Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 - 4. oktober 2003 19 AB tapti dystin móti Sumba á skrivara- borðinum, tí leik- loyvið til Tom Iburg ikki skuldi verið út- skrivað. Men tað var útskrivað, og sam- bært kappingarregl- unum hevur leik- loyvið endaligt gildi, tá tað er útskrivað. Men tað hevur tað kortini ikki… KÆRA Jákup Mørk Hóast Sumba var á Argjum og leikti landskappingar- dyst tann 30. august í ár, so var tað ikki fyrr enn hós- kvøldið, at endaliga úrslitið av dystinum fyrilá. Á vøllinum var tað ann- ars AB, sum vann dystin 2- 0, men tá sumbingar gjørd- ust varugir við, at AB hevði gjørt nýtslu av einum ólógligum leikara, gjørdu teir av at kæra hetta. Tað vísti seg tó, at við- komandi leikari hevði leik- loyvi, men hóast hetta, so gav kappingarnevndin Sumba viðhald, tí mett varð at loyvið var útskrivað á skeivum grundarlag. Hetta tí kappingarnevndin hevði móttikið skeivar upplýsing- ar frá AB í málinum. Munur er á Hetta vildi AB tó ikki góð- taka uttan. Vísandi til frá- greiðingina til kappingar- reglurnar fyri fótbólt segði AB, at eitt leikloyvi er eitt leikloyvi. Í frágreiðingunum til kappingarreglurnar, sum at kalla er eitt undirskjal, har tulkingin av reglunum er nærri greinað, verður stað- fest, at: »Eftir galdandi reglum er ein leikari at meta sum lóg- ligur leikari, tá hann hevur fingið loyvisbræv frá Fót- bóltssambandinum. Hetta merkir í veruleikanum, at eingin spurningur kann setast við heimildina hjá einum leikara at leika fyri eitt felag, eftir at hann hev- ur fingið loyvisbræv frá FSF. Spurningurin hevur ofta verið frammi í kærumálum, og niðurstøðan hevur altíð verið, at eitt felag ikki kann lastast fyri at ein leikara, sum hevur lógligt loyvis- bræv. Niðurstøðan er, at uttan mun til um flytingin hevur verið samsvarandi reglun- um ella ikki, er leikarin at meta sum lógligur fyri fe- lagið, tá FSF hevur út- skrivað honum loyvis- bræv.« Men hóast tað stendur »uttan mun til« so er munur á, og hóast tað stendur » at eitt felag ikki kann lastast fyri ein leikara, sum hevur lógligt loyvisbræv« so kundi AB lastast fyri hetta. Tað var í øllum førum niðurstøðan, sum dóms- nevndin kom til, tá hon hósdagin tók endaliga støðu í málinum. Boðini haðani vóru, at dóms- nevndin hevur gjørt av at staðfesta úrskurðin frá kappingarnevndini, og tað vil við øðrum orðum siga, at stigini fyri dystin fram- haldandi eru í Sumba. Geva AB apuna Hóskvøldið fingu vit orðið á Tórálv Stenberg, sum er formaður í AB, og hann tóktist hava ilt við at skilja, hvussu dómsnevndin kundi koma til hesa niðurstøðu. - Enn hava vit so bara fingið at vita, at Dóms- nevndin staðfestir avgerð- ina hjá kappingarnevndini, og at vit so fáa bræv send- andi seinni. Men tað er eingin loyna, at vit eru sera skuffaðir, og fyri mær at síggja, so roynir kappingar- nevndina við hesum at geva okkum apuna. - Í niðurstøðuni hjá kapp- ingarnevndini stendur at »Tað má leggjast til grund, at AB við vilja hevur kapp- ingarnevndini skeivar upp- lýsingar, og at AB tí við vilja hevur virkað til, at kappingarnevndin hevur tikið avgerðina um at lata AB spæliloyvið hjá Tom Iburg undir skeivum for- treytum og við ítróttarlig- um fyrimuni fyri eyga.