leygardagur 4. oktober 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 188 - 4. oktober 2003
Nr. 188 - 4. oktober 2003
9
løtuni. Partarnir hava ilt við
at práta saman millum sam-
ráðingarnar, og brotin lyfti,
lítil virðing og misálit
mynda í stóran mun sam-
starvið.
Og um títtleikan í verk-
føllum seinastu árini sigur
Hermann Oskarsson, at
hetta kann vera av ymsum
áðum, har ein teirra er, at
síðani einaferð seint í áttati-
árunum er arbeiðaralønin
vaksin lítið og einki í mun
til bæði løn fyri sama ar-
beiði í grannalondunum, og
í mun til aðrar inntøkur í
Føroyum.
- Hetta kann hava elvt til,
at tá nú gongd er komin á
aftur, so halda arbeiðarar-
nir, at teir eiga rætt til eina
rættuliga stóra lønarhækk-
ing, meðan virkiseigararnir
vilja halda fast við kapp-
ingarfyrimunirnar, teir hava
fingið, sigur hann, og legg-
ur afturat, at hetta eisini
kann vera ein orsøk til, at
vit eru komin í eina tíð við
fleiri
verkføllum
enn
frammanundan.
Løgtingið spilt spælið
Ein onnur orsøk kann,
sambært Hermann Oskars-
son, vera, at Løgtingið hev-
ur spilt spælið við teimum
uppíleggingum, sum verið
hava, tá verkfall hevur
verið. Partarnir fóru til
samráðingar, tað slitnaði og
verkfall varð lýst. Eitt sem-
ingsuppskot
kemur
á
borðið undir verkfallinum,
Løgtingið leggur uppí og
ger semingsuppskotið - ella
har á leið - til lógarfesta
lønarhækking.
Partarnir
missa álitið á samráðingun-
um, og báðir partar vilja
heldur góðtaka Løgtingsins
uppílegging heldur enn at
verða drigin ov langt av
hinum partinum í samráð-
ingum. Á hendan hátt gerst
Løgtingið ein partur av
sáttmálasamráðingunum -
og sleppur eftir øllum at
døma ikki burtur úr spælin-
um aftur, greiðir hann frá.
Lønarmunur eisini
orsøk
Ein annar møguleiki er,
sambært Hermann Oskars-
son, at tað er vinnuligi
bygnaðurin og bygnaðurin
á
arbeiðsmarknaðinum,
sum er orsøkin. Í arbeiðara-
feløgunum eru fólk, sum
arbeiða á flakavirki, og
onnur
sum
arbeiða
í
byggivinnu. Sáttmálalønin
er galdandi bæði annan og
hin, men tað er rættiliga
stórur munur á, hvat ið eitt
byggivirki hevur ráð at
gjalda í løn, og ta løn, sum
eitt flakavirki hevur ráð at
gjalda. Byggivirkið kann,
serliga í hákonjunkturum,
áseta ein prís fyri fram-
leiðsluna, sum tekur hædd
fyri lønarvøkstrinum og
nakað væl afturat. Men tað
kann flakavirkið ikki, tí tað
er bundið til ein markn-
aðarprís í Europa, teir onga
ávirkan hava á. Trýstið frá
teimum, sum arbeiða í
heimamarknaðarvinnum,
er væl forstáðiligt, tí tey
vita, at rúm er fyri lønar-
vøkstri, hóast flakavirkið
ikki kann fylgja við.
- Og tí berjast arbeiðara-
feløgini treiskliga fyri ein-
ari hægri løn, hóast ar-
beiðsgevararnir senda boð
út um at so fara flakavirkini
á heysin, sigur hann.
Sama arbeiði, men
ymiska løn
Harumframt, sigur Her-
mann Oskarsson, gevur
munurin millum nettoinn-
tøkur av sama slag av ar-
beiði og útbúgving serdeilis
ymiska løn - alt eftir um tú
ert á sjónum ella á flaka-
virkinum. Tí heldur Her-
mann Oskarsson tað ikki
vera so løgið, at maskin-
meistarar hava verið "so
ómøguligir" at fáast við,
sum hann tekur til, tí at vera
maskinmeistari hjá SEV
ella á einum flakavirkið er
ikki tað sama, sum at vera
maskinmeistari á einum
trolara. Serliga síðani 15%
skattafrádrátturin kom í
gildi fyri at vera á sjónum.
