leygardagur 4. oktober 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 188 - 4. oktober 2003
Nr. 188 - 4. oktober 2003
11
Fíggjarlógin er løgd fram og í næstu viku verður hon so til
viðgerðar á tingi. Hetta verður uttan iva ein av teimum
áhugaverdu og spennandi viðgerðunum, nú nógv bendir
á, at her eru so nógvir leysir og kanska enn meira, ókendir
endar. Fleiri av útmeldungunum higartil tykjast benda á,
at fíggjarlógaruppskotið í mongum førum byggir á
"forventet fangst". Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri
sigur, at skattaborgarin verður betur fyri við nýggju
fíggjarlógini. Hetta er kanska rætt í teimum førum, har
einstaklingurin ikki hevur børn, einki húsalán, ikki skal í
barsilsfarloyvi og ikki nýtir beriposar og mjólk.
Sjáldan hevur føroyski skattgjaldarin sæð eitt so grefligt
dømi um hetta: at lata eitt sindur við einari hondini fyri
síðani at taka meir afturat við hinari. Landið letur ein
skattalætta við einari hondini, men hækkar samstundis
avgjøld og lækkar frádráttir við hinari hondini.
Tað skerst ikki burtur, at landskassin fer at hava hall, tá
rentir og avdrøg eru goldin. Hesin pástandur verður bert
styrktur, tá man sær, hvussu fíggjarlógin fyri inniverandi
ár fer at hylnast.
Seinastu árini hava fíggjarlógirnar passað stak illa, og
eykajáttan omaná eykajáttan hava verið neyðugar vegna
konsekventa undirbudgettering. Ein fíggjarmálaráðharri
eigur at metast útfrá sínum evnum at budgettera, sínum
evnum at optimera landsins rakstur og ikki minst at meta
um framtíðarútlit. Karsten Hansen hevur ikki skarað
framúr higartil, og nýggja fíggjarlógin ber ikki boð um
betring.
Heilt kreativt verður tað, tá man roknar við ávísum
upphæddum í vinningsbýti frá almennum partafeløgum.
Ein partafelagsnevnd hevur ábyrgd sambært partafelags-
lógini, og skal taka atlit sambært tí og ongum øðrum. Tað
ber ikki til at diktera eitt ávíst vinngsbýti, og tí er tað sera
átaluvert, at landstýrismaðurin í Fíggjarmálum roknar við
ávísari uphædd í komandi fíggjarlóg.
Marginalarnir eru ikki stórir í fíggjarlógini fyri 2004, og
við fuglunum á takinum í formi av tvangútskriving av
vinningsbýti og væntaðari inntøku av sølu av almennum
ognum, so er yvirskotið áðrenn avdrøg so mikið soltið, at
man kann diskutera, um landstýrismaðurin er nóg varin í
sínum metingum. Ein undirbudgetterað fíggjarlóg við
einum sera soltnum yvirskoti er lítið verd.
Hetta líkist einari desperatari roynd at prógva, at blokk-
niðurskurðurin, ið svarar til eina góða millión um dagin,
ikki skal merkjast, hóast samgongan langt síðani hevur
gjørt íløgur og ikki at forgloyma økt rakstrarkostnaðin av
almennu Føroyum, sum um fullur blokkur og meira
afturat var tøkt. Tey gomlu, ið tørva heimahjálp merkja ov
stóra niðuskurðin dagliga. Barnafamijlur merkja tað
eisini, og koma at merkja tað uppaftur betur, um nýggja
fíggjarlógin verður samtykt.
Økt avgjøld við lækkandi almennum tænastum er ikki
vegurin fram, og tí er fíggjarlógaruppskotið á skeivari kós.
Politiska raðfestingin má gerast frægari. Harfaturat eigur
Karsten Hansen at fáa uppskotið aftur við teimum boðum
um ikki at írokna væntaðar inntøkur frá vinngisbýti og
sølu av ognum. Hetta vildi verið í tráð við forsiktig-
heitsprinsippið, ið skal taka hædd fyri øðrum enn best
møguliga útfalli.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Kreativ fíggjarlóg
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Mikkjal Helmsdal
sjónvarpsstjóri
Nakrar viðmerkið kjakið í
FOKUS tann 30. septemb-
er.