« Altso er her talan um eitt stempul á AB, har tað verður staðfest, at felagið við vilja hevur roynt at fáa sær ítróttarligar fyrimunir grundað á ósannar upp- lýsingar. Og tað er serliga hetta, sum AB-formaðurin tykist vónbrótin um. - Eg kann ikki siga annað enn, at vit eru ósamdur í niðurstøðuni, og at vit eru sera ósamdir í grundgev- ingunum, sum kappingar- nevndin hevur fyri síni støðu. - Tað er framvegis okkara fatan – og tað vístu vit eisini dómsnevndini á – at tá spæliloyvið var útskri- vað, so er leikarin lógligur. Tað stendur jú staðfest í reglunum, at felagið ikki kann lastast fyri hetta, og tað stendur staðfest, at spurningur ikki kann setast við rættin at spæla, tá leik- loyvið er útskrivað. - Hartil er at siga, at kappingarnevndin hevur viðgjørt málið 5. septemb- er. Spæliloyvið varð út- skrivað sama morgun, sum dysturin varð leiktur. Altso 30. august. Og í skrivinum frá nevndini stendur, at spæliloyvið verður tikið aftur dags dato. Altso 5. september. Men kortin verður so staðfest, at leik- arin ikki hevði lógligt leik- loyvi tann 30. september. Her er ikki samanhangur í, sigur AB-formaðurin. - Og so verða vit eisini lagdir undir at hava roynt at svikað okkum til spæli- loyvið. Vit handlaðu í góðari trúgv, tí vit trúðu, at spælarin var fluttur aftur til Føroya í summar. Og tí upplýstu vit hetta fyri kappingarnevndini. Tað hava vit eisini ført fram fyri dómsnevndini. - At tingini so vóru øðr- vísi er sjálvandi ein feilur, men tað má so vera upp- gávan hjá kappingarnevnd- ini at kanna hetta, áðrenn loyvið verður útskrivað. Tí haldi eg so sanniliga, at man hevur gjørt eitt mistak, tá neyðuga dokumenta- tiónin ikki er umbiðin. Tað er ein brølari, sum kapp- ingarnevndin hevur gjørt, men sum vit nú svíða fyri. - Og tá hugsað verður um umstøðurnar, so haldi eg tað eisini vera púrasta burt- urvið, at vit við vilja skuldu havt áhuga í at latið skeivar upplýsingar. Tann 30. august vóru framvegis seks umfør eftir at spæla. 18 stig vóru at spæla um, og sjálv- andi vildu vit ikki risikera at nýta ein leikara, sum vit vistu var ólógligur, og sum tí kundi kostað okkum seks dystir, ella kanska í ringasta føri at verða tveittir úr kappingini. Kostaði bronsuna Soleiðis staðfestir formað- urin í AB, at hann als ikki kann góðtaka málsviðgerð- ina, soleiðis sum hon er farin fram, og at enda legg- ur hann so afturat, at Kapp- ingarnevndin ikki ein gongd hevur fylgt sínum egnu reglum fyri viðgerð av kærum. - Hóast vit bóðu um at fáa innlit í øll skjøl, sum viðvíktu málinum, so varð hetta ikki eftirlíkað okkum. Og tað staðfestir bara fyri mær, at her er ikki rætt farið fram, sigur altso Tór- álvur Stenberg at enda. Við hesum seinasta sipar hann til petti 14 í frágreið- ingini til kappingarregl- urnar. Her verður nevnliga staðfest, at fyri at málini verða so væl upplýst sum gjørligt, hava allir partar krav uppá at verða kunnaðir um alt tilfar í málinum. So er spurningurin bara, um at kunna og at fáa innlit í skjøl hevur somu merking. Hvussu er og ikki, so stendur úrskurðurin um at Sumba skal hava stigini við. Ein avgerð, sum í nú- verandi støðu tykist vera avgerandi fyri bronsumerk- ini í deildini. Her er Sumba nú seks stig frammanfyri AB, men tann munurin hevði verið burtur, um stigini høvdu verði verandi á Argjum. Tí vildi AB undan seinasta umfarinum verið á triðja plássinum, og so er spurningurin bara, hvussu tað fer at tørna út, tá AB leygardagin vitjar í Klaksvík, meðan Sumba á seinasta leikdegi vitjar í Fuglafirði. Fløkjast í reglunum Á Argjum eru tey alt annað enn nøgd um viðgerðina, sum málið um dystin »AB-Sumba« hevur fingið savnsmynd 19 Nr. 188 • leygardagur • 4. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Menninir bíða eina viku, men longu sunnudagin fara kvinnurnar undir fyrstu dystirnir í landskappingin í 1. deild HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir eitt summar, har fótbólturin enn einaferð hevur tikið stóran part av ítróttaumrøðuni, er tað nú hondbólturin, sum stendur fyri tørni. Sunnudagin verða fyrstu dystirnir í lands- kappingini hjá teimum vaksnu leiktir, og er talan í fyrsta lagi um kvinnurnar, sum fara í eldin. Í Havn koma føroya- meistararnir úr VB á vitjan hjá Neistanum, og har verður spennandi at vita, hvørt VB aftur í ár fer at seta sær kós móti gullmerkjunum, ella