At vera ófaklærdur á sjó-
num og í byggivinnu gevur
sera ymiska løn.
Óskrivaðar reglur
spennandi
Ein fjórða orsøk til at vit
eru komin inn í eina tíð við
fleiri verkføllum á arbeiðs-
marknaðinum, heldur Her-
mann Oskarsson vera, at
hetta er ikki eitt samfelags-
øki, sum lættliga kann
regulerast við skrivaðum
reglum. Her galda í størri
mun tær óskrivaðu reglur-
nar, sigur hann,
- Og tað er økið, reguler-
að við óskrivaðum reglum,
sum er mest spennandi at
eygleiða og helst eisini at
liva í. Hetta maktspælið
millum partarnar livir sítt
egna lív, og er sera við-
brekið. Politisk uppílegging
kann loysa trupulleikar
beint í løtuni, men fáa
skaðilig árin nógv ár fram-
yvir.
Búskapargongdin
hevur sína ávirkan, tí hon
gevur summum fyrimun
fram um onnur. Útlitini um
framtíðina ávirka báðar
partar, so at tað ger teir
stinnari ella linari í kongun-
um. Einstaklingar spæla
stórar leiklutir og sjálvt
rákið í tíðini spælir sín
leiklut, hugleiðir Hermann
Oskarsson, sum samstundis
slær fast, at verkføll koma
fyri óansæð hvat. Uttan
mun til um vit fáa ar-beiðs-
rætt ella meginsáttmálar og
verkfallsrætturin
verður
valla tikin av.
Verkafólkið stendur
saman
- Tí vit skulu minnast til, at
vit tosa um eina stætt, sum
ikki setur serliga fantastisk
talentir til sølu á marknað-
inum, men eina næstan
standardvøru - nevniliga
vanliga arbeiðskraft. Hon
verður ikki seld á uppboði,
har boðið verður ørliga um
hana, men harafturímóti
hava tey tikið seg saman,
fyri at standa sterkari í
søluarbeiðinum,
sigur
hann, og endar soleiðis:
- Talentfullir fótbólts-
spælarar, akademikarar og
multitalent kunnu spanku-
lára einsamøll út á markn-
aðin og bjóða seg fram til
hægstbjóðandi. Tað kunnu
verkafólk ikki, tí tekur tú
ikki hendan, so tekur tú
bara tann næsta, sum
bjóðar seg fram fyri lægri
prís.
Nógvar orsøkir eru
til, at fleiri verkføll
hava verið seinastu
árini, sigur Hermann
Oskarsson, sum kort-
ini ikki heldur støð-
una vera hættisliga,
ella at Løgtingið eigur
at leggja seg meira útí
viðurskiftini á
arbeiðsmarknaðinum
Rigmor Dam
Í vár lá landið lamið í vikur,
tí partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum ikki kundu semjast
í
lønarsamráðingunum.
Summi sóu helst Ingeborg
tveitta fyri borð, og onnur
stóðu stinnari enn nakran-
tíð.
Í Útvarpshøllini mána-
kvøldið varð kjakast um,
hvussu stevið á arbeiðs-
marknaðinum kann gerast
betri, og ein av pallborðs-
luttakarunum var Hermann
Oskarsson, búskaparfrøð-
ingur, sum staðiliga heitti á
politiska myndugleikan um
at halda fingrarnar vekk
undir samráðingum. Eisini
greiddi hann frá ymiskum
orsøkum til, at vit hava havt
ein heldur ófriðarligan ar-
beiðsmarknað seinastu ár-
ini, hóast hann ikki vildi
vera við, at føroysku viður-
skiftini eru so nógv øðrvísi
enn í grannalondum okk-
ara.
Vit hava práta við Her-
mann Oskarsson um sjón-
armið hansara, sum hann
sigur eru hansara egnu, og
ikki skulu tulkast sum út-
talilsir frá hvørgan for-
manninum í Búskapar-ráð-
num, ella frá stjóranum á
Hagstovuni, sum eru ka-
sjettarnir, hann ber í verk-
liga lívinum.