Í seinastu viku reisti ting-
maðurin Jákup Mikkelsen
spurningin um at leggja
Útvarp Føroya og Sjónvarp
Føroya saman í ein stovn.
Týskvøldið tók sjónvarps-
sendingin FOKUS upp tátt-
in og beyð tingmanninum
saman
við
landsstýris-
kvinnuni í mentamálum
Annitu á Fríðriksmørk at
viðgera spurningin í bein-
leiðis kjaki.
Í kjakinum vóru grund-
gevingar og upplýsingar
settar fram, sum í nógvum
førum
vóru
beinleiðis
skeivar ella ófullfíggjaðar.
Fari tí at loyva mær at bera
fram nakrar sannroyndir, ið
eg meti kunnu varpa meira
ljós á málið og byggja
undir eina sakliga viðgerð
av málinum.
Umsitingin í SvF.
Sum eitt argument fyri, at
peningur er at spara við at
leggja stovnarnar saman,
førdi
Jákup
Mikkelsen
fram, at umsitingin av
Sjónvarpi Føroya í 2002
kostaði góðar 10 milliónir
ella helvtina av samlaða
umsetninginum.
Fyri tað fyrsta eru 10
milliónir ikki helvtin av
samlaða
umsetninginum
hjá SvF men 37%. Fyri tað
annað er talið 10 milliónir í
umsitingarútreiðslum í SvF
fullkomiliga
burturvið.
Talið er helst er tikið úr
einum yvirliti í fíggjarlóg-
ini fyri komandi ár, har víst
verður hvussu nógvur pen-
ingur burturav varð brúktur
til keyp og framleiðslu av
sendingum í 2002. Har eru
útreiðslurnar býttar upp
soleiðis:
Keypt, útlendskt
tilfar:
1,6 milliónir kr.
Føroysk framleiðsla
burturav: 14,8 milliónir kr.
Allar aðrar
útreiðslur:10,1 milliónir kr.
Við grundarlagi í hesum
yvirliti at sleingja út, at um-
sitingin í SvF kostar 10,1
milliónir krónur er sera
misvísandi. Talið umfatar
eina rúgvu av økjum, sum
einki hava við umsitingina
at gera, men sum eru tengd
at framleiðsluni av send-
ingum uttan beinleiðis at
kunna skrivast upp á nakra
ávísa sending, t.d. keyp og
leiga av tøkniútgerð, inn-
keyp av bondum, løn til
teirra, ið senda um kvøldar-
nar og rakstur av mynda-
savni sjónvarpsins. Talið
sigur einki um, hvussu stór
umsitingin í Sjónvarpi Før-
oya er. Tað kundi Jákup
Mikkelsen lisið seg fram
til, um hann hugdi í rokn-
skapin hjá SvF, sum hann
hevði gjøgnum floksskriv-
ara sín hevði biðið um at
fingið útflýggjaðan undan
sendingini.
Hyggja vit at útreiðslun-
um hjá stjórn, umsiting og
deildini fyri felagsútreiðsl-
ur á stovninum í 2002, so
vóru hesar tilsamans 5,1
milliónir kr. 1,2 milliónir
av hesum fóru til rakstur av
bygningum (hita, el o.a.) og
bilum (brennievni, umvæl-
ingar v.m. ), og 1,4 milli-
ónir kr. vóru nýttar til inn-
tøkugevandi virksemi, t.v.s.
innkrevjing av hyggjara-
gjaldi, til lýsingasølu og
rakstur av eydnuspølum.
Til veruliga umsiting vórðu
so nýttar umleið 2,5 milli-
ónir ella 9% av samlaðu
útreiðslunum, og er tað ikki
nógv fyri ein stovn við so
umfatandi og fjølbroyttum
virksemi, sum talan er um í
sjónvarpinum.
Lat meg samstundis upp-
lýsa fyri teimum hyggjar-
um, sum kanska hava havt
hug at ilskast við tankan
um, at onnur hvør króna av
tí dýra hyggjaragjaldinum
fer til umsiting, at út-
reiðslurnar til beinleiðis
framleiðslu, innkeyp og
útvarping av sjónvarps-
sendingum í 2002 vóru
hægri enn samlaðu inntøk-
urnar av hyggjaragjaldin-
um. Sostatt er hvør einasta
króna frá hyggjaragjaldin-
um er farin til sendingar.
