Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SØGUBROT Árni Joensen: fartekst@mail.dk Á horninum á Gertrud-Kolmer- Strasse og In den Ministergarten, høgrumegin eitt parkeringspláss, er eitt opið øki, sum bert er fjalt við nøkrum runnum. Her vórðu líkini av Adolfi Hitler og konu hansara, Evu Braun, brend, eftir at tey høvdu tikið lívið av sær tann 30. apríl í 1945. - Eg sá, tá teir rullaðu hann inn í eitt teppi og fóru upp trappuna við honum, men eg tordi ikki at fara aftan á at hyggja at bálinum, tí granatirnar brustu alla tíðina uttanfyri. Eg hevði eisini fingið boð um at sita við telefonborðið til tað síðsta. Telefonirnar kim- aðu alla tíðina, men eg segði ikki eitt orð um, at Førarin var deyð- ur. Tá alt var liðugt, sløkti eg og fór, sigur Rochus Misch, sum var persónligur telefonpassari hjá Hitleri. - Tað eru fá støð í Berlin, sum í einum søguligum høpi eru so tyngjandi sum hetta gøtuhornið. Spáki eg mær ein túr her um kvøldið, havi eg ilt við at sovna, tá eg kom heimaftur, tí tað kenn- ist, sum havi eg verið á einum staði, har tað rýkur av tí ringasta óndskapinum, sigur søgufrøð- ingurin Sven Felix Kellerhoff. Hann hevur fyri stuttum givið út bók um plássið aftan fyri skansan hjá Hitleri við Voss- Strasse og Wilhelmstrasse. Hann heldur, at týskarar eiga at reis kunningarvarða á staðnum. Í dag er staðið bert, sjálvt um tey flestu kenna tað og tess søguliga samleika. Mamman drap børnini Tað eru serliga teir seinastu dagarnir hjá Føraranum, sum knýta seg at staðnum. Rochus Misch, sum er ein av teimum seinastu, sum enn eru á lívi, minnist tað, sum hendi tær sein- astu løturnar niðri í betong- rúmunum átta metrar undir jørð. - Sum frá leið, gjørdist kvirt. Hans Krebs, generalur, tosaði í telefonini við russararnar og fór síðani á fund við Martin Bor- mann. Eingin kom niðuraftur, sigur Misch, sum var saman við Adolfi Hitler og Evu Braun teir 105 dagarnar, tey bæði búðu inni í skansanum undir jørð saman við millum annað Joseph og Magdu Goebbels og teirra seks børnum. - Ein av teimum seinastu døgunum sat eg við borðið saman við Goebbels og gentun- um. Hann greiddi mær frá, at hevði hann fingið sín vilja, høvdu døturnar ikki verið í skansanum. Men nú var ov seint. Magda beindi sjálv fyri teimum, áðrenn tey bæði fóru uppá, har tey tóku lívið av sær. Hitler góður stjóri Tað var einki marglæti av nøkr- um slagi í skansanum. Har var trongligt, luftin var ring, og tað mesta av gólvinum stóð undir í vatni. Íbúðin hjá Føraranum var bara 50 fermetrar, so hon kundi illa berast saman við fundar- og viðtaluhølini, sum hann hevði havt frammanundan, tí tey vóru heilar 900 fermetrar. Søgumaðurin Joachim Fest, sum hevur skrivað bókina "Der Untergang" um teir seinastu krígsdagarnar í Evropa, skrivar í bókini, at hendan holutilveran gjørdi sinnalagið hjá Hitleri uppaftur verri, enn tað hevði verið. Men samstundis vísti hann fyri fyrstu ferð, at hann legði ikki nógv í seg sjálvan. Hann gekk í skitnum klæðum, og javnan hingu køkumolar í munn- vikunum, tí Førarin hevði fingið serligan alsk til alt søtt, skrivar Joachim Fest. Men Hitler var ikki vorðin skittligur, sigur Rochus Misch, sum sigur, at hann var saman við Føraranum hvønn einasta dag í fimm ár. Tann ungi yvirkorpo- rálurin var upprunaliga SS- maður, men varð særdur undir innrásini í Póland. Tá hann kom fyri seg aftur, bleiv settur at arbeiða hjá Føraranum. Spurdur, um Hitler fór væl við honum, svarar Misch avgjørdur: - Ja, vit høvdu ein sera góðan stjóra. Hann noyddist at líta á okkum, og tað gjørdi hann eisini. Ofta spurdi hann, um vit fingu nóg mikið at eta. Tað