leygardagur 4. oktober 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 188 - 4. oktober 2003
Nr. 188 - 4. oktober 2003
17
Ein rundferð á leiðini
Tórshavn, Scrapster,
Hirtshals, Fredericia,
Keypmannahavn og
aftur til Føroya um
Hirtshals og Tvøroyri
til Havnar frá 15. til
25. august í 2003
Thomas Michael Smith
Umborð
á
Lómi
við
bryggju í Havn á Mariu-
messu 15. august klokkan
hálvgum tólv, ein hálvan
tíma fyri midnátt.
Skipið skal eftir ætlan
siga klokkan átta hetta
kvøldið, men tað er ikki
altíð, at tíðarætlanin heldur.
Komin um borð klokkan
trý korter til átta, sást bein-
anvegin, at reinføri er sera
frammarlaga, tí í ganginum
standa skógvar á rað. Her
um borð ganga vit ikki í
skóm. Tað eru vit føroying-
ar vandir upp við heimaní-
frá.
Hovmeistarin tekur ímóti
og ynskir vælkomin um
borð og vísir mær annað
einmanskamarið, eg skal
vera í á túrinum. Her eru
tvey einmanskømur og
fimm tveymanskømur til
ferðafólkið. Felags brúsi-
bað er úti á ganginum.
Klokkan ellivu skuldi
hovmeistarin tørna inn,
sum heilt rímiligt er, tí hann
skal vera á fótum aftur
klokkan seks á morgin ári.
Hann skal purra frívaktina
út og gera morgunmat, ið
skal standa á borðinum áðr-
enn klokkan átta. Skaffað
verður millum átta og
níggju.
Nú gleði eg meg til at
fara í koyggjuna við væl-
angandi, reinum koyggju-
klæðum. Klokkan er hálvg-
um tólv.
Teir fara at loysa hvørja
løtu nú, og so gongur leiðin
til Scrabster.
Nú tørnaði eg ikki inn
beinanvegin, so klokkan
tólv – á midnátt – fari eg út
á dekkið at vita, um vit
leggja frá – tað kundi ljóð-
að so av ymiskum larmi
uttanífrá, men tað eru
trukkar, ið koyra nýfiskað-
an útróðrarfisk av Skála-
fjørðinum – frá gólvupp-
boðssøluni – umborð.
Yvirstýrimaðurin kemur
fram við har og stendur og
hyggur niður á keiina.
Hann sigur, at nú líður væl,
til klárt er at fara.
Sigast má, at tað eru
frískastu vørur, ið koma
umborð, sum skulu landast
í Scrabster og sendast á
marknaðin í Aberdeen –
fáar tímar gamal fiskur,
sum í reinum hvítum kass-
um, væl ísaður, verður
koyrdur um borð í kølilast-
ina á Lómi.
Skipið siglir eftir fastari
ætlan: Fer av Havnini
fríggjakvøld og kemur til
Scrabster
leygarkvøld.
Sunnumorgun til Hirtshals.
Týsmorgun til Fredericia
og mikudag til Keyp-
mannahavnar.
Úr
aftur
Keypmannahavn og inn
aftur til Hirtshals. Haðani
frá inn á Tvøroyri fyrst, til
Klaksvíkar og Runavíkar
og skal vera á Havnini
mánamorgun til arbeiðstíð.
Lómur er bygdur í Nord-
vestconsult í Aalesund í
1978. Hann er 88,80 metrar
langur, lastar 1700 tons,
frysti- og kølilast og kon-
teynarar. Manningin er tólv
tilsamans, tríggir á brúnni,
tríggir í maskinuni, fýra á
dekkinum, ein hovmeistari
og ein kahútsjomfrú. Yvir-
menninir ganga 4-6 vakt.
Dekkarar arbeiða, tá ið
nakað er at gera, men ann-
ars eitur vaktin tíggju tímar
um dagin hjá teimum. Hov-
meistari og kahútsjomfrú
frá klokkan seks á morgni
til seks á kvøldi við einari
fríløtu mitt á degi eftir
døgurða.
Manningin er seks vikur
um borð og seks á landi, so
tað eru tvær manningar
sum skiftast.
Lómur kann hava tólv
ferðafólk við.
Úr Føroyum lastar hann
mestsum bara fisk, men
heim aftur hevur hann allar
møguligar vørur – grøn-
meti, frukt og aðrar heil-
søluvørur, spiritus og øl til
Rúsuna, bilar, gravimaskin-
ur, sement og mangt mangt
annað.
Á hesum túrinum eru 30
konteynarar á dekkinum og
køli- og frystigóðs, til sam-
ans eini 1200 tons. Í
Scrabster verða lossað um-
leið 800 tons, og tey 400
tonsini í Danmark, har mest
í konteynarum.