um Neistin hinvegin hevur ment seg til eitt av lið- unum, sum fara at tosa við um gullið. Í Klaksvík hevur Stjørnan í ár sett sær høg mál, og við trimum nýggjum útlendskum leikarum og afturkom- num leikarum úr egnum røðum er einki at ivast í, at tær vilja heilt upp í oddin í ár. Sunnudagin fáa tær vitjan av Kyndli, og so er spurningurin, hvørt nøkur ábending um styrkina hjá liðunum báðum verður at síggja í hesum dystinum. Seinasti dysturin verð- ur í Vestmanna, har Sølj- an kemur á vitjan. VÍF tykist aftur í ár ætla sær at teljast millum odda- liðini, men nú kappingin byrjar, restar enn at av- greiða spæliloyvini hjá teimum báðum nýggju útlendsku leikarunum. Sum skilst, so lótu vest- menningar annars um- sóknina um innferðar- og arbeiðsloyvi inn longu í juli mánaði, men hóast tað eru tríggir mánaðir lidnir síðani tá, so hava tey enn einki fingið at vita, hvørt leik- ararnir kunnu koma til landið ella ikki. Tað er bert Jan Dam á núverandi HB-lið- num, sum hevur roynt kensluna av at fáa gullið hongt um hálsin í Gundadali UPPTAKT Jákup Mørk Tað verður veitslurómur í Gundadali leygardagin. Gullmerkini eru tryggjað hjá HB annað árið á rað, og í so máta er talan bert um avgreiðsluspurning sunnu- dagin. At avgreiðsluspurning- urin so eisini ímóti javn- aldranum og arvafíggind- anum úr Klaksvík, man ikki gera fótbóltshýrin í felagnum minni. Gullið í Havn Nakað, sum heldur ikki man gera fótbóltslagið minni, er tann sannroynd, at hetta er fyrstu ferð í 13 ár, at HB fær gullkrónurnar handaðar í Gundadali. Í 1998 hendi hetta í Fugla- firði, og í fjør á Tvøroyri, og tí man tað ivaleyst kennast eyka stórt, nú hetta hendir á heimavølli. Av teimum, sum í dag spæla á HB-liðnum, var tað bert Jan Dam, sum eisini var partur av liðnum í 1989, og tó at minnið hjá honum vanliga er gott, so man eis- ini hann gleða seg til løt- una. Annars verður sagt úr HB, at teir kanska ikki eru heilt so væl fyri hesaferð, sum teir hava verið til onkrar aðrar dystir. Einir seks leikarar hava ligið við krími hesa vikuna, men tað verður tó roknað við, at hesir verða tøkir til leygar- dagin! Eingi leikbann eru í hóp- inum, so tað verður eingin leikari, sum hesari orsøk noyðist at taka til takkar við einum áskoðaraleikluti. Hjá KÍ stendur eitt sindur verri til við leikarunum undan hesum dystinum. Gul kort í dystinum móti NSÍ seinasta vikuskifti merkja, at hvørki Ove Nysted ella Atli Joensen eru tøkir, og hartil er Símun Joensen burturstaddur. Men hóast hetta og hóast KÍ millum lítið og einki hevur at spæla fyri á stiga- talvuni, so er einki at ivast í, at leikararnir fara at seg alt tað, sum teir eru mentir í hesum seinasta dystinum. Teir fáa kanska ikki forðað HB í at koma ájavnt KÍ í meistaraheitum, men teir kunnu um ikki annað vinna eina lítlu neisu við at siga, at her var KÍ kortini best. Dystir um vikuskiftið Fótbóltur 1. deild menn 04.10 15.00 Skála-EB/ Streymur Petur Skarðenni 04.10 15.00 NSÍ-FS Vágar Páll Augustinussen 04.10 15.00 HB-KÍ Eiler Rasmussen 04.10 15.00 GÍ-B36 Lassin Isaksen 04.10 15.00 VB-B68 Oddmar Andreasen 2. deild 04.10 13.00 B71-TB Dagfinn Olsen 03.10 19.00 B36-B68 Odmar Andresen 04.10 13.00 ÍF-Sumba Suni Johansen 04.10 13.00 VB-LÍF Georg Rasmussen 04.10 13.00 KÍ-AB Tummas Pauli Olsen 3. deild 04.10 17.00 NSÍ-FS Vágar Rúni Gaardbo 04.10 17.00 Skála-EB/ Streymur Magni Hansen 04.10 17.00 HB-TB Regin Egholm 04.10 17.00 GÍ-B36 Bogi Joensen 04.10 17.00 Royn-ÍF Andrew Christiansen Hondbóltur 1. deild kvinnur 05.10 14.30 Neistin-VB Geir/Gunnar 05.10 17.00 Stjørnan- Kyndil Jákup Símun/Høgni 05.10 14.30 VÍF-Søljan Hannis/Uni HB-KÍ: Nú fær HB gullið í Havn Hesaferð verður tað í Gundadali, at Rúni Nolsøe kann taka ímóti meistarasteypinum So byrjar hond- bólturin C M Y K 18