Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-11-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 1996síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vikuskiftið Vikuskiftið Jú, vit eiga at vinna føroysku talheitunum heimarætt aftur í máli okkara Málfræðingar greiða okkum nú meira enn nakrantíð bæði í skrift og talu frá yms- um fyribrigdum málinum viðvíkjandi og leggja okk um lag á, hvat ið er góður málburður og hvat ikki Ofta verður farið langt aftur í målsøguna til tess at finna grundgevingar; men hóast tað ikki krevur tað stóra målsøguliga inntitið at kunna vísa á, at føroysku talheitini vóru livandi í okk- ara máli so seint sum fram móti okkara tíð, yppa somu fólk øksl, tá ið borið verður upp á mál um at fáa telini á føroyskum inn í málið aftur Vit vita, at skrivandi menn tíðliga í 1800-talinum sum Jens Chr. Svabo, Nóls oyarpáll og sjóvarbóndin Jens Chr. Djurhuus als ikki kendu donsku tølini sum part í móðurmálinum Danski skúlin kom ikki rættiliga fyri seg í Féroyum fyrr enn væl eftir miðju seinastu eld, og at tað eru donsku roknibekurnar, sum førdu donsku talheit- ini við sær inn í okkara mál, er eyðsæð Pápi min, sum var føddur í 1901, mintist, at:teir gomlu bíggjarmenninir søgdu fimmti, seksti, sjeyti o.s.fr., ikki hålvtryss, tryss og hålv fjerås, og gomul svinoyar- kona, sum enn er á lívi, kundi siga frá, at einaferð maður hevði verið á floti og segði seg at hava fingið fimmoghålvfjerås fiskar, tå helt onkur fyri: >Hoyr nú hann, nú er hann farin at snakka danskt! < Fólk á mínum aldri minn ast, tá ið omman ella abbin skuldu hjálpa teimum at røkna, at tey tå tosaðu danskt: »Tre gange syv er enogtyve« — o.s.fr. So ung er henda målspillan f okkara måli, og t6 halda sjålvt mål køn mentafólk og menn, sum annars vilja hava tað tjóðskaparliga hátt í huga, tað vera óráð og ónatúr at fara at telja á føroyskum aftur Sama helt eg eisini í yngri árum, tí donsku talheitini vóru sjálvandi eisini mær eim natúrligur tåttur í málin- um. Men tá ið vit fingu egið útvarp, har føroysku talheitini vórðu nýtt, ljóð- aði tað so rætt og so vak- urt, at mær var ongin ivi í at fylgja eftir í skúlastov- uni, og brátt kundu vit ikki hugsa okkum annað enn tølini á føroyskum. Somu royndir veit eg, at aðrir lærarar úti um land- ið høvdu, og millum fólk annars var tað tá onki óvanligt at hoyra fólk siga talorðini á føroyskum. Harmiligt var tað, at hått mettur mentamaður og mål frødingur skuldi gerast at voldin til, at tað í útvarps nevndini fekst tepurt fleirtal fyri at venda aftur til at nevna tølimi á donskum Minnist, at hann å fundi i Føroya Lærarafelag hevði hetta evnið frammi og vildi vísa á, at fúgutalsskipanin var eldri og rættari í norð urlandamálum enn tíggju talsskipanin. At hann ikki hevði rætt, mundu fleiri av okkum vera greið yvir; men ongin komdi sær at mót mæla; tí hetta var maður við stórari virðing helst millum lærarafólk, maður við so góðum málsligum innliti sum fáur, ja, slíkur mentan arligur edilingur, sum vit neyvan hava átt hann betri Men hann var mangan skift andi í sínari stødutakan um mål og stavseting, kundi vera áfallin, og tað var okk um í hesum føri til ógagns Tað var sostatt av til- vild, at vit mistu henda orðaflokk úr málinum aft- ur, sum var við at festa røtur av nýggjum. Danskur — målfrødingur hevur i grein (Nordisk Kon takt 12/89) skrivað um hetta løgna fyribrigdi í donskum máli, at tjågutalsskipanin fekk høvdid fyri seg. »De danske ord for tallene fra 30 til 90 er et særsyn ikke blot i de nordiske, men i alle vesteuropæiske sprog I den indoeuropæiske sprog æt, som de nordiske og de fleste vesteuropæiske sprog hører til, er talordene fra 1 til 10 grundord, og de højere talbetegnelser er sammen sætninger med ordet for 10 eller med en afledning af dette ord«, skrivar hann millum annað og greiðir frå, »hvordan disse mærkværd ige ord (donsku 20-talsheit int) er blevet til«. Ahuga verd gremm, har hann út i æsir greidir frå hesum mål søguligu og målvisindaligu vidurskiftum I bóklingi, ið nevnist Art forstå varandra i Norden og sum Nordiska språk sekretariatet hevur givið út eru m.a. hesi »språkråd till danskar<.: »Sig femti, sexti osv. og ikki halvtreds, tres osv. Men sig tyve, ikki toti!