Vit koma til Scrabster
klokkan sjey leygarkvøld-
ið. Flestu ferðafólkini fara í
land at uppliva pub-lívið í
Skotlandi. Lossað verður til
klokkan trý, og vit leggja
frá klokkan hálvgum fýra
sunnumorgunin við kós
móti Hirtshals, her vit eru
inni klokkan hálvgum seks
seinnapartin mánadagin.
Tá ið Lómur hevur lagt at
har, verður klokkan flutt
ein tíma fram til danska tíð.
Við á hesari ferðini eru
tíggju ferðafólk. Á næst-
ovasta dekki er hugnalig
salong, her vit fáa allar
máltíðir, morgunmat, døg-
urða og nátturða. Kaffi fæst
alla tíðina, og lítil barr er
eisini við sodavatni, øli,
víni og sterkari við.
Maturin er fyrsta floks.
Og eftirsum sunnudagur er,
verður gjørt eyka burturúr.
Vit fáa neytainntjógv, ein
herlig steik uppá fimm
kilo. Tað hevur verið í ovn-
inum í fimm tímar, og er
vorðið moyrt og saftugt.
Smakkurin er úrvalsfínur.
Í dag fingu vit eitt vakurt
upplivilsi. Tveir ella fleiri
sjórutir springarar spældu
sær framman fyri skipið
eina góða løtu í góðveðrin-
um – havið er spegils-
blankt. Springararnir lupu
høgt upp úr sjónum, og
serliga teir donsku gestirnir
Arbeiðsplássið Lómur
Lómur við bryggju í Havn, áðrenn riggað verður til nýggjan túr
Gott og hugnaligt er í messuni
vóru hugtiknir av hesum
vøkru dýrunum. Teir hava
longu fingið fleiri góð bíløt
til fotoalbummið av vísa
børnum og ommu- og
abbabørnum langa tíð fram
– vónandi.
Kokkurin vísti mær skip-
ið í gjár. Lastin er í trimum
hæddum, køli- og frysti-
lastir. Tvær tær niðaru eru
fullar, og í ovastu eru eisini
bilar við hjá ferðafólkun-
um.
Uppi á konteynaradekk-
inum liggja eisini tveir trol-
lemmar úr Vági, sum eru
seldir til trolara í Hirtshals.
Tað er heilt ofta, at henda
útflugningsvøran er við í
farminum.
Manningin á vakt hevur
alla tíðina nakað at gera,
sum rímiligt er. Komin nið-
ur á ovasta dekk, eru tveir
mans í holt við at lata
destillerað vatn á akkumul-
atorarnar á einum gaffil-
trukki.
Akkurát nú – klokkan
hálvgum eitt um náttina –
er stilli á havinum. Skipið
siglir bara fram eftir uttan
at vagga til nakra síðu.
Sýnið er púra klárt. Tá er
ikki nakar bági at føra
skipið fram ímillum allar
boripallarnar, sum liggja á
leiðini til Hirtshals. Summ-
ir teirra hava ein eldloga
standandi upp í loft. Login
sær nokkso meinaleysur út,
men so er onkur annar, ið
sendir ein tjúkkan, svartan
royk upp í luftina. Tað sær
ikki gott út, men líka veit
eg, hvat verri er, ein logi
uttan serliga nógvan royk,
ella ein annar skorsteinur,
ið sendir ein sjónligari
svartan royk upp í himm-
alin.
Vit koma til Hirtshals til
ásetta tíð klokkan fimm
seinnapartin danska tíð.
Ferðafólkið er farið í land.
Tað verður ikki lossað í
kvøld, men vanliga arbeiðs-
tíð í morgin, 19. august.
Fráfaringartíðin í morgin er
sett til klokkan sjey í ann-
aðkvøld við kós móti Fre-
dericia. Tað, ið eftir er av
fiskalastini verður koyrt
upp í Hirtshals, og tað eru
bara
konteynarar,
sum
verða lossaðir í Fredericia,
og nakrir í Keypmanna-
havn.
Millum vørurnar, sum
trukkarnir koyra í land, eru
eisini hesar flottu 5 kg-
eskjurnar við frystum fiski.
Tað man vera nakað av tí
besta fiskaflakinum, ið
yvirhøvur finst, sum verður
gjørt um borð á okkara
stóru langfaratrolarum.
Ferðandi á eini rundferð
við Lómi hava møguleika
at uppliva nakað í landi, her
skipið leggur at, tí støðg-
urin er altíð fleiri tímar á
hvørjum plássi. Serliga í
Hirtshals er nóg mikið av
tíð til ein túr til Skagen til
dømis. Her er nógv at
síggja, eitt nú tað stóra
listasavnið við kendum
verkum hjá teimum víða-
gitnu Skagen-málarunum.
