leygardagur 4. oktober 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 188 - 4. oktober 2003
HUGLEIÐINGAR
Tekstur og myndir:
Jústinus Leivsson Eidesgaard
justinus@post.olivant.fo
Klokkan fýra seinnapartin
sunnudagin, fyri nøkrum fáum
sunnudøgum síðan, ringdi
kirkjuklokkan í Oyndarfjarðar
kirkju, og fólk sóust skundisliga
koma gangandi oman Sjóvartún
úr øllum ættum. Tað ælaði og
gráin í Jarðardali og Vatnsdali
boðaði frá, at tað fór ikki at slíta
í soleiðis beinanvegin.
Klokkan helt á fram at ringja
og kirkjan fyltist spakuliga.
Hátíðardámur var í luftini, oynd-
firðingar eru ikki vanir at ganga
í kirkju sunnudagar seinnapartar.
Hesa tíðina sunnudagar plaga
teir at sita nývaknaðir fram á
stokk, aftaná at hava sovið ein
góðan døgurða afturum seg. Men
í dag ber ikki til, klokkan ringir
alsamt og kallar sálir allar heim
til hallar, sum tað stendur rist í
málmklokkuna, ið er so harð-
mælt, at hon hoyrist út á Hellur.
Í dag eru 165 ár síðan
oyndfirðingar fyri fyrstu ferð
sótu í nýggju kirkju teirra, ein
katedralur eftir tátíðini, tá bygdin
taldi fá fólk, nógv færri enn í
dag og í dag er hon lítil. Teir
høvdu sitið í øðrum kirkjum
frammanundan á sama stað,
fleiri guðsstaðir oyndfirðinga
hava verið júst á hesum stað, so
langt nakar kann minnast. Í mið-
øld í katólskari tíð hevur okkurt
bønhúsið verið aðrastaði í bygd-
ini, men síðan munkurin Luther
kollvelti kirkjuna fyri 500 árum
síðan, hava oyndfirðingar ands-
liga sagt heiminum góðandag og
farvæl niðri í Sjóvartúni.
Breytnastólurin
Stólarnir fyllast spakuliga. Eg
siti í Breytnastólinum vinstru-
megin, konufólkamegin. Tað er
eisini ein farin tíð, nú sita kynini
hvørt um annað og familjurnar
hava ikki so fastar benkur long-
ur. Ella tær royna, men tað er
ikki so lætt, tí summar familjur
hava fingið so vælsignað evni frá
Gudi at fjølgast og tey eru so
nógv nú, at tey fylla fleiri
beinkir. Tað veldst um tú kemur
tíðliga í kirkju, um tú sleppur at
sita í ættarstólinum. Vit vóru
fyrst í dag, eg og bróður við
konum og børnum og so var
Breytnastólurin fullur. 80 ára
gamla fastir mín, sum eisini var í
kirkju, tá kirkjan fylti 100 slapp
ikki at sita í Breytnastólinum í
dag, hon mátti sessast mótsættu-
megin og eg tók næstan synd í
henni eina løtu, soleiðis at hava
tikið sessin frá henni. Hugsaði
tó, at sat eg ikki her, so sat onkur
annar. Tað vóru nógv Breytna-
fólk, sum vóru í kirkju í dag og
sum høvdu eins góðan rætt sum
eg at sita her.
Soleiðis er kirkjan broytt.
Ættarlið eftir ættarlið hava sess-
ast á teimum ymisku stólunum
og í dag fegnist eg um, at okkara
kirkja eisini er millum tær smáu
trækirkjurnar í bókini hjá
Gregoriussen, tí um fá ár minn-
ast fólk ikki, hvussu teir ymisku
stólarnir itu.
Ættarlið eftir ættarlið eru
komin í kirkjuna, summar
familjur vaksa, aðrar doyggja út
og eg hugsi hvussu nógv er
broytt seinastu 40 árini, eg
minnist í kirkjuni. Fyrsti tankin
er at her er ongin eftir. Øll eru
deyð, men tað kann jú ikki
passa, tí stólarnir eru fullir. Nógv
eru deyð, nógv fólk sum vit
kendu væl. Vit hava sitið til
manga jarðarferðina og mangan
hevur verið tungt. Men stórarnir
eru fullir aftur, nýggj ættarlið
hava tikið við. Stuttligt er at sita
her og hyggja eftir teimum
mongu fittu børnunum. Síggja
úrslitið, tá somu familjur eru
blandaðar eftir nýggjum upp-
skriftum og kombinatiónum.
