Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ein sær tað á fólki. Skundin. Vánaliga hýrin. Samanbitnu andlitini við eygnabránum stívt festum á alt, sum skal røkkast. Vónloysi í eygunum, tí teir 24 tímarnir, ið eru at taka av, slettis ikki eru nóg mikið - so langt burtur frá. Ongantíð hava so nógv illbrýnt andlit verið at sæð í bussunum til og frá arbeiði. Ongantíð hava fólk verið so illsint í ferðsluni. Vanligt kurteisi... hvør hevur tíð og yvirskot til tað? Kanningar vísa, at heilir tveir triðjapartar av dønum kenna, at lív teirra er ov strongt. Í bløð- unum lesir ein um tilvildarligar valdsgerðir á gøtunum, vánaligt arbeiðsumhvørvi, størri og størri nýtslu av heilivági, fleiri blóðtøppar og hjartatilburðir, fleiri og fleiri, ið missa hugin orsakað av strongd. Samfelagið er sum eitt snartok, sum bara ferðast skjótari og skjótari. Ofta hugsi eg: Steðga! Eg vil av! Meiningin var jú, at lívið skuldi gerast so nógv lættari við øllum teim nýmótans hentleik- unum og framkomnu tøknini, vit hava í dag. Men kortini so stríðast vit og strevast vit sum ør. Trælapískarin er ikki longur ein harðrendur hvítur ameri- kanskur bummullsplantasju- eigari - nei, hann er ein óítøki- ligur fýrur, sum hevur sett seg tungt á herðarnar á okkum ígjøgnum krøvini, vit sjálvi og samfelagið seta til okkara um framburð og materiell virði. Nýtræladømi herjar, men av egnum ávum. Vit vilja alt. Vit vilja hava tíð til at gera karrieru, hava tíð til okkum sjálvi, tíð til at íðka ítrótt, og vit vilja hava tíð til familjuna og 'góðskutíð' saman við børnunum - alt í senn, samstundis sum vit skulu hava tey mest nýmótans klæðini, tey feitastu statussymbolini, og tær bestu rammurnar um okkum sjálvi - betri enn tær hjá grannanum í øllum førum! Tað er líka við, at bert ein Ferrari í garasjuni við síðuna av glæstri- borgini kann gera fólk eydnu- sæl. Og vit vilja vera kend sum ongantíð fyrr. Fleiri og fleiri sjónvarpssendingar sýna fólk, sum kýta seg alt tey orka og fara gjøgnum tær mest eyð- mýkjandi roynslurnar, bara fyri at gerast kend (og rík). Sum um vit einki eru, uttan so at vit vekja ans millum flest møgulig. Tað er jú burturvið. Øll kunnu ikki vera víðagitin. Í strembanini eftir øllum hesum 'virðunum', binda fleiri og fleiri seg til botnleysa skuld og arbeiða seg næstan hálvt í hel fyri at rinda aftur allar skuldabindingarnar, tey hava álagt sær sjálvum, alt meðan lívið verður sett á 'on hold'. Sum John Lennon sang á sinni: Lívið er tað, sum hendir tær, meðan tú skundar tær at leggja aðrar ætlanir. Hetta heldur ikki í longdini. Fleiri og fleiri halda eisini, at vit áttu at skift okkara meting- arstøði fyri "eydnu" út - at frí- gjørt okkum frá nýtræladómsins fjøtri, og ístaðin byrja at liva lívið. Um vit hugsa okkum um - kundu vit so í veruleikanum ikki væl verið nøgd við væl minni? Er tíð okkara ikki tað mest virðismikla vit hava? Hevur tú hug til at vakna ein dag og til tína ræðslu varnast, at børn tíni eru blivin vaksin og tú sást tað ikki henda? Ikki rætti- liga. Nógv eru tí, sum fegin vilja skerja alt vasið og dyrka tey einføldu, veruligu virðini í lívinum. "Simple living" kalla tey tað. Tað er ein heil rørsla. Tó ikki heilt sum í 70'unum, tá alt skuldi gerast um - eisini familjumynstrini. Fólk í dag vilja fegin varðveita familjuna - tey vilja bara liva einfalt, men eisini tíðarhóskandi. Tey vilja hava hentleikar, sum gera lívið lættari, men bert fyri ein yvirkomiligan prís. Tey vilja arbeiða minni, spara pengar, spara tíð, spara kaloriur, so tað eisini verður pláss fyri tí, sum veruliga hevur týdning. Tørvurin kann lesast í fjøl- miðlunum, har fleiri og fleiri sendingar og bløð snúgva seg júst um hetta - góð ráð til alt millum himmal og jørð, ið skulu hjálpa fólki at gera lívið lættari, bíligari og meira einfalt. Gamlar dygdir, so sum at duga at binda, seyma, bøta og væla um, verða í hesum døgum uppafturtiknar. So ert tú ein rættliligur 'handyman' ella dugir at gera-tað-sjálv(ur), so ert tú í roynd og veru rættiliga 'trendy'! Sosialurin Nr. 188 - 4. oktober 2003 3 2 Sosialurin Nr. 188 - 4. oktober 2003 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Uppgerð við innara trælapískaran Elin Heinesen skrivar: SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Lærarahúsini á Viðareiði liggja beint yvir av hugnaliga presta- garðinum í Ónagerði. Lív er júst komið í aftur húsini eftir, at eitt danskt par við einum barni er flutt inn. Hesi bæði, Stine og Freddy, eru flutt frá eini brúgv til eina aðra. Tey vóru búsitandi í lítlari íbúð á Nørrebro í Keypmannahavn og eru nú flutt til Brúgvarskiftið á Viðareiði. – Tá vit høvdu fingið dótrina, settu vit okkum niður at um- hugsa okkara verandi støðu. Um vit skuldu royna nakað nýtt ella sláa okkum fast niður í Keyp- mannahavn, greiða tey bæði frá. Tey búðu í eina sera lítlari íbúð á Nørrebro, og tá dóttirin var komin, hildu tey, at stundin var komin til at taka eina avgerð, um hvat síðani skuldi henda. Bæði vóru tey samd um, at tey vildu royna okkurt nýtt, áðrenn tey fóru at keypa hús og sláa seg niður. Og tað endaði so við, at tey gjørdu av at flyta til Føroyar. At tað júst bleiv Viðareiði, var meira av tilvild og útfrá læru- greinunum í skúlanum, heldur enn at tað júst skuldi vera eitt smápláss. Vildu til Føroyar Tey høvdu sum so ongan kunn- leika til Føroyar, tá tey tóku av- gerðina um at flyta higar. Men tey vistu so frætt, at forvitni hjá teimum var vakt. Stine gekk í mammubólki saman við tveimum føroyskum mammum, og tá hesar frættu um ætlaninar hjá Freddy og henni, gjørdust tær ein góð hjálp, tá tey bæði fregnaðust um oyggjarnar. Freddy var í Føroyum í tríggjar dagar í 1990, og tá hugs- aði hann um, at hann vildi aftur. – Men tað var ikki orsakað av mammubólkinum, at vit byrjaðu at tosa um Føroyar, tað var meira av tilvild, sigur Stine. Meðan hon gekk heima við Sally og gav bróst, plagdi hon at lesa nógv. Ein dagin datt hon um nakrar bóklingar um Føroyar sum ferðamannaland. Hon settist at lesa hetta, og forvitnið og áhugin vaks. Hon sigur, at nógvir lærarar í Danmark fara eitt tíðar- skeið til Grønlands at arbeiða, men tað ikki nakað fyri tey, so tey gjørdu av at fara at kanna møguleikarnir fyri at fáa starv, hús og barnaansing í Føroyum. Tey skrivaðu eina umsókn til Mentamálaráðið, har tey opið og erliga greiddu frá, hvat tað var, sum tey høvdu hugsað sær. Tey fingu ein lista yvir skúlarnar og lærugreinarnar, har lærarar manglaðu, sendandi. Og tað endaði