Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 188 - 4. oktober 2003 Nr. 188 - 4. oktober 2003 3 Suðurafrikanski rithøvundurin John Maxwell Coetzee fær bókmentavirðisløn Nobels í ár BÓKMENTIR Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað vóru nøkur, sum vænt- aðu, at tann 63 ára gamli suðurafrikanarin fór at fáa ársins Nobel-virðisløn í bókmentum, men tey allar flestu vita lítið og einki um mannin ella skaldskap hansara. Tað er heldur ikki so løg- ið, tí John Maxwell Coe- tzee er kendur sum ein maður, ið ger lítið burtur úr sær sjálvum, og hann er ógvuliga sjáldan í fjøl- miðlunum. Ein av teimum fáu tíðindamonnunum, sum hevur tosað við Coetzee, sviin Olle Svenning, sigur við svensku tíðindastovuna TT, at í fyrstani helt hann mannin vera innilokaðan og stak tigandi, men tá tos- að varð um evni, sum høvdu áhuga hansara, gjørdist uppfatanin ein onnur. Tí í veruleikanum er John Maxwell Coetzee ein sera vinarligur og hugnalig- ur maður. Í Suðurafrika eru tað ikki øll, sum halda so nógv av honum, og atfinnarar hava lýst hann "kaldan, lívleysan og fíggindaliga sinnaðan ímóti kvinnum". Men tey, sum halda av honum, vilja vera við, at atfinningarnar einans koma av, at høvund- urin fór úr Suðurafrika og búsettist í Avstralia, har hann arbeiðir sum profess- ari í bókmentum. Coetzee, sum er føddur í Cape Town í 1940, er av týsk-enskari ætt. Hóast hann ikki er so kendur um okkara leiðir, má hann sigast at hava verið ein sera virkin rithøvundur. Sína fyrstu bók gav hann út í 1974, og síðani hevur hann givið átjan bøkur út. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu, tá okkara elskaða kona, mamma, omma, dóttir og systir Gunnvá Reynheim Olsen Hoyvík lá sjúk, doyði og varð jarðað. Familjunnar vegna Gunnar, Marita, Johanna, Jóhannes og Elisabeth Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri hjálpsemi og sýnda samkenslu, tá elskaði maður mín, pápi, verfaðir og abbi okkara Dagbjartur Johansen lá sjúkur, andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkið á B6 og B7 á Landssjúkra- húsinum. Ein serstøk tøkk til sjúkrarøktarfrøðingarnar í dialysuni fyri tykkara umsorgan. Tøkk til talarar, sangkórið, Dupultkvartettina og fyri aðra luttøku í sambandi við jarðarferðina. Tøkk fyri blómur, kransar og aðrar heilsanir og tøkk til øll, ið fylgdu. Tøkk til tykkum, ið stóðu fyri ervinum. Elma, Dóra, Pætur og Elin Katrin, Mats og lítli Bjartur Stúrið fyri ongum,nei,latið í øllum tað,sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds,sum stígur upp um alt vit,varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi. Fil.4,6–7 Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi J. Pauli Andreasen (Palli í Norðradali) andaðist og varð jarðaður Tøkk til prestarnar fyri góð orð.Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir. Eisini tøkk til tykkum á sjúkrahúsinum. Somuleiðis hjartans tøkk til tykkum øllum, sum á ymiskan hátt hjálptu til, bæði áðrenn og aftaná jarðarferðina. Tøkk til sangarar, kirkjutænarar, gravarar og tøkk til tykkum øllum, sum fylgdu honum til tað seinasta hvíldarstað. Harrin gevur Harrin tekur Geirtrud og børnini við familjum Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi Mortan Joensen Argir doyði og varð jarðaður. Tøkk til Berg Debes Joensen, prest, kirkjutænarar, sangarar, gravarar og øll, ið á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum.Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Føroysku Sjómansmissiónina. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Marita, Hans Pauli og Dan Tøkk Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá elskaði maður mín, pápi, verpápi, abbi, langabbi og oldurabbi okkara Torkil Strøm í Vági doyði og varð jarðaður. Tøkk til øll tykkum, sum sendu blómur og kransar og peningagávu til Missiónshúsið í Vági. Tøkk til Sverra Steinhólm prest og tøkk fyri onnur góð orð í kapellinum og í heiminum. Tøkk til kirkjukórið Ljóm og til tykkara sum hjálptu til við ervinum. Tøkk øll somul, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað Familjunnar vegna Herborg Strøm Suðurafrikanskur høvundur fær Nobelvirðislønina Ein feilur í sambandi við avsetingina til rundkoyringina í Klaksvík hevur havt við sær, at sirkulin sjálvur er 2 metrar ov víður RUNDKOYRING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Rundkoyringin er aftur í miðdeplinum. Norðlýsið skrivar hesa vikuna um, at býurin er ein hurlivasi, men at fólk mugu royna at vera tolin, tí kommunan setur trivnaðin so ovarlaga á rað- festingarlistanum. Og nú er greitt, at rundkoyringin sjálv má minkast, tí at sirkulin sjálvur er ov víður. Talan er um 2 metrar. Arbeiðið upp á rundkoyr- ingina hevur vart í langa tíð nú, men hetta kemur sam- bært borgarstjóranum ikki at seinka arbeiðinum nak- að. Og heldur ikki fer tað at merkja nakran eykakostnað fyri kommununa. – Hetta er ein feilur hjá ráðgevingini, men sum eg havi skilt, so verður arbeið- ið kortini liðugt til tíðina, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Hann veit ikki rættuliga, hvussu hetta mistakið verð- ur rættað, men tað verður allarhelst soleiðis, at ein nýggjur sirkul verður gjør- dur innan fyri verandi sirk- ul. Tá tann innari so er gjør- dur, verður hitt burturbeint. Henda minkingin kemur ikki at hava nakran týdning fyri prýði, sum skal standa á rundkoyringini, tí tað modellið er gjørt eftir tí upprunaligu støddini. Hvussu hetta er komið fram, veit Steinbjørn ikki at siga. Men uttan kann tað hugsast, at bilførarar á teimum størru bilunum hava gjørt vart við tað. Fleiri hava sagt, at teir ómøguliga kunnu sleppa frá Biskopstøðgøtu og inn í rundkoyringina fyri at koyra út aftur niðan Gerða- gøtu uttan at koyra upp á kantin. So tað kann hava verið tað, sum hevur gjørt sítt til, at hetta mistakið nú er uppdagað. Ov stór rund- koyring Rundkoyringin í Klaksvík er ov stór. Nú skulu menn í holt við at gera ein nýggjan sirkul 2 metrar innan fyri tann verandi fyri síðani at burturbeina tað Mynd: Rúna Sivertsen C M Y K 3 2 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo 1 vika í Danland-íbúð í Blokhus, Hirtshals ella Ebeltoft ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili fram og aftur úr 5.995,- 1 vika í summarhúsi í Easterhoull í Hetlandi Frítíðardepilin Pers Hotel í Gol í 1 viku ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili fram og aftur 5.000,- Ferðist 2 og gjaldið fyri 1 fram og aftur í innv. 2-koyggju- kam ari við wc/bað íroknað bil: Til Danmarkar: Til Noregs: Til Hetlands: 2.990,- 2.380,- 1.790,- ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili fram og aftur 4.500,- Hósdag - Mánadag: Mánadag - hósdag: 1.500,- 1.000,- úr 600,- Til Danmarkar ella Noregs Tilboðið er gald andi frá 18.9. - 2003 til 27.3. - 2004