Hvussu tartaslagið riggar saman
við onkrari fremmandari familju
úr Havn. Hvussu Hvanngarðs-
slagið riggar saman við teimum
á Marknagili, ella tá tey í Hálv-
mørk verða blandað saman við
teimum undir Garði. Og sjálvur
eri eg í familju við tey allar
flestu, nær í familju. Hvussu
familjueyðkenni verða undir-
strikað og hvussu deyð fólk livna
upp aftur í eftirkomarunum. Ein
lítil piltur gongur blíður aftur og
fram eftir gólvinum, og hóast
ongin hevur fortalt mær hvør
hann er, so síggi eg tað beinan-
vegin, hann líkist so akkurát
abbanum, sum doyði fyri nøkr-
um árum síðan, sama smílið,
sama gongulag og somu nøs,
kanska eitt sindur minni, penari
og snøggligari tilevnað í gen-
blandinum nøkur ár framman-
undan.
Bleytar stólar
Tað er ikki bara føðingardagur
kirkjunnar, sum ger dagin há-
tíðarligan. Benkrirnir eru broyttir
og polstraðir og hetta er fyrstu
ferð, at kirkjufólkið roynir teir.
Teir gomlu vóru bara ein fjøl,
ring at sita á, so ring í summum
stólum, at tú hugsaði meira um
bakpartin enn um Guð og boð-
skapin, gjørdist deknur ella
prestur ov drúgvur. Men nú er
bleytt at sita og fólk sita
ófriðaligari enn vanligt, flyta seg
eitt lítið sindur av og á fyri at
vita um hetta passar, at tú kann
sita behagiligt í Oyndfjarðar
Kirkju. Mín fyrsti konservativi
tanki er, hvar eru teir gomlu,
hava teir virkuliga koyrt teir
gomlu burtur. Eg føli undir
frammanfyri, nei sitifjølin er har
framvegis, hon er bara polstrað.
Talan er um snøgt handverk sum
Jørmund Juul, ein fuglfirðingur í
Oyndarfirði hevur staðið fyri.
Kirkjan er í dag í fínasta standi,
takkað verið hansara kønu hond.
Tað er ringt at broyta nakað í
eini kirkju tíbetur. Tá eg var
smádrongur í Oyndarfirði høvdu
tey sum ráddu lítla virðing fyri tí
gamla og vóru reglurnar fyri
broyting av kirkjuni ikki
strangar, so var Oyndfjarðar
kirkja tapetserað innan í dag, um
hon í heilatikið ikki hevði verið
javnað við jørðini og eitt kanska
meira nútímans kirkjuhús var
komið í staðin.
Dannebrogsklokkari
Klokkarin alla mína tíð, Eivind
Petersen, keypmaður hevur hongt
Dannebrogsmerkið í jakkan i
dagens andledning. Eg fái ikki
eyguni av hesum vakra heiðurs-
merki. Tað er ein fortjenst-
medalja, sum hennara hátign,
Margreta drotning, hevur givið
Eivind, tí hann meginpartin av
lívinum trúfast hevur gingið
heim í kirkjun at ringja. Nú er
hann ikki einsamallur klokkari
longur, aðrir loysa av, men í dag
stendur hann fyri ringingini, og
medaljan riggar so hendinga væl
á honum, tí hann er Dannebrogs-
maður við lív og sál og hevur
ongan politiskar trupulleikar av
at bera blanka silvurmerkið.
Hann fer eisini higani sum sam-
bandsmaður. Reyðu og hvítu
vimplarnir, ið mynda Dannebrog,
sum kom dalandi niður frá Gudi,
Tá ein kirkja fyllir 165 ár
Og so koma tey úr kirkjuni. Longst til vinstru, ommusystir mín Mia í Hálvmørk. Mia í Ansastovu við systursoninum Frits undir arminum. Kvinna í hvíta
frakkanum sum vendir bakið er Julia, sum tók alla bygdina á bóli, tá hon fyri nøkrum árum legði av at roykja eftir at hava keturoykt alt sítt vaksna lív.
