leygardagur 4. oktober 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 4. oktober 2003
15
Helena Dam á
Neystabø vildi ikki at
koma upp á tvørs á
løgmanni. Men okurt
høvd skuldi rulla og
valið fall á Jákup
Mørkøre, leiðara fyri
Landssjúkrahúsið, tí
hann var ikki tæn-
astumaður og sostatt
var hann lættast at
sleppa av við
ALMENN UPPSØGN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Var tað mestsum av berari
tilvild at Jákup Mørkøre
varð sagdur úr starvi sum
leiðari fyri Landssjúkra-
húsið í januar í 2000.
Tað er ein spurningur,
sum kann reisast, eftir at
hava lisið vitnisfrágreið-
ingina, sum Høgni Joensen,
sum tá var aðalstjóri í Al-
manna- og Heilsumálaráð-
num gav Føroya Rætti, tá
ið uppsøgnin varð viðgjørd.
Sí grein aðrastaðni her á
síðuni.
Í øllum førum sigur
gamli aðalstjórin, at Jákup
Mørkøre varð uppsagdur tí
hann var tann, sum tað var
lættast at sleppa av við.
Í øllum rokinum sum var
um sparingar á Lands-
sjúkrahúsinum, endaði tað
við, at sjálvur Løgmaður
kom upp í málið og skriv-
aði Helenu Dam á Neysta-
bø eitt rættiliga hvassorðað
skriv.
Harsigur Løgmaður, at
hann góðtekur ikki, at hóp-
uppsagnir verða fráboðaðar
á
Landssjúkrahúsinum,
uttan at hann er kunnaður
um tað frammanundan.
Er orsøkin til hetta
vánaliga arbeiðslagið tann,
at embætisførslan í fyri-
sitingini í Almanna- og
Heilsumálaráðnum ikkier
nøktandi, eigur tað at fáa
avleiðingar. Fæst greiða á
hesum ikki alt fyri eitt, fer
Løgmaður sjálvur at taka
neyðug stig í hesum málið,
er greiði boðskapurin frá
Anfinni
Kallsberg
til
Helenu Dam á Neystabø.
Helena Dam á Neystabø
hevu greitt rættinum frá, at
hon tók avgerð um at siga
Jákup Mørkøre upp, áðrenn
hon fekk brævið frá Løg-
manni og at uppsøgnin tí
onki hevði við boðini frá
Løgmanni at gera.
Men hetta samsvarar ikki
við tað, sum Høgni Joen-
sen, sum var aðalstjóri,
hevur vitnað fyri rættinum.
Hann sigur, at brævið frá
løgmanni kom ein fríggja-
dag fyrrapart og Helena
Dam á Neystabø boðaði
seinnapartin frá, at Jàkup
Mørkøre skuldi sigast upp.
Helena Dam á Neystabø
hevði spurt Høgna Joensen,
hvussu hann skilti brævið.
Sjálv skilti hon tað soleiðis,
at antin skuldi hon frá, ella
skuldi Høgni Joensen sigast
upp, ella Jákup Mørkøre,
Høgni Joensen svaraði, at
tað bleiv hennara val og at
hann føldi seg ikki meiri
hóttan enn vanligt.
Eftir tað hevði Aibritt á
Plógv fortalt fyri Høgna
Joensen, at Helena Dam
hevði eisini ráðført seg við
hana um brævið. Helena
Dam á Neystabø hevði
spurt Aibritt á Plógv um
hon skuldi velja Høgna
Joensen ella Jákup Mørk-
øre. Aibritt á Plógv hevði
svarað, at tað var lættari at
taka Jákup Mørkøre.
Høgni Joensen sigur, at
Helena Dam á Neystabø
vildi ikki koma uppá tvørs
av Løgmanni og tað skiltist
at tí skuldi okkurt høvd
rulla.
Viðmerkjast skal, at tá ið
sagt verður, at tað er lættast
at sleppa av ið Jákup Mørk-
øre, skal tað helst skiljast
so, at hann er ikki tæn-astu-
maður og hevur tí stutta
uppsagnarfreist.