< Hetta seinasta eiga vit før oyingar eisini at leggja okk- um í geyma, tí tað eitur ikki tveyti og fyrati, men fjúgu og fjøruti forn orð frá gomlu 10-talsskipanini I norðurlendska.i sam veru eru hesi donsku mál heiti ein trupulleiki. Danir gera sær tí vanliga ómak at siga t d. syvu-fem, otti-tre í staðin fyri femoghalvfjerds (sindstyve) og (sindstyve). Hjá dønum er tað tó talan um serligt fyri brigdi, sum tók seg upp í teirra máli fyri 700 árum sidan, hjá okkum er talan um málspillu uttanífrá, sum ikki hevur so nógv meira enn 100 ár á baki Í hesi hundrað ár er so nógv hent máli okkara til bata. Kundu vit nú tikid stigið aftur at givið talskip anini sín forna føroyska karm, hevði tað verið ikki hissini málsligur fongur Tað, sum talar fyri ti, er trinnanda Føroysku talheitini eru | målsøguliga rættari (si omanfyristandandi) treogfirs 2. vakrari í okkara máli. At fråsøgufolk í útvarpi og sjónvarpi, sum annars bæði í framburði og orðavali vanda sær um málið, fram haldandi dagliga sáa hesar skurrandi anakronismur út í hvert heim í Føroyum kann hava sína grundgeving í neyndarsamtykt, sum langt síðan átti at verið endurskoðað. Men tit mo- dernadu málfreðingar máttu aftrað tykkum við soleiðis at staðfest hesa av- laging í okkara máli, sum tit gera. 3. handigari í nýtslu. Hetta seinasta ger seg ikki minst galdandi í telduheim inum. Tað er so nógv lættari at lesa og sláa tel inn á teldu í teirri raðfylgju tey standa, td. um tú skalt skriva tal sum 75 38 69 tá ikki at siga fimm og skriva sjey hálvfjerðs og skriva fimm siga átta og skriva trý. siga tredivu og skriva átta, siga níggju og skriva seks og siga tryss (trusj!) og skriva niggju, men í staðin at lesa og sláa sjey(ti)-fimme-tri (ati)-åtta pg seks(t) niggju, soleiðis sum tey standa. Sjálvur ger! eg hetta altíð, tá ið eg skal ringja og ivaleyst høvdu færri ringt skervt, um tey vandu seg til at lesa telefonnumnni å føroyskum Men ein tilvenjing skal til, sum krevur ómak og dirvi, og sum kann falla eldra fólkinum tvørlig, men sum ikk: veldir børnum og ungdómi nakran trupul leika. Her eigur útvarpið saman við sjónvarpinum at ganga undan. Tey hava ongu lært okkum at siga t.d Ermasund, Eystrasalt, Sæ land, Fjón, Jútland og annað meira, sum fyri fáum árum kundi tókst >ónatúrligt< Tað er nú so vanligt, at fólk á stovnum fara á skeið, ofta í sambandi við teldu siga nýtslu. Tit góðu útvarps- og sjónvarpsmenn, tað hevði verið tykkum ein stuttleiki at savnast nakrar tímar til at spælt tykkum og vant tykkum við tey talheiti sum vøru tey emastu, sum oldurabbar og oldurommur tykkara brúktu í sínari talu og sum eru so stórur og týð andi partur í málinum Norðmenn, hvers upp runaliga mál er so nógv verri farið enn okkara, sam tyktu í sínari tíð at fremja 10-talsskipanina við lóg. S« avgjørd stig liggja helst ikki ul okkara, og neyvan fæst politisk semja ul slíkt her hjá okkum. Men tit Ut- varpsnevnd og Sjonvarpsnevnd, Føroya Læraraskúli, Móðurmáls- lærarafelagid, Føroya Lærarafelag, Feroya- málsdeild Fróðskaparset- ursins og Landsskúlafyri- sitingin, latið okkum ikki av berum atgerðarloysi fara um næstu aldargátt við hes um misprýðandi og ógagn liga arvaluti úr farnari mátt loysistíð hangandi uppi í máli okkara Ólavur Hátún FRAMSÝNING Í SMS LL A ILLS LL Rasmus Rasmussen hevur framsýning av myndaklippum á Torginum mánad. 18. nov. til og við 23. nov. Rasmus Venjari! Søkt verður eftir leikandi venjara til 2. deild menn komandi kappingarár. Venjingin umfatar eisini 1. deild kvinnur og yngru deildirnar. Umsóknir skulu vera felagnum í hendi seinast 15. des. 1996. Ítróttarfelag 970 Sumba TA ns ii Í