leygardagur 4. oktober 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 188 - 4. oktober 2003
Skála-EB/Streymur:
Nýggj verja á Skála
Sorin Anghel verður
ikki við, tá ið EB/-
Streymur á Skála fer
at dyrgja eftir fimta
plássinum
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Á Skála royna teir at savna
allar hugsanir og alla orku
um setningin, sum teir
sjálvir skulu greiða á
heimavølli í dag. Tað ræður
bara um eitt. Tað er at vinna
á EB/Streymi. Um tað ikki
eydnast, so skal Skála
næsta ár spæla í næstbestu
deildini, sum teir fluttu upp
úr fyri tveimum árum síð-
ani. Um tað eydnast at fáa
øll stigini í dag, so verður
tað nóg mikið til í hvussu
so er eina viku afturat í
bestu deildini. Um tað ikki
eydnast FS Vágum at fáa
stig í Runavík.
– Tvær tær seinastu ferð-
irnar hava vit fingið fulla
úrtøku. Tað ber sjálvandi
við sær, at lagið er betri.
Tað hevur verið hugaligt at
vant í vikuni, og tað kennist
sum um, at tað avgjørt
verður roknað við møgu-
leikanum, at tað skal bera
til at vinna á EB/Streymi. Í
Vágum var tað heilt týðu-
ligt, at eitt sindur meiri
varð lagt í, enn tað kanska
hevur verið fleiri aðrar
ferðir í hesum kappingar-
árinum, og tað er eingin or-
søk at rokna við øðrum,
enn at tað eisini fer at verða
soleiðis ímóti EB/Streymi.
Spurningurin er so, hvussu
tað fer at kennast á liðnum
hjá okkum, at tað verður
neyðugt at broyta so nógv í
verjupartinum, siga teir á
Skála.
Tað, sum sipað verður til,
er, at tríggir av teimum
fýra, sum hava verið í aft-
astu røðini síðani summar-
steðginum, eru leikbannað-
ir í dag. Teir eru Arnhold
Berg, sum varð útvístur í
Miðvági, og Juian Floresco
og Dusan Jaic, sum báðir
hava ov nógv gul kort á
kontini.
At tað resta fleiri fastir
menn ber við sær, at tað
verður neyðugt at fara í 3.
deild eftir nýggjum spælar-
um. Skálamenninir í 3.
deild hava ikki vant so
nógv og støðugt, sum hinir
hava vant, men tað er eing-
in annar møguleiki. Millum
spælararnar, sum skulu
royna at tetta í verjuni, er
Bent Djurhuus, sum spældi
nógv á besta liðnum í fjør,
men sum ikki hevur gjørt
so nógv við fótbóltin í ár.
Sorin uttanfyri
EB/Streymur er tætt at
fimta plássinum. Teir eru
aftanfyri KÍ, tí klaksvíking-
ar hava verið betri í innan-
hýsis uppgerðunum. Um
KÍ einki stig fær í Gunda-
dali í dag, so verður EB/-
Streymur omanfyri mið-
strikuna, um teir megna
javnleik á Skála.
Hjá EB/Streymi er Hallur
Jacobsen leikbannaður eftir
reyða kortið ímóti VB. Sor-
in Anghel hevur aftur í ár
verið hollur stuðul hjá EB/-
Streymi. Men tað er rættu-
liga ivasamt, um hann verð-
ur við í dag. Orsaka av
vøddaskaða hevur hann
ikki vant í vikuni, og í gjár
høvdu teir einki mót um, at
hann fór at verða klárur at
spæla í dag.
Tá ið skálamenn 6. juli
vitjaðu norðuri á Mølini,
vann heimaliðið 2–0.
Rættuliga óvæntað er
tað nú komið har til,
at møguleikin fyri tví-
faldaðari niðurflyting
er ikki so langt burtur
frá Vágseiði
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Tað varð ikki roknað við tí
undan kappingarbyrjan, og
leingi tóktist tað bara vera
ein spurningur um, nær tað
fór at venda. Men tað hevur
hilnast illa hjá VB, og und-
an síðsta umfarinum ber
ikki til at síggja burtur frá
møguleikanum, at fótbólt-
urin í Vági skal fáa finna
seg til rættis á øðrum støði
næsta ár, enn teir hava gjørt
tey seinastu árini.
Hvørki í 1. ella í 2. deild
fer VB at flyta niður í dag.
Men hjá báðum liðunum er
møguleiki fyri, at tey enda
á næstaftasta plássinum, og
harvið skulu spæla kvali-
fikatiónsdystir um rættin at
halda fram í deildini.
Um VB endar næstaftast
í bestu deildini, so skulu
teir spæla tvær ferðir ímóti
TB um plássið í 1. deild.