Høgni
Joensen er tænastumaður
og tað er tí ein nógv longri
mannagongd at siga hann
upp. Og at Helena Dam á
Neystabø skuldi siga seg
sjálva frá er kanska ilt at
hugsa sær.
Høgni Joensen sigur, at tá
ið avgerðin varð tikin um at
siga Jákup Mørkøre upp,
savnaðu tey alt tað negativa
saman, sum tey vistu um
hann fyri at brúka tað sum
grundgeing fyri uppsøgn-
ini.
Thomas Magnussen á
fíggjar málastýrinum,
hjálpti teimum at skriva
uppsøgnina
og
Høgni
Joensen heldur, at tað var
Thomas Magnussen, sum
hevði avgerandi orðið at
siga um, hvat skuldi standa
í hoyringsskrivinum, sum
varð send Jákupi Mørkøre
uppundir sjálva uppsøgn-
ina.
ALMENN UPPSØGN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg eri ómetaliga fegin.
Tað, sum hevur størstan
týdning fyri meg, er, at eg
eri fullkomiliga reinsaður
og havi fingið uppreisn.
Hetta sigur Jákup Mørk-
øre í sínum fyrstu viðmerk-
ingum aftaná at Føroya
Rættur fyrr í vikuni feldi
dóm í málinum, sum hann
reisti ímóti Almanna- og
heilsumálstýrinum.
Í januar í 2000 varð hann
koyrdur frá sum leiðari fyri
Landssjúkrahúsið.
Hann
varð sannførdur um, at
grundarlag var ikki fyri at
koyra hann frá og tí stevndi
hann.
Og nú hevur Føroya
Rættur fríkent hann 100 %.
Krevur treiskni og
dyggan stuðul
Men at tað kann vera bæði
drúgvt og møtimikið at
koma upp á tvørs av al-
mennu Føroyum, má Jákup
Mørkøre ásanna, tí tað tók
honum næstan fýra ár at
vinna sín rætt.
Og nú dómurin er fallin,
er hann bara fegin, men
hann hevur ikki so stóran
hug til tær nógvu viðmerk-
ingarnar.
Men hann viðgongur, at
tað krevur bæði treiskni og
dyggan stuðul frá húskin-
um at gjøgnumføra eina sak
sum hesa.
Og hann viðgongur eis-
ini, at tað er ikki serliga
hugaligt at liggja undir
øllum møguligum ákærum
í fleiri ár og at tað skal taka
so langa tíð.
– Dómsvaldið í Føroyum
melur, umenn tað melur
ómetaliga seint og tað er
tyngjandi,
leggur
hann
afturat.
– Tað, sum hevur týdning
fyri meg, er, at eg havi
fingið uppreisn.
Hann fegnast eisini um,
at nú er málið lýst út í æsir.
Hann vónar eisini, at vit
taka við læru av hesum
málinum í sambandi við
viðurskiftini ímillum al-
mennar myndugleikar og
starvsfólk.
Rætturin vísir øllum
aftur
Helena Dam á Neystabø
varð landsstýriskvinna í
heilsumálum
um
hetta
mundi og hon segði, at or-
søkin til, at Jákup Mørkøre
varð sagdur upp, var at
hann var bæði
ólýðin og óloyalur ímóti
politiska myndugleikanum.
Ein onnur orsøk var, at
hann var óegnaður at vera
leiðari fyri Landssjúkra-
húsið. Ein onnur uppsagn-
argrund var, at Jákup
Mørkøre hevði ikki evnini
at samskifta við tey, hann
skuldi samskifta við, eitt nú
álitisfólk, fakfeløg o.s.fr. og
tí skapti hann ótryggleika.
Men hesum vísir Føroya
Rættur aftur.
Jákup
Mørkøre
var
hvørki ólyðin ella óloyalur.
Hann var heldur ikki óegn-
aður at verða leiðari og
manglandi evnini at sam-
skifta eru ikki prógvað,
sigur Føroya Rættur.