við, at tey søktu starv á Viðareiðis skúla og einum øðrum – útfrá teimum lærugreinunum, sum tey skuldu undirvísa í, um tey fingu starv. Góður skúli – Vit eru mettað av stórbýarlívin- um, sigur Stine og leggur afturat, at tá tey fóru at tosa um at flyta til Føroyar, vóru tey samd um, at tað skuldi ikki verða til Tórs- havn. Tey vildu sleppa til eitt friðarligt stað, sum var heilt øðr- vísi og ikki bar brá av stórbýar- lívi. – Tað er so nógvur gangur í einum stórbýi, og tað halda vit ikki er nakað fyri eitt smábarn. Og í Danmark er tað púra vanligt, at barnafamiljur flyta út um býirnar. Vit hava bara valt at royna okkurt heilt øðrvísi, siga tey og smílast. – Og júst hetta, at vit eru so troytt av at vera stórbýarfólk, er høvuðsorsøkin til, at vit vildu flyta, sigur Freddy, sum júst er komin aftur frá arbeiði. Hann letur sera væl at skúlanum á Viðareiði og bæði siga tey, at hann er minst líka væl fyri, sum nógvir skúla í Danmark. Tá tey hoyra um skúlar í Føroyum, sum ikki kunna liva upp til ta nýggju fólkaskúla- lógina, nikka tey samtykkjandi og siga, at tað er tann sami trupulleikin í Danmark. – Nógvir skúlar í Danmark halta langt aftan fyri – bæði tá tað kemur til viðlíkahald og at fylgja við fólkaskúlalógini, sigur Freddy, og tað halda bæði, er harmiligt. Freddy viðgongur tó, at sjálv- andi eru tað nøkur viðurskifti á skúlanum, sum kundu verið øðrvísi og betri, men sum heild er hann stak væl nøgdur við umstøðurnar at arbeiða undir. Tey siga, at størsti munurin við at koma til ein so lítlan skúla er, at her noyðast tey at undirvísa í fleiri lærugreinum, sum tey ikki vanliga hava gjørt í Danmark. Men tað hava tey sum so onki ímóti og halda, at tað kann so avgjørt verða mennandi. Veðrið Stine og Freddy lata sera væl at veðrinum. Tey siga, at tað hevur verið gott veður so at siga, síðani tey komu. – Onkran dagin hevur tað sjálvandi verið grátt og regnað, men ongin dagur er farin fram- við uttan, at tað hevur klárað upp, og tað er nakað, sum er heilt øðrvísi enn í Danmark, sigur Stine. Hon greiðir frá, at tá tey fara frá húsum í Danmark, og tað regnar, so hava tey vanliga alt við. Tað vil siga regnklæðir og annað. Og tað hava tey vanliga brúk fyri allan dagin. Men so er ikki í Føroyum. – Tað er løgið, at tað brádliga skiftir soleiðis til at vera fínasta veður lítla løtu eftir, at tað hevur oyst niður, halda tey bæði. Og tey undrast eisini á, at tá hann dregur á luftina, so tykist tað kortini sum um, at okkurt ljós sleppur niður úr himmalhválvin- um, og tað verður ikki so øgiliga myrkt. Longu nú hava onkrir dagar verið við heilt fitt av vindi, men tað hugsa tey bæði ikki nógv um. – Fólk hava spurt okkum, um vit ræðast vindin, men satt at siga, so vita vit ikki, hvat tað er tey tosa um. Men vit hava lagt til merkis, at fólk her hava stóra virðing fyri vindinum, siga tey og leggja afturat, at tey hava hoyrt um ódnirnar, sum leikaðu í áttaíárunum og fyrst í nítiárun- um. Men tað er sum sagt ikki nakað, sum tey ganga og hugsa um. Tey verða vanliga heldur mint á tað av fólki, sum spyrja. Fjøllini og náttúran hava so sanniliga eisini gjørt sítt inntrykk á tey bæði. Tey siga, at tað er lekkurt at hyggja út gjøgnum vindeygað og síggja stórfingin fjøll allastaðni