Tað hava vágbingar einki
ímóti at sleppa undan. 2.
deildarliðið sleppur sær
undan næstaftasta plássi-
num, um teir ikki tapa
ímóti LÍF á Vágseiði í dag.
Men um 1. deildarliðið
endar í næstbestu deildini,
so verður tað líka mikið,
hvørja endastøðu næstbesta
liðið fer at fáa, tí so skulu
teir undir øllum umstøðum
flyta niður.
– Sjálvandi verður hugs-
að um, hví tað hevur gingið
so av skriðuni. Men akku-
rát nú snýr tað seg um at
savna allar góðar kreftir um
avbjóðingarnar í dag. Tá ið
kappingin verður liðug,
verður liðug, verður næsta
kappingarár viðgjørt, verð-
ur sagt úr Vági.
Øssur framvegis
skaddur
VB fær í dag vitjan av B68.
Toftamenn hava tryggjað
sær luttøku í UEFA Cup
næsta kappingarár, uttan
mun til um teir enda á øðr-
um ella triðja plássi. Men
teir vilja fegnir vinna silv-
urkrónurnar. Tí halda teir
seg hava nógv at spæla fyri.
Hjá VB eru allir spælar-
arnir tøkir. Eisini Slobodan
Madzar, sum var leikbann-
aður, tá ið VB síðsta viku-
skifti tapti á Eiði.
Øssur Hansen er fram-
vegis so mikið skaddur, at
tað ikki ber honum til at
spæla við B68. Hinir, sum
hava verið við tær seinastu
ferðirnar, eru tøkir. Fróði
Benjaminsen var leikbann-
aður seinast, men hann er
við aftur. Jóhan Petur Poul-
sen sá reytt eftir neyð-
bremsu ímóti GÍ, men hann
hevur longu sitið leikbann-
ið av sær. Tað gjørdi hann
mikukvøldið, tá ið B68
unglingarnir taptu 6–4 í
bronsudystinum ímóti GÍ.
Dysturin varð spældur á
Skála.
Toftamenn síggja upp-
gávuna í Vági sum so mik-
ið stóra avbjóðing, at teir
ætlaðu sær suður til Vágs
longu fríggjakvøldið.
EB/Streymur
heldur um liðið
Longu nú tykist tað liggja í kortunum, at
tað verður á leið sama fólk, sum verður í
EB/Streymi komandi kappingarár
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Ein av sólskinssøgunum í bestu mansdeildini hetta
kappingarárið má sigast at vera EB/Streymur, sum
longu nú hevur tryggjað sær eina søguliga góða enda-
støðu, og sum kanska enntá kann betra hesa um viku-
skiftið.
Orsøkirnar til hetta eru uttan iva fleiri, men tvær
teirra munnu í øllum førum vera tilgongdin av leikar-
um, sum felagið hevði í ár, og ikki minst tilgongdin og
búningin av leikarum í egnum røðum.
Eingi ynskir um at rýma
Um hetta hevur viðført, at onnur feløg hava ligið fram-
við eftir leikarum hjá EB/Streymi skal vera ósagt, men
í øllum førum hevur leiðslan longu nú tryggjað sær, at
tað í stóran mun verður av ongum.
Hesa seinastu vikuna hevur felagið nevnliga fingið
pappír upp á flestu leikararnar í hópinum, soleiðis at
teir eisini framhaldandi verða í felagnum, og sostatt
tykjast góð útlit fyri, at positiva gongdin hetta kapp-
ingarárið kann halda fram.
Magnus á Stongunum, sum har um leiðir mest av
øllum verður róptur fyri »manager« hjá liðnum, tó at
hann ikki er partur av nevndini, váttar, at teir í felag-
num hava gjørt sáttmála við størsta partin av hópinum.
- Tað er tó ikki soleiðis, at vit hava spent okkum
nógv meira fíggjarliga. Heldur er tað ein umfordeiling
av midlunum, soleiðis at allir fáa eitt sindur í part. Tað
halda vit eisini, at okkara egnu leikarar hava uppibor-
ið.
- Enn eru vit so ikki heilt lidnir, men vit hava tosað
við einstøku leikararnar, og tað var gleðiligt at stað-
festa positiva andan, sum tykist valda her. Allir eru
positivt innstillaðir upp á eisini at halda fram í kom-
andi kappingarári, og tað kunnu vit ikki annað enn
fegnast um, sigur Magnus á Stongunum.
Tað tykist mest sum víst, at EB/Streymur ikki fer at hava
nakra stórvegis frágongd til komandi kappingarár
VB-B68:
Lagnuløta hjá vágbingum
Undan árinum mundi fáur roknað við, at VB í seinasta
heimadystinum kom at verða partur av
niðurflytingarstriðnum
C
M
Y
K
22
Nr. 188 • leygardagur • 4. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Tá ein kirkja fyllir 165 ár
Jústinus Leivsson Eidesgaard hugleiðir í sambandi við, at Oyndfjarðar
kirkja ehvur 165 ár á baki.