Rætturin sigur, at, at
hetta eru so álvarsligar
ákærur, at tað er neyðugt at
prógva tær.
Men hetta hevur Al-
manna- og heilsumálastýrið
ikki megnað.
Ein orsøk til at Helena
Dam á Neystabø helt at
Jákup Mørkøre var ólýðin
og óloyalur, var, at hann
hevði fortalt í sjónvarpi
Føroya, at tað var neyðugt
at siga nógvum fólkum upp
á Landssjúkrahúsinum, utt-
an at hon visti nakað sum
helst um tað. Seinni hevði
hon fingið at vita, at talan
kanska fór at verða um 8-
10 uppsagnir.
Men rætturin heldur, at
tað kann ikki vera orsøkin
til uppsøgnina.
Høgni Joensen, sum varð
aðalstjóri, vitnaði eisini í
rættinum um, at hann
framman undan hevði fing-
ið at vita frá Jákup Mørk-
øre, at neyðugt var at siga
nógvum fólkum upp og at
hann hevði ikki mótmælt.
Hann segði somuleiðis,
at hann ongantíð hevði
hoyrt, at nakað hevði verið
galið við tí arbeiðið, sum
Jákup Mørkøre hevði gjørt
í sambandi við fíggjar-lóg-
ina.
Hetta hevði Helena Dam
á Neystabø eisini fingið at
vita. Høgni Joensen mintist
ikki um talið 27 uppsagnir
vórðu nevndar fyri Lands-
stýriskvinnuni, men hann
var vísur í, at 24 uppsagnir
vórðu nevndar fyri henni.
Hvar hon hevði talið 10
uppsagnir frá, visti hann
ikki.
Rætturin sigur eisini, at
Jákup Mørkøre hevði av
røttum fingið tað fatan, at
tað var eftir avtalu við Al-
manna- og Heilsu-mála-
ráðið,
at
uppsagnirnar
vórðu settar í verk.
Rætturin sigur, at tá ið
fólk skulu sigast upp, slepst
ikki undan at skapa ó-
tryggleika. Men Almanna-
og heilsumálastýrið hevur
ikki prógvað, at Jákup
Mørkøre ikki dugir at
samskifta við onnur. Tað
einasta, sum fyriliggur í
málinum um hetta, er, at
Helena Dam á Neystabø
biðjur hann um at halda
sáttmálarnar í sambandi við
uppsagnir.
Uppsøgnin ógyldug
Rætturin kemur tískil til tað
niðurstøðu at ongar saklig-
ar orsøkir vóru fyri at siga
Jákup Mørkøre úr starvi og
tí er uppsøgnin ógyldug.
Tí verður Almanna- og
Heilsumálastýrið dømt at
viðurkenna, at uppsøgnin
er ógyldug. Almanna- og
Heilsumálastýrið skal eis-
ini viðurkenna, at Jákup
Mørkøre ar ikki ólýðin og
óloyalur og at tað er skeivt,
tá ið sagt verður í upp-
søgnini, at hann hevur
megnað at stjórna Lands-
sjúkrahúsinum á nøktandi
hátt.
Tí
er
Almanna-
og
Heilsumálastýrið dømt at
gjalda
Jákupi
Mørkøre
60.000 krónur í endur-
gjaldið. harafturat skal
stýrið rinda 40.000 krónur í
sakarmálskostnaði.
Eg havi fingið uppreisn
Jákup varð offraður tí tað var tað lættasta
– Tað, sum hevur størstan týdningin fyri meg, er, at eg eri
reinsaður og havi fingið fulla uppreisn, sigur Jákup Mørkøre.
