týsdagur 23. mai 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 97 - 23. mai 2000
18
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 97 - 23. mai 2000
JÁKUP MØRK
Sumba-FS Vágar 1-0 (0-0)
Sumbingar vóru fullgreiðir
um setningin, tá teir dýra
biðjudag tóku móti gestu-
num úr Vágoynni.
Tap móti samansetta lið-
num hevði viðført, at Sum-
ba at kallað varð isolerað í
botninum av bestu deildini,
og hóast teir áður hava
megnað at bart seg upp úr
at kalla vónleysum støðum,
so var einki at taka seg aftur
í, at teir helst vildu tryggja
sær, at gloppið upp til næstu
liðini ikki gjørdist ov stórt.
Støðan hjá vágamonnum
var tó lítið mætari, tí tríggir
teir fyrstu landskappingar-
dystirnir høvdu bert kastað
eittans stig av sær, og skal
sessurin í deildini varveit-
ast, er Sumba helst eitt av
teimum liðum, sum stig
skulu fáast frá.
Ikki nakað serligt
spæl
Hetta merkti eisini dystin
Suðuri á Krossinum rættu-
liga nógv. Úr sumba frætt-
ist, at talan í stóran mun
var um sparkarí, har liðini
bæði við longum bóltum
royndu at skapa vandamik-
lar støður frammi í álop-
inum.
Tað tykist eitt sindur løg-
ið, at vágaliðið, sum als ikki
hevur fólk til slíkt spæl,
skuldi detta í hesa grøv, og
hetta ásannaði liðskiparin á
liðnum eisini eftir dystin.
Ari Thomassen helt, at teir
onkursvegna gloymdu alt
um at spæla fótbólt, og
hetta viðførdi eisini, at
vágamenn so at siga ongan
málmøguleika skaptu sær í
samfullar 90 minuttir.
Áleypararnir báðir, Birgir
og John, eru fínir fótbólts-
leikarar, men styrkin hjá
teimum er ikki í luftrúm-
inum, men heldur á jørðini,
har teir kunnu gera nýtslu
av teknikkinum og skjót-
leikanum, sum eru teirra
vørumerki.
Spælið hjá sumbingum
var sum so heldur ikki av tí
besta, men í mun til gest-
irnar, so stríddust sumbing-
arnir um hvønn tann einasta
bólt, og hetta viðførdi eisini
nakrar spentar støður fram-
man fyri vágamálið, men
Remi
í
vágamálinum
megnaði hvørja ferð at ver-
ja fyri, so mál ikki spurdust
burturúr.
Í seinna hálvleiki helt
sama skilið fram. Sumbing-
arnir trýstu alt teir vóru
mentir, og eitt korter inn í
hálvleikinum fingu teir eis-
ini løn fyri stríðið.
Ein langur bóltur varð
sendir inn í brotsteigin, har
Sasa og Darius vóru staddir.
Lítli jugoslavin vann á stóri
litavanum, og einsamallur
við málverjanum kundi
hann leggja sumbingar
fram um.
Sami Sasa hevði stutt fyri
havt eitt fríspark, sum tók í
stongina, og eftir hvat
skilst, so eru sumbingar væl
nøgdir við at hava fingið
nýggja leikaran í hópin.
Hóast teir nú vóru aftan
fyri, so raknaðu gestirnir á
ongan hátt við, og uttan
stórvegis hóvasták kundu
sumbingar sostatt fáa sein-
asta hálva tíman at ganga,
soleiðis at áður tómi stiga-
posin brádliga gjøridist na-
kað tyngri.
Fegin um avrikið
Eftir dystin helt venjarin hjá
sumbingum, Milan Cim-
burivic, at leikarar hansara
veruliga høvdu spílað seg
út í dystinum.
- Vit vóru í eini sera trup-
lari støðu, og satt at siga,
so var tað ikki fyrr enn í
seinastu løtu, at avgerin um
liðuppstillingina varð tikin.
Eirikur Joensen hevur ikki
vant í nærum tvær vikur,
men týdningur hansara fyri
liðið er ómetaliga stórur, og
við eitt lítið sindur av hepni,
kundi hann eisini havt skor-
að okkurt mál, segði ein
glaður venjari. Harumframt
greiddi hann frá, at Trygvi
Nielsen hevði ligið sjúkur
alla vikuna, umframt at
Hallur Dam Joensen heldur
ikki tað serliga gott undan
dystinum.
