leygardagur 4. oktober 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 188 - 4. oktober 2003
Nr. 188 - 4. oktober 2003
7
- Tá fólk fara í býin,
skulu tey sleppa at
uppliva nakað øðrvísi
og veruleikafjart frá
vanliga gerandisdegn-
um, og júst hesum
hava vit lagt okkum
eftir, sigur Elisa
Heinesen, sum saman
við tveimum
designarum úr Ong-
landi hevur staðið
fyri hølisbroytingun-
um í nýggja nátt-
klubbanum Eclipse,
sum næsta vikuskiftið
letur upp í fyrrver-
andi Club 20 hølun-
um
NÁTTARLÍV
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Vikuskiftið 11-12. oktober
opnar nýggjur náttklubbi í
klubbagarðinum í Havn í
teimum hølum, sum fyrr
bóru heitið Club 20. Navn-
ið at nýggja náttklubbanum
er fínt og fornemt Eclipse,
og bert heitið gevur eina
ábending um, at talan er um
eitt øðrvísi umhvørvi enn
tað eftirhondini útgingna
og slitna Club 20.
Designarar úr
Onglandi
Seinastu tíðina hava tríggir
útbúnir designarar staðið
fyri broytingunum í nýggja
klubbanum. Føroyska Elisa
Heinesen, sum er útbúgvin
palldesignari við serligum
atliti til ljós og ljóð, hevur
saman við ensku designar-
unum Sally Franklin og
Justine Harrison mynda
hølini av nýggjum, og hava
allar tríggjar tikið útbúgv-
ingar sínar á sama univers-
iteti í Onglandi. Tann eini
enski designarin arbeiðir í
løtuni sum DVD framleið-
ari, meðan hin er theater-
designari.
- Vit hava hjálpt hvørji
aðrari í ymsum verkætlan-
um fyrr, og supplera vit
hvørja aðra við ymsum
sjónarhornum og áskoðan-
um, sigur Elisa Heinesen,
sum higartil er vælnøgd við
útsjóndina í nýggja nátt-
klubbanum. Sjálv hevur
hon nýtt umleið ein mánað
at tekna alt, og síðani er
arbeiðsfólkið farið í holt
við at broyta hølini eftir
ynskjum Elisu Heinesens.
- Nú havi eg í seinastuni
arbeitt við klæðum burtur-
av, so hetta við palldesigni
er ein ferð aftur í tíðina fyri
meg, sigur Elisa Heinesen
flennandi.
Veruleikafjarur
stemningur
Elisa Heinesen hevur sínar
avgjørdu metingar um,
hvussu ein uppliving í
býnum skal vera.
- Tá fólk fara í býin,
skulu tey uppliva eina
órealistiska og øðrvísi upp-
living samanborið við van-
liga gerandisdagin, og júst
hetta hava vit lagt okkum
eftir
í
designinum
av
nýggja náttklubbanum, vís-
ir Elisa Heinesen á. Við
ljósi, ljóði og litum skal
sambært henni eitt ávíst
»mood« skapast, og skal
talan á henda hátt vera um
eina ferð inn í nakað
dreymakent.
- Náttklubbin Eclipse verð-
ur í øllum førum einki,
føroyingar fyrr hava upp-
livað, og møguliga fer tað
eisini at taka nakað av tíð,
áðrenn íbúgvararnir her á
landi fara at dáma staðið,
sigur Elisa Heinesen flenn-
andi. Hon leggur dent á, at
tær tríggjar í øllum førum
hava roynt at skapa nakað
ótraditionelt í hølunum
niðri í klubbagarðinum.
Elisa Heinesen og hinar
báðar úr Onglandi ferðast
nógv í arbeiðsørindum, og
hava tær tískil sæð og upp-
livað nógvar ymsar nátt-
klubbar kring heimin. Um-
framt tað hevur føroyski
designarin í sambandi við
hesa verkætlan verið og
hugt at ymsum náttklubb-
um uttanlanda til íblástur at
forma Eclipse.
- At hava verið ymsa-
staðni og hugt hevur givið
íblástur til hesa verkætlan,
og fleiri hugskot eru fingin
um, hvussu tað skal síggja
út inni í Eclipse, sigur Elisa
Heinesen. Sostatt kann
sambært henni ein altjóða
dámur eisini væntast í
nýggja klubbanum.
21 ára aldursmark
Sambært eigaranum Peturi
Olsen er málbólkurin hesa-
ferð heilt nýggjur, og legg-
ur Petur Olsen dent á, at í
Eclipse verður aldursmark-
ið strangt 21 ár. Við gamla
Club 20 konseptinum gjør-
dust tey ungu millum 18 og
21 ár ov fá til náttklubba í
Havn, tá so nógv onnur til-
tøk eru.