Føroya Rættur sigur, at tað vóru ongar sakligar orsøkir til at
koyra hann frá sum leiðari fyri Landssjúkrahúsið
Tá ið tað var greitt, at
okkurt høvd skuldi rulla,
savnaðu tey alt tað negativa
saman, sum tey vistu um
Jákup Mørkøre, tí tað var
lættast at sleppa av við hann,
sigur Høgni Joensen, sum var
aðalstjóri í Almanna- og
heilsumálastýrinum, í vitnis-
frágreiðing síni í Føroya
Rætti
15
14
Nr. 188 - 4. oktober 2003
Finnleif Guttesen
býráðslimur á Tvøroyri
Hesin felagsskapur, sum
skal eitast at umboða tveir
triðingar av øllum íbúgvum
í Føroyum, hevur nú lati
seg hála eftir hárinum av
landinum, í fleiri ár.
KSF stýringin
KSF er stýrdur av seks
borgarstjórum, sum hava
valt seg sjálvan í stýri og
teirra kommunuskrivarum.
Ein skuldi trú, at eftir
nøkrum árum vildi hesin
felagsskapur haft eina ávísa
ávirkan ella slagkraft, sum
kom teimum borgarum til
góðar, sum hava valt hesar
borgarstjórar, men hetta er
tíverri ikki so.
KSF ávirkanin
Hon er lítið og einki verd,
okkurt skriv er sent til
landsstýrið, sum í fleiri ár
hevur minka um inntøkur-
nar og økt um útreiðslurnar
hjá kommununum, uttan so
mikið
sum
at
spyrja
kommunurnar um, hvat tær
halda um hesi inntriv og
fíggjarskerjingar.
Besta dømi um niður-
geringina frá landinum er,
tá sjálvur løgmaður alment
kemur fram og sigur, at
kommunurnar einki skulu
merkja til skerjingar, með-
an veruleikin er beint øv-
ugtur.Hetta vita teir seks
borgarstjórarnir fullvæl.
Tá í leiðarin í einari sam-
gongu trínur alment fram
og sigur ósatt, hvørjum
skalt tú so trúgva?- ja, tú
kanst so ikki trúgva nøkr-
um av hansara monnum.
KSF eigur at mótmæla
nógv meira.
At koma við einum lítlum
"pippi" nú barnaverndarøki
blívur slongt í høvdi á
kommununum er alt ov
neyðarsligt. Verði ikki so
uppgevandi, lat landi eiga
øki.
Hvørki KSF ella landi
vita hvussu yvirtøkan skal
gerast, hvørki umsitingar-
liga ella fíggjarliga og tí
blívur hesin lesturin ein
fíggjarlig katastrofa fyri
borgarar í tykkara kommu-
num.
Stendur tað til landi, so
skal sum mest leggjast á
kommunurnar kosta hvat
tað vil, hetta hevur jú verði
parolan hjá landsstýrinum í
øll árini.
KSF politiskur?
Onkur kundi fingið tann
óhugnaliga
tankan,
at
felagsskapurin ikki gjørdi
so nógv um seg mótvegis
landsstýrinum, tí politisku
litirnir í felagsskapinum og
í landsstýrinum eru ident-
iskir, men vónandi er tað
ikki so.
Erhard Jacobsen
Í bløðunum hevur nógv
verið gjørt burturúr at limir
í Starvsmannafelagnum nú
skulu hava fingið styttri
arbeiðstíð.
Í Sosialinum verður til
dømis sagt soleiðis:
"Ein av stóru broytingun-
um í sáttmálanum er, at
arbeiðstíðin minkar við
trimum tímum um vikuna.
Arbeiðsvikan verður ikki
longur 42 tímar, men 39
tímar, og matarsteðgurin
verður hálvan tíma um
dagin."
Her tekur blaðmaðurin
tíverri ov rívan til, tí talan
er als ikki um nakra stóra
broyting.
Rætt skal vera rætt:
arbeiðstíðin er stytt. Ikki
við 3 tímum, men við hálv-
um tíma um vikuna. Men
afturfyri hava starvsfólk
latið hálvantriðja tíma um
vikuna fyri púrt onki, tí tey
allarflestu
starvsfólkini
hava longu frammanundan
havt hálvan tíma um dagin
til matarsteðg á arbeiðs-
plássinum. Tað vil siga at
frítíð er býtt um við frítíð,
soleiðis at tað nú skal eita
seg, at limir í Starvs-
mannafelagnum
arbeiða
einar hálvtannaðhundrað
tímar færri um árið enn
frammanundan.