Viljin til at vinna var tó
somikið stórur, at teir allir
vóru til reiðar at tørna út til
dystin, og úrslitið hevur við
sær, at sumbingar endiliga
kunnu lyfta seg av niðasta
sessinum á stigatalvuni.
- Nú fingu vit trý sera
týdningarmikil stig í dag,
og kunnu vit eisini fáa na-
kað burturúr dystinum
komandi vikuskifti, tá B71
kemur á vitjan, so sær tað
kanska slettis ikki so galið
út, helt sumbiarvenjarin
fyri.
Skulu skjótt vinna
Vóru sumbingar glaðir um
dystin, so var lagið einki
serligt á vágaliðnum eftir
dystin. Ari Thomassen, sum
er liðskipari á liðnum, segði
eftir dystin, at tað var sum
hugurin til at spæla als ikki
er til staðar í løtuni.
- Vit byrjaðu kappingar-
árið við at tapa á Toftum,
hóast vit høvdu fleiri góðar
møguleikar, og síðani spæl-
du vit javnleik á heimavølli
móti NSÍ, har vit væl kundu
havt vunnið dystin. Hetta
hevur viðført, at hugurin til
at spæla er linkaður nakað,
og at vit síðani vórðu smur-
Loksins bragdaði
1. deild: Eftir stórtapið fyri viku síðani, reistu sumbingarnir seg
aftur, tá teir á heimavølli bardu seg til trý týdningarmikil stig móti
felagsliðnum úr Vágoynni
dir av í Gundadali hevur
ikki gjørt støðuna betri,
heldur liðskiparin.
Hann hevur tó góðar vón-
ir um kappingarárið. - Vit
gerast betri fyri hvønn dyst,
sum vit spæla í fyrstu deild,
tí leikararnir verða alsamt
meira vanir við høgu leik-
ferðina, og sjálvir haldi eg,
at vit eiga at kunna halda
okkum í deildini, sigru Ari.
Hann er tó eisini full-
greiður um, at skal hesin
setningurin røkkast, er
neyðugt at fáa nøkur stig
inn á kontina. Fyrstkom-
andi møguleiki fyri hesum
er komandi vikuskiftið, tá
vágbingar koma á vitjan.
Einki er at taka seg aftur í,
at talan er um eina torføra
uppgávu, men hinvegin so
eru vágamenn meira ella
minni tvingaðir at vinna
dystin, og hetta átti eisini
at merkt avrikið hjá leika-
runum í dystinum.
Sumba-FS Vágar 1-0
(0-0)
1-0: Sasa Tomajek 60.
Dómari:
Jens
Petur
Brattalíð
Sumba:
Eigil
Olsen,
Tryggvi
Nielsen, Marlon Kjærbo,
Mortan úr Hørg - Nikola
Biberdzic, Hallur Dam
Joensen, Spasoje Biberdzic,
Hans Jacob Thomsen, Sasa
Tomajék - Eirikur Joensen,
Rene Thomsen
FS Vágar:
Remigius Mykoliunis -
Emil
Hentze,
Darisu
Magdasauskas, Zylvanuis
Zudis, Rimvydas Bakus -
Sonni Johansen, Albert Ari
Thomassen, Hannus Olsen,
Tór-Ingar Akselsen - John
Johansen, Birgir Joensen
GÍ meira
málsøkið
2. deild: Hóast NSÍ hevði leik-
ligu yvirvágna, so vóru gøtu-
menn meira málsøknir, og
málini telja meira enn gott
spæl
JÁKUP MØRK
GÍ-NSÍ 4-2 (1-2)
Dysturin í Sarpisgerði
leygardagin var ein av
teimum, har talan var um
eykaleikarar hjá báðum
feløgum, sum meira ella
minni skulu halda formin
við líka í 2. deild.
Ikki tí, sjálvandi vilja
menn altíð vinna, tá farið
verður á vøllin, men hin-
vegin er tað ikki av alt-
avgerandi týdningi fyri
hesi lið, har aðalsetning-
urin aloftast er at varveita
sessin í deildini, so eyka-
menninir hjá 1. liðshóp-
inum kunnu spæla á so
høgum støði sum gjørligt.