- Taka vit allar festival-
arnar, stevnurnar, konsert-
irnar, prixini og onnur til-
tøk, t.d. tiltøkinin hjá ítrótt-
arfeløgunum, verða so fáir
kundar eftir í hesum aldrin-
um, og tískil stíla vit eftir
nøkrum øðrvísi nú, vísir
Petur Olsen á.
Sostatt verður væntandi
talan um nýggja fjøld í
endurnýggjaðum
hølum
við nýggjum navni, og eig-
arin leggur eina við, at fólk,
sum ætla sær í býin í næst-
um, av sonnum kunnu
vænta sær nakað øðrvísi.
- Í løtuni kunnu vit bert
siga, at klubbin verður nak-
að, ein ongantíð fyrr hevur
sæð her á landi, vísir Petur
Olsen á uttan at vilja av-
dúka, hvør kostnaðurin fyri
renoveringarnar hevur ver-
ið.
Teir tríggir designararnir
leggja í hesum døgum sein-
astu hondina saman við
arbeiðsfólkunum á verkið,
sum skal vera til reiðar at
hýsa gestum fyri fyrstu ferð
komandi vikuskiftið, og
sambært Elisu Heinesen er
endamálið við Eclipse at
geva fólki møguleikan fyri
eini ferð inn í dreymaland í
eini øðrvísi náttaruppliving
samanborið við tað, føroy-
ingar eru vanir við.
»Club 20« skift út við »Eclipse«:
Ein ferð í dreymaland
- Náttklubbin Eclipse verður í øllum førum einki, føroyingar fyrr hava upplivað, og møguliga fer tað eisini at taka nakað av tíð,
áðrenn íbúgvararnir her á landi fara at dáma staðið, sigur Elisa Heinesen (høgrumegin), sum her er avmyndað saman við ensku
designarunum Sally Franklin og Justine Harrison í nýggja klubbanum Eclipse
Arbeiðið er uppá tað
harðasta í hesum døgum, so
nýggi náttklubbin Eclipse
verður til reiðar komandi
vikuskiftið
Patrick DeNeergaard,
nýggjur prestur í
Vági, hevur virðing
fyri t.d. skotum, før-
oyingum og íslend-
ingum, tí í hesum
fólkum býr styrki,
guðsótti og tey góðu
virðini. Nýggi prest-
urin er fallin væl til í
nýggja umhvørvin-
um. Maðurin, sum er
fødur í Irak og
uppvaksin í Arabisku
Emiratunum, men
sum við kristnu
foreldrum sínum
flutti til Danmarkar
sum 16 ára gamal,
savnar frímerki og
myntir og honum
dámar at íðka ítrótt
og at lesa
KIRKJULÍV
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Vit hitta nýggja prestin í
Vági, eftir at hann hevur
verið nakað yvir eina viku í
starvinum.
Tað tykist, sum alt er á
leið, sum nýggi presturin í
Vági hevði hugsað sær.
Hann kennir seg vælkomn-
an og er glaður fyri hjarta-
ligu móttøkuna, hann hevur
fingið.
- Eg havi verið sera væl
móttikin.
Fólk
tykjast
áhugað og eru vinarlig og
blíð. Eg kenni meg næstan
sum part av eini familju og
vónirnar hava víst seg at
samsvara við veruleikan,
sigur Patrick DeNeergaard,
ið eisini fegnast um góðu
móttøkuna
frá
kirkju-
myndugleikunum, bispi og
dómpróvsti.
- Eg havi stóra virðing
fyri fólki, ið búgva slík støð
sum í Skotlandi, Íslandi og
í Føroyum. Tað er hørð
náttúra. Tit eru hørð, men
hava góð virðir, styrki og
guðsótta og hetta boðar frá
góðsku,
metir
Patrick
DeNeergaard.
Avbjóðing
Um orsøkina til, at hann
søkti starvið sum prestur í
Føroyum, enntá í útjaðar-
anum, sigur Patrick, at
hetta var ein avbjóðing og
at honum dámar avbjóðing-
ar. Og so er líkamikið,
hvørt tað er í býnum ella á
bygd.
- Uppgávan er at boða
evangeliið. Og tað sum
telur er, hvussu fólk eru,
sigur Patrick, og sipar til, at
hvar tey eru stødd hevur
minni at siga.
- Føroyingar eru fitt fólk,
sigur Patrick.
Sjálvur kemur 35 ára
gamli Patrick úr Århus, har
hann eisini hevur lisið guð-
frøði.
Men hann metir so av-
gjørt ikki, at so stórur mun-
ur er á at koma til Føroya.
