ikki staðið seg somikið væl í B68 málinum, kundi sigurin hjá KÍ uttan stórvegis
hóvasták verið væl størri
Mynd: JH