Runavíkingar gott
spæl
Sum vera man, so hava
úrslitini hjá báðum feløg-
unum verið nakað óstøð-
ug. M.a. tí samansetingin
av fólkinum kann broyt-
ast rættuliga nógv, orsa-
kað av broytingum á
besta liðnum.
NSÍ verður tó sagt at
teljast millum liðini, sum
kanska spæla besta fót-
bóltin í deildini, og í Gøtu
góvu teir aftur prógv um
hetta.
Tað vóru nevnliga
runavíkingarnir,
sum
høvdu bóltin nógv meira
enn vertirnir, og fyrsta
partin av hálvleikinum
gav hetta eisini úrslit í
tveimum málum, sum
Fróði Jóanesarson og
Bergur Hansen skutu fyri
gestirnar.
Hóast NSÍ framhald-
andi hevði lekliga yvir-
vág, so eydnaðist tað
kortini Jan Skoradal at
minka um munin stutt
fyri steðgin, tá hann var
hægstur eftr hornaspark.
GÍ vandamikið
Í seinna hálvleiki helt
gongdin fram, men nú var
tað sum um runavík-
ingarnir vóru gandaðir, tá
teir nærkaðust málinum.
Nógv og skjótt smá-
spæl úti á miðjum vølli
var á skránni, men sjál-
dan ella ongantíð gav
hetta úrslit í góðum mál-
møguleikum.
Jan Skoradal skeyt eis-
ini GÍ upp á javnt, og nú
kom rættuligur fjáltur á
runavíkingar.
Leikliga yvirvágin var
nú eisini um at hvørva,
og tá altíð vandamikli
Heini Heinason legði
vertirnar á odda, var líkt
til at dysturin at kalla var
avgjørdur.
Soleiðis skuldi eisini
vísa seg at vera, men ikki
fyrr enn Magnus Dalbø
hevði skotið eitt heldur
merkisvert mál, varð
dysturin blástur av. Eftir
skot frá GÍ leikara var
bólturin á veg út til horna-
spark. Tað eydnaðist kort-
ini verjuleikara at forða
fyri hesum, men tá hann
beindi bóltin inn aftur á
vøllin, gav hann sam-
stundis Magnusi opnan
málmøguleika úr stuttari
fjarstøðu, og hann takkaði
bara fyri.
Skotvenjing
Dysturin endaði sostatt
við sigri til gøtumenn, og
uttan at gera stórvegsi
meira burtur úr, so kann
helst staðfestast, at teir
eru fegnir um stigini.
Í øllum førum er líkt til,
at gøtumenn uttan stór-
vegis trupulleikar megna
at standa seg í deildini.
Tað gera runavíkingar
helst eisini, men hóast
hetta, so man skotvenjing
og uppspæl til møguleik-
ar standa ovarlaga á
skránni, ein av komandi
venjingardøgunum.
NSÍ sðældi, men GÍ skoraði, og málini telja
Mynd: J. Jacobsen
Eins og vanligt, so hava sumbingar ongar ætlanir um at geva skarvin yvir, og nú eru fyrstu stigini komin til høldar
Mynd: Áki Bertholdsen
NSÍ–GÍ 3–4 (0-2)
Málini boða frá, at tað var
rættuliga undirhaldandi í
Runavík. Og intensiteturin
og dramatikkurin gjørdust
ikki minni av, at tað var um
reppið, at NSÍ kom afturí-
aftur, eftir at teir høvdu ver-
ið aftanfyri 4–1.
Trý av GÍ málunum vórð-
u skorað av spælarum, sum
undan hesum kappingarár-
inum hava slitið allar sínar
fótbóltsskógvar á vøllinum
við Løkin. Hjá spælarunum
var tað kærkomið – serliga
hjá Óla Hansen, sum skor-
aði fyri fyrstu ferð í lands-
kappingardysti fyri GÍ.
Sjálvandi iðraðu tey í NSÍ
seg. Bæði um at tað skuldi
eydnast fyrrverandi NSÍ
monnunum at gerast so eyð-
sýndir og serliga um, at tað
enn eina ferð varð staðfest,
at tað ofta er soleiðis, at
úrtøkan hjá NSÍ er størri á
útivølli, enn hon er á heima-
vølli.
Illa skipað
Grannastríð verða sjáldan
minst fyri polerað bóltspæl.