Hvat siga dømini?
Í sendingini varð ført fram,
at sjónvarp og útvarp eru
ein savnaður stovnur í
flestu londum kring okk-
um: Í Stórabretlandi og í
norðurlondunum Íslandi,
Noreg, Danmark og Svø-
ríki. Hetta er bert eitt argu-
ment í tann mun, tað er satt,
og í tann mun tað er
samanberiligt við okkara
egnu viðurskifti.
Í Svøríki er hetta t.d. als
ikki galdandi. Har eru
tríggir ymiskir og sjálv-
støðugir almennir stovnar,
ið fáast við útvarps- og
sjónvarpsframleiðslu: Sve-
riges Radio (SR), ið burtur-
av fæst við útvarpsfram-
leiðslu, Sveriges Television
(SVT), ið fæst við sjón-
varpsframleiðslu, og Ut-
bildningsradion (UR), ið
fæst við at gera undirvís-
ingar- og upplýsingartilfar
til bæði útvarp og sjónvarp,
og hevur sínar egnu sendi-
tíðir á sjónvarps- og út-
varpssendinetinum.
Hini trý Norðurlondini,
ið vóru nevnd, hava saman
við Stórabretlandi vissuliga
havt sjónvarp og útvarp
undir einum stovni, men
útvørpini og sjónvørpini
hava
verið
rikin
sum
sjálvstøðugar deildir við
egnum leiðslum, egnum
programmpolitikki og egn-
um fíggjarætlanum. Felags
leiðsla og umsiting hevur
stórt sæð bara umfatað fe-
lags innkrevjing av brúk-
aragjaldi og yvirskipaðar
avgerðir um fíggjarliga být-
ið av inntøkunum millum
teir báðar miðlarnar.
Hyggja vit at Noreg,
Danmark og Íslandi, so
hava vit sæð eina ávísa
gongd fram ímóti størri
integrering av útvarpi og
sjónvarpi. Men her hevur í
øllum førum verið talan um
eina innihaldsstýrda miðla-
strategi
og
ikki
eina
rationaliserings- ella spari-
ætlan. Hetta sæst best við
at hyggja at ítøkiligu stig-
unum, ið hava verið tikin
innan almennu fjølmiðlar-
nar í hesum londum:
Í Íslandi hava útvarp og
sjónvarp higartil arbeitt
fullkomiliga sundurskilt.
Seinastu tvey-trý árini eru
stig tikin til ávist redak-
tionelt samstarv yvir um
miðlarnar báðar og onkur
einstøk redaktión (ítróttar-
redaktiónin) er vorðin tví-
miðlað, t.v.s. framleiðir til
bæði útvarp og sjónvarp.
Grundarlagið
fyri
hesi
samanrenning er íløgur í
nýggjar karmar og nýggja
tøkni. Eitt nýtt útvarps- og
sjónvarpshús er bygt, ið er
tøkniliga og praktiskt lagað
til eitt samstarv millum
miðlarnar.
Í Danmark hava útvarp
og sjónvarp í DR verið full-
komiliga sundurskild pro-
grammpolitiskt og skipan-
arliga. Í sambandi við, at
DR er í ferð við byggja nýtt
útvarps- og sjónvarpshús í
Ørestaden, hevði leiðslan
ætlanir um at lata ein stóran
part av virkseminum verða
fleirmiðlað, soleiðis at ein-
støku redaktiónirnar fram-
Meðan vit bíða eftir einum
fjølmiðlapolitikki...
leiddu til bæði sjónvarp,
útvarp og alnótina. Grund-
arlagið undir hesi strategi,
hvørs endamál var at gera
gagn av tí samvirkanar-
fyrimuni (synergi-effekt),
ið fæst við samanrenning
millum fleiri miðlar, var, at
tøkniligu og bygningarligu
karmarnar til hetta kundu
skapast í teirri nýggju
byggingini. Her er tað
hent, at tann politiskt valda
nevndin fyri DR hevur
noktað leiðsluni at arbeiða
víðari við hesum ætlanum.