Lønarsamráðingar
ella meistaratelving
Hann greiðir frá, at lønin er
týdningamesti prísurin í
einum samfelag, og verður
hon ásett á einum marknaði
ella í einari skipan, har am-
boðini eru samráðingar,
hóttanir, taktikkur, penga-
makt, svik, útrokningar,
propaganda og brutalitetur.
Sostatt hava vit valt at lata
báðar partar standa rímu-
liga frítt at keypa og selja,
og at finna rætta prísin.
Lønin ikki orsøk til
kreppu
Men er lønin farin av kós í
hesi skipan? Tað heldur
Hermann Oskarsson ikki,
men vísur á gongdini sein-
astu fimmti árini.
- Uttan mun til um vit
stundum hava havt drúgv
og umfatandi verkføll, og
aðrar tíðir sáttmálagerð við
sáttligum
samráðingum.
Og uttan mun til, at stund-
um hava arbeiðsgevararnir
havt buktina og báðar end-
arnar, og aðrar tíðir fak-
feløgini meira slagkraft, so
er úrslitið í dag, at lønin er
ikki farin av kós, men at
hon liggur á einum rættiliga
smædnum støði. Smæðið í
mun til lønirnar í granna-
londunum og smæðið í
mun til aðrar inntøkur í
landinum, sigur hann.
Tí, sum hann sigur, "man
må tage det sure med det
søde", og partarnir, sum
standa hvør yvir av øðrum
undir lønarsamráðingun-
um, brúka tey evni, ta orku
og ta makt teir eiga. Og tað
einasta arbeiðarin kann
gera, tá farið verður sein-
astu ferð frá samráðingar-
borðinum, er at fara í verk-
fall. Hetta er ein ófrávíkju-
ligur partur av teirri skipan,
sum hesi seinastu fimmti
árini hevur ført okkum
higar, sum vit í dag standa.
- Og eingin kann við bara
rímuliga reinari samvitsku
siga, at arbeiðaralønin er
orsøkin til nakra sum helst
kreppu ella nakran struk-
turligan skeivleika í okkara
pinkulítla samfelag, skoytir
hann uppí.
Ikki nógv verkføll í
Føroyum
Men hava vit ov nógv verk-
føll í Føroyum? Tað heldur
Hermann Oskarsson ikki.
Tí biður hann okkum
steðga á og minnast til, at
hendan skipan - lønarsam-
ráðingar - hevur sína egnu
søgu í hvørjum landi sær.
Lønarsamráðingar
eru
samanlagt sera kompli-
seraðar, so at í einstøku
londunum er tað so ymiskt,
hvussu tøtt verkføllini eru.
Í onkrum av grannalondun-
um hava tíðarskeið verið
við afturvendandi aðalverk-
føllum, aðrar tíðir eingi
aðalverkføll, men heldur
smærri verkføll og blokad-
ur, og uppaftur aðrar tíðir tá
partarnir semjast betur og
lønin verður funnin í sátt og
semju, sigur Hermann, sum
samstundis heldur, at tað
sýnist sum okkurt er á vási
her heima í løtuni.
Lønin lítið og einki
vaksin
Og hetta kom ikki minst til
sjóndar undir kjakinum í
Útvarpshøllini mánakvøld-
ið, har fleiri nevndu, at
stevið, ella samstarvsandin
um ein vil, ikki av tí besta í
Verkføll fara altíð at verða
Løgtingið eigur at halda
seg frá
arbeiðsmarknaðinum
– Lønarsamráðingar eru hóttanir, taktikkur, pengamakt, svik,
útrokningar, propaganda, brutalitetur…
- Arbeiðaralønin er vaksin lítið og einki í mun til bæði løn fyri
sama arbeiði í grannalondunum, og í mun til aðrar inntøkur í
Føroyum.
Løgtingið hevur spilt spælið við at leggja uppí, tá verkfall hevur
verið.
Verkføll fara at vera, uttan mun til um vit fáa arbeiðsrætt ella
meginsáttmálar.
- Politisk uppílegging kann loysa trupulleikar beint í løtuni,
men fáa skaðilig árin nógv ár framyvir.
- Talentfullir fótbóltsspælarar, akademikarar og multitalent
kunnu spankulára einsamøll út á marknaðin og bjóða seg fram
til hægstbjóðandi. Tað kunnu verkafólk ikki.