Uppgerðin í Runavík dýra
Endiliga eydnaðist
tað hjá GÍ
1. deild: Avrikið var einki at rópa hurrá fyri, men gøtumenn fegn-
aðust um, at tað fyri fyrstu ferð í fimm ár eydnaðist at fáa fulla úr-
tøku í Runavík
biðjudag var einki undantak
í so máta. Samanhangandi
fótbóltsspæli var lítið av.
Eftiransingarnar vóru tætt-
ar, nærdystirnir vóru nógvir,
og tað hevði við sær, at ofta
miseydnaðist tað, sum spæl-
ararnir høvdu ætlað.
Fyrra umfarið høvdu
gestirnir gott tak á, og tá
skoraðu teir tvey mál. Í 2.
hálvleiki var tað NSÍ, sum
hevði yvirtakið. Teir sakn-
aðu leikbannaða bóltspæla-
ran Sjúrða Jacobsen, og
heilt tíðliga var Trygvi
Mortensen noyddur at um-
skipa, tí Djóni N. Joensen
fór út. Tá fór Jan Nónklett
aftur á miðvøllin, og Mor-
tan Hansen kom inn í á-
lopið.
Deyðbóltarnir eru
drepandi
Tað hevur verið sjón fyri
søgn fleiri ferðir í ár, og
aftur fríggjadagin varð tað
staðfest: NSÍ hevur so stórar
trupulleikar í sambandi við
innlegg eftir deyðbóltar, at
tað higartil hevur kostað
teimum eini fimm mál og
harvið eisini fleiri stig.
Óli Hansen setti hol á
málskjótingina, tá hann við
vinstra beini sendi upp und-
ir nettakið aftanfyri gøtu-
mannin, Rúna Joensen, í
NSÍ málinum. Støðan upp-
stóð eftir at Magni Jarnskor
hevði sent úr høgru og til
handara stólpa.
Og so spældu deyðbólt-
arnir heimaliðnum fyrsta
pussið: Magni Jarnskor
sendi horna úr høgru innfyri
til Helga R. Petersen, sum
við vinstra beini sendi í mál-
ið.
NSÍ setti damp undir ket-
larnar, tá teir beinanvegin
eftir steðgin minkaðu um
munin. Uppspælið í høgru
var gott, Gert Langgaard
spældi út frá í brotsteigin
til Ian Højgaard, sum skor-
aði.
Men syndarligu NSÍ ver-
juavrikini í sambandi við
deyðbóltarnar vóru ikki av.
Í øllum NSÍ trýstinum sendi
Pauli Jarnskor frísparksbólt
frá síðulinjuni í vinstru.
Bartal Eliasen, Óli Hansen
og aðrir stórir GÍ arar vóru
mitt fyri málinum, Rúni
Joensen royndi at boksa
burtur, men bólturin datt
fyri føturnar á Helga R. Pe-
tersen, sum lyfti upp um
málverjan.
Og tað gjørdist uppaftur
verri. Pauli Jarnskor royndi
aftur við frísparki úr vinstru,
aftur vóru stóru menninir
mitt fyri málinum, og hesa
ferð slapp bólturin at sigla
omanfyri málverjan og
dygst undir tvørtrænum.
Spenningur kom í
Heimamenninir eiga rós
fyri, at teir royndu at koma
afturíaftur. Tað kostar nógv
sinniliga at hava tiltuskað
sær yvirvág – sjálvt um
spælið ikki var nakað at
reypa av – og alíkavæl at
smokka longri niður av
ítøkiligum veikleikum.
Men kortini so at siga
reittu teir í NSÍ seg upp við
hárinum. Teir tóku av, tá
gøtumenninir tóktust at
hava huganum snaraðum
móti fjórðingsfinaluni í
steypakappingini. Innskifti
Christian Høgni Jacobsen
og Gert Langgaard skoraðu
báðir, tá teir gjørdust leysir
í brotsteiginum, men NSÍ
kom ikki nærri.
Burtursæð frá í fyrsta
landskappingardystinum
hevur GÍ ikki taptí ár, og
komandi sunnudag fáa teir
nýggjan møguleika at fáa
trý stig, tá teir fáa vitjan av
HB. Tað kann væl fara at
vísa seg, at talan verður um
generalroyndina til steypa-
finaluna.
NSÍ, sum ikki hevur
vunnið, síðani teir í fyrsta
umfarinum vóru í Klaksvík,
skal út at vitja grannarnar á
Toftum.
