leygardagur 4. oktober 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 188 - 4. oktober 2003
Nr. 188 - 4. oktober 2003
5
Mikukvøldið var ein
hugnaløta í Skálanum
í Klaksvík fyri eldri.
Tað var áhugabólk-
urin hjá teimum
eldru í Norðoyggjum,
sum skipaði fyri.
Hetta er eitt av trim-
um føstum tiltøkum
um árið, sum
bólkurin skipar fyri
ELDRAHUGNI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Eitt tiltak fyri eldri var í
Skálanum
mikukvøldið.
Byrjað varð klokkan 17 við
borðhaldinum.
Borðreitt
varð við smurdum breyði
og felagssangurin rungaði
eftirí.
Umframt at nýta heftini,
ið vórðu gjørd í sambandi
við eldrahugnaløtuna úti í
Grøv fyrr í summar, hevði
eldrabólkurin funnið fram
nakrar sokallaðar gamlar,
danskar »slagarar«. Alex
Sólstein spældi undir.
Hans Eli Hansen las upp
eina ferðafrásøgn. Eina
gamla frásøgn um ein túr úr
Fugloynni til Havnar. Tað
stuttliga við henni var, at
hon av røttum vísti munin á
ferðasambandinum í dag
og fyrr.
Túrurin frá Fugloynni til
Havnar tók níggju dagar,
og
viðkomandi
skuldi
verða í Havn í átta dagar.
Hetta var ein sera stuttlig
frásøgn.
Og so kom eitt par, Regin
og Birta Rasmussen, at
spæla harmoniku.
Tað seinasta á skránni var
dansibólkurin Dansihugni.
Tey sýndu fram nakrar av
teirra dansum, og tað lá væl
fyri hjá teimum.
Góð undirtøka
Forkvinnan í áhugabólkin-
um fyri tey eldru í Norð-
oyggjum, Gerda Absalon-
sen, sigur, at tey eru sera
vælnøgd við undirtøkuna
fyri tiltøkunum, sum tey
hava skipað fyri.
– Tey møta serstakliga
væl upp, og tað koma bara
meira og meira fyri hvørja-
ferð, sigur hon. So her er
uttan iva talan um teir smáu
ringarnar í vatninum, sum
spreiða seg. Eldrabólkurin
hevur verið til síðani í
1999, og tey hava millum
annað skipa fyri trimum
hugnaløtum um árið. Eina
um várið og eina um heyst-
ið. Og so uttandura hugna-
løtuna, sum plagar at vera
úti í Grøv á hásumri.
Gerda fegnast um, at til-
tøkini verða so væl móttik-
in, og hon sigur, at við hes-
um røkkur áhugabólkurin
einum stórum parti av sín-
um endamáli.
Eldrahugni í Skálanum
Hjúnini Regin og Birta Rasmussen, sum júst eru flutt aftur til Føroyar, spældu harmoniku undir
borðhaldinum
Mynd: Bárður Lydersen
Undirtøkan fyri tiltøkunum hjá Eldrabólkinum veksur hvørt
ár
Mynd: Bárður Lydersen
Umframt at syngja úr sangheftunum frá hugnaløtuni úti í
Grøv í summar, sungu tey eisini nakrar gamlar, danskar
»slagarar«
Mynd: Bárður Lydersen
Landsbankin flýtir
yvir í pengum, hava
vit hoyrt síðstu árini,
men soleiðis verður
ikki longur. Nýggi
politikkurin hjá
samgonguni gongur
út uppá at gjalda
skuld við gjaldføri
Landsbankans. Og
tað merkir, at vit
longu næsta ár
nærkast minstamark-
inum fyri, hvat skal
standa í Landsbank-
anum. Einki er
kortini at óttast, sigur
landsbankastjórin
FÍGGJARLÓG 2004
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Tey góðu árini í føroyska
búskapinum hava ført til, at
gjaldføri
landskassans
støðugt er vaksið síðstu
árini. Tað er gott at hava at
standa ímóti við til ringari
tíðir, men nú fjarar aftur í
kassanum.
Fíggjarlógin fyri næsta ár
gevur bara 100 milliónir
krónur í avlopi, men tað er,
áðrenn avdrátturin av lánin-
um hjá landskassanum til
danska
ríkiskassan
er
goldin.
Hóast hildið verður fast
við, at talan verður um eitt
avlop komandi ár, so er tað
ikki tí, at landskassin ætlar
at gevast at gjalda skuld.
Tvørturímóti er ætlanin at
gjalda meira enn vit plaga.
Munurin er bara, at tað
verður ikki fíggjað gjøgn-
um fíggjarlógina. Farið
verður í Landsbankin eftir
pengunum.
Brúka
yvirskotsgjaldføri
Í august stóðu 2,2 milliardir
krónur í Landsbankanum.