rundan um tey. Men Stine viðgongur tó, at tað kann gerast heldur trongt við øllum fjøllunum, tí hon ikki sær so langt. – Onkuntíð longist mær eftir at síggja so langt, sum eygað ber, sigur hon, men heldur samstund- is, at tað bert er ein spurningur um at venja seg við tað. Danir kenna ikki Føroyar Stine og Freddy halda tað vera syrgiligt, at danir kenna so lítið til Føroyar. – Vit hava livað eitt langt lív í Danmark uttan at kenna nakað sum helst til Føroyar uttan, at tit eru ein partur av ríkisfelagsskap- inum. Og tað er "trist", siga tey. Tey gleða seg til at fáa vitjanir av vinfólki niðrifrá, sum kunnu ogna sær eitt sindur av vitan um Føroyar gjøgnum tey. Og Stine sigur, at hon væl dugir at síggja, at tey bæði, tá tey einaferð eru flutt niðuraftur, fara at royna at gera eitthvørt fyri at menna kunnleikan um Føroyar í Dan- mark. – Vit vita meira um Noreg og Svøríki enn um lond í okkara egna ríki, og tað er at skammast yvir, halda tey. Freddy heldur eisini, at tað var harmiligt, at tá so endiliga ljósið varð varpað á oyggjarnar í fjøl- miðlunum í Danmark, tá var tað bara fyri ta lemjandi búskapar- ligu kreppuna, sum rakti Føroyar. Og hetta ljósið var við til at geva vanliga dananum eina negativa mynd av Føroyum. – Tað var so sanniliga ikki tann besta marknaðarføringin av hes- um landinum í Danmark, sigur hann. Fallin væl til Spurd um, hvussu longi tey hava ætlanir um at verða í Føroyum, svara tey bæði, at í fyrstu atløgu í eitt ár. – Vit verða her í eitt ár, og so fáa vit at síggja, hvussu vit trívast tá, sigur Freddy. Men tey dylja ikki yvir, at tey longu nú, hóast tey bert hava verið her í tveir mánaðir, eru fallin væl til. Tey siga, at fólk hava verið so avbera vinarlig og hava tikið sera væl í móti teimum. Freddy greiðir frá, at ein maður stakk inn á gólvið og beyð teimum at vera vælkomin. Nakrar dagar seinni var grinda- dráp í Hvannasundi, og sami maður kom inn aftur og spurdi hann, um hann hevði hug at koma við. Freddy fór við honum, og hann sigur, at drápið var eitt stórt upplivilsi. Sjálvandi fekk hann sín part aftur fyri at hava verið við í drápinum og upp- skeringini. Og herfyri át danska familjan grind til døgurða. Og tey lata væl at. – Vit hava ætlanir um at royna allan tann serføroyska matin, sum er her. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga, og um okkum fer at dáma seyða- heila, sigur Stine flennandi. Stine sjálv er júst byrjað at arbeiða, tí tey hava tikið sær góðar stundir til at venja dótrina, Sally, sum liggur og svevur, við dagrøktina. Men Stine gleðir seg at koma rættuliga í gongd, og ikki kann annað sigast, at hóast hendan lítlan familjan hevur framt eina stóra broyting í teirra gerandisdegi, so eru tey longu fallin til. Frá Nørrebrúgv til Brúgvarskiftið Stine Stærmose og Freddy Pedersen úr Keypmannahavn eru júst flutt til Viðareiðis saman við tíggju mánaðar gomlu dótrini Sally, har tey bæði skulu arbeiða sum lærarar á Viðareiðis skúla – Náttúran heruppi er avbera vøkur. Teir fyrstu dagarnar eftir, at vit vóru komin her, gingu vit bara og runnu millum vindeyguni og hugdu eftir ljósinum, hvussu vakurt tað er, og hvussu skiftandi tað er, sigur Stine Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 25 24