Grundgevingin er, at tann
nýggja redaktionella eindin
fer at gerast ov sterk í saml-
aðu miðlamyndini í Dan-
mark, og at tað -sambært
nevndini- er betur fyri
demokratiið, at útvarps-
tíðindini og sjónvarpstíð-
indini í DR verða varðveitt
sum ymiskar redaktiónir í
innihaldsligari
kapping
hvør við aðra.
Í Noregi hava útvarps- og
sjónvarpsparturin av virk-
seminum hjá NRK altíð
verið greitt sundurskildir. Í
hesum døgum fer ein um-
legging av regionala virk-
seminum fram, har fleiri
útvarps- og sjónvarpsstøðir
verða niðurlagdar og eitt
minni tal av lokalum eind-
um verða skipaðar, har re-
daktiónirnar arbeiða við
fleiri miðlum. Aftur inni-
ber strategiin íløgur í heilt
nýggjar karmar í virk-
semið, t.v.s. í tøkniíløgur og
í ný- og umbyggingar av
húsum, sum egna seg til
nýggja virksemið. Sam-
stundis nýtir NRK stórar
milliónaupphæddir at nýút-
búgva
starvsfólkini
á
regionalu eindunum, tí mett
verður at nýggjur fakligur
førleiki skal til, tá fram-
leiðast skal til útvarp og
sjónvarp á somu redaktión.
Sama er galdandi fyri
BBC, sum serliga á regio-
nala økinum hevur lagt út-
varps- og sjónvarpsvirk-
semi saman, og hevur fylgt
hesum upp við umfatandi
íløgum í tøkni, nýbygging
og eftirútbúgving av starvs-
fólki.
Í Svøríki eru ongar ítøki-
ligar ætlanir um at leggja
teir verandi tríggjar stovn-
arnar saman.
Samanumtikið kann tí
sigast um tey dømini, ið
verða søgd at tala fyri eini
samanlegging av ÚF og
SvF:
• Um ein hyggur at, hvussu
teir samanløgdu stovnar-
nir í londunum kring
okkum eru skipaðir, so
eru sjónvarps- og út-
varpsvirksemið
innan
hesar stovnar í øllum før-
unum programmpolitiskt
og fíggjarliga sundur-
skild, og í stóran mun
eisini skipanarliga/orga-
nisatoriskt sundurskild.
• Í tann mun útvarps- og
sjónvarpsvirksemi verða
løgd saman í londunum
kring okkum, er hetta ein
partur av eini breiðari
strategi, ið miðar eftir
eini innihaldsligari sam-
anrenning av miðlunum,
og sum samstundis inni-
ber umfatandi íløgur í
nýggja tøkni, nýggjar
bygningar og í endur-
búgving av starvsfólkun-
um, ið skulu arbeiða inn-
an nýggju fleirmiðlaðu
eindirnar.
Almennu føroysku fjøl-
miðlarnir: Hvat er at
vinna fíggjarliga við at
leggja saman?
Hyggja vit fyrst eftir ratio-
naliseringsfyrimunum við
at leggja stovnarnar saman,
soleiðis sum umstøðurnar
eru í løtuni, so er skjótt at
gera teir upp:
Sparast kann umleið 1,5
ársverk við at leggja inn-
krevjingina av útvarps- og
sjónvarpsgjaldinum saman.
Men hetta er lætt at gera
utttan at leggja stovnarnar
saman. Samstundis eru út-
lit fyri, at dupulta innkrevj-
ingin gerst óaktuell um
stutta tíð, tí Mentamála-
ráðið hevur kunngjørt ætl-
anir um at umskipa sjón-
varps- og útvarpsgjaldið til
eitt kringvarpsgjald, ið
verður tikið inn yvir skatt-
in. Her er tí eingin ratio-
naliseringsvinningur,
ið
neyðturviliga er knýttur at
eini
samanlegging
av
stovnunum.
Ein samanlegging av
stovnunum vil ikki broyta
tann veruleika, at virk-
semisøkini framvegis fara
at liggja í hvørt sínum
býarparti í høvuðsstaðnum,
og nøkur tøknilig saman-
renning av miðlunum og
teirra framleiðslum er tí
ikki
praktiskt
gjørlig.