Í veruleikanum er talan
bara um einar 20 tímar
færri um árið, ella ein 1%
lækking í arbeiðsbyrðuni,
ein lækking, sum helst
verður flutt yvir í vanligu
arbeiðstíðina.
Átti í hesum sambandi
kanska at nevnt, at í okkara
grannalondum er vanliga
arbeiðsvikan
37
tímar,
íroknað matarsteðg.
Jógvan Arge
Býráðslimur fyri
Tjóðveldisflokkin
Formaðurin í byggi- og
býarskipanarnevndini
royndi herfyri at seta eld í
málið um Hoyvíksgarð, tá
hann brádliga dróg tað inn
á løgting í einum fyrispurn-
ingi til landsstýrið.
Hetta var eftir mínum
tykki sera óhóskandi, tí
stutt frammanundan hevði
hann sjálvur í byggi- og
býarskipanarnevnd Tórs-
havnar Býráðs verið við til
at gera avtalu við bóndan
um, at bóndin og tekniska
umsitingin skuldu tingast
um málið.
Støðan í málinum er í
stuttum, at fleiri áhugamál
stoyta saman í Hoyvíks-
haganum ella á Vatna-
skørðum beint nú.
Kommunan arbeiðir við
eini nýggjari heildarætlan
fyri útbygging av Tórs-
havnar býi. Hendan ætlan
fevnir um stórar ætlanir um
fleiri
sethúsagrundir
í
Hoyvíkshaga komandi 20-
25 árini. Ætlanin fevnir
eisini um beinanvegin at
leggja pláss av til ein golf-
vøll á nakað somu leið.
Frammanundan er Hoy-
víksgarður har uppi. Bónd-
in metir, at hann hevur brúk
fyri meira lendi, enn hon-
um er ætlað, skal hann fáa
nóg góðan rakstur. Tí vil
hann tryggja sær partar av
sama lendi, sum onnur
hugsa sær til sethús og
golfvøll.
Har stendur málið í dag.
Tað seinasta, vit í byggi-
og býarskipanarnevndini
vita um málið, er, at bóndin
á Vatnaskørðum og tekn-
iska umsitingin eftir sam-
tykt í nevndini skula tingast
um møguleikarnar fyri at
byggja garðin út, og hvussu
hesar ætlanir kunnu saman-
sjóðast við nýggju heildar-
ætlanina, sum er í stoypi-
skeiðini.
Tað harmar meg at
síggja, at bæði býráðsfor-
maðurin og næstformaður
hansara fara so harðliga
fram ímóti málinum, með-
an tað er til viðgerðar mill-
um bóndan og teirra, sum
kommununnar vegna ar-
beiða við heildarætlanini.
Fái tað ikki til annað enn,
at leiðslan í býráðnum
ynskir bóndagarðin hagar
piparið grør, so sum mest
av Hoyvíkshaganum kann
leggjast undir asfalt og
betong.
Hetta hevur ikki verið
støðan í byggi- og býar-
skipanarnevndini. Har havi
eg hildið meginpartin av
limunum taka undir við, at
so nógv fyrilit, sum til ber,
verður víst landbúnaðinum
í kommununi.
Tessvegna hava vit sett
partarnar saman at vita,
hvat teir kunna koma ásamt
um.
Tí tað forpliktar, um vit
vilja tað ella ei, at Tórs-
havnar Kommuna í dag
eisini er landsins størsta
landbúnaðarkommuna.
Hans Birgir
Hansen
Samfelagsrevsari í
Havn
Tað kundi verið áhuga-
vert at fingið upplýst,
hvat suðuroyingar kosta
okkum norðanfjørðs, tá
vit halda lív í øllum
virkseminum í Suður-
oynni og eiga lívið í
øllum suðuroyingum í
dag.