Mikudagin 20. august
leggja vit at í Fredericia. Tá
ið konteynararnir eru loss-
aðir her, verður lastað við
blandaðum
góðsi,
tað
mesta úr sjálvum Danmark,
men okkurt kemur eisini
longri suðuri frá viðhvørt,
so sum trol úr Portugal. Í
Fredericia kemur eitt ferða-
fólk um borð aftrat.
Klokkan fýra hósmorg-
unin leggja vit at í Norð-
havnini í Keypmannahavn,
Trælastkajen, Orientplads.
Her fara eisini fleiri kon-
teynarar í land, og bland-
aður farmur kemur um-
borð.
Fleiri gestir koma um-
borð. Tað eru føroyingar,
sum búgva her fast. Teir eru
trúgvir vitjandi, sum koma
um borð at heilsa uppá
manningina nærum hvørja
ferð, skipið kemur til Keyp-
mannahavnar og fáa ein
kaffimunn og eitt hugnaligt
prát.
Á veg út úr havnini, við
kós aftur móti Hirtshals
møta vit einum lítlum,
gomlum kenningi. Tað er
gamli Bragd, sum nú siglir
við turistum á Oyrasundi.
Tað er eitt eldri par, sum
eigur Bragd, og sigla við
honum úr frá Nyhavn.
Vit eru aftur í Hirtshals
klokkan
hálvgum
seks
fríggjamorgunin 22. aug-
ust, her tann seinasti farm-
urin verður tikin um borð í
konteynarum og leyst góðs
eisini.
Í havnini liggur Jupiter úr
Gøtu, her hann fær nýggja
køliskipan ísettað og verður
málaður.
Simone J liggur eisini
inni, tá ið vit fara út. Hon er
eisini eitt konteynaraskip,
ið Skipafelagið hevur leig-
að til hesa somu leið, sum
Lómur og Blikur sigla, so
hon er ein sera týðandi
vinnuvegur hjá Skipafel-
agnum.
Ferðin niður var sjáld-
sama góð. Skipið rørdi seg
næstan ikki, men komin út
úr havnini í Hirtshals á veg
norður eftir aftur er heldur
øðrvísi. Vit fáa hann beint
frammaná við strúki í
vindi, so tað er heldur sjó-
verksligt hjá nøkrum av
ferðafólkunum, kanska hjá
onkrum av manningini við.
Men á hálvari leið móti
Hetlandi hæsar hann av
aftur, og á seinasta teinin-
um til Føroya er blikalogn.
Somikið hevur mótvind-
urin kortini gjørt, at vit eru
seinkaðir nakrar tímar og
koma ikki inn á Tvøroyri
fyrr enn á midnátt. Her
verður lossað beinanvegin,
men vit sleppa ikki av
Tvøroyri fyrr enn klokkan
trý sunnumorgunin, og so
má farast á Havnina, tí her
skal hann vera til ar-
beiðstíð. So má Klaksvíkin
og Runavík takast aftaná.
Á ferðini heim, millum
Føroyar og Hetland í fagr-
asta veðri, halda vit okkum
síggja tríggjar bátar við
hvítum seglum. Í góðveðr-
inum sá tað heilt ónatúrligt
út, at seglini brádliga løgdu
seg fløt. Tað ber ikki til, og
tað vísir seg altso, at hetta,
vit halda eru hvít segl, eru
blástur frá stórhvali. Vit
halda tað vera augustur –
heimsins størsti tannhvalur.
Øll koma upp á brúgvar-
veingin við kikara, video
og fototóli. Men tað gongur
so skjótt fyri seg, at nakað
líkinda bílæt fæst neyvan
burturúr við at standa her-
uppi. Tey flestu vilja heldur
uppliva hesa fantastisku
sjón, heldur enn at standa
og avmynda.
At tað eru so fá ferðafólk
við á slíkari ferð ger, at tey
koma at kennast um borð
og kunnu hugna sær saman
á ein øðrvísi hátt enn við
stórum ferðamannaskipi.
Úr
stovuvindeyganum
síggi eg Lóm fara spakuliga
slóandi niðan gjøgnum
Nólsoyarfjørð um trítíðina
mánadagin 25. á veg til
Klaksvíkar. Haðani gongur
leiðin til Runavíkar. Hann
skal í dokk á Skála til onkra
lítla umvæling.
Eg vil nýta høvið til at
takka manningini á Lómi
fyri blíðskap og gestablídni
og fyri sera góðan, væl-
smakkandi mat og eina
góða koyggju.
Takk fyri, øll umborð!
Axsel Lützhøft, kokkur borreiðir við góðum og heilsugóðum mati
Myndir Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
17
16