kendist, sum vóru vit ein partur av húski hansara. Misch sigur, at hann slapp at lurta eftir øllum telefonsamrøð- unum hjá Hitleri. Fyrr hevur telefonmaðurin avsannað, at Hitler nakrantíð tosaði um jødatýningina. Sambært Sven Kellerhoff viðgekk Hitler ikki jødatýningina fyrr enn tann 29. apríl, tá hann skrivaði tann sein- asta partin av tí politiska testamentinum. Sprongt í luftina Í dag er einki eftir av skansanum hjá Føraranum uttan gólvið og ein hálvan annan metur høgur veggur. Hitt varð oyðilagt, tá eysturtýsku myndugleikarnir gjørdu av at spreingja skansan í luftina. Tað var í 1988 og hevði eisini sína orsøk, sigur Gúnter Schrabowski, sum var limur í eysturtýsku floksleiðsluni. . - Eysturtýskland hevði fingið veksandi trupulleikar av ný- nazistum, og myndugleikarnir bóru ótta fyri, at nýnazistarnir fóru at nýta tann gamla skansan til savningarstað, sigur Schra- bowski. - Nei, sigur Sven Kellerhoff, søgufrøðingur. Orsøkin til at eysturtýsku myndugleikarnir gjørdu av at spreingja tann gamla skansan í luftina vóru søgurnar um, at skansin hevði samband við fleiri tunlar undir jørð. Tað vóru ikki nýnazistarnir, sum ørkymlaðu DDR-myndugleikar- nar, men heldur vandin fyri, at eysturtýskarar skuldu sleppa vesturum ígjøgnum gomlu tunlarnar hjá Hitleri. (Kelda: Aftenposten) 6 Sosialurin Nr. 188 - 4. oktober 2003 Hann sløkti eftir Hitler -Hitler segði ikki farvæl. Hann segði bert, at kríggið var liðugt. So fór hann inn til sjálvs. Síðani sløkti eg ljósið, sigur Rochus Misch. ÚTGÁVA Rithøvundurin Alexandur Kristiansen fekk herfyri barnabókavirðislønina hjá Tórshavnar býráð. Hann er óivað tann høvundurin, sum hevur yrkt mest til børn og í dag er tann, sum børn syngja mest sangir hjá. Men hann er annað enn barnayrkjari. Hann er ein fjølbroyttur yrkjari, sum ferðast millum fleiri sløg av lýrikki. Nú er eitt nýtt yrkingasavn eftir Aleksandur komið út, ið nevnist »Gud er danskari«. Óivað fáa fólk antin sambands- ella loysingarandstygdina fram, tá tey hoyra tittulin, men sum í røttum yrkingum, sigur skræðan ikki alt. Vendir tú yrkingasavninum við, stendur »Enn Guð« á bakperm- uni, og so sært tú, at høvundurin skemtar. Sjálvandi við einum broddi av álvara. Tú kanst ikki lata vera við at hugsa um orðini hjá Róa Patursson, sum yrkti, at »uttan ð kann eingin liva«. Yrkingasavnið er bæði skemti- ligt, speirekandi, álvarsligt og grundandi. Yrkingarnar snúgva sum bæði um málningalist — eitt nú Ingálv av Reyni — heim- in, Føroyar og kærleika sjálv- andi. Rithøvundurin viðger eisini sjálvt tað at yrkja og skriva skaldskap og tykist sjálvrannsak- andi og erligur. Mentanargrunnur Studenta- felgsins gevur »Gud er danskari enn Guð« út. Savnið er 80 síður og kostar 140 krónur. **** HETTA ER EINA YRKING Ja, orsaka meg, frúa, men eygu tygara gløa. Gløða? Ja, eg haldi tey royna at lesa hetta sum eina yrking. Íðan, er hetta ikki ein yrking? Jú, men ikki sum tygum lesa hana. **** **** YRKINGIN UM TEG Yrkingin um teg er ongantíð so nakin sum tú yrkingin um teg er kavstoytt í málinum yrkingin um teg lýsir aftur í beinið eins og delfinin í havsins gleði hálv undir kavi til helvtar nakin — **** Sosialurin Nr. 188 - 4. oktober 2003 7 MET Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Madonna dugir at vekja áhugan hjá fólki. Longu nú tvær vikur eftir at hennara fyrsta barnabók varð givin út er greitt, at Ensku rósurnar eru eitt heimsumfatandi hitt, ið selur betri enn heitt breyð. Fyrstu vikuna í oktober er bókin ovast á bestseljaralistanum yvir myndabøkur fyri børn hjá The New York Times, sum er ein viðurkendur bókalisti. Bókin er eisini á 7. plássi