Tað eru ábyrgdarleysir
kommunalpolitikarar og
vinnulívsfólk, ið koyrdu
alt á heysin og fingu
gjørt Suðuroynna til
eftirbát á flest øllum
økjum, ið slett ikki klára
at hóra undan kreppunu-
m!
Eg haldi tað vera nógv
fyri,
at
skuldarfríar
kommunur norðanfjørðs
skulu hjálpa teim skuld-
arraktu kommununum í
Suðuroynni, ið mistu all-
an sín pening í dómúr-
skurði í Føroya Rætti!
Hvussu nógvir suður-
oyingar ferðast hvønn
morgun og kvøld mill-
um Suðuroynna og Suð-
urstreymoy við atliti til
arbeiði, skúla, handil,
vinnulív, náttarlív og
frítíðartiltøk í dag! Eg
havi áður víst á suðuroy-
ingar, ið eru fluttir norð-
anfjørðs tóku alt tað
fíggjarliga grundarlagið
undan øllum kommun-
unum, ið eingi vil síggja
í eyguni sum tann bera
nakna veruleika í dag!
Eg haldi at kommu-
nalpolitikarar og vinnu-
lívsfólk skulu vera undir
eftirlit av fólki fyri tann
fíggjarliga og politiska
heimin, skal sleppast
undan fleiri kreppum, ið
raka Suðuroynna! Fluttu
allir suðuroyingar norð-
anfjørðs suður aftur til
heimstaðarkommununa,
fingu hesar fleiri skatta-
borgarar og skattainn-
tøkur, hvat ið teim tørvar
fyri at kunna svara fíggj-
arligar skyldur.
Eg havi áður nevnt
møguleikan, at Norrøna
kundi lagt at í Suður-
oynni, bæði niðurgang-
andi og uppgangdi til og
frá Hetlandi og Dan-
mark, ið vil spara flutn-
ingsútreiðslur1 Drelnes
er ikki egnað til nýggja
samferðsluhavn. Tvør-
oyri skuldi ístaðin fyri
fingið djúpvatnshavn og
Vágur
skuldi
fingið
samferðsluhavn sunnan
fyri virkið hjá Føroya
Fiskavirking í Vági!
Eg haldi at kommun-
urnar
í Suðuroynni
skuldu tikið seg burtur
úr
interkommunalum
felagsskapum og fingið
egna brennistøð ístaðin
fyri IRF og elverk
ístaðin fyri SEV-felags-
skapin! Nýggi Smyril
eigur ikki bert at sigla
ímillum Suðuroynna og
Suðurstreymoy, men til
Klaksvíkar og Runavík-
ar, tí tá slepst undan øll-
um trailaraflutningi úr
Eysturoynni og Norð-
oyggjum!
Vit kunnu væl klára
okkum í Havnini og
Suðurstreymoy
uttan
allar suðuroyingar, og
eisini avbygdarfólk úr
øðrum oyggjum, ið ein
kann koma aftur til undir
somu yvirskrift í lesara-
brøvunum!
Tað kann ikki vera
rættvíst, at kommunur
uttan fyri Havnina/Suð-
urstreymoy skulu liggja
inni á okkum og sleppa
sær undan ábyrgdum og
skyldum av íbúgvum í
kommununum í allari
Suðuroynni! Vit hava
nógv arbeiðsleys/tøk og
uppvaksandi ættarlið, ið
avbygdarfólkið
hevur
skúgvað til síðis vegna
tann
rikna
familju-,
vina- og kenningapoli-
tikk, ið gevur mær veru-
ligu andstygdina í Havn-
ini!
Hvat kosta
suðuroyingar?
VIÐMERKINGAR
Verjur kommunusamskipan Føroyar (KSF)
allar sínar borgarar ella bert áhugamál hjá
stýrinum?
Als ikki nøkur stór broyting
Havnin og landbúnaðurin
C
M
Y
K
14