Hinvegin skal helst nýtast
arbeiðsorka til at samskipa
virksemið á báðum støðum,
um stovnarnir kortini skulu
rekast undir einum.
Verða stovnarnir lagdir
saman er helst ætlanin, at
ein yvir- ella aðalstjóri
verður
settur
at
leiða
nýggja stovnin. Men tað
vil framvegis vera neyðugt
at hava ein deildarstjóra
fyri ávikavist útvarps- og
sjónvarpsvirksemið. Og
hóast umsitingarnar verða
lagdar saman í eina við
einum umsitingarleiðara,
so verður hinvegin neyðugt
at nýta meiri orku til
starvsfólkaleiðslu, útbúgv-
ing, samskipan v.m. Út-
reiðslurnar til leiðslu fara tí
heldur at vaksa enn at
minka við eini samanlegg-
ing.
Ført hevur verið fram, at
kanska einasta veruliga
sparingin vil vera ein felags
móttøka og telefonvekslari.
Ella sum Georg L. Petersen
orðaði tað í Dimmu: Man
sparir kanska eina telefon-
damu. Men tá deildirnar
framvegis fara at liggja í
hvør sínum enda av býnum,
er ikki eingang hendan
sparingin serliga sannlík.
Ført hevur verið fram, at
stovnarnir hava stórar um-
sitingar, og tí má vinningur
vera við at leggja saman á
hesum øki.
Veruleikin er tann, at
bæði ÚF og SvF, sum víst á
frammanfyri í døminum
við SvF, hava rættiliga
smáar og bíligar umsitingar
í mun til støddina á virk-
seminum, og at ein sam-
anlegging, sum skal inni-
bera at sama nøgd av virk-
semi sum nú skal halda
fram undir einari felags
leiðslu, heldur fer at gera
umsitingina dýrari enn
bíligari.
Niðurstøðan viðvíkjandi
fíggjarliga vinninginum av
at leggja saman er tí tann, at
tað sannlíkt verður dýrari at
reka báðar stovnarnar undir
einum.
Hvat kann vinnast inni-
haldsliga við at leggja
stovnarnar saman?
Um
fjølmiðlapolitiskur
meiriluti er fyri at skapa ein
sterkan almennan fjølmiðil,
sum kann gera nýtslu av tí
samvirkanarfyrimuni
(synergi-effekt), sum kann
fáast tá útvarp, sjónvarp og
alnót samvirka, so er ein
samanlegging av ÚF og
SvF helst skilagóð.
Men ein skal gera sær
greitt, at hetta er ein stra-
tegi, sum krevur íløgur
heldur enn fremur sparing-
ar. Skal strategiin virka, so
nakar positivur fyrimunur
fæst á innihaldssíðuni, er
neyðugt at gera íløgur í
nýggjar karmar og nýggja
tøkni, so tað tøkniliga og
praktiskt verður gjørligt at
reka
miðlarnar
saman.
Hetta merkir annaðhvørt
bygging av einum nýggjum
útvarps- og sjónvarpshúsi,
sum er tøkniliga og rúmliga
innrættað til ætlaða virk-
semið, ella at verandi út-
varpshús verður útbygt við
einum sjónvarpsbygningi.
Samstundis vil tað vera
ein innihaldsligur missur, at
tann kappingin, sum í dag
er millum sjónvarpið og
útvarpið á tíðinda- og pro-
grammsíðuni, hvørvur. Ein
kapping, sum skapar ein
fjølbroyttari tíðindaflutn-
ing, og sum ferð eftir ferð,
vísir seg í, at miðlarnir
báðir ofta sama kvøld hava
heilt ymiskar søgur á
breddanum ella ymiskar
vinklar til somu søgu.
(Tann, ið ivast í hesum ella
vil kanna hetta, kann fara
inn á alnótina, har tíðinda-
sendingarnar hjá báðum
stovnum eru at finna og
kunnu samanberast dag um
dag fleiri vikur aftur í tíð-
ina; ein slík gjøgnumgongd
avlívar skjótt mýtuna um,
at tað altíð eru somu tíð-
indi, sum ganga aftur í
báðum fjølmiðlunum.)