Sosialurin Nr. 188 - 4. oktober 2003
5
tá danski kongur stríddist í
Baltikum á sinni, standa so
vakrir á tí svarta klædninginum
og teir eru eitt minni um allar
teir vátu illveðurssunnumorgnar
á vetri, tá Eivind hevur stríðst
seg úr songini í Garðamørk og
heim á ískalda kirkjuloftið at
ringja fyrstu ferð og vekja ta
sovandi bygdina ella í hvussu er
tey, sum ikki eru morgunfólk.
Eivind hevur fortjent hesa
medalju fyri trúfesti móti
kirkjuni.
Av loftinum hoyrist urgan
nerta við streingir langt inni í
okkum. Sálmar sum vit altíð
hava dugað, og sum geva okkum
samleika. Í dag situr Juliann við
urguna. Pápin Sigmund er í
kirkjuni. Báðir eru organistar og
ringt er at hoyra munin millum
teir. Tá eg var smádrongur stóð
urgan inni í kór, eitt gamalt
apparat við bjølgi og tí heila og
Sigmund var so stuttur, fyrst
hann byrjaði at spæla, at tað var
ikki meira enn hann rakk. Nú
situr sonurin uppi á loftinum og
spælir pípuorgul og tað hevur
hann gjørt í fleiri ár. Sigmund er
ikki hálvt hundrað enn, men
hann hevur verið so leingi í
tænastu í Oyndfjarðar kirkju, at
hann er næsti kandidaturin til
medaljuna hjá Eivind, um hann
ikki av politiskum ávum sigur,
nei, og tað havi eg onki hoyrt um
enn.
Óstill børn
Prædikarin fortelir okkum, at
onki nýtt er undir sólini. Og tað
er heldur einki nýtt undir sólini.
Rundan um meg eru benkrirnir
fullur av børnum, og tey tíma
slett ikki at vera í kirkju. Tey sita
óstill og foreldrini royna at sissa
tey. Tú hoyrir alsamt: Sit nú still,
nei, nei, ikki so, ikki so, sitið nú
still... Og meira andakt kemur
yvir teg, meira broytist forman-
andi rødd foreldranna til eitt
sjóðandi
...ssssss.....ssss.....tjetjetje...
..tjejeje...sssss..... Hvat hundan
hava foreldrini børnini við í
kirkju sunnudag eftir sunnudag,
tá tey aldrin læra at í kirkjuni
situr ein stillur. Og hví draga
foreldur børnini í kirkju, mangan
við tí útsliti, at tá tey hava fingið
prestsins hond á høvdið, so
síggjast tey ikki aftur. Soleiðis
hugsi eg, meðan eg havi hug at
ilskast inn á børnini og allan
órógvin, sum heldur meg burtur
frá Gudi og presti og tí hann
hevur at boða. Eg blíðkist aftur,
tá eg komi at hugsa um apostl-
arnar, sum júst sum eg høvdu
hug at ilskast inn á børnini og
royndu at halda tey frá Jesusi.
Jesus hevði at apostlunum og
segði: Latið smábørnini koma til
mín, forði teimum tað ikki, tí
Guds ríki hoyrir teimum til. Enn
einaferð sissaði tann ósjónligi
meg og andaktin kom inn aftur.
Forrestin, eg keddi meg nakað so
grúsomt í kirkju sum barn og
kastaði hatur á deknin, hvørja-
ferð hann valdi ta longru bønina
eftir lestur.
Hósvíkingur deknur
Inni í kóri situr javnaldurin Hans
Petur, hann er hósvíkingur,
góðsligur, gongur í góðum haga,
deknur og stovumaður. Hann
giftist í Stovuna, og hevur búð
størra partin av sínum vaksna
lívi í Oyndarfirði. Á knæfall-
inum við altarið situr sonurin,
sjey ára gamli Arnbjørn so fittur.
Hann er við pápanum til arbeiðis
í kirkjuni og stendur so eyga-
góður við síðuna av honum, tá
hann ger sítt arbeiði á kórs-
gáttini. Og Arnbjørn letur seg
ikki forstýra av presti, sum hevur
sítt at takast við undir eini
føðingardagsgudstænastu.
Arnbjørn reisir seg og setir seg
sum hann skal, hvørki meira ella
minni. Ein vøkur mynd um lívið
her og nú.