á listanum yvir allar bøkur seldar í USA. Og bókin er á 2. plássi yvir barna- bøkur seldar hjá Amazon.com - heimsins størsti bókahandil á netinum. Sig so tað, at marknaðarføring ikki hevur týdning, tí Madonna dugdi ómetaliga væl at fáa allan heimin at geva bókini ans. Heimsumfatandi útgávan á 30 málum í yvir 100 londum í senn varð sett í gongd við einum tíðindafundi í París, har meira enn 100 journalistar varpaðu hendingina út til øll heimsins børn og vaksin. Bókin kom eisini út á føroysk- um á forlagnum hjá BFL hendan sama dagin, og tí hava vit fingið høvi at fylgt bókini frá fyrsta degi. Bókin, sum verður lyft av frálíka teknaranum Jeffrey Fulvimari, snýr seg um vinarlag millum gentur og um vandan við øvundsjúku. Bókin liggur fremst í bókahandlunum, og dømi um tað sæst eisini í Bókasøluni í SMS, sum hevur lokkandi framsýning av bókini í hesum døgum. Sum skilst varð bókin prentað í einari millión eintøkum í fyrsta upplagi, men bókin er longu uppafturprentað á enskum, tí áhugin var so stórur. Í Føroyum varð bókin prentað í 1000 eintøkum, men hóast áhugin er stórur kemur neyvan upp á tal at prenta hana í fleiri eintøkum. Ætlanin er, at hon skal vera ein samlarabók. Madonna hevur eftir øllum at døma skapt móta enn einaferð. Hesaferð hjá smágentum. Sam- bært útgevaranum, Nicholas Callaway, lata smágentur seg í sum Ensku rósurnar, læra teirra dansistev og taka við boðskapinum í bókini. - Eftir fyrstu vikuna hevur bókin sett met sum tann bókin, ið hevur selt skjótast hjá einum nýbyrjaðum barnabókahøvundi nakrantíð. Hetta vísir enn einaferð viðføddu gávurnar hjá Madonnu at samskifta við fólk í øllum aldri. Um dygdin á bókini eisini livir upp til høgu sølutølini vil altíð verða ein spurningar um, hvat einum dámar. Bókadeild Føroya Lærarafelags sigur so, at tað bert er ein orsøk, at tey eru við í einum slíkum tiltaki. Og tað er, at talan er um eina góða barnabók. Næsta bókin í røðini av fimm barnabókum eftir Madonnu kemur út 10. november. Hon kallast Mr. Peabody´s Apples, Súreplini hjá Peabody, og kemur út í Føroyum sama dag. Anna Maria Reinert hevur týtt bøkurnar til føroyskt. Nýggj føroysk krimi Krimisøgur á føroyskum eru ikki gerandiskostur, men nú ger sørvingurin Sonni Jacobsen eina roynd við søguni »Eitrandi blóð«. ÚTGÁVA Forlagið ytstifjórðingur í Sør- vági hevur givið út bókina »Eitrandi blóð« eftir Sonna Jacobsen. Sonni hevur fleiri aðrar rúgvusmiklar bøkur á baki, og hetta er áttanda bókin úr hansara hondum. Nevnast kunnu bygdarsøga í tveimum bindum, tríggjar skaldsøgur, eitt greinasavn og fyrsta før- oyska metbókin. »Eitrandi blóð« er spenn- ingsøga av krimislagnum. Høvuðspersónurin, sum hevur verið úr heimbygdini ein mansaldur, kemur heim at fylgja einum deyðum bróðuri. Hann kemur eftir, at nógv gátufør viðurskifti eru kring andlátið og í sýsluni sum heild. Hansara gamli heim- staður tykist eitraður. Tað vísir seg, at beiggin er dripin, og tá hann tosar við løgregluna sær hann ein lista við nøvnum, ið kunnu vænta at vera ákærd fyri ymiskt. Hann kennir øll nøvnini aftur. Bókin er 188 síður við bleytari permu og kostar 198 krónur í bókasølunum. Prentað og innbundið hevur Hestprent. Ensku rósurnar blóma Líkt er til, at alt, sum Madonna nertir við, verður til gull. Hennara byrjan sum barnabókahøvundur spældi væl av, og bókin "Ensku rósurnar" liggja ovarlaga á bestseljaralistum kring heimin Gud er danskari enn Guð »Gud er danskari enn Guð« kallast nýtt og fyndugt yrkingasavn eftir Alexandur Kristiansen, sum júst hevur fingið barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs Madonna og børnini C M Y K 29 28