Tann politikarin, ið seri-
øst meinar, at tað eru
kvalitativir fyrimunir at
heysta við eini saman-
legging av útvarpinum og
sjónvarpinum, eigur eisini
at gera sær greitt, at hetta er
ein strategi, ið krevur
umfatandi íløgur. Og at tað
er ein strategi, ið setir teir
verandi privatu miðlarnar
undir munandi størri trýst í
kappingini um hyggjar-
ar/lurtarar/lesarar.
Men trupulleikin tykist
vera sjónvarpið...
Í kjakinum í sjónvarpsstov-
uni týskvøldið kom móti
endanum fram, at enda-
málið als ikki er at fáa ein
samrakstur av útvarpinum
og
sjónvarpinum,
men
heldur onkursvegna at fáa
broytt sjónvarpið og pro-
grammpolitikk tess.
Nú er kringvarpslógin
soleiðis orðað, at pro-
grammpolitikkurin
hjá
sjónvarpinum er ein upp-
gáva, sum burturav við-
kemur leiðslu sjónvarpsins,
og sum skal haldast leys av
øllum politiskum áhuga-
málum og allari politiskari
ávirkan. Tað er tí ikki upp-
gávan hjá politikarum at
viðgera og diktera pro-
grammpolitikkin hjá sjón-
varpinum.
Men politikarar hava
sjálvandi rætt at hava sínar
meiningar, og skal eg tí
eisini stutt gera viðmerk-
ingar til tað programm-
politisku sjónarmið, ið
Jákup Mikkelsen førdi fram
í sendingini.
Jákup Mikkelsen førdi
fram, at SvF eigur at gevast
heilt við at senda útlendskt
tilfar, nýta tann sparda
peningin til at gera meira
føroyskt tilfar og senda
føroyskt burturav.
Hesum sjónarmiði eri eg
sum so ikki ósamdur í. Og
hetta er eisini eitt pro-
grammpolitiskt stig, ið
verður umhugsað á stovn-
inum. Men ein skal gera
sær greitt, hvat tað merkir.
Um vit hyggja at út-
reiðsluyvirlitinum frá fíggj-
arlógini fyrr í greinini, sum
Jákup Mikkelsen í kjakin-
um endurgav og argu-
menteraði útfrá og tí helst
hevur bæði lisið og gjøg-
numhugsað, so sæst, at út-
reiðslurnar til keyp av
útlendskum tilfari í 2002
vóru 1,6 milliónir krónur
(útlendska tilfarið er bílígt,
tí SvF hevur at kalla
ókeypis rættindi at nýta
sendingarnar hjá DR og
TV2), og útreiðslurnar til
føroyskt tilfar burturav
vóru 14,8 milliónir krónur.
Hetta merkir -við einfaldari
rokning- at verður alt tað
útlendska tilfarið spart
burtur, økist tøki pening-
urin til framleiðslu av før-
oyskum tilfari við 11%.
Um vit rokna ta arbeiðstíð
við, sum í dag verður nýtt
til at leggja útlendsku send-
ingarnar inn í skránna og til
at senda tær út í luftina, er
sparingin tilsamans 15%.
Miðal framleiðslan av før-
oyskum tilfari í dag svarar
til umleið 1 tíma og 10
minuttir um dagin. Við eini
øking upp á 15% kemst upp
á umleið 1 tíma og 21
minuttir um dagin. Um ein
partur av tilfarinum verður
endursendur, vil dagliga
sendiskráin hjá SvF í miðal
verða umleið 2 tímar.
Hetta er fyrstu ferð ein
politikari hevur havt eitt so
realistiskt boð upp á, hvat
ið veruliga fæst av føroysk-
um sjónvarpi fyri tann
pening, ið SvF hevur at
arbeiða við.
Vónandi merkir hetta
eisini, at Jákup Mikkelsen
skilir, at um meira føroyskt
tilfar skal á skránna, so má
eisini meiri peningur verða
tøkur at framleiða tað fyri.
Finnið eitt fokus í
fjølmiðlapolitiska
kjakinum!