Lógin fyri Landsbankan
sigur, at minsta innlánið í
Landsbankanum er 1,5
milliard krónur. Nú skuldin
verður goldin av Lands-
bankanum, nærkast Lands-
bankin botninum fyri, hvat
skal standa inni. Og sostatt
verður ikki meira yvir-
skotsgjaldføri næstu árini
at standa ímóti við.
Seinastu tølini vísa, at
einar 90 milliónir krónur
fara at resta í á landskassa-
roknskapinum í ár til at
gjalda avdráttir av skuldini
til ríkiskassan. Samgongan
hevur eisini gjørt av, at 500
milliónir skulu gjaldast av
skuldini úr gjaldførinum
hjá Landsbankanum næsta
ár. Sostatt er gjaldføri
Landsbankans komið niður
á 1,6 milliard krónur. Ella
beint yvir minstamarkið
fyri innláninum.
Tað er beinleiðis eftir
uppskoti frá Landsbankan-
um, at landsstýrið ber seg
soleiðis at, og Sigurð Poul-
sen landsbankastjóri sigur
einki vera at óttast.
– Vit hava mælt til at gera
soleiðis, tí rentan er so lág í
løtuni, at vit spara pening
við at minka gjaldføri og
gjalda skuld. Vit fara ikki
niðurum minsta innlánið,
sum vit skulu hava sum
trygd, so vit altíð kunnu
gjalda rokningar, sigur Sig-
urð Poulsen.
Bíligt at læna aftur
Siga vit, at fíggjarlógin
gevur hall næsta ár, eins og
tað hendir í ár, so noyðist
landið aftur í Landsbankan
eftir pengum, og so er botn-
urin náddur. Hendir tað,
noyðist Landsbankin út at
læna pening, tí 1,5 milliard
krónur ella 15 prosent av
bruttotjóðarúrtøkuni skulu
altíð standa í Landsbankan-
um sum trygd.
– Rentan er so lág í løt-
uni, at tað er bíligt at lána
pening aftur, skuldi tað
verið neyðugt. Minsta inn-
lánið noyðast vit at hava,
men vit halda bara ikki, at
vit kunnu forsvara ov stórt
gjaldføri, um tað gevur ov
stórt rentutap, sigur Sigurð
Poulsen.
Skuldin umfíggjað
Samstundis, sum skuld
verður goldin úr Lands-
bankanum, verður ein part-
ur av láninum frá danska
ríkiskassanum umfíggjað-
ur. Umfíggingin hevur tvey
høvuðsmál. Annað er at
stuðla uppundir at fáa ein
virknan virðisbrævamarkn-
að. Hitt høvuðsmálið er at
spara rentuútreiðslur.
Umleið 500 milliónir
verða goldnar eyka úr
landskassanum, og 1,2
milliard krónur verða har-
umframt fíggjaðar við láns-
brøvum. Á hendan hátt
verða 1,7 milliard krónur
umfataðar av umfígging og
afturgjalding av uttanlands-
skuld, og sparingin upp á
rentur og avdráttir er um-
leið 30 milliónir krónur.
Landsbankin
nærkast botninum
Sigurð Poulsen,
landsbankastjóri, sigur tað
vera skilagott av landinum at
minka gjaldføri
Landsbankans og gjalda
skuld, tí rentan er so lág
EVNISVIKA
Jan Müller
Í samband við »Ár teirra
brekaðu« hevur Megin-
felag teirra brekaðu heitt
á fólkaskúlan um at
skipa fyri evnisviku um
tað »at vera brekaður, at
vera øðrvísi enn tey
flestu«. Evnisvikan er
sett til at vera í viku 41,
frá 6. Til 10. Oktober. Í
tíðindaskrivi frá MBF
verður sagt frá, at 34
skúlar hava sagt frá, at
tey ynskja at vera við til
at skipa fyri eini slíkari
viku á teirra skúla.
Í sambandi við evnis-
vikuna hevur MBF gjørt
eitt hugskotshefti við
uppskoti til, hvussu tað
kann arbeiðast við evn-
inum og við upplýsing-
um um ymiskt tilfar um
brekað.
Vikan endar við stór-
um felagstiltaki, fríggja-
dagin 10. oktober millum
kl. 10 og 13 uppi í Ítrótt-
arhøllini á Hálsi, har
børn úr øllum skúlunum
samlast til undirhald av
ymiskum slag. Tað til-
takið fer landsstýrismað-
urin Páll á Reynatúgvu at
seta. Síðani fara næm-
ingar á pædagogskúlan-
um at framføra sjónleik,
Johan í Kollafirði og hini
í 2.p fara at syngja og
spæla,
orkestrið
»Ælagoin« fer at spæla,
ÍOSB og pædagognæm-
ingar skipa fyri ítróttar-
spølum, M`as blues band
fer at spæla og at enda
ferð formaður í MBF at
enda tiltakið.
Áhugaverd
og spennandi
evnisvika um
brekað
C
M
Y
K
5
4