JH
NSÍ:
Rúni Joensen – Brynjolvur
Nielsen, Kári Hansen, Dá-
nial Hansen, Jónstein Pe-
tersen – Sonni L. Petersen,
Djóni N. Joensen, Ian Høj-
gaard, Eddie Mikkelsen –
Jan Nónklett, Gert Lang-
gaard
GÍ:
Sunvard Joensen – Pól
Ennigarð, Bartal Eliasen,
Martin Thomsen, Leivur
Hansen – Magni Jarnskor,
Jóan Petur Olsen, Pauli
Jarnskor – Helgi R. Peter-
sen, Óli Hansen, Henning
Jarnskor
2. deild: Royn–KÍ 0–0
Tað var bygdarstevna í
Hvalba dýra biðjudag. Tí
var 2. deildardysturin
móti KÍ framskundaður.
Umframt at spæla um
stigini, so var eisini eitt
steyp sett upp á spæl.
Dysturin endaði málleys-
ur. Liðini fingu eitt stig í
part, og kanska oyðiløgdu
klaksvíkingar eitt sindur
av stevnuhýrinum, tá teir
struku avstað við steyp-
inum. Tað gjørdu teir, tí
teir vunnu brotssparks-
kappingina.
Í Runavík næstsíðsta
leygardag fekk KÍ mál-
leysan javnleik við at ver-
ja og dúva upp á møgu-
leikarnar fyri snarálopum.
Uppskriftin var nett tann
sama í Hvalba. Úrslitið
var eisini tað sama, men
fyritreytirnar at røkka úr-
slitinum vóru heilt øð-
rvísi.
Tað gekk illa at fáa fólk
at fara suður við Claire.
Á veg suður vóru teir bara
tíggju spælarar. Men
lukkutíð fyri klaksvík-
ingar var dansiorkestrið
Kjølar á veg suður at
spæla til stevnudans.
Guitaristurin Jens Marni
Hansen
hevur
spælt
fótbólt á yngri árum. Á
veg suður varð hann skrá-
settur sum KÍ spælari, og
sum álopsmaður bant
hann ein verjuspælara all-
ar 90 minuttirnar.
Hvalbingar
høvdu
bóltin so nógv tann stør-
sta partin av tíðini. Teir
høvdu nógvar royndir
móti málinum, men Mein-
hard Joensen var tryggur
millum KÍ stólparnar.
Í 2. hálvleiki var trýstið
stórt. Vilmund Mikkelsen,
sum teir í Hvalba hava
grivið framaftur, var tætt
við, tá hann snaraði kring
seg sjálvan og sendi dygst
fram við stólpanum. Besti
maður á vølli var Gisli
Sveinbjørnsson.
Hann
reikaði nógv og var góður
við bóltinum. Ta einu
ferðina lobbaði hann upp
um KÍ málverjan, men
aftasti
KÍ
maðurin,
Andreas Josephsen, bjarg-
aði á mállinjuni.
Ei undur var í, at klaks-
víkingar vóru væl nøgdir
við javnleikin. Teir vóru
illa mannaðir, og meðan
teir spældu, vóru bæði At-
li Danielsen og Gunnleiv-
ur Biskupsstøð plágaðir
av skaðum. At Royn ikki
megnaði at vinna móti
einum sovornum mót-
støðuliði sigur eisini, at
hvalbingar eru ikki so væl
fyri, sum teir onkuntíð
hava verið. Stigið móti KÍ
var tað fyrsta á árinum, og
komandi leygardag fáa
teir ein nýggjan møgu-
leika á heimavølli. Tá
koma næstbestu gøtu-
menninir suður. Ivaleyst
fara teir at megna at
manna lið uttan at verða
noyddir at fáa hjálp frá
dansitónleikarum!
JH
Dansitónleikari
hjálpti KÍ
2. deild: Klaksvíkingar vóru
illa mannaðir, tá Royn fekk
fyrsta stigið á árinum
Fyrst og fremst vórðu
tað deyðbóltarnir, sum
syrgdu fyri, at GÍ vann
øll stigini í Runavík
Mynd: J. Jacobsen
Higartil hava hvalbingar verið eiðasørir, men leyg-
ardagin fingu teir so fyrsta stigið á árinunm
mynd: Áki Bertholdsen