Kjakið um samanlegging
av útvarpinum og sjónvarp-
inum vísir mest av øllum
eitt fjølmiðlapolitiskt kjak
fullkomiliga uttan innlit og
uttan fokus. Politikarar
sleingja út avgjørdar mein-
ingar um almennu miðl-
arnar og framtíð teirra -
Jákup Mikkelsen er ikki
nakað eindømi- uttan at
seta seg inn í, hvat teir tosa
um, og uttan at kanna
hvørji, ið tey veruligu við-
urskiftini og teir veruligu
trupulleikarnir hjá stovnun-
um eru.
Um Jákup Mikkelsen
hevði sett seg inn í málið,
hevði hann - fyriuttan at
fingið innlit í, hvat veruligi
kostnaðurin hjá stovnunum
til leiðslu og umsiting er -
eisini fingið innlit í eina
røð av aktuellum og ítøki-
ligum trupulleikum, sum
mugu loysast, áðrenn tað
yvirhøvur ber til at hugsa
um at reka stovnarnar undir
einum:
• Bæði útvarps- og sjón-
varpssendinetið eru nið-
urslitin, ótíðarhóskandi
og hava ein ófullfíggj-
aðan dekning, og neyð-
ugt verður at gera íløgur í
tíðarhóskandi sendinet í
næstum.
• Sjónvarpið er tøkniliga
afturútsilgt, heilar skip-
anir eru niðurslitnar og
sjónvarpið
hevur
ein
íløgutørv á tøkniøkinum
upp á 17,8 milliónir
krónur komandi tvey
fíggjarárini fyri fram-
haldandi at kunna fram-
leiða og senda regluliga
eins og nú.
• Báðir stovnarnir hava
politiskt og lógarliga av-
markaðar inntøkumøgu-
leikar, sum ikki fylgja
prís- og lønarvøkstrinum,
og verður fíggjarliga
støðið undir virksem-in-
um tí líðandi máðað
burtur.
Í staðin fyri í heilum at við-
gera innihaldið í sjón-varp-
inum og útvarpinum, sum
teir sambært teirra egnu
kringvarpslóg ongan rætt
hava at leggja seg útí, hevði
verið ynskiligt, at landsins
politikarar loystu tað, sum
er teirra uppgáva: At skapa
greiðar karmar fyri al-
mennu fjølmiðlarnar at
arbeiða innanfyri. Karmar,
sum gera tað gjørligt at
reka virksemið tøkniliga,
t.d. at senda sendingarnar í
eini tíðarsvarandi góðsku.
Karmar, sum áseta vavið á
virkseminum og tryggja, at
fíggjarlig orka er at fremja
hetta í verki. Og karmar,
sum tryggja public service
endamálið og seta greitt
skott ímillum fjølmiðla-
stovnarnar og politiska
myndugleikan.
Meðan vit bíða...
Eg fari at enda við aftur at
tríva í kjakið í sjónvarps-
sendingini
týskvøldið.
Georg L. Petersen frá
Dimmalætting og Anita á
Fríðriksmørk mentamála-
ráðharri førdu fram, at tað
er ein fyrimunur at varð-
veita ta kapping, sum er
millum stovnarnar í dag.
Hesum afturvísti Jákup
Mikkelsen við tí grundgev-
ing, at sjónvarp og útvarp
eru so ymisk og ósaman-
berilig, at ein kann ikki tosa
um kapping teirra millum.
Tað er sum at samanbera
eitt súkklulið við eitt fót-
bóltslið, segði tingmaðurin.
So spyr ein seg sjálvan:
Um eitt súkklulið og eitt
fótbóltslið eru so ymisk, at
tað ikki gevur meining at
tosa um kapping teirra
millum, hvørja meining og
hvønn fyrimun gevur tað so
at
leggja
tey
saman?
(Hvussu nógvar súkklarar
skulu vit vænta at síggja á
vøllinum, tá KÍ næsta
kappingarár skal royna at
stríða seg fram til odda-
sessin í fyrstu deild?)
Hetta kunnu vit hugsa
um, meðan vit bíða eftir
einum seriøsum fjølmiðla-
kjaki og einum fjølmiðla-
politikki, ið fokuserar á
veruliga trupulleikarnar hjá
almennu fjølmiðlunum og
miðar eftir at fremja eitt
opið, upplýst og kritiskt
kjak í samfelag okkara.
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
11
10