Lesið síðu 4 & 5
FAMILJA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Ofta verður sagt, at fólk líkjast
sum tveir dropar av vatni. Ella
hinvegin at systkin eru sum
dagur og nátt. Tað er sera ymiskt,
hvussu fólk síggja. Onkur kann
halda, at eitt barn líkist akkurát
mammu síni, og ein annar beint
tað mótsatta. Tað er ongantíð til
at siga, hvør líkist hvørjum. Tað
er sum eyga sær. Men onkuntíð
er tað, at ein sær líkheitir á fólki,
sum ikki "eiga" at líkjast. Tað vil
siga, at tey ikki eru í familju ella
so mikið langt úti, at ongin
hugsar um, at tey áttu at líkjast.
Men eisini tað kann koma fyri.
Eisini er tað ofta, at onkur
familja hevur sterkari arvaeindir
enn aðrar. Tað vil siga, at tað sást
betur á einum hvørjari familju
ein er av, enn hjá øðrum.
Mangan hava fólk spurt, hvørs
barn ein er, og fingið aftursvarið:
Ája, tað sæst á skræðuni. Men
tað er sum sagt eisini ójavnt frá
familju til familju. Men onkuntíð
kemur tað fyri, at ein sær
líkheitir millum fólk, vaksin ella
børn, og tað ikki bara er ein, sum
sigur seg síggja tað. Og nevni-
liga hetta kom fyri á Ánaveitsl-
uni á Viðareiði.
Minna um hvønn annan
Í Ánaveitsluni vóru tveir ungir
dreingir. Ein úr Klaksvík og ein
av Viðareiði. Flest øll mundu
hava á munni, at teir mintu nógv
um hvønn annan. Ikki endiliga
líktust teir so nógv, men felags-
trekkini eru mong.
Sámal á Tjaldrafløtti Olsen er
11 ára gamal. Hann er miðlinga-
sonur Jóhonnu á Tjaldrafløtti og
Hera Olsen í Klaksvík. Absalon
Matras Absalonsen er 13 ára
gamal. Hann er næstyngsti sonur
Sjúrð Matras og Victoriu Absa-
lonsen á Viðareiði.
Umframt at teir báðir venja á
sama liði hjá KÍ, kann ikki
sigast, at teir hava so øgiliga
nógv til felags, tí teir ganga í
skúla í hvør sínum stað, og eru
teir uppvaksnir ávíkavist í Klaks-
vík og á Viðareiði.
Og tó - teir eru báðir eftirkom-
arar hjá Heina í Ánunum. Og tað
vil siga, at teir eru fermenningar.
Ikki so nær í familju, vildi onkur
sagt, men um ein hyggur eftir
teimum á myndini, so minna teir
ikki sørt um hvønn annan. Tað
vildu í øllum førum tey flestu,
sum vóru á Viðareiði seinasta
leygarkvøld vera við. Og tey,
sum kenna báðar siga, at tað er
teir minna nógv um hvønnannan
í sinni eisini.
Teir báðir sjálvir hildu onki
um hóvastákið, sum gjørt varð
burtur úr teimum. Men kanska
hómaðist ein lítil farri av stolt-
leika kortini. Teir vóru í øllum
førum fegnir um at vera við til
veitsluna, og teir hugnaðu sær
saman við restini. Og um tað
ikki segði teimum so nógv at
vera eftirkomarar hjá Heina í
Ánunum áðrenn veitsluna, so
mundi tað vera broytt nakað
aftaná. Tí frágreiðingin frá
Jógvani Ósá var so góð og undir-
haldandi, at sjálvt børnini sótu
still og lurtaðu.
Mangt annað var á skránni
hetta kvøldið, og tískil mundi
klokkan vera nakað nógv, áðrenn
teir báðir garparnir fóru troyttir
heim í song. Sámal hevði tó
nakað nógv longri veg heim enn
Absalon...
Skyldskapur sást aftur
Leygarkvøldið 27. september var ættarveitsla á Hotel Norð á Viðareiði. Tað var Ána-ættin, sum
hittist. Yvir 200 eftirkomarar hjá Heina í Ánunum hugnaðu sær alt kvøldið. At tað kann
síggjast, at fólk eru í familju, hóast tað ikki er so nær, munnu teir báðir, Sámal og Absalon, á
myndini, vera prógv um
Sámal og Absalon. Ávíkavist 11 og 13 ára gamlir. Teir kundu gott verið beiggjar, men tó eru teir "bert" fermenningar. Tey vóru í øllum førum
mong á Ánaveitsluni, sum hildu, at teir minna nógv um hvønnannan
23