Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 - 4. oktober 2003 21 NSÍ-FS Vágar: FSV skal spæla fyri lívinum Tað hevur ikki gingið, sum teir høvdu ætlað og vónað, ásanna teir i Vágum, sum hesa ferð hava Jóhannis Joensen við aftur UPPTAKT Jóannes Hansen Undan kappingarbyrjan søgdu teir í FS Vágum seg vóna, at tað fór at eydnast teimum at slepp undan botnstríðnum, og teir hildu seg hava nóg góða manning til, at vónirnar kundu gerast til veruleika. Nú eigur FSV bara ferð- ina til Runavíkar á. Tá ið teir fara úr Vágum er FSF 1. deildarlið. Um teir eisini vera í bestu deildini, tá ið teir fara vestur aftur, vald- ast um úrtøkuna í Runavík, og tað valdast eisini um, hvussu tað fer at ganga hjá skálamonnum ímóti EB/- Streymi. At tað ikki hevur verið soleiðis, sum teir høvdu vónað og roknað við, ásanna vágamenn. Tá ið tað kemur til at finna orsøkir verður tað víst á, at gamli veikleikin, ikki at leggja so nógv fyri í venjingini, sum tað er neyðugt, ikki hevur gjørt um seg í ár. – Spælararnir hava verið óførir at møta til venjingar, og teir hava arbeitt væl, staðfestir Albert Ellefsen. Hví hevur tað so ikki gingið, sum tit høvdu ætl- að? – Tað mugu vit staðfesta, at tað ikki hevur. Millum orsøkirnar er, at vit ikki hava havt møguleika at spæla við einum og sama liði. Skaðarnir hava verið ov nógvir. Eitt nú hevur Jó- hannis Joensen, sum hevur verið liðformaður og ein av álitismonnunum, ikki spælt, síðani hann noyddist at fara út ímóti B68. Tað er meiri enn ein mánaði síð- ani. Men sum heild hevur kappingin verið hørð. Hesa ferð eru teir flestu av teimum tøkir hjá FS Vágum, sum hava spælt síðani summarsteðgin Jó- hannis Joensen hevur vant í vikuni, og teir rokna við, at hann fer at royna at spæla í dag. Kim Poulsen er fram- vegis skaddur, og Eyðfinn Fjalsbak tykist ikki vera komin fyri seg aftur. Hann varð skaddur undan summ- arsteðginum. Hann hevur roynt at venja aftur, men tað hevur gingið striltið. NSÍ er undan síðsta um- farinum á fjórða plássinum, og tað verða teir eisini eftir heimadystin ímóti FS Vág- um – uttan mun til hvat úr- slitið verður. Tað hevur verið eitt sind- ur at hoyrt um, at NSÍ venj- arin hesa ferð fór at geva onkrum óroyndum spælar- um møguleikan, og at NSÍ liðið tískil ikki fór at verða so væl fyri, sum tað kundi verið. Hvussu verður tað við hesum? – Vit hava skyldu yvirfyri okkum sjálvum og øllum hinum at spæla við so góð- um liði, sum tað ber til. Nógv bendir á, at tríggir av teimum, sum plaga at vera á liðnum, ikki vera førir fyri at spæla ímóti FS Vág- um, men vit fara at gera alt fyri at fáa øll stigini, sigur Jógvan Martin Olsen, NSÍ venjarin. Jústinus R. Hansen, sum hevur tikið seg støðugt nærri plássi millum teir fyrstu ellivu, er leikbannað- ur. Miðvallarin, Rúni Ras- mussen, hevur verið sjúkur alla vikuna, og Jónstein Petersen, sum saman við Messias Pereira man vera tann NSÍ spælarin, sum hevur staðið eina sterkast í myndini hetta kappingarár- ið, hevur ikki vant í vikuni. Orsaka av skaða var hann ikki við í Klaksvík, og tað er rættuliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í dag. GÍ-B36: Vilja enda væl B36 skal spæla fyri silvurmøguleikanum, og hjá GÍ ræður bara um at enda árið væl UPPTAKT Jákup Mørk Talið av havnarfólki, sum ætlaði sær til Gøtu á sein- asta leikdegi mundi falla nakað nógv, tá Tór-Ingar Akselsen í 81. minuttir skeyt HB á gullkós seinasta vikuskifti. Eitt mál, sum í veruleikanum merkti, at gullmøguleikin hjá árstals- felagnum hvarv Nú stendur eftir, at talan í Gøtu verður um næstan týdningarleysan dyst, tó at B36 við einum sigri møgu- liga kann spæla seg til silv- urið heldur bronsuna, men tað gera teir so ikki einsa- mallir av. Hjá GÍ er tað bert ærann, sum er upp á spæl. Var B36 fremst undan hesum, so kundi GÍ tryggjað sær Europa-Cup pláss við at tapa (!), men tann møgu- leikin er so ikki til staðar longur. Nú ræður einamest um at tryggja sær, at liðið ikki fær vánaligastu endastøðuna, síðani teir í 1980 fyri fyrstu ferð leiktu í bestu mans- deildini. Vánaligasta avrikið er higartil sjeynda plássið í 1989, og hvussu víkir og vendur, so verður talan aftur hesaferð um eitt sjeynda pláss. Ta ferðina – í 1989 – hevði GÍ 16 stig, men umroknað til trý-stiga skalan hevði talan verið um 23 stig og ein negativan málmun á fimm stig. Í ár kann GÍ við einum sigri røkka 23 stigum, og mál- munurin verður tá ikki verri enn minus trý, og einki er at ivast í, at dagsins GÍ ikki vil verða tað ringasta í fel- agssøguni. Einasta fráveran hjá GÍ til dystin tykist vera leik- andi venjarin, Krzystof Popczynski. Hann byrjaði inni á Svangaskarði seinast, men mátti skaddur fara av vøllinum, so enn tykist hansara kappingarár ikki at hava fingið nakra positiva vend. Í B36 ásanna tey sjálv- andi, at møguleiki er fyri silvurinum, og tað er so sjálvandi tað, sum farið verður eftir. Nøkur kata- strofa er tað tó ikki, um lið- ið ikki nær hesum máli- num, tí hvussu víkir og vendir, so merkir steypasig- urin, at tað verða B68 og B36, sum fáa tey bæði UEFA-plássini. Og hóast slagið um Havnina og gullið tók fast hjá felagnum, so merkist hetta ikki í fráveruni. Eing- ir skaðar og eingi leikbann gera um seg, so á pappíri- num skuldu møguleikarnir fyri einum sigri í øllum før- um verið góðir. KÍ-kæran avvíst Hósdagin hevði kappingarnevndin hjá FSF fund, har støða millum annað skuldi takast til kæruna, sum KÍ hevði sent inn viðvíkjandi dystinum móti NSÍ seinasta sunnudag. Ein dystur, har KÍ helt seg fyri órætti frá dómaranum, sum teir hildu millum annað hevði givið nøkur ógrundað gul kort. Kort sum eisini bóru leik- bann til dystin móti HB við sær, og sum klaksvíkingar tí vildu hava strikað. Men hetta varð tó sópað av borðinum hjá kapping- arnevndini. Hetta tí tað í ÍSF-reglurgerðunum fyri dómsnevndir er staðfest, at sersambond ikki kunnu broyta dómarans meting í kapping. Hendan reglan hevur áður verið nýtt, tá feløg hava kært um dómara- avrik, og í bestu mansdeildini kom hetta seinast fyri, tá B36 í 2000 vildi ógilda dystin, sum felagið hevði tapt fyri B71. Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini, sigur, at nevndin als ikki hevur møguleika at viðgera kær- una, og at hendan tí er avvíst. Viðvíkjandi dómaraav- rikinum sjálvum, sum KÍ eisini hevur kært um, sigur hann, at hetta verður eitt mál, sum dómaranevndin skal taka støðu til. - jm Vágamenn skulu hava trý stig, um teir skulu vera vísir í at sleppa undan beinleiðis niðurflytingini Hóast silvurið kann røkkast, so munnu bæði GÍ og B36 kenna tað, sum um tað bert er æran upp á spæl leygardagin. Men tað kann eisini vera borgan fyri góðum undirhaldi 21 20 Nr. 188 - 4. oktober 2003 Gongst sum ætlað fáa føroyskir Liverpool- fjepparar sítt egna viðhaldsfelag um eina viku FJEPPARAR Jákup Mørk Manchester United ella Liverpool. Tað tykist ofta vera stóra trætumálið, tá fótbóltshugaðir føroyingar tosa um enskan fótbólt. Sjálvandi eru eisini tey, sum halda við eitt nú Arsenal, Chelsea, Aston Villa ella Tottenham, men skal tosast um, hvørji feløg hava flest viðhaldsfólk her á klettunum, so er tað uttan iva tey bæði fyrst nevndu. Ivaleyst eisini tí hetta eru feløgini, sum hava duga best at savna inn heiðurs- merkir seinastu fjórðings- øldina. Føroyskt felag Seinastu tíggju árini hava tað uttan iva verið tey hjá Manchester, sum hava havt mest at reypa um, men tað verður helst skjótt, at Liverpool-fólkin í øllum førum á einum øki hava meira at breggja sær av. Skalt tú skrásetast sum Machester United fjeppari í Føroyum, so kann hetta lættast gerast við at seta seg í samband við norður- lendsku deildina av sup- porters-branch, sum skip- aðu fjeppararnir nevna seg, men tað verður ikki neyð- ugt, um tú skalt rópa á Liverpool. Her skal nevnliga vera møguligt at tekna seg í ein føroyskan Liverpool-club. Ein sum enntá hevur fingið blátt stempul beinleiðis av Anfield Road. Tað eru teir báðir vest- menningarnir, Barry Blá- hamar og Ellindur Olsen, sum hava tikið stig til nýggja felagið. Nakað væl av fyrireikan er farin fram undan hesum, og millum annað hava teir verið í sambandi við skrivstovuna hjá felagnum fyri at finna útav, hvat krevst fyri at seta eitt slíkt felag á stovn. Eitt av hesum krøvum eru, at í minsta lagi 25 komandi limir vera við á stovnandi aðalfundinum, og hetta rokna teir báðir við fer at bera til. Her skal við- merkjast, at fyri at gerast sjálvstøðugur limur, so er tað krav, at viðkomandi er 16 ár, men børn undir hendan aldur kunnu tó tekna seg, um tey eru í felag við einum vaksnum persóni. Eisini er kravt, at áskoð- arafelagið skal hava eina sonevnda stam-pub, og tað fær nýggja felagið eisini við Bryggjuna í Vestmanna, sum Barry frammanundan eigur og rekur. So hetta var ikki nakar trupulleiki, skilst á lagnum. Spennandi fyrimunir Tað verður so eisini á Bryggjuni, at stovnandi aðalfundurin verður, og hetta verður sjálvsagt gjørt í samband við ein fótbólts- dyst. Enska kappingin ligg- ur still hetta vikuskiftið, men avgerandi landsdyst- urin millum Turkaland og Onglad (við fleiri Liver- pool-leikarum) er á skránni, og hesin verður sendur beinleiðis kl. 18.00. Fundurin sjálvur er settur at byrja klokkan 16.00. Og tað eru fleiri fyri- munir hjá teimum, sum tekna seg sum lim í áskoðarafelagnum. Sum skrásett viðhaldsfelag hev- ur felagið heimild at skipa fyri ferðum til Anfield Road, og umvegis limaskap sín vera tryggjað atgongu- merki til dystirnar. Hartil er eisini møguleiki fyri, at gamlar Liverpool-kempur av og á koma á vitjan hjá stuðlunum, og hvør veit, kanska verður sjálvt liðið eisini at síggja í dysti á føroyskari grund fyrr ella seinni? 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 17 11 - 5 - 1 38 15 23 38 2 B68 17 10 - 5 - 2 26 14 12 35 3 B36 17 11 - 1 - 5 34 19 15 34 4 NSÍ 17 8 - 5 - 4 31 18 13 29 5 KÍ 17 7 - 3 - 7 27 27 0 24 6 EB/Streymur 17 6 - 6 - 5 31 33 -2 24 7 GÍ 17 5 - 5 - 7 25 29 -4 20 8 VB 17 3 - 4 -10 15 30 -15 13 9 FS V 17 3 - 2 -12 25 43 -18 11 10 Skála 17 3 - 0 -14 13 37 -24 9 2. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 ÍF 17 12 - 3 - 2 36 15 21 39 2 TB 17 11 - 2 - 4 50 23 27 35 3 Sumba 17 9 - 5 - 3 34 15 19 32 4 AB 17 7 - 5 - 5 34 21 13 26 5 B36 17 6 - 4 - 7 29 23 6 22 6 KÍ 17 7 - 1 - 9 32 51 -19 22 7 B71 17 6 - 2 - 9 28 22 6 20 8 VB 17 6 - 2 - 9 28 27 1 20 9 LÍF 17 6 - 1 -10 23 44 -21 19 10 B68 17 2 - 1 -14 9 62 -53 7 Máltindurin, 1. deild Hjalgrím Elttør KÍ 13 John Petersen B36 9 Sorin Anghel EB/S 9 Andrew av Fløtum HB 9 Heðin á Lakjuni B36 8 Jákup á Borg B36 7 Clayton Soares FSV 7 Rógvi Jacobsen HB 7 Helgi L. Petersen NSÍ 7 Birgir Joensen FSV 6 Bartal Eliasen GÍ 6 Tór-Ingar Akselsen HB 6 Karsten From NSÍ 6 Sonni L. Petersen NSÍ 6 Birgir Jørgensen VB 6 Milan Kulic VB 6 Súni Fríði Johannesen B68 5 Krzystof Popczynski GÍ 5 Súni Olsen GÍ 5 John Heri Dam B68 4 Egil á Bø EB/S 4 Hans Pauli Samuelsen EB/S 4 Ronnie Samuelsen EB/S 4 Kim Poulsen FSV 4 Símun Samuelsen GÍ 4 Rúni Nolsøe HB 4 Sjúrður Jacobsen NSÍ 4 Føroyskt Liverpool-felag »Silvurið verður verandi á Toftum og B36 má taka til takkar við gullinum. FS Vágar flytir beinleiðis nið- ur, og Skála fær sostatt enn ein møguleika at halda sessinum í deildini« Tað verður í øllum førum endaliga støðan, um hag- tølini skulu nýtast sum grundarlag undir spádóm- unum fyri úrslitini um vikuskiftið. Her eru nevnliga greiðar ábend- ingar um, at B36 fer at hava tað trupult í Gøtu, eins og FS Vágar koma at hava tað í Runavík. EB/Streymur hevur bert vitjað einaferð á Skála í bestu deildini, og tá vann Skála, og so kunnu teir flyta upp í bestu deild- ina. Um alt hetta heldur, so ger tað ikki mun hjá B68 og VB, hvat úrslitið har verður, og í Havn kann HB so taka sær av løttum móti KÍ. Men eitt eru hagtøl. Annað er, hvussu leikur fer, tá fótbóltslandskappingin endar leygardagin. Tá kunnu hagtøl so ikki nýtast til nakað. Men talvan sýnir so, hvussu tað hevur at tørna út, tá mótstøliðini leygar- dagin hava hitst í tilsvar- andi uppgerðum í bestu deildini seinastu tíggju árini. -jm Soleiðis verður skilið C M Y K 20