- Føroyingar hugsa sum
tey gera í Jútlandi, og tað er
ein góður eginleiki, sigur
Patrick við einum farra av
skemti,
- Tað snýr seg um at vera
til hjálpar, har tað er neyð-
ugt, og tað snýr seg um at
vera fólkaligur, men sam-
stundis eru hesi fólk nakrar
harðar bananir, tá á stendur,
hugleiðir Patrick.
Littur
Patrick er føddur í Irak og
uppvaksin í Arabisku Emir-
atunum. Sum 16 ára gamal
kom hann til Danmarkar.
Mamman og pápin eru
kristin.
- Tað eru mong sløg av
kristnum fólki í Irak.
Mamma er katólsk, pápi
hennara er hálvur indari og
hálvur onglendingur og er
av Conway familjuni, ið er
stór familja.
Uppá spurningin, hvørt
Patrick hevur kent á egnum
kroppi, at á okkara leiðum
eru fólk, ið ikki uttan víðari
góðtaka fólk við dimmum
holdi ella øðrvísi hugsandi,
sigur hann, at tað kann
hann ikki beinleiðis siga.
- Flestu innflytarar eru
muslimar og eru lættir at
fáa eygað á, eru lættir at
kenna
á
eittnú
teirra
klædnapløggum, men tað
eru mangir, ið ikki eru
muslimar, minnir Patrick á,
men hann ásannar, at flestu
fólk við dimmum holdi
vera skjótt flokkað sum
innflytarar og útlendingar.
Patrick metir, at hansara
fjøltáttaða bakgrund gevur
honum ein betri førleika at
skilja ymisk fólk.
Og at hann eisini var ST-
soldátur á Cypern gav eis-
ini innlit í hvussu fólk eru.
- Har er land, ið er skilt
sundur og fólk, ið ynskja at
verða sundurskilt og tey, ið
ynskja felagsskap, so har er
spenningur í, sigur Patrick.
Heilagi andin talar
Um sína støðu í presta-
starvinum sigur Patrick De
Neergaard.
- Eg eri ikki fundament-
alistur, men hinvegin merk-
ir tað ikki, at alt er loyvt. Eg
komi við opnum sinni og
vil fegin hitta fólk, sum tey
eru.
At sunnara prestagjald í
Suðuroynni ofta hevur bor-
ið orð fyri at hava fleiri
jarðarferðir, enn t.d. dópar
ella brúdleyp, ræðir ikki
nýggja prestin.
- Hetta er ein partur tæn-
astuni í starvinum, men
sjálvandi er størri gleði í
dópi og brúdleypi, tí tá er
tekin um fólk, ið koma
aftur at seta búgv og um
fólkavøkstur, sigur Patrick,
sum er farin undir at læra
seg føroyskt, so hann fer at
skilja málið. Hann er byrj-
aður við at lesa í sálmabók-
ini og honum dámar stak
væl, tá føroyingar syngja.
- Tit syngja so hjartaliga
og málið er gjørt til sang,
metir Patrick.
Spurdur, um hann metir
seg sum talara, ið kann
fanga eina fjøld, sigur
nýggi presturin í Vági:
- Tað er ikki so nógv tað,
ið eg geri, men Heilagi
Andin arbeiðir við sínum
mátti. Eg skal bara boða
gleðiboðskapin so einfalt
og skilligt, sum tilber.
Saknar styrkivenjing
og cafélív
At Patrick kemur úr býum-
hvørvi, Århus, ger sjálv-
sagt, at hann hevur merkt
sær, at á bygd eru ikki
somu frítíðartilboð, sum á
størri plássum.
- Í míni frítíð havi eg
háhuga í frímerkjum og
myntum, men eri eisini
ítróttarhugaður, har renn-
ing, súkkling og styrkivenj-
ing liggja frammaliga, so
sjálvandi er saknur t.d. í
eini
styrkivenjingarmið-
støð. Men mær dámar eis-
ini at ganga túrar í náttúrini
og at gera mat og at lesa. At
fara á café dámar mær eis-
ini, so eisini har er kanska
okkurt, ið saknur er í, sigur
Patrick, sum tó trívist væl
og sum gleðir seg at fáa
vitjan av vinfólki.
Mamman
hevur
ikki
góða heilsu, so óvist er um
hon kemur hendaveg at
vitja, men vinfólkini hava
boðað frá, at tey koma at
vitja, greiðir Patrick frá, og
letur okkum vita, at hann
visti um Føroyar, áðrenn
hann kom til landið, at tað
er líkt Skotlandi, at her er
seyður og at írskir munkar
vóru her í gamlari tíð at at
landið
var
partur
av
víkingatíðini.
- Tit umboða styrki og góðu virðini
Patrick DeNeergard uttanfyri prestagarðin í Vági
(Mynd: D. Olsen)
C
M
Y
K
7
6