Yvir av mær sita systrarnar
Mia og Kristina, báðar úr Ansa-
stovu. Tær eru í áttatiárunum og
hava verið eldri alla mína tíð. Og
knappliga kemur tað til mín, at
nú eri eg vorðin vaksin og eri
komin í miðjan aldur. Also, Mia
og Kristina hava verið um sama
aldur sum kona mín, fyrst eg
kann minnast og eg haldi
bestemt ikki, at kona mín er
gomul, enn í hvussu er.
Hátíð er í kirkjuni og umboð
eru fyri allar familjur. Yvir av
mær situr Louis í Garðshorni og
syngur við yndi. Hann umboðar
eisini Grundlend, hann er kirkju-
vinur og hevur góða rødd. Og nú
situr hann og hugsar um hvat
hann skal siga. Vit vita einki um
hetta enn, men hann hevur gjørt
av at taka orðið, tá føðingardag-
urin verður hildin í missións-
húsinum aftan á. Millum beinini
hevur hann ein hvítan beriposa
og ongin grunar hvat er í honum.
Frammanfyri mær, stórur,
prúður og herðabreiður situr
Elinbert, Stóri Bartal, sum vit
kalla hann. Hann er javngamal
við pápa og hevur longu nú
fingið trý ár fleiri enn hann. Væl
vóru teir, og eg fái eina peiling
av, hvussu pápi hevði sæð út í
dag, um hann hevði verið á lívi
og frískur, hyggi eg eftir Elinbert
og trekki eitt sindur av stødd og
ummáli frá.
Køkur í missiónshúsinum
Og so eru vit til ball í missións-
húsinum. Aftan á gudstænastuna
var boðið niðan í Missiónshúsið
til drekkamunn. Hevði eg ikki
havt syndað síðan eg var seinast
her inni. Borðið bognar við
køkum. Og har stendur hon,
træstamman, ein flott køka, sum
eg kann minnast við einum smíli
frá barnaárunum. Hon varð bara
bakað, tá okkurt heilt serligt var
á vási, og vit børn sluppu at eta
tað sum leyp av tá hon varð
snikkað til. Eg setti meg niður og
fekk ikki eyguni frá træstamm-
uni, visti akkurát hvussu hon
smakkaði, hindbersúltutoy innan
í og eitt delikat smørkrem uttaná,
evnað við einum gaffli, so tað
líktist børki. Høgt blóðsukur ella
ikki, hon skuldi roynast og hon
smakkaði sum hon altíð hevur
gjørt og líka væl.
Oyndfirðingar halda nógv av
kirkjuni og kvinnurnar høvdu
bakað til dagin so ríviligan, at
tað minti næstan um breyðini og
fiskarnar í bíbliusøguni. Avlopið
var upp í nógvar tægur.
Missiónshúsið er annar halgi-
dómurin í Oyndarfirði, frí-
kirkjurnar hava ikki rættuliga
fingið fótin fastan enn. Talan er
um eitt vakurt og vælhildið
missiónshús og fyrr var lív í her.
Nú siga tey, at næstan einki
virksemi er í húsinum. Eg siti og
hugsi um missiónsvikurnar, tá eg
var smádrongur og bygdin var
heilt avbyrgd uttan vegasam-
band. Missiónsvirkurnar vóru
stórhendingar, fremmant fólk
tysti til bygdina og í missións-
húsinum var røðað um dóm og
eld og plágur, um dýrið, bæði tað
á landi og á sjónum og tær sjey
basúnirnar, tey sjey seglini og ta
stóru skøkjuna
Babylon, sum eg
ongantíð skilti.
Missiónsmenninir
elskaðu Opinberingina,
helst tann torskildasta bókin í
nýggja testamenti, hví tað veit eg
ikki.
Pent lík
Forfedrarnir hjá mær hava sett
síni spor í andslívið í Oyndar-
firði. Teirra navn er rist inn á
kirkjuljósastakar, teir tóku stig til
ljósakrúnur og altartalvu. Stór-
aktigir hava vit altíð verið og
altartalvan í kirkjuni í Oyndar-
firði telist millum tær fremstu í
ríkinum og kostaði líka nógv
sum kirkjan. Hetta minti skyld-
maðurin Petur prest, Petur
Andrew á, hann tók orðið í
Missiónshúsinum. Hann er so
eviga stoltur av at vera hálvur
oyndfirðingur. Og akkurát nú siti
eg og hugsi um abbabeiggja,
Jákup í Skúlanum, sum legði
stórt arbeiði í kirkjuna og
missiónshúsið við. Hann var ein
av teimum um tók stig til
missiónshúsið, her vit nú sita og
dusa okkum og njóta mjólk og
hunang, nú kirkjan fyllir 165. Og
minnið eftir Jákup er ikki bara
ein keðiligur missiónari, sum
elskaði at røða um temaið dóm
og undirgang og tornina í
holdinum, tann sátans eingil, nei,
hann verður nógv meira mintur
fyri skemtiliga lyndið og
originalitet, sum var eitt av
hansara eyðkennum. Agggamal
fór hann til Havnar at fáa sær
nýggjar handilstenn. Bygda-
menninir høvdu hug at smílkast
og spurdu hann, hví hann skuldi
hava nýggjar tenn, nú hann skjótt
skuldi higani allíkavæl. Og
søgan er hendan. Jákup hevði
verið líkskoðari stóran part av
vaksna lívinum og hann hevði
sæð so nógv ljót, innanholað,
gálvandi og gapandi tannleys lík
í Oyndarfirði, at soleiðis vildi
hann ikki síggja út, tá hann fór
higani. "Eg vil vera eitt pent lík,"
svaraði hann bygdamonnunum
aftur, og vardi rættin til sínar
nýggju handilstenn.
JHO Djurhuus í
missiónshúsi
Louis hevði ein hvítan beriposa í
hondini, tá hann kom í kirkju og
dúgliga, um enn ikki hart, varð
gitt, hvat mundi vera í posanum.
Mundi tað vera ein gáva til
kirkjuna. Mannfólk bera ongan-
tíð nakað við sær í kirkju. Men
Louis hevði beriposan við sær
aftur úr kirkjuni uttan at tað
hendi nakað og fólk gjørdust ikki
klókari, forvitnið vaks bara
meira og meira og Louis lat sum
luft, gekk bara og vimsaði við
hesum beriposa og ongin fekk at
vita hvat var í honum.. Men í
missiónshúsinum kom fyri ein
dag, hvat var í posanum. Louis
reistist, fór upp á talarastólin við
tí stóra krossinum omanfyri og
tók eina tjúkka, hvíta bók burtur
úr hvíta beriposanum.
Tað vóru Yrkingar eftir Janus,
skald og brátt ljóðaði máttmikla
yrkingin Móses á Sinaifjalli, har
Guð tosaði beinleiðis til menn-
iskjuna, so hart og øgisligt, at
menniskjan ikki hevur hoyrt
hann síðan, so ógvusliga. Louis,
ein slitin bóndi við eyðmýkt fyri
mentaða orðinum, stóri krossurin
aftanfyri og Jahves rødd út í
vakra missiónsrúmið var rørandi.
Ein sera hóskandi yrking, sum
lok omaná ein stóran dag, tá
halgidómurin í Oyndarfirði fylti
ár.
Kirkjan í Oyndarfirði er 165
ár. Tá hon fyllir 265, kann
hendan greinin lesast á onkrum
bókasavni kring landið og tá fer
kanska onkur annar av Tarta-
slagnum at hugleiða um halgi-
dómin og lesa andsterkar
yrkingar í missiónshúsinum av
føroyingum, hvørs yrkingar vit
enn ikki kenna til. Onki er nýtt
undir sólini og alt hevur sína tíð,
heilsar Prædikarin, nú punktum
verður sett fyri hesa grein.
Lítli fitti sjey ára gamli Arnbjørn hjálpir pápanum, tá hann er til arbeiðis sum deknur í Oyndfjarðar kirkju.
So upplivdu oyndfirð-
ingar tað, at Louis
Houman fór upp á
prædikustólin í
Missiónshúsinum í
Oyndarfirði og sum
hann sjálvur tók til,
betur seint enn
ongantíð. Neyvan
nakrantíð fyrr hevur
skaldskapur Janus,
skald verið at hoyrt í
Missiónshúsinum og
vakurt var hann
